Friday, May 18, 2012

Er dýrt at búgva í Føroyum?


Eftir Kirsten Brix, lektari, ph.d.


Landsstýrisfólkini í samgonguni endurtaka upp í saman, at skatturin má niður, tí føroyingar hava hægsta skattatrýstið í verðini. Tá ið skattastøðið fer at liggja á sama støði sum hjá teimum londum, vit sammeta okkum við, fara fólk at flyta til Føroya, sigur Kai Leo. Veruleiki ella ideologi?

Eg veit ikki, hvussu viðurskiftini eru í hinum norðurlondum (sum vit plaga at sammeta okkum við, sum hann sigur), men í Danmark er tað samlaða skattatrýstið munandi hægri enn í Føroyum. Fólk, sum eiga eignan bústað, gjalda t.d. ”ejendomsværdiskat og ejendomsskat”, harafturat gjalda fólk avgjøld av ymiskum slag so sum gjald fyri vatn, umhvørvisavgjøld, eisini arvaavgjøld eru munandi hægri.

Í Føroyum rindar tú 0 kr til land og kommunu, um tú eigur og hevur goldið tíni hús. Býrt tú til leigu, heldur tú áfram at gjalda – helst hækkandi – leigu.

Gerandisvørur, meðni? Tørvurin er nøkulunda tann sami, um tú fortjenar nógv ella lítið. Við tí skattaskipanini, sum júst er gjøgnumførdur, hava tey, sum fortjena nógv, fingið munandi betri ráð at fara í Miklagarð og FK, meðan tey, sum hava eina miðal- ella láginntøku, ongan lætta hava fingið.

Fólk (menn), sum arbeiða uttanlands, mugu hava sersømdir sum t.d. eyka skattalætta, annars rýma teir, sigur Jørgen Niclasen. Sæð burtur frá, at hetta er grov skuldseting móti hesum fólkum, so er spurningurin, um hetta er veruleiki ella ideologi. Men harafturímóti er tað ein sannroynd, at familjur rýma av landinum, móti teirra vilja, tí tey hava børn við serligum tørvi. Við teimum sparingum, sum settar eru út í kortið, verður ikki ráð at hava kvalifiserað fólk, sum kunnu bjóða nútímans viðgerð.

Tey ungu? Ja, tey eru altíð farin burtur at fáa sær útbúgving. Vel. Men tað er ein trupulleiki, at tey ikki venda aftur. Er tað skattatrýstið í Føroyum, sum heldur teimum burtur? Ein stórur partur býr í Danmark, so tað man neyvan vera orsøkin, við tí samlaða skattatrýstinum, sum har er. Við tí skattapolitikki, sum samgongan førir, verður í framtíðini minni at koma heim til. Størvini, sum tey útbúnu fólkini eru kvalifiserað til, finnast ikki, tí pengar eru ikki til at reka, halda við líka og menna sjúkrahús, viðgerðareindir, skúlar, útbúgvingarstovnar, gransking o.s.fr.

Tað ríka mentanarlívið? Ja, har kunnu vit, sum njóta sjónleikin, konsertirnar, framsýningarnar, bókmentirnar o.s.fr. gleðast – og undrast. Bara eitt: tjóðpallurin er enn eina ferð settur í bíðistøðu. Ferð eftir ferð hava sjónleikararnir víst okkum áskoðarum spæl á altjóða støði og forkelað okkum við støðugt hækkandi støði. Men hvussu leingi orka tey? Tað er ofta ávíst, at íløga í mentanarvirksemi kemur fleirfalt aftur, tí hon skapar arbeiði til ymiskar hjágreinir.

Jørgen Niclasen og Kai Leo Johannesen siga, at teir ætla at steðga fráflytingini. Men við verandi gongd skapa teir fráflyting og syrgja fyri, at fólk, sum eru flutt, ikki venda aftur. Eitt samfelag, har tað almenna økið og mentanarøkið eru niðurpínd, lokkar ongan til sín. Og tá ið vælferðarsamfelagið, sum er ment upp gjøgnum seinastu øld, fær tað skapið, sum ideologiin hjá hesari samgonguni ætlar sær – ja, tá verður dýrt at búgva í Føroyum.

Áh dett ríkidømi...

Í vikuni var almannakunngjørt hvør fær 3ára arbeiðsstipendiatið frá Statens Kunstfond. Heili 27 listafólk kunnu býta millum sín 22,3 milliónur krónur. Listafólkini hava sostatt arbeiðsnáðir komandi trý árini. Lesið meira her: http://www.kunst.dk/index.php?id=9480#.T7NyL3l1C2A

Eg seti inn nakrar myndir hjá einum av 3 ára stuðulsmóttakarunum Emil Westman Hertz, frá hansara framsýning í Space of Drawings í Keypmannahavn í fjør, umframt myndir, sum Emil W.Hertz, Svend Allan Sørensen, Andreas Schulenburg og Lise Blomberg Andersen hava gjørt í Steinprenti. Tey trý síðstnevndu hava eisini fingið stuðulsupphæddir frá Statens Kunstfond.


Emil W.Hertz 2011

Emil W.Hertz 2011

Emil W.Hertz 2011

Lise Blomberg Andersen 2008


Akademinæmingar, m.o.Zven Balslev og Emil W.Hertz 2005


Svend-Allan Sørensen 2011



Thursday, May 17, 2012

Túsund listabloggar


Hesar báðar bøkurnar eru okkara stoltleiki. Tað ítøkiliga úrslitið av 681 arbeiðsdøgum. John Dalsgarð gav út bøkurnar á forlagnum Í Støplum og fáið hann tøkk fyri tað. Vit eru æviga takksamar.

P/F Interrós er eitt gott og gamalt felag í mentanarumhvørvinum. Listafólk og mentafólk hava til allar tíðir dyrkað at rósa sær sjálvum og hvørjum øðrum, og miðlarnir eru so spakuliga eisini farnir at duga tað heilt væl.

Tá vit fyri nú túsund greinum síðani stovnaðu ein føroyskan listablogg vóru vit so eldhugaðar, sum man bert blívur umvegis ógvusligt sjálvrós. 681 dagar eru síðani listabloggbyrjanina og hesir dagar eru somuleiðis lidnir við rósum, herðaklappum á okkara egnu herðar og í ótamdum løtum eisini táravátum skammrósi av tí ordiliga patetiska slagnum. Men sjálvandi er skomm skapt í okkum, og tí royna vit at halda okkara sjálvrós niðri á einum hampiligum støði, men á hesum túsundbloggadegi mugu vit bara staðfesta tað: Halt kipp sum vit eru frálíka góðar.


Hvat er tað ikki fantastiskt, at vit uttan eina einastu krónu hava megnað at fáa ein miðil á føtur, sum hvønn tann einasta dag alt árið setur list og mentan á breddan. Hvat er tað ikki framúr, at okkara gleði yvir listina og okkara indignatión yvir fátæksligu listaviðurskiftini hjá fjølmiðlum og politikarum, hevur funnið sítt týdningarmikla skap. FANTASTISKT einki minni!

Og tá hetta er sagt kunnu vit skrúva eitt sindur niður fyri blussinum. Tí í grundini er einki fingið á skaftið. Vit høvdu fyri 1000 innleggum síðani eina ætlan við hesum bloggi, sum ikki bert snúi seg um tað, sum sjálvandi er mest umráðandi, nevniliga, at listin skal viðfarast ordiliga. Nei, vit ætlaðu eisini mentanarpolitiska framgongd og vit ætlaðu at vísa etableraðu miðlarnar vegin fram. Vit ætlaðu at vísa á, at mentanartilfar hevur stóran týdning.

Men vit hava jú ikki upplivað nakra mentanarpolitiska framgongd. Mentanarpolitikkur er akkurát líka niðurraðfestur, sum hann var fyri túsund bloggum síðani. Á listablogginum hava vit fleiri hundrað ferðir havt okkara hugsanir frammi um ein virðiligari mentanarpolitikk. Vit hava argumenterað, spottað, kjakast, verið pedagogiskar, verið órímiligar, vit hava biddað og biðið, skrálað og rópt. Altíð uttan úrslit. Men listabloggurin verður lisin, tað vita vit av, og eisini okkara politikarar lesa bloggin, tí vit hoyra ofta politikarar brúka okkara orðingar og tað eru vit sera glaðar fyri. Hetta er kanska eisini eitt slag av sigri, men hann er ikki nóg sannførandi. Vit vilja síggja ítøkilig úrslit.

Tíverri hava vit heldur ikki upplivað eina fremri raðfesting av mentanartilfari í fjølmiðlunum. Heldur tvørturímóti. Har er alsamt minni av mentanartilfarið í teimum etableraðu miðlunum, sjálvt um júst mentanartilfar skapar samleika hjá einum miðli og er so ómetaliga umráðandi til tess at fasthalda áhuganum hjá lesarum, lurtarum og hyggjarum. Samsýningar fyri at skriva um mentan til bløðini eru vorðnar so láturliga smáar, at tað næstan er at halda tann skrivandi fyri gjøldur og Kringvarpið hevur eftir øllum at døma sligið av at gera mentanarsjónvarp. Fleiri bloggarar eru komnir í ljósmálan, sum skriva um mentan og list, og tað er spennandi, men altso eisini ein avleiðing av, at etableraðu miðlarnir hava kroyst mentanina út.
Ein tílíkan sjálvfeitan túsundbloggadag sum í dag, mugu vit sjálvandi eisini hyggja frameftir. Vit hava túsund hugskot til hvussu vit kunnu gerast betri og vit hava verið frammi við onkrum av hesum hugskotunum áður, t.d. vilja vit fegnar hava ljóð- og myndamiðlan á bloggin. Vit ynskja at fevna um tey listasløg, sum Listin hevur misrøkt higartil, vit kundu hugsað okkum fleiri sjónarmið frá fleiri ymiskum fólkum, vit ynskja at aktivera øll í mentanartilfarinum og í mentanarpolitiska tilfarinum.

Hetta kemur alt samalt og tað kemur skjótt. Í summar byrja vit við nøkrum stuttum filmum um list, og Listin fer sum heild at gerast eitt betri og áhugaverdari stað hjá tykkum kæru lesarum. Ikki tí tað loysir seg, men tí tað er umráðandi. Takk fyri øll 200.000, sum hava klikkjað seg inn at vitja listabloggin. Túsund takk.

Kinna og Inger

Wednesday, May 16, 2012

Í dag er tað Tutlsa føðingardagur...

Hurrá Hurrá Hurrá





Plátufelagið Tutl hátíðarheldur stovningarár sítt, 1977, við ymsum tiltøkum alt tað, ið eftir er av 2012. Eitt tað mest spennandi tiltakið er ivaleyst fagnaðarkonsertin við Brandi Øssursson Kvintett, Kræklingum og spælimansbólkinum Kvonn í Havnar Klubba í kvøld, mikukvøldið 16. mai, kvøldið fyri Kristi himmalferðardag

Kostnaður 100,- Atgongumerki fáast í TUTL.
Fløga frá 1977 er við í prísinum, tá ið man keypur atgongumerki.

Dyrnar opna kl.20. og skráin er hendan.

Kvonn kl 20.30
Brandur Øssurson Kvintett kl 21.30
Kræklingar kl 22.30




Uppreistrarlist


  
Meksikanski listamaðurin Diego Rivera er í dag kanska mest kendur sum maður konu sína Fridu Kahlo, men í 30´unum var hann so mikið høgt í metum, at MOMA beyð honum til New York at framsýna og at mála nakrar veggjamálningar, ið vóru lidnir til framsýningina í 1931. Hesar myndir hava verið framsýndar saman við skitsum o.ø. á eini framsýning í MOMA, sum endaði nú 14.mai.

Myndirnar hjá Rivera eru jú málaðar undir teirri stóru fíggjarkreppuni og hugburðurin er greidliga antikapitalistiskur og í samhuga við arbeiðaran. Í løtuni er tað eins og sigla vit á eini sigaldu frá kreppuni, og fleiri vilja vera við, at kreppan als ikki er yvirstaðin. Um hugsað verður um hetta og hvussu ójavnt tað føroyska samfelag er vorðið síðan samgongan gjøgnumførdi flatskattaskipanina er tað undrunarvert hvussu lítið av politiskari list hevur sæð dagsins ljós í Føroyum hesa tíðina. Eg havi í øllum førum ikki upplivað nógva mótmælislist uttan Vendetta hjá 200 og okkurt innlegg hjá Hinum føroyska skjaldraveldinum.

Vit kundu trongt til politiska list. Til inspiratión seti eg inn nakrar myndir hjá Rivera og tekstin til tann speiska lukkuynskingarsangin hjá 200. Myndin niðanfyri "Frozen assets" er ein speisk viðmerking til virðisbýtið í amerikanska samfelagnum. Ovast síggja vit ein part av New York við denti á nýtt byggjarí í samtíðini. Í miðjuni er ein myndarond full av liggjandi fólkum, ein høll full av arbeiðarum, sum hava bygt øll tey veldugu húsini og niðast síggja vit bankan, sum heldur uppá pengarnar við jarnrimum. Á statisku pyramidukompositiónini skilja vit, at støðan er verandi, fastfryst, men á kompositiónin niðri undir, ið avmyndar uppreistur, vendur spíssurin á pyramiduni niður eftir og er við at koppa. Hendan myndin er dynamisk, okkurt er í ferð við at henda...



Digeo Rivera: Fryst virði 1931


Diego Rivera: Uppreisturin 1931


TIL LUKKU VIÐ HØGRASTJÓRNINI
TIL LUKKU VIÐ FLATSKATTINUM
TIL LUKKU VIÐ STÆTTARMUNINUM
TIL LUKKU VIÐ MISMUNINUM
TIL LUKKU VIÐ NEPOTISMUNI
TIL LUKKU VIÐ BIDDARAGONGDINI, TIL LUKKU

GAPA, TYGG, SMAKKA OG SVØLG SO
TÚ FEKST TAÐ, TÚ BESTILTI, VÆL GAGNIST, TIL LUKKU

TIL LUKKU VIÐ ÓNØGDINI
TIL LUKKU VIÐ MÓTMÆLISGONGUNUM
TIL LUKKU VIÐ FRÁFLYTINGINI
TIL LUKKU VIÐ VALINUM
TIL LUKKU VIÐ SIGRINUM
TIL LUKKU OG GÓÐA EYDNU

GAPA, TYGG, SMAKKA OG SVØLG SO
TÚ FEKST TAÐ, TÚ BAÐST UM, VÆL GAGNIST, TIL LUKKU

Tuesday, May 15, 2012

Føroysk list á breddanum í DK


Føroysk list er á breddanum á donsku heimasíðuni kunsten.dk, sum í dag
 hevur tvær umrøður av ávikavíst Udvandring á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og av fráfaringarframsýningini á Jyska Kunstakademinum. Síðstnevnda er eitt serstakliga jaligt ummæli av verkinum hjá føroysku Marionnu Bjørgheim, sum nú er liðugt útbúgvin. Marionnu hava vit upplivað á felagsframsýningum í Listasavninum, har hon hevur havt fleiri áhugaverd verk, á Ólavsøkuframsýningini í 2010 hevði hon eitt einfalt videoverk við, sum var ein nærmynd av henni sjálvari har tað spakuliga rann tjúktflótandi hvít veska niður yvir hana inntil hon var fullkomiliga undir og so varð filmurin spældur øvugt soleiðis, at øll løgini tóku at hvørva. Vit hava nógv at gleðast um og eftir øllum at døma eisini nógv at gleða okkum til av føroyskari list. Sí meira her:  http://www.kunsten.nu/

Heiðrik á Heygums serie Temjast í vøgguna/Tæmmes ned i vuggen 2012. Pressefoto.
Færøsk udvandring
 [Billedserie] Seks unge færøske kunstnere bryder med hjemlandets kunsttradition på udstillingen Udvandringen på Nordatlantens Brygge. Læs mere
Marianna Bjørgheim: Midt i mellemtiden, Videoprojektion. Foto: Maja Sandberg.
Afgang gennem Kunstbygningen
 [Anmeldelse]Afgangselever fra det Jyske Kunstakademi har skabt en udstilling på Århus Kunstbygning med mange gode resultater. Læs mere

Jesper Just á Venesia-biennaluna 2013



 

Altjóða myndlistanevndin í danska listaráðnum hevur boðið myndlistamanninum Jesper Just til Venesia-biennluna komandi ár og hann fer saman við einum arkitekti og einum listamiðlara at fyrireika ta donsku pavilliongina á biennaluni. Jesper Just ætlar at arbeiða við videolist í sambandi við hesa heiðursuppgávuna. Jesper Just er føddur í 1974 og er altjóða viðurkendur listamaður, sum t.d. vann Carnegie Heiðurslønina í 2007. Hann ger stuttar filmar, ið snúgva seg um viðurskifti millum menniskju í kensluliga "awkward" støðum. Danmark hevur tikið lut á Venesia-biennaluni síðan 1895. Luttøkan er alment fíggjað av danska statinum. Føroyar taka ikki lut í Venesia-biennaluni næsta ár júst á sama hátt sum øll hini árini.

HVALATEKIN - ferniseringsmyndir


Framsýningin hjá Pernille Kløvedal Helweg HVALATEKIN/FELTGRAFIKKUR er í løtuni at síggja í Norðurlandahúsinum og í Steinprenti. Framsýningin læt upp 27.apríl og letur aftur 28.mai, tá tey fara at gera klárt til Summarframsýningina 2012. Vit seta inn nakrar myndir frá ferniseringini í Norðurlandahúsinum, sum Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen tók. 





Stjórin í Norðurlandahúsinum, Niels Halm og listakvinnan


Áhugaðir áhoyrarar


Niels og Pernille

Frá framsýningini í Skálanum


Vit lurta eftir røðuni hjá Pernille


Birgir Kruse skoðar list


Astrid Andreasen í troyggju við hvalamynstri


Úr skálanum, Jan Andersson prátar við Elsu og Eyðun av Reyni







Monday, May 14, 2012

Mentamálaráðið


Hvat siga ráðini? Um veggir dugdu at tala, høvdu veggirnir í okkara stjórnarráðum helst kunnað sagt nógva góða søgna, sum ikki er fyri sartar sálir. Men veggir siga einki, hesum vita vit av. Hús kunnu harafturímóti tala, tey eru ekspressivar eindir, sum siga eina rúgvu av søgu og sum heldur ikki ræðast at skrøgga viðhvørt.
Nógv verður granskað í á hvønn hátt hús og byggjarí samskifta, men her kemur eitt fullkomiliga óvísindaligt umfar av gitingum í mun til hvat nakrir av okkara mest umráðandi bygningum, stjórnarráðini siga.



Mentamálaráðið.

Byggilist er so nógv og tað ber illa til at generalisera. Tað ber kanska til at siga, at byggilist altíð er samfelagslig og altíð er úrslitið av ávísum søguligum og geografiskum treytum. Ella at byggilist hevur altíð eina konstruktión eina funktión og ein form, og byggilist hevur eisini altíð minst tveir partar: Tað uttara og tað innaní. Burtur úr hesum skal so okkurt koma burtur úr, sum bæði er meiningsfult, estetiskt og praktiskt.

Hesin týdningurin kyknar ofta, men ikki altíð, tá vit føla, at tað er samband millum ymsu lutirnar í einum bygningi. Tá tað eydnast at skapa eina syntesu millum tað uttara og tað innara, millum tær søguligu og geografisku treytirnar, millum konstruktión, funktión og form kemur ein harmoni sum ger, at vit hava lætt við at góðtaka ein bygning. Tá tað harafturímóti ikki eydnast at skapa eina syntesu, hava vit ilt við at fata hvat vit skulu brúka hann til, hví hann liggur har, sum hann liggur og hvat hann yvirhøvur vil okkum, og tað merkir ofta, ikki altíð, at bygningurin missur sín týdning. Vit gloyma hann og forsøma hann.

Síðst og so heilt vist eisini minst í hesari bloggrøðini kemur ráðið hjá teimum føgru listunum og teirri kæru mentanini, sum hevur heima í einum bygningi, ið eins væl kundi húsað einum papptallerkafyritøku ella eini kommunalari motorskrásetingarskrivstovu. Bygningurin veit ikki heilt hvat hann er og álvaratos kann tað gera honum tað sama. Hann veit heldur ikki um hann ætlar at vera byggilist ella ikki, hann hevur valt ein Tinganesreyðan lit og spælt sær eitt sindur við detaljum í framsíðuni, men so allíkavæl ikki ordiliga. Hann gav upp mitt í verkætlanini og dugir ikki at síggja tað týdningarmikla í at gera naka fult og heilt. Nú hevur hann latið alt falla og orkar ikki so mikið sum at royna at goyma óruddið, sum hópast upp í honum: "Eg havi uppgivið alt og ikki eingang tað tími eg at hava áhuga fyri" sigur hann.

Sunday, May 13, 2012

Fiskimálaráðið


Hvat siga ráðini? Um veggir dugdu at tala, høvdu veggirnir í okkara stjórnarráðum helst kunnað sagt nógva góða søgna, sum ikki er fyri sartar sálir. Men veggir siga einki, hesum vita vit av. Hús kunnu harafturímóti tala, tey eru ekspressivar eindir, sum siga eina rúgvu av søgu og sum heldur ikki ræðast at skrøgga viðhvørt.
Nógv verður granskað í á hvønn hátt hús og byggjarí samskifta, men her kemur eitt fullkomiliga óvísindaligt umfar av gitingum í mun til hvat nakrir av okkara mest umráðandi bygningum, stjórnarráðini siga.
 
Fiskimálaráðið
Smakkur verður ofta allýst sum sum ein stættarspurningur. Tey, sum eru ovarlaga í samfelagnum (tann mentanarliga stættin) hevur góðan smakk (legitiman smakk) meðan tann breiðara almenni smakkurin verður lýstur heldur neiliga sum vulgerur, bíligur og naivur. Arkitektar hoyra til í mentanarligu yvirstættini og taka hervið lut í einum slagi av smakkdiktaturi.

Hetta er sjálvandi ræðuligt og tí koma eisini ofta mótreaktiónir. Eg meti nógv av byggjarínum, sum hevur verið í byrjanini av hesum túsundárinum, vera tílíkar mótreaktiónir. Men sjálvt um eg væl fati støðið hjá eini mótreaktión, er hon ikki bert góð. Tí hon hevur úrslitað í einari rúgvu av ikki-byggilist, sum fylgir mótalúnum, sum roynir at tekkjast, sum ikki brýtur nøkur mørk og sum er afturlítandi uttan at tulka fortíðina.

Fiskimálaráðið húsast í einum bygningi í Bókbindaragøtu, sum eg av tilvild eisini havi búð í. Har hevði eg tað gott. Bygningurin er klæddur í mótarøttum gráum litum við skilagóðum veluxvindeygum, hann er hvørki vakur ella ljótur, men mainstream. Bygningurin tykist helst ikki vilja skilja seg ov nógv frá restini - einaferð var hetta ein serstakur bygningur - men nú roynir hann at taka seg pent út, so eingin fær peika eftir honum og yvirhøvur roynir bygningurin at síggja so normalur út sum til ber. Bygningurin signalerar smáborgarligheit, okkurt við, at hann hevur sítt uppá tað reina og nóg mikið í sær sjálvum. Hann hevur ongan áhuga fyri teimum smærri húsunum í grannalagnum og ger einki fyri at virka innbjóðandi. "Ansið tit tykkara, so passi eg mítt" sigur hann.

Saturday, May 12, 2012

Tónleikarar á veg


Seinasta konsertin í røðini “Tónleikarar á veg” í ár verður sunnudagin 13. mai kl. 16.00

Sunleif Rasmussen hevur gjørt eitt verk til høvið til ungu tónleikaspírarnar. Hann kennir øll hesi ungu tónleikatalentini úr sínum starvi sum lærari á musikkskúlanum. Hetta hevur hann fingið íblástur av. Verkið inniheldur alt frá álvara til gaman. Afturat hesum, er nógv óvæntað, har ið ungfólkið hevur havt ein fingur – ella tveir við í spælinum. 

Nógvar løgnar støður koma í, m.a. tá ið ein ungur tónleikari, av foreldrunum, verður settur at leika á sello, men hann sjálvur heldur vil spæla í einum marsjerandi hornorkestri. Uttan at avdúka alt ov mikið, so verður loysnin ein av teimum, ið filmsmaðurin Woody Allen kom við.

Tónatilfarið er eitt, bert endavent á ymsar hættir í teim trimum satsunum. Alt verður at hoyra frá sálmaløgum til marsj, kórsangi, rútmiskar improvisiatiónum, tvørligum floytum, ljómandi málmi og kenslubornum gittarum og trummusettum saman við ravmagnsgittarum. 

Mørkini millum klassiskt og rútmisk fána burtur, óansæð ljóðføri og útrykk. 

Tónleikaligu garðarnir verða skræddir niður. Av hesum, ið sløðist eftir, verða lagaðar brýr millum tónlistaligar hættir, har tónleikur er tónleikur, leiktur av ungum alvum, ið ikki leggja petti í stirvin mørk, men toyggja hesi, broyta tey og skapa nýtt.

Hetta er hin sokallaða crossover-konsertin, har ið allir næmingarnir á Musikkskúla Miðnámi luttaka, eini 24 í tali. Nærum øll ljóðføri eru umboðaði og koma næmingar úr øllum Føroyum at royna seg á landsins stórsta og týdningarmesta palli í Norðurlandahúsinum.

Sunleif Rasmussen nýtir allan salin, ljóð- og ljósútgerð og tónleikararnir sleppa rættiliga at royna seg við hjálp frá okkara fremstu tónleikarakennarum, ið eru við at venja tey ungu og at leggja teimum lag á.

Norðurlandahúsið og Musikkskúla Miðnám, ið er á Tórshavnar Musikkskúla, hava farnu árini samstarvað um hesar konsertir og ikki kann sigast annað enn, at tiltøkini hava verið væleydnaði. Nógv fólk hevur verið til konsertirnar og tónleikaliga støðið hevur verið sera høgt. Nógv verður lagt fyri frá bæði hjá teim íðkandi og fyrireikarunum. 

Konsertin, ið varir slakan tíma, er sunnudagin 13. mai og atgongumerki fáast til keyps á www.nlh.fo. 

Tónleikarar á veg er eitt samstarv millum Musikkskúla Miðnámið og Norðurlandahúsið.
Endamálið er, at bjóða bestu umstøður til ungar tónleikarar, sum eru á veg móti konservatorium og hægri tónlistarligari útbúgving. Endamálið er eisini, at geva føroyingum høvi at hoyra unga tónlist.
Tríggjar konsertir verða fyriskipaðar hvørt ár, ein klassisk, ein rútmisk og ein crossover, har eisini næmingarnir, ið læra tónasmíð, kunnu fáa síni verk framførd.

Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið


Hvat siga ráðini? Um veggir dugdu at tala, høvdu veggirnir í okkara stjórnarráðum helst kunnað sagt nógva góða søgna, sum ikki er fyri sartar sálir. Men veggir siga einki, hesum vita vit av. Hús kunnu harafturímóti tala, tey eru ekspressivar eindir, sum siga eina rúgvu av søgu og sum heldur ikki ræðast at skrøgga viðhvørt.
Nógv verður granskað í á hvønn hátt hús og byggjarí samskifta, men her kemur eitt fullkomiliga óvísindaligt umfar av gitingum í mun til hvat nakrir av okkara mest umráðandi bygningum, stjórnarráðini siga. Gitið við í dag og teir komandi dagarnar.


Í fyrru helvt av 20.øld fingu fleiri arkitektar áhuga fyri tørvinum hjá tí kollektiva menniskjanum. Hetta úrslitaði í einari rúgvu av monotonum býarpørtum, sum ofta vóru einfaldir bygningar við beinagrind av stáli og betong við stórum samanhangandi vindeygum. Henda byggilistin hevði greiðar moralskar tilsipingar og fagnaði framburði og møguleikunum hjá tøkninum fyri at frígera menniskjað í einari sosialistiskari fatan. Rúmið skuldi vera merkt av margfeldi og javnaði og skuldi vera atkomiligt hjá øllum. Men tíveri speglaði byggilistin eisini monopolisering og imperialismu og í veruleikanum var hon undirløgd kapitalismuni. Makt varð til máttloysi.

Atfinningarnar av hesi upprunaliga ideologisku byggilistini vóru øgiligar.Hildið var, at modernað byggilist undirtrykti møguleikarnar hjá byggilist fyri at skapa myndir og sum mótreaktión kom ynskið um eina meira staðbundna byggilist.

Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið verða hýst í hvør sínari hædd av tí, sum kanska er ljótasti bygningurin í høvuðstaðnum. Við fyrsta eygnakast líkist hann okkurt sum BZ´arar fyri langari tíðani hava latið fara og við teimum naknu, ráligu betongmúrunum, sær bygningurin í grundini eitt sindur heilsuskaðiligur út. Tú ímyndar tær ikki, at umráðandi avgerðir, ið flyta nógvan almennan pening, verða tiknar eitt tílíkt stað. Og so allíkavæl. Tað er ikki alt, ið sæst á skræðuni og har er okkurt harðligt og loyndarfult yvir bygninginum, sum stendur líkasum ómotiverað mitt í øllum uttan at hoyra heima har. Ein fremmandur fuglur, sum kanska inniheldur daprar søgur, men sum eingin skilir eitt orð av.