Wednesday, February 13, 2013

Tíðindaskriv: Eli Smith í Galerie Focus

Fríggjadagin 15. februar kl. 16 til 18 letur ein framsýning við myndum hjá Eli Smith upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.
Framsýningin er opin til 28. februar: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.
 
Eli Smith er sjálvlærdur listamaður, sum er serstakliga "litríkur" í síni arbeiðandi skapanarmegi, ein, sum ikki letur hindringarnar órógva sítt hugflog og verk. Hansara orðatak ljóðar : "Færri møguleikar, størri hugflog", og hjá Eli er stutt ímillum dreym og veruleika.

Í 1976 fór hann, við nýfingnum radiomekanikkaraprógvi, til skips . Hann fekst tá við fotografi í frítíðini, men tað var ikki fyrr enn í 1980, at maðurin byrjaði at svinga penslinum.
Í 1982 var hann á listaháskúla í Holbæk, og síðani tá hevur hann gjørt námsferðir við skitsublokkinum, m.a. saman við teknaranum og svágrinum, Ólavi á Váli (sála).
Eli hevur havt nógvar ymiskar framsýningar og listauppgávur, bæði einsamallur og saman við øðrum - altíð í ferð við okkurt nýtt og ongantíð fastlæstur í tí, sum farið er.
Í einum trý ára tíðarskeiði (1994-97), fekst Eli mest við at tekna, og í hesum sambandi gav hann bók út við kvøldsangum (Sov blítt og søtt), við egnum tekningum og vatnslitsmyndum av sovandi og vaknum familjulimum. Eli er limur í felagnum Føroysk myndlistafólk. Síðani 1999 arbeiðir hann sum fulltíðarlistamaður.

Náttúran og Skaparaverkið, fylla nógv í hjartanum hjá Eli, og hann er Gudi takksamur fyri hesa "gávu". Eli er giftur við Britu á Váli (1986), og saman eiga tey 4 børn : Napoleon 23, Líggjas 22, Anna 19 og Sigrun 12 ár.

Í 2003 byrjaði Eli, í kjalarvørrinum av eini serstakari uppliving úti náttúruni, at menna eina serliga tøkni, har hann vinnur allar sínar litir úr teirri føroysku náttúruni við íblástri frá fornu holu- og pyramidumálarunum, og hevur hann harvið lagt oljumálningin á hillina; skitsur og vatnlitir nýtir hann tó við síðuna av. Hann hevur roynt seg innan mangar myndlistaligar greinar, eitt nú innan mosaikk.

Tað seinasta frá Eli'sa hond er útkomna lærubókin um tekning fyri bæði stór og smá, og so arbeiðir hann í løtuni fram ímóti norðurlendskari framsýning við litum úr grannalondunum eisini.