Thursday, February 14, 2013

Ein kúlubøka, sjampanjukæti, 38 gamlar fotomyndir, tvær góðar bøkur og ein gáva til limir í Steinbrá




Hóast sjáldsama mildan januar, rakti fyrsta vetraródnin við aldum so høgum sum háhús, men inni í fjálga grafiska verkstaðnum, Steinprenti, verður arbeitt sum vant. Millum uppgávurnar hava tó eisini stundir verið at skeinkja sjampanju í frøi um, at yrkjarin og myndlistamaðurin Tóruddur Poulsen fekk Mentanarvirðisløn Landsins 2012. Umframt heiðurin og gleðina ber virðislønin í sær tær natúrligu arbeiðsnáðir, sum 150.000 krónur geva. Í takkarrøðuni, sum Útvarpið sendi beinleiðis úr Spaniastovu, las Tóroddur úr nýggju bókini “Avbyrgingar”. Hetta er yrkingasavn við upprunagrafiskum prentum, sum Steinprent gevur út. Og í síðstu viku vórðu vit mint á ta víðu fløtu, sum havið er. Av opnum havi og inn til okkara kom ein kúlubøka og spældi millum bátarnar, dygst við dyrnar. Hóast onkur vildi hjálpa hvølpinum út á tað vágvilla hav, kom hann inn aftur til okkara, so børn í øllum aldri gleddust og leitaðu oman á søguligu brúgvarnar hjá Öström.

Hetta vakra prentið er eitt av fýra prentum, sum Tóroddur Poulsen hevur gjørt sum ársgávu til limirnar í grafiska stuðulsfelagnum Steinbrá. Gávan, ið er ókeypis, er klár at heinta í Steinbrá, eitt prent til hvønn. Tey, ið hava hug at gerast limir í Steinbrá, kunnu tekna seg á sama stað. Ársgjaldið er 500 krónur. Nærri fæst at vita um felagið hjá kassameistaranum, sum eisini umsitur limalistan.


Samstundis sum myndirnar hjá Tóroddi kunnu vera dekorativar, eru tær eisini hvassar og satiriskar, soleiðis sum vit kunnu síggja í nýggju steinprentunum, ið hann gjørdi á verkstaðnum í januar. Eitt eyðkenni fyri listamannin, ið heldur hánt um tað hátíðarliga og tilgjørda, er at hann dyrkar tað gerandisliga. Millum afturvendandi yndisevni eru súkklur, stólar, kustar og spannir, sum vit síggja dømi um her. Tóroddur hevur tulkað heilagu kvøldmáltíðina við spannum, har Judas er ein koppað spann. Átrúnaðarliga dimensjónin sæst eisini aftur í stórbæru myndini “Hin góða spannin og hinar”.



Umframt Tórodd Poulsen, hevur Hansina Iversen eisini arbeitt á verkstaðnum fyri kortum. Annan vegin hevur Hansina arbeitt við eini stórari og litríkari kompositión og hinvegin við einum lágmæltum myndaevni, sum við stóru vakurleika sæst á nýggju plakatini á Tjóðpallin, har sorgarleikurin “Sár á Sál” varð frumframførdur leygarkvøldið.







Vit fegnast um eitt virkið vár, sum nú stendur fyri durum. Longu 22. februar lata vit dyrnar upp fyri eini fotoframsýning í Steinbrá við Ásmundi Poulsen (1931-2007), har dótturin, Kinna Poulsen, er kurator og hevur sett saman eina røð av svart hvítum fotomyndum. Síðani verða prentini hjá Claus Carstensen sett í rammu og send til Keypmannahavn, har tey verða sýnd fram á Norðurbryggjuni, sum í mai fer at varpa ljós á Føroyar undir heitinum “Klaksvikaffærer”. 29. februar gevur Steinprent út tvær bøkur í nýggju røðini, sum fyrstu ferð sá dagsins ljós, tá “Villvísi” hjá Tóroddi Poulsen kom út við upprunagrafiskum steinprentum eftir Bjarne Werner Søresen. Nýggju bøkurnar, sum koma út henda dag, eru eftir Søren Ulrik Thomsen við myndum hjá Claus Carstensen. Evnið er óndskapur.
Grafikarin Marius Olsen, sum býr í Finnlandi, var nýliga í Havn og sat fyri, tá beiggin, listamálarin Torbjørn Olsen, gjørdi enn eina altartalvu, hesaferð við Emmaus sum myndaevni. Tá nýtulkaði Marius eina gamla kvinnumynd, sum var við á framsýning hjá føroyska Listafelagnum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.


6. og 17. mars kl 16:00 skipar Steinbrá fyri almennari sýning í Havnar Bio, har nýggi franski filmurin Renoir (Gilles Bourdos) verður sýndur. Undan sýningini leygardagin heldur Hanna Jensen, studentaskúlalærari og franskur konsul, fyrilestur um filmin, sum er um listamálaran Auguste Renoir og sonin Jean Renoir, sum var filmsleikstjóri.