Wednesday, March 5, 2014

Tað innara Landslagið




Framsýningin letur upp fríggjadagin 7 mars kl. 16 og heldur fram til 19 april.
Opið mán. - frí. 9 – 17 og ley. kl. 14 – 17.
STEINPRENT Skálatrøð 16


Fyrr í tíðini, eg veit ikki nær – tað veit Tróndur. Fyrr í tíðini vórðu sjómenn, ið doyðu umborð sveipaðir í einum av seglunum og síðani tveittir fyri borð. Hildið varð, at teir risu upp aftur sum súlukongar. Tessvegna vórðu súlukongar ongantíð fyribeindir. Tróndur hevur heldur ikki nakrantíð kipt ein súlukong, sjálvt um hann hevur fangað fleiri á drúgvum sjóferðum, tá manningin var gorhungrað.
Mytan um súlukongin hevur týdning, eins og tað hevur týdning hvussu kinverjar ríva litpigmentir. Gamlar veðurvaringar hava týdning, evnisfrøðiliga samansetingin á steininum hevur týdning, anatomigranskingin hjá Leonardo og náttúruhugmyndir Platons hava týdning, á sama hátt sum tað hevur týdning hvørjum djóri hárini á penslinum koma frá og hvussu ein LED pera virkar. Men tað hevur ongan týdning.
Tí samstundis er tað bert formurin, sum hevur týdning. Formsins megi og veikleiki, hansara tyngd og lættleiki. Í listini hjá Tróndi Patursson savnast ein djúp vitan um heimin, um upprunan hjá øllum tilfeingi, um filosofisøguna og listasøguna. Um alt millum himmal og jørð. Í hvørjum einasta verki er einastandandi vitanin hjá listamanninum til staðar og týdningarmikil samstundis um hon er týdningarleys.
Hon ger mun, tí hon er neyðug hjá honum fyri yvirhøvur at kunna skapa. Neyðugt er at fata glasið, málingina, pensilin, og tað er neyðugt at fata listina, náttúruna, alheimin. Hon er týdningarleys, tí tað at skapa fyri hann er kroppsins verk, ein djúp, instinktiv fatan av forminum. Hon er týdningarleys, tí hon fyri hann ikki er áhugaverd at illustrera ella vísa til.
Sum ávirkað av Hegelskum skilvísi verður tað týdningarmikla og tað týdningarleysa sameind í listini hjá Tróndi Patursson. Tað týdningarmikla er treytað av tí týdningarleysa, og tað týdningarleysa er treytað av tí týdningarmikla, tey eru treytað av hvørjum øðrum. Sostatt er einki uttan týdning, einki týdningarleyst í listini. Hvørki vitanin, vit hava ella tað, sum vit ikki vita, tað sum liggur uttan fyri okkara fatanarramma, tað Tróndur kallar tað kosmika ella tað ósjónliga, um bæði er týdningarmikið og týdningarleyst í hansara list og tessvegna týdningarmikið.
Tað er týdningarmikið og týdningarleyst og tessvegna týdningarmikið at kenna til sjómansmytuna um súlukongin, og óteljandi aðrar sagnir um súlukongin, at kenna teir nógvu týdningar, hansara navn hevur, flúgvimynstrini og beinbygnaðin fyri at kunna skapa ein súlukong í glasi, sum ikki er ein súlukongur, men ein formur, sum hevur eina serliga megi og eina serliga skroypiligheit, eina serliga tyngd og ein serligan lættleika. Soleiðis er tað kanska. Eg veit tað ikki. Tað ger Tróndur.

Inger Smærup Sørensen