Wednesday, February 27, 2013

Søren Ulrik Thomsen í Norðurlandahúsinum



Smakksdómararnir í sjónvarpinum sótu fyri ongum í studionum hjá Adrian Hughes og lippaðu, so rørd vóru tey, tá tey skuldu ummæla hansara seinasta yrkingarsavn "Rystet spejl". Savnið kom í 2011 og var heilt óvanliga væl móttikið. Ein dundrandi succés við sølutølum, sum als ikki eru vanlig, tá talan er um lyrikk. Men Søren Ulrik Thomsen hevur eitt heilt serligt pláss millum danir og er millum kendastu dansku yrkjararnar og tað hevur hann verið leingi.  Hann er limur í danska akademinum og blandar seg eisini í samfelagskjakið viðhvørt, eitt nú skrivaði hann eitt innlegg um danska forsetismálaráðharran, sum nógv var kjakast um, har hann forsvarar hana og finst at órímiliga støðugu atfinningunum av Gucci-Helle, sum hon hevur verið nevnd. Yrkingarnar í Rystet spejl eru góðar, lætt atkomiligar, lættar at skilja. Tær eru eksistentialistiskar, og er ikki alt tað? Jú, men hesar yrkingarnar eru tað á ein ektaðan, lættfatiligan og óuppgjørdan hátt, t.d. yrkingin niðanfyri, sum stendur á síðu 49 í "Rystet spejl". Søren Ulrik Thomsen er málsliga tilvitaður og dugnaligur yrkjari, hann er tiltikin upplesari og tessvegna gleða vit okkum at fara niðan í Norðurlandahúsið sunnudagin at lurta.




For 16 år siden fik jeg en papkasse
med en ravfarvet kat
der nu igen ligger i en papkasse
som jeg cykler med gennem byen
mod en have i Brønshøj
hvor jeg skal begrave dette dyr
som jeg ifølge dogmatikken
aldrig skal gense
fordi det ikke besad en sjæl.
Men hvad var det så jeg læste
i hendes grønne øjne
når de kiggede og kiggede ind i mine
som om også hun
havde et spørgsmål til mig?
Ikke fordi jeg bilder mig ind
at støde på svaret
under nedskrivningen af disse linjer
men måske fordi jeg håber
at de vil blive læst
også til dén tid
hvor jeg ikke skal gense Kis.


Sunnudagin 3.mars klokkan 16 fer Søren Ulrik Thomsen at lesa upp yrkingar í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Hann ætlar at lesa burtur úr gomlum og nýggjum tilfari. 

Ókeypis atgongd.

 









(KP)