Thursday, February 28, 2013

Mynd og yrking - Øssur Johannesen


Hesa praktfullu, rokaðu og rockmiklu myndina tók Sunrid í Gong til dupultfløguna "Lívsins tunga vetrarmyrkur" hjá Øssur Johannesen, sum Tutl gav út í 2009 og sum Rasmus Rasmussen sáli tók upp og ljóðblandaði. Fyri kortum gav Tutl út vakra verkið "Vindurin blæsur ígjøgnum markið millum tey livandi og tey deyðu", sum inniheldur tvær fløgur og eitt yrkingarsavn við m.a. hesari fantastisku yrkingini:


TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 FINGRAR
Á MÍNARI HOND HUGSI EG
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
OG VENDI HONDINA ÍMÓTI EYSTRI
SÓLIN RÍSUR UPP VÆLKOMIN TIL
LÍVIÐ TIL ENN EIN NÝGGJAN DAG
TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 FINGRAR
ÁHINI HONDINI OG HUGSI
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
OG SÍGGI SÓLINA FARA NIÐUR
REYÐLITTA Í VESTRI
NÚ KEMUR MYRKRIÐ FRAM 
OG VÓNANDI AFTUR EIN LÍVGEVANDI
DAGUR Í MORGIN
TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 TÆR Á MÍNUM FÓTI HUGSI EG
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
OG VENDI FÓTIN SUÐUREFTIR
HEILSI SÓLINI OG SIGI
SÓLIN ER HEIT OG GEVUR LÍVIÐ
SÓLIN ER HEIT OG OYÐIR LÍVIÐ
MEÐAN EG VÁLI ÍGJØGNUM SANDIN
OG LEITI EFTIR EINARI VATNKELDU
TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 TÆR Á
HINUM FÓTINUM HUGSI EG
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
HEILSI DRAMATISKA ATLANTSHAVINUM
Í NORÐI HEILSA KALDA KAVANUM
OG TUNGA VETRARMYRKRINUM
HUGSI DJÚPT MEÐAN MÁNIN SKÍNUR
Í ERVA TÁ EG HUGSI UM MÍN KROPP
OG SAMANBERI HANN VIÐ NÁTTÚRUNA
SÓLIN ER ELDURIN 
BLÓÐIÐ SUM STREYMAR Í MÍNUM ÆÐRUM
BEINAGRINDIN ER JØRÐIN
OG HEILIN LÍKIST EINUM
MÁNALANDSLAGI
HAVIÐ ER VÆTAN Í MÍNUM KROPPI
OG EG BLÁSI MÍN ANDADRÁTT
ÚR MÍNUM MUNNI
ÚT Í VINDIN
TANKARNIR FARA ÚR OYRUNUM
ÚT Í VINDIN
EINS OG ORÐINI OG LJÓÐINI
SÍÐANI KEMUR MJØRKIN
OG FJALIR MEG 
OG MINNIR MEG Á
AT EG VEIT IKKI ALT
ALLÍKAVÆL
SÍÐAN KEMUR MYRKRIÐ
OG MÍN LÍVLEYSI KROPPUR
SLÓKNAR OG FELLUR
NIÐUR Í MÓÐIR JØRÐ
HVAT SO JA HVAT SO
HVÍTAR KAVAFLYKRUR KOMA VAKRAR
NIÐUR AV HIMNI OG MÁNIN KASTAR
SÍTT VAKRA NÁTTARLJÓS
ÚTYVIR HAVIÐ. 

Wednesday, February 27, 2013

Søren Ulrik Thomsen í Norðurlandahúsinum



Smakksdómararnir í sjónvarpinum sótu fyri ongum í studionum hjá Adrian Hughes og lippaðu, so rørd vóru tey, tá tey skuldu ummæla hansara seinasta yrkingarsavn "Rystet spejl". Savnið kom í 2011 og var heilt óvanliga væl móttikið. Ein dundrandi succés við sølutølum, sum als ikki eru vanlig, tá talan er um lyrikk. Men Søren Ulrik Thomsen hevur eitt heilt serligt pláss millum danir og er millum kendastu dansku yrkjararnar og tað hevur hann verið leingi.  Hann er limur í danska akademinum og blandar seg eisini í samfelagskjakið viðhvørt, eitt nú skrivaði hann eitt innlegg um danska forsetismálaráðharran, sum nógv var kjakast um, har hann forsvarar hana og finst at órímiliga støðugu atfinningunum av Gucci-Helle, sum hon hevur verið nevnd. Yrkingarnar í Rystet spejl eru góðar, lætt atkomiligar, lættar at skilja. Tær eru eksistentialistiskar, og er ikki alt tað? Jú, men hesar yrkingarnar eru tað á ein ektaðan, lættfatiligan og óuppgjørdan hátt, t.d. yrkingin niðanfyri, sum stendur á síðu 49 í "Rystet spejl". Søren Ulrik Thomsen er málsliga tilvitaður og dugnaligur yrkjari, hann er tiltikin upplesari og tessvegna gleða vit okkum at fara niðan í Norðurlandahúsið sunnudagin at lurta.




For 16 år siden fik jeg en papkasse
med en ravfarvet kat
der nu igen ligger i en papkasse
som jeg cykler med gennem byen
mod en have i Brønshøj
hvor jeg skal begrave dette dyr
som jeg ifølge dogmatikken
aldrig skal gense
fordi det ikke besad en sjæl.
Men hvad var det så jeg læste
i hendes grønne øjne
når de kiggede og kiggede ind i mine
som om også hun
havde et spørgsmål til mig?
Ikke fordi jeg bilder mig ind
at støde på svaret
under nedskrivningen af disse linjer
men måske fordi jeg håber
at de vil blive læst
også til dén tid
hvor jeg ikke skal gense Kis.


Sunnudagin 3.mars klokkan 16 fer Søren Ulrik Thomsen at lesa upp yrkingar í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Hann ætlar at lesa burtur úr gomlum og nýggjum tilfari. 

Ókeypis atgongd.

 









(KP)

Eitt sindur um lunkað kjak og útisetaskynsemi

Tað er onkur, sum sigur, at ein heldur enn at flyta til eitt stað, flýggjar frá einum øðrum. Hetta kann vera ringt at gjøgnumskoða hjá tær sjálvari, hvørt tú flytir ella flýggjar. Eg eri vís í, at tað er ringt at gjøgnumskoða fyri tey mongu, sum flyta/flýggja úr Føroyum til Danmarkar fyri tíðina, eins og tað er ringt fyri meg at gjøgnumskoða hvørt eg eri flutt ella flýggjað úr Danmark til Føroyar. Men tað er nakað við Danmark, sum eg veit, at eg havi roynt at flýggja undan, nevniliga kjakinum um integratión.

Integratiónskjakið í Danmark gjørdist í mínum lestrarárum eitt veruligt helviti, har tað var í lagi at siga alt, fordómarnir fingu frítt spæl og málið gjørdist perverst. Alt til onga nyttu, tí kjakið førdi onga leið. Høgravongurin hevði ræðisátøk, fann upp á ræðsluorð og arbeiddi við kulda, meðan vinstravongurin arbeiddi við hita, við eksotiskum ímyndum og bara helt, at vit øll somul skuldu elska hvønn annan. Men tað gera vit jú ikki, vit elska ikki øll hvørt annað. Eins lítið sum nøkur orsøk er til ræðast alt tað, sum virkar ókunnugt, fer tað at bera til, at vit øll elska hvønn annan í almenna rúminum. Kjakið fann ongantíð eitt lunkað støði, har mann í staðin fyri at fokusera upp á køld ella heit virði heilt einfalt fokuseraði upp á tann globala veruleikan.
 

Nú haldi eg, at eg kenni hetta hataða kjakið aftur í føroyska mentanarkjakinum. Antin er tað mótstøða, ússaligar áheitaninar á tann innara svínahundin og hatur móti tí elitera, móti sonevndu smakksdómarum og nassarareyvslistafólkunum ella er tað søtsuppa, kær barndómsminnir um megina í listini og hennara reinlyntu náttúru. Men vit kunnu sjálvandi ikki brúka nakað av hesum, hvørki tað kalda ella tað heita, okkum tørvar tað lunkaða, at taka støði í veruleikanum og til ta sannroynd, at listin hevur ein týdningarmiklan leiklut í samfelagnum. Tá fer okkurt at henda.
 

Nakað sum sjálvandi altíð sníkir seg inn, tá mann skal líta at kjakinum uttanífrá, er útisetaskynsemið. Eitt løgið fyribrigdi, sum kemst av at ferðast úr einum landi til eitt annað. Umframt at mann kanska gerst meira tjóðskaparlig, blívur mann eisini so forbannað klók, og gloymir, at tað í grundini búgva hugsandi menniskju í landinum, mann fór frá, sum hvønn dag stríðast fyri at gera samfelagið betri. Mær nýtist persónliga ikki at vera meira enn eina góða viku uttanlands áðrenn eg veit nágreiniliga, hvat átti at verið gjørt og hvussu idiotiskt tað er, at hetta ikki verður gjørt – serliga í einum so lítlum landi, har tað hevði kostað so lítið, og har tað hevði verið so lætt at gjørt veruligan mun. Men so skjótt eg eri komin heimaftur gerist eg aftur greið yvir, hvussu torført tað er. Eg minnist hvussu eg og mong onnur hava stríðst til onga nyttu fyri at fáa nakað skilagott burtur úr mentanarpolitikkinum, og eg fái hug at gevast og bara skriva okkurt positivt. Tí tað er jú lættasti vegur úr vónloysinum.
 

Soleiðis er støðan beint nú. Tólv tímar aftaná, at eg eri komin heim úr USA havi eg hug at skriva, at tað verður herligt at fara til framsýningar, konsertir og leikir í várinum, sum stundar til. Men eg geri tað ikki, tí vit mugu til at taka okkum saman, um fáir dagar er freist at lata inn nýggj lógaruppskot í løgtinginum og nú má tað pínadoyð vera slutt við vinstrahondsarbeiðinum. Nú mugu koma nøkur uppskot, sum kunnu menna hetta landið til at gerast heimsins besta land fyri listina. Møguleikarnir eru har heilt vist, og tað er ikki so ringt um allir flokkar, bæði teir kaldu og teir heitu ganga saman um at skapa eina mentanarstovu sum hesa http://listinblog.blogspot.dk/2012/03/mentanarstovan.html

So fáa vit ein møguleika fyri einum ordiligum kjaki, møguleika fyri umlegging og menning, møguleika fyri at nýggj initiativ kunnu blóma, og at samfelagið fær nyttu burtur úr mentanini, møguleikan fyri at brúka peningin á rættan hátt í framtíðini. Tað snýr seg ikki um høgravent ella vinstravent, men um at taka støðu til veruleikan.

Tuesday, February 26, 2013

Tignarlig tilnevning - SÁMAL VANN



Havnarmaðurin Sámal Blak man hava funnið sær tey fínu klæðini í kvøld. Hann var tilnevndur/nomineraður til prestisjumiklu bretsku mentanarheiðurslønina: South Bank Sky Arts Awards 2013 fyri scenografiina til operuna Ghost Patrol, sum vann!! Heiðurslønarhandanin er í kvøld. Hjartaliga til lukku við bragdinum Sámal.

Sámal Blak tekur í løtuni lut í framsýning í Norðurlandahúsinum við heitinum Sesam Sesam Ævintýrheimur fyri børn og vaksin, ið læt upp 5.mars.


"Music Theatre Wales and Scottish Opera have won the prestigious South Bank Show Sky Arts Award for their co-production of Scottish composer Stuart MacRae’s gripping one-act opera Ghost Patrol.
The opera received its World Premiere at the 2012 Edinburgh International Festival as part of a critically acclaimed double-bill which then transferred to Glasgow and toured extensively through England and Wales last autumn.
The piece beat off strong competition in the Opera section from the Royal Opera House’s production of Les Troyens and Oliver Knussen’s Where the Wild Things Are at the Barbican.
Ghost Patrol (“stirs the imagination.. grabs the heart.” - Financial Times) brings together MacRae with acclaimed Scottish crime novelist Louise Welsh to examine how the harsh reality of civilian life collides with the corrosive effects of war. The piece is set in a modern day bar where two soldiers and a woman trying to escape their past come together, uncovering a terrible secret and unleashing inevitable tragedy.
The production was directed by Matthew Richardson and designed by Samal Blak with lighting by Ace McCarron. Music Theatre Wales’ Music Director and Joint Artistic Director Michael Rafferty was the conductor. James McOran-Campbell sang the role of Alasdair, Nicholas Sharratt played Sam and Jane Harrington sang the role of Vicki.
The awards were announced at a ceremony at London’s Dorchester Hotel on Tuesday, March 12, fronted by Melvyn Bragg. The Opera Award was presented by singer Amanda Echalez.
Accepting the award, Stuart MacRae said:
"It is an exciting time for new opera in the UK, with so many companies and artists getting involved in renewing and developing this living, breathing, richly collaborative art; and it's a privilege to be able to play a small part in this, presenting new, contemporary work to the public with such wonderful colleagues. I am deeply grateful to the South Bank Sky Arts Awards for recognising Ghost Patrol, and for giving us encouragement to keep making work that engages with our contemporary world."
The South Bank Show Sky Arts Awards are amongst the world’s most coveted arts awards, celebrating the best of British culture and achievement across visual art, theatre, opera, dance, comedy, classical music, pop, TV drama, literature and film.
The awards will be broadcast in a special South Bank Show Arts Awards special Sky Arts 1 HD on Thursday, March 14 at 9:30pm, presented by Melvyn Bragg.



Tilnevnd South Bank Sky Arts Awards 2013 eru:

Klassiskur tónleikur

Iestyn Davies, Arcangelo, Jonathan Cohen - Arias for Guadagni
London Philharmonic Orchestra, Julian Anderson, Ryan Wigglesworth – The Discovery of Heaven – Royal Festival Hall
London Symphony Orchestra, Sir Simon Rattle – Wynton Marsalis’s Swing Symphony – Barbican.

Skemtileikur (comedy)

Alan Partridge: Welcome to The Places of My Life (Sky Atlantic)
Hunderby (Sky Atlantic)
Twenty Twelve (BBC Two)

Dansur

A Streetcar Named Desire (Scottish Ballet)
Jeux (English National Ballet)
Metamorphosis: Titian 2012 (Royal Ballet & National Gallery)

Filmur

Berberian Sound Studio
Skyfall
The Imposter

Bókmentir

Bring Up the Bodies (Hilary Mantel)
Tony Hogan Bought Me an Ice-cream Float Before He Stole My Ma (Kerry Hudson)
Umbrella (Will Self)

Opera

Les Troyens (Royal Opera House)
Ghost Patrol (Scottish Opera & Music Theatre Wales)
Where the Wild Things Are (Barbican)

Popptónleikur

Devotion (Jessie Ware)
Ill Manors (Plan B)
Words and Music (Saint Etienne)

Leiklist

The Curious Incident of the Dog in the Night-Time (National Theatre)
The River (The Royal Court Theatre – Jerwood Theatre Upstairs)
The Master & Margarita (Complicite – Barbican)

Sjónvarpsleikur

Line of Duty (BBC Two)
Parade’s End (BBC Two)
The Hollow Crown (BBC Two)

Visuel list

Hopkins Architects: London 2012 (Velodrome, Olympic Park)
Paul Noble: Turner Prize Exhibition (Tate Britain)
Thomas Heatherwick: London 2012 Olympic Cauldron (Olympic Park)
Her er eitt klipp frá handanini av South Bank Sky Arts Awards 2012 og nakrar relevantar leinkjur.



http://www.musictheatrewales.org.uk/Press-releases/ghost-patrol-nominated-for-south-bank-sky-arts-award.html
http://www.amandahowardassociates.co.uk/creatives/creative.php?client=samal-blak
http://skyarts.sky.com/south-bank-sky-arts-awards/2013-nominees-image-gallery
http://www.roh.org.uk/productions/in-the-locked-room-ghost-patrol-by-michael-mccarthy




(KP)




Monday, February 25, 2013

Føroysk listaumboð í útlondum



Føroysk listafólk fremja alla tíðina eitt megnaravrik sum umboð fyri okkara land. Í Washington hugtekur listin hjá m.a. Tróndi Patursson og í skrivandi stund er Eivør Pálsdóttir á veg til Washington at framføra á Nordic Cool festivalinum. 

Sunleif Rasmussen er eisini á listaferð í USA. Hann tekur í løtuni lut í høgt virda festivalinum fyri samtíðartónleik "Other Minds", sum hevur boðið honum at luttaka. Festivalurin bjóðar listafólkum, sum hava okkurt nýtt og øðrvísi at bjóða sum t.d. eksperimenterandi listakvinnan Dohee Lee og sum Sunleif Rasmussen eisini hevur. Festivalurin byrjaði 23. feb. og varir til 3 mars. Fyrsti partur er uttan fyri San Francisco og seinni partur inni í býnum. Framførslurnar á festivalinum hava verið positivt ummældar í The New Yorker og Los Angeles Times, so hetta er ein væl etableraður festivalur, sum í ár hevur 20 ár á baki. Aftaná "Other Minds" fer Sunleif Rasmussen til London, har BBC Symphony Orchestra skal framføra hansara verk "Prelude for Brass" í Barbican Center t. 9. mars. 


Eg seti nakrar leinkjur inn her um framførslurnar umframt eina leinkju til eina áhugaverda framførslu hjá Dohee Lee.



http://www.bbc.co.uk/orchestras/events/948?date=200901

http://www.sfgate.com/thingstodo/article/Bay-Area-arts-news-Feb-14-4276198.php#photo-4178466

http://www.sfcv.org/article/exploring-depths-in-other-minds







(KP)

Sunday, February 24, 2013

Vantandi virðing fyri listini

Randi Ward hevur skrivað eina sera áhugaverda grein í online-tíðarritinum The Island Review um skerjingarnar av føroyska mentanarstuðlinum. Hon staðfestir millum annað, at tað er syrgiligt at síggja ta vantandi virðingina av føroyskari list og mentan, sum skerjingarnar umboða. Randi Ward skrivar m.a: "Yes, it is sad to see the value of Faroese art and culture misappropriated to provide strategically convenient ways to galvanize constituencies and subvert constructive dialogue on a number of issues. All of the polarizing rhetoric often overshadows the fact that it has only been 74 years since educators in the Faroe Islands, many of whom were great writers, scholars and nation builders, finally secured the legal right to use Faroese as the language of instruction in public schools.[1] In light of this, and countless other struggles for increased autonomy and improved educational opportunities in Faroese society throughout the years, how can Faroese artists and their endeavoring work be treated as anything but an integral part of the tiny nation’s economy and growth".

Eg bleiv nakað so ónatúrliga glað, tá eg las hesa greinina, at eg fór at undrast hví. Og nú veit eg hví tað kennist so fantastiskt at lesa eitt innlegg, har tað týðiliga sæst, at greinahøvundurin hevur stóra virðing og sympati í mun til listafólkini og teirra søk. Tað er tí eg í seinastuni havi upplivað ov nógv av tí øvugta. Sum heild hava net-viðmerkjarar og fjølmiðlar ikki sýnt serliga gott forstáilsi fyri listaboykottinum, sum meira  hevur verið brúkt eins og eitt vápn móti listafólkunum. Aftur og aftur eru tey brigslaði fyri eitt boykott, sum var sett í gongd fyri at vísa á ein lamenterandi órætt, sum hevur skelkað mentanaraktørar í øllum  norðurlondum. 

Tá Tóroddur Poulsen herfyri fekk mentanarvirðislønina vóru fleiri røddir frammi um, at hann átti at boykotta virðislønarhandanina, at hann hevði sagt nei takk til pengarnar um tað vóru nøkur nossir í honum og so framvegis í denn dur. Gud forbarmi seg sum tað er toppasmalt og sum tað luktar langan veg av, at mann ikki unnir listafólkum stuðul og virðislønir fyri at ganga og hugna sær við síni list. 

Tá so listafólkini til dømis veita okkum virðismikla positiva umrøðu í Washington Post, ja so eru øll so fegin og errin av listafólkunum sum vit síggja á myndini hjá Anniku Olsen frá Nordic Cool í erva og Tróndur Patursson er forrestin ikki millum boykottararnar og vissi hann var, var tað eingin trupulleiki, Nordic Cool er mær vitandi ikki fyriskipað av føroyska mentamálaráðharranum. 

Enn er eingin fjølmiðil av álvara farin inn í málið at kanna t.d. hví í Guðs garði tað skuldi vera neyðugt at skera so ógvusligaog so brádliga av mentanarstuðlinum, spurningarnir, sum listafólkini fáa eru fyri tað mesta fornermað brigsl: "Nåh?? Eg helt tú vart í listaboykottinum, hvussu kanst tú so framføra/sýna fram osfr..". Aftur og aftur hava tað verið listafólkini, sum skulu forklára seg, har tað jú átti at vera maktin, sum skuldi forklára seg. Oftast hava fólk ikki sett seg inn í hvat boykottið snýr seg um ella hvat boykottið fevnir um. 

Lesið greinina hjá Randi Ward og síggið hennara framúrskarandi portrett av lista- og mentafólkum her:  http://www.theislandreview.com/randiward-faroe/







Pall: 2013 - Várframsýningin í Listaskálanum



24. mei – 16. juni, 2013

Várframsýningin 2013 verður í ár ikki nøkur vanlig várframsýning, men ístaðin karmur um ein listaligan mini-festival, ið vit kalla ”Pall:”. Pall: - stutt og greitt hvønnfall fyri navnorðið ’pallur’ – verður í ár, 2013, karmur um ymiskt listaligt virksemi hjá listafólkum í ymsum listagreinum.Ætlanin er, at Listaskálin verður karmur um list av øllum slag; tað vil siga ikki bert karmur um málningalist, men bæði høggmyndlist, skaldskapi, dansi, filmi osv. Møguleikarnir eru nógvir. Vit, sum skipa fyri Pall: 2013 vilja royna at gera ta árligu Várframsýningina so fjølbroytta sum gjørligt.

Uttan mun til hvat slag av list, eitt nú málningalist, høggmyndalist, bókmentir, skaldskapur, tónleikur, dansur, video osfrv., sum arbeitt verður við, heita vit við hesum vegna nevndina í Várframsýningini á øll listafólk um at senda verk inn. Liðug sum óliðug hugskot kunnu sendast okkum, men í seinasta lagi 1. mei 2013:
varfram@gmail.com. Boð um luttøku verða send út skjótast gjørligt eftir tað.

Vinaliga:

Jóhan Martin Christiansen, Ludvík á Brekku og Unn Joensen

Saturday, February 23, 2013

Ásmundur Poulsen PHOTO - røða og myndir


Í dag 22.februar er føðingardagurin hjá fotografinum Ásmundi Poulsen, sum tók myndirnar, sum her hanga og nógvar, nógvar aðrar góðar myndir. Dagurin í dag er eisini føðingardagurin hjá Lord Baden Powell, tað var hann sum grundlegði skótarørsluna. Baden Powell var nokk so nógv framman fyri sína tíð námsfrøðiliga sæð, tá hann legði dent á hvussu umráðandi tað er, at geva børnum, í hesum førum dreingjum ábyrgdina fyri egnari læring. “In Scouting, a boy is encouraged to educate himself instead of being instructed" helt Baden Powell. Pápi okkara gekk í grundini nokkso høgt uppí Baden Powell og hetta, at teir fyltu sama dag. Hann upplivdi sjálvur, at pápi hansara, Hans Jacob Poulsen doyði longu 42 ára gamal, tá Ásmundur var bara 5 ára gamal, frá konuni, Thominu og seks børn. Thomina kláraði tað sera væl, men hetta hevði sera stóra ávirkan á hann og á alla okkara familju.

Fátæksliga bakgrundin hjá pápa mínum hevur havt alt at siga fyri hann sum menniskja. Hann helt altíð við teimum veikastu og var trúfastur javnaðarveljari alt lívið. Hann fekk ongantíð nakra útbúgving, men var sera hugtikin av útbúgving og honum dámdi tað væl, tá eg fór á universitetið, serliga tá eg fór at lesa listasøgu. Tá skaffaði hann mær tilfar um føroyska list, sum hann sendi mær niður til Keypmannahavn. Eg havi eitt nú bókina um Janus Kamban, sum er signerað til mín. Pápi okkara var autodidakt, sjálvlærdur sum fotografur, men eyguni vóru góð og longu tíðliga sýndi hann góðan ans og evni til fotograf og so var hann sera disiplineraður fotografur.Eg havi í fleiri ár hugsað um at framsýna myndirnar hjá honum í eini trúgv uppá, at tær umframt ta eyðsædda siðsøguliga virði, eisini hava myndalig virði, sum gera tær áhugaverdar at líta at sjálvt í dag eini hálvtrýss-trýss eftir, at tær eru tiknar. Á hesari framsýningini eru svarthvítar myndir, sum eru unikkar, tí fotografurin sjálvur hevur framkallað tær.

Men sum barn helt eg altíð, at babba var øgiliga roksutur, tá hann tók myndir. Óansæð hvussu einføld uppgávan tóktist, tók tað altíð drúgva tíð at taka ta røttu myndina, t.d. ta ferðina, tá eg og Dania skuldu fotograferast til eina reklamu fyri Sjóvinnubankan. Har fór ein  heilur seinnapartur við tí roksinum, men vit fingu allar fimmkrónurnar, sum vit brúktu á myndunum at koyra í spildurnýggja lundan, sum var bússan hjá Sjóvinnubankanum. Í myrkakamarinum brúkti hann aftur langa tíð at velja út og at viðgera myndirnar og aftaná var tilskering eisini neyðug til tíðir.

Sjálvt um hann  var neyvur og dugnaligur fotografur rokni eg við, at babba hevði verið heitur um høvdið, um hann sá framsýningina og okkum øll her í dag. Hetta minnir jú misteinkiliga nógv um eina listaframsýning og Ásmundur Poulsen hevði alstóra virðing fyri listini.

Men  hann var ikki einsamallur um at gera mun í millum foto og list. Tí foto hevur í mong ár og ikki bara í Føroyum verið mett sum rein mekanisk reproduktión. Sjálvt um listaframsýningar hava verið við fotomyndum, hevur gamla fatanin av fototøkninum sum eitt mekaniskt skrásetingartól havt fastatøkur á vanligu fatanini inntil fyri tveimum árum síðani, tá fotomyndin hjá Andreas Gursky av Rínánni varð seld fyri 24 milliónir krónur. Hetta staðfesti, at foto er eitt listarligt tøkni sum øll onnur listarlig tøkni.

Pápi okkara tók myndir til øll hugsandi høvi og var tey fyrstu mongu árini tað danir kalla lejlighedsfotograf. Hann hevur tikið myndir, sum eru dokumentaristiskar, og summar eru helst av handahógvi merktar fotomyndir hvørs høvuðsendamál er at skráseta fólk, hendingar, støð osfr., og allar hansara myndir eru ikki líka áhugaverdar, men summar teirra tykjast hava varandi virði. Hyggur tú at hesum myndum í dag, so er okkurt serligt við teimum. Tær eru ymiskar, men summar eru merktar av óvanligum nærlagni í kompositión og skuggaárini og stílsliga eru myndirnar eisini serstakar. Fagurfrøðiliga kundu tær mint um Hollywood filmar frá fýrati- og fimtiárunum. Kenda myndin av AUTO hevur júst hetta serstaka film noir huglagið av eini einsligari býarnátt, sum vit kenna frá amerikanskum filmum. Babba elskaði at ganga í biograf, hann plagdi at fara einsamallur og tá hann kom  heim vóru lummarnir fullir av karamelpappírunum, sum eru ballaðir rundan um sjokulátakaramellurnar frá Toms. Í summum av hansara svarthvítu myndum sæst sama lyndi sum í filmunum til at fokusera uppá ein ella fáar figurar í einum atmosferiskum myndarúmi, har smálutir og heild í myndini samskifta og mynda eina samanhangandi heild.

Hansara portrettmyndir innihalda í fleiri førum eina tulking av persónligheitini hjá teimum, sum hann fotograferar, t.d. í eini mynd av Eiðismanninum Olivar á Mýruni, ein av hansara bestu myndum, har linjurnar í húsunum í bakgrundini ganga á skák av linjunum í tí portretteraða andlitinum við tí úrsliti, at portrettmyndin gerst óvanliga dynamisk. Andlitið er gjørt eitt sindur kámt og hetta hevur við sær, at eyguni tykjast enn meira klár og gløggskygd sum skoða tey framvið og síggja okkurt, sum áskoðarin ikki sær.

Dupultportrettið av Lisu og Williami Heinesen er óvanligt við tað, at tað er profilurin á frúuni, sum er í fokus, meðan sjálvt stjørnuskaldið næstan kámast burt í einum fittligum brosi. Drekkamuðurin høgrumegin í forgrundini, við teimum báðum paraligu seruttpakkunum minnir um eina kyrrlutamynd, eina mynd í myndini, sum staðfestir varhugan av harmoni og hugna. Ofta er tað soleiðis við myndunum, at forgrundin og bakgrundin spæla saman á henda hátt.

Myndirnar á framsýningini ímynda ymisk fólk og støð í Føroyum, men sjálvt um vit millum tey avmyndaðu kenna aftur rithøvundar, listafólk og onnur meira og minni kend fólk, er úrvalið  als ikki gjørt út frá søguligum ella siðsøguligum atlitum.

Eg havi í staðin roynt at leggja dent á myndakvalitetir við dynamiskum myndabygnaði, skulpturellum skuggaárini, atmosferiskum huglagi og poesiumframt psykologiskt neyvari persónstekning. Legg til dømis merki til myndirnar av teimum kongaligu, sum hava eitthvørt humoristist yvir sær. Í myndunum úr Klaksvík sær tað út sum um landslagið aftanfyri leggur seg eftir at forma umhvarvið av teimum níðandi fólkunum. Um tit brúka nakrar minuttir uppá hvørja einstaka mynd fara tit at leggja til merkis, at okkurt serligt er við teimum øllum.

Eg skal at enda takka øllum, sum hava hjálpt mær við framsýningini. Tað er fyrst og fremst Jan og Fríða her á verkstaðnum, sum søgdu ja, tá eg kom eitt sindur smæðin og spurdi um tey vildu hava eina framsýning við babbasa fotomyndum her í gallarínum. Eg veit, at støðið er høgt her og vildi hava tey, at sýta um tey ikki hildu myndirnar vera nóg góðar. Eg havi ivast sjálv og havi spurt Jan nokkso ofta um hetta nú er nakað. Ikki fyrr enn nú, myndirnar hanga í framsýningarhølinum, kenni eg meg nøkulunda vissa í, at varhugin var rættur. Hesar myndirnar eru góðar. Takk Jan eisini fyri tín formidabla ans fyri innramming. Takk kæru systrar fyri at tit vóru við uppá projektið. Takk eisini Fríða, Mikkjal og Hjalte fyri hjálpina og takk John, Gramar, Forlagið Í Støplum og Føroyaprent fyri vakra katalogið. Tak Jensina fyri suppuna og takk tit øll fyri at tit eru her í dag. Takk til stuðlarnar: Mentanargrunnur Føroya, Tórshavnar Kommuna, Eiðis Kommuna, Eik Banki og Okkara

(KP)
Myndirnar tók Jan




























Friday, February 22, 2013

Eivør nominerað til Norðurlandaheiðursløn




Eivør Pálsdóttir er millum tey tilnevndu til prestisjumiklu virðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Um Eivør verður skrivað: Eivør er singer-songwriter og opvokset i den lille landsby Gøta. Eivør har en meget særegen stemme, og selv om hun har rødder i traditionelle færøske ballader, har hun interesse for et bredt spektrum af musikalske genrer fra rock, jazz, folk og pop til europæisk klassisk musik. Da hun var 16, forlod hun skolen for at bruge al sin tid på sin store passion: at synge og skrive musik. 11 år, otte soloalbums og adskillige priser senere, er hun blevet en af de klareste stjerner på den nordatlantiske himmel. Det er ikke kun hendes betagende stemme, som gør hende speciel, men også at hun udtrykker sine kunstneriske evner som maler, historiefortæller, digter og komponist. Al denne kreative energi kommer til udtryk i et fortryllende nærvær og en sceneoptræden, som er i stand til røre de inderste følelser hos publikum. Hendes mangfoldighed og hendes alsidige udtryk demonstreres i disse to citater: "Pure Viking goddess, deserves her own festival" (Charlie Ivens fra Playlouder.com) og "Like she was pulled straight from a fairy tale" (Reykjavík Grapevine).

Les um tey tilnevndu herhttp://www.musikpris.org/

Fernisering í dag - Ásmundur Poulsen



Tað er á so mangan hátt ein serstøk framsýning, sum letur upp í dag fríggjadagin 22.februar klokkan 16. Framsýndar vera fotomyndir hjá Ásmundi Poulsen (1931-2007), sum hevði fyllt 82 ár henda sama dagin. Dóttir hansara, Kinna Poulsen hevur í nógv ár hugsað um at gera hesa framsýningina í eini trúgv uppá, at myndirnar umframt tað eyðsædda siðsøguliga virði, eisini hava myndalig virði, sum gera tær áhugaverdar at hyggja at sjálvt í dag eini hálvtrýss-trýss ár eftir, at tær eru tiknar. Á framsýningini verða svarthvítar myndir framsýndar, sum eru unikkar, tí fotografurin sjálvur hevur framkallað tær. Ásmundur Poulsen byrjaði at fotografera í 1950´unum og av tí, at hann helt á í útivið fimti ár, liggja fleiri túsund myndir eftir hann.

Ásmundur Poulsen var Eiðismaður, men búði meginpartin av lívi sínum í Havn, har hann bygdi hús uppi á Lützenstrøð saman við konuni, Esther. Hann fotograferaði í góð hálvtrýss ár, fyrst sum áhugafotograf, men síðani gjørdist foto hansara yrki. Hann gav út postkort við myndum av føroyskari náttúru og gav eisini út eina røð av myndabókum “Føroyar í myndum”. Myndevnisliga fevnir framsýningin um landsløg, býarløg og um portrettmyndir, sum avmynda ymisk kend fólk, bæði livandi og deyð; t.d. listafólk sum Hans Hansen og William Heinesen, Frimod Joensen, men eisini aðrar persónligheitir sum t.d. John Dam, Lisa Heinesen, Oskar Hermansen, Olaf í Garði og Sonne Smith. Eisini tey kongaligu eru sloppin upp í part í nøkrum óvanligum, til tíðir humoristiskum lýsingum.

Ásmundur Poulsen hevur dokumenterað sína samtíð og hevur gjørt sær sera stóran ómak við fotomyndunum, sum í fleiri førum eru merktar av óvanligum nærlagni í kompositión og skuggaárini og stílsliga. Teirra fagurfrøðiliga mál kundi mint um Hollywood filmar frá fýrati- og fimtiárunum, fokuserað verður á ein ella fáar figurar í atmosferiska myndarúminum, har smálutir og heild í myndini samskifta og mynda eina samanhangandi heild. Myndin av AUTO hevur júst hetta serstaka film noir huglagið av eini einsligari býarnátt. Summar av portrettmyndunum tulka persónsmenskuna hjá teimum portretteraðu, hetta sæst t.d. í einari vakrari mynd av Eiðismanninum Olivar á Mýruni, har linjurnar í húsunum í bakgrundini ganga á skák av linjunum í tí portretteraða andlitinum við tí úrsliti, at portrettmyndin tykist óvanliga dynamisk. Andlitið er gjørt eitt sindur kámt og hetta hevur við sær, at eyguni tykjast enn meira klár og gløggskygd sum skoða tey framvið og síggja okkurt, sum áskoðarin ikki sær. Dupultportrettið av Lisu og Williami Heinesen er óvanligt við tað, at tað er profilurin á frúuni, sum er í fokus, meðan stjørnuskaldið næstan kámast burt í einum fittligum brosi. Stjørnuklár er stillebenkenda drekkamunsuppstillingin høgrumegin í forgrundini, við teimum báðum paraligu seruttpakkunum, ið tykjast staðfesta okkara varhuga av einum góðum og  harmoniskum parlagi.

Framsýningin fevnir um 38 fotomyndir og øll eru hjartans vælkomin. Til høvið er framleitt eitt vakurt katalog við framsýningarmyndunum umframt einum stuttum teksti um Ásmund Poulsen á føroyskum donskum og enskum. Tað er forlagið í Støplum við John Dalsgarð, sum gevur út og Føroyaprent prentar. Framsýningin Ásmundur Poulsen Photo verður at síggja í Steinprenti á Skálatrøð í Havn frá 22.februar til 22.mars og eftir hetta er ætlanin at fáa framsýningina til Eiðis. Stuðlar: Mentanargrunnur Føroya, Tórshavnar Kommuna, Eiðis Kommuna, Eik Banki og Okkara.




(KP)



Thursday, February 21, 2013

Til lukku Sissal, Hanni og tit



Sambært Portalinum eru starvslønir latnar 30 fólkum frá Mentanargrunni Landsins í 2013 til listaligt og mentanarligt arbeiði. Við at skimma listan sæst, at nevndin í størri mun enn áður hevur fokuserað uppá góða yrkislist og er tað gleðiligt, serliga tá hugsað verður um, at tey hava minni av peningi at lata í ár.

Tey, sum hava fingið longstu starvslønirnar eru:
Sissal Kampmann, rithøvundur, 1 ár,
Hanni Julius Bjartalíð, listamaður, 1 ár
Bárður Eklund, listamaður, 6 mánaðir
Lena Anderssen, tónleikari, 6 mánaðir 
Sakaris Fríði Stórá, listamaður, 6 mánaðir,
Tróndur Patursson, listamaður, 6 mánaðir


Harumframt eru starvslønir latnar 24 umsøkjarum. 

Tilsamans 102 mánaðarlønir fyri góðar 2,5 milliónir eru latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði. 

Tilsamans vóru 94 umsøkjarar, ið søktu um starvsløn fyri slakar 25 milliónir krónur. Av teimum vóru 30 umsóknir játtaðar.

Nevndin hevur í ár gjørt av ikki at lata eina 3 ára starvsløn. Avgerð nevndarinnar er grundað á tær mongu dygdarumsóknir, har søkt var um starvsløn í styttri tíðarskeið. Av tí at nevndin hevur gjørt av at játta fleiri av hesum umsøkjarum starvsløn, var ikki rúm fyri at játta eina 3 ára starvsløn í ár.

Íverksetanarstudningur varð latin 2 umsøkjarum – kr. 150.000 tilsamans. Umsøkjararnir vóru 8 í tali.

Hini 24, sum hava fingið starvslønir í ár eru hesi:

Hanni Julius Bjartalíð 12 mánaðir
Sissal Kampmann 12 mánaðir
Bárður Eklund 6 mánaðir
Lena Anderssen 6 mánaðir
Sakaris Fríði Stórá 6 mánaðir
Tróndur Patursson 6 mánaðir
Andras Olsen 3 mánaðir
Annika Y. Skaalum 3 mánaðir
Bárður Oskarsson 3 mánaðir
Bjarni Restorff 3 mánaðir
Janus á Húsagarði 3 mánaðir
Jens L. Thomsen 3 mánaðir
Johnny Thomsen 3 mánaðir
Rakel Helmsdal 3 mánaðir
Silja Strøm 3 mánaðir
Vígdis Hentze Olsen 3 mánaðir
Anton Petersen 2 mánaðir
Dánjal á Neystabø 2 mánaðir
Elin Henriksen 2 mánaðir
Guðrið Poulsen 2 mánaðir 
Gunnar Restorff 2 mánaðir
Marjun Bæk 2 mánaðir
Randi Samsonsen 2 mánaðir
Ria Tórgarð 2 mánaðir
Súsanna Tórgarð 2 mánaðir
Vár Berghamar Jacobsen 2 mánaðir
Beinta Clothier 1 mánað
Gunnvá Zachariasen 1 mánað
Hans Tórgarð 1 mánað
Mikael Blak 1 mánað

Hjartaliga til lukku til tykkum øll, vit gleða okkum til úrslitið av tykkara góða arbeiði.




(KP)




Ein góður dagur saman við Baudelaire og 12Ø

Við temanum Mynd & Orð fóru næmingarnir í 12Ø hugagóðir til verka í Hoydølum í dag. Blokkdagur var á skránni og vit byrjaðu niðri í Steinprenti, har næmingarnir fyrst vórðu presenteraðir fyri nøkrum verkum hjá listafólkum, sum brúka orð í teirra myndum. Vit hugdu til dømis at myndum hjá Svend-Allan Sørensen, Claus Carstensen og Knud Odde, og so hugdu vit at myndum hjá Tóroddi Poulsen, sum næmingarnir kenna eitt sindur til frammanundan. Eg greiddi frá eyka møguleikunum, ið koma í millumrúminum millum tað teknaða og tað skrivaða á myndaflatanum og Fríða og Jan greiddu áhugavert frá siðbundna steinprentstøknini og  hvussu listafólkini í heilum bjóða hesari tøknini av.

Næmingarnir lýddu áhugaðir á og eg haldi, at áhugin sæst aftur í teirra egnu myndum. Tað eru vatnlitamyndir, sum tey hava gjørt í Hoydølum í dag við støði í yrkingini Invitation au voyage hjá Charles Baudelaire. Allir næmingar í 12Ø hava franskt í Hoydølum, og tessvegna fingu tey smá brot av eini franskari yrking, sum tey tulkaðu hvør sær og sum ætlandi blívur eitt stórt kollektivt verk við allari yrkingini, ið verður framsýnt niðri í skúlanum í næstum. Her eru myndir frá einum góðum skapandi degi.










































(KP)