Thursday, February 7, 2013

Rættleiðing til Edmund Joensen



Sjúrður Skaale:

Mentanarligt samstarv innan ríkisfelagsskapin 

Flemming Møller Mortensen, sum er formaður í Fólkatingsins Mentanarnevnd, hevur skotið upp, at ein skipan fæst í lag, sum kann stimbra mentanarliga samstarvi innanfyri ríkisfelagsskapin. Ein samd nevnd sendir í dag - hósdag - Marianne Jelved, mentamálaráðharra eitt bræv um hetta. Har heitir nevndin á Jelved um at taka upp samband við mentamálaráðharrarnar í Føroyum og Grønlandi og royna at fáa í lag eina skipan, sum m.a. skal gera tað lættari hjá fólki at søkja um stuðul til mentan í bæði Danmark, Grønlandi og Føroyum. Í gjár - áðrenn nakað bræv varð sent ráðharranum - var Edmund Joensen í fjølmiðlunum við hesum tíðindum. Men hann hevði ikki heilt skilt, hvussu tað hongur saman. Útvarpsmaðurin spurdi: "Vil tað siga at føroyingar verða javnsettir við danskarar sjálvt um teir eru búsitandi í Føroyum?". Og Edmund svaraði: "Ja, soleiðis havi eg skilt at uppleggið er frá mentanarnevndini her í fólkatinginum - at tað er tað, mann er úti eftir". Men hetta er misskilt. Hetta er IKKI tað, mann er úti eftir.


Mentan er føroysk ábyrgd 

Mentan er yvirtikið málsøki. Innan mentan eru Danmark, Føroyar og Grønland at rokna sum trý ymisk lond. Tí kunnu vit í Føroyum ikki senda rokningina fyri mentanarligar verkætlanir til Danmarkar. Tað er júst sum við vegakervinum: Vit mugu sjálv rinda fyri teir vegir, vit gera, tí tað er yvirtikið málsøki. Um Danmark nú skuldi farið at stuðla føroyskum listafólkum á jøvnum føti við donsk listafólk, so hevði tað verið at flutt málsøkið mentan aftur til Danmarkar. Og tað er altso IKKI tað, sum hugsanin er. Tað, sum kann gerast, er at skipa eitt samstarv, sum eitt nú er galdandi millum norðurlond: Um ein verkætlan verður gjørd í fleiri londum, kann hvørt landið stuðla við einum parti. Við øðrum orðum: Tað hevði borið til at skipa eitt samstarv, har t.d. ein donsk-føroysk verkætlan fekk 30.000 kr. í stuðli úr Danmark, og 30.000 kr. úr Føroyum. Altso eitt samstarv millum tveir sjálvstøðugar partar. Sum er hava vit m.a. "Dansk-Færøsk Kulturfond", sum kanska kundi verið nýttur sum fyrimynd. At javnseta føroyingar í Føroyum við danir í Danmark, og soleiðis flyta málsøkið mentan aftur til Danmarkar, ber sjálvsagt eisini til. Men tað hevur als ikki verið umrøtt í hesum sambandi. Tað hevur Edmund misskilt.





(KP)