Monday, March 31, 2014

45 ára hald á Býarbókasavninum


Býarbókasavnið 45 ár-520.jpg vises




Livandi og flatar kaninir, fotoframsýning, e-bøkur og aðrar nýggjar nettænastur. Hetta verður nakað av tí, sum tú kanst uppliva á Býarbókasavninum týsdagin 1. apríl, tá ið bókasavnið hátíðarheldur sín 45 ára stovningardag.

Býarbókasavnið fer týsdagin 1. apríl at hátíðarhalda sín 45 ára stovningardag. Tað verður gjørt við tiltøkum av ymsum slag fyri bæði børn, ung og vaksin. Ein fullfíggjað skrá er at finna á heimasíðuni hjá Býarbókasavninum,www.bbs.fo.
Men her eru nakrir brellbitar.

Kanindagur á Barnabókasavninum

Barnabókasavnið hevur allan dagin kanindag, og fyrrapartin verða bæði kaninsøgur og kaninsangir á skránni fyri børn undir skúlaaldur. Eisini verður ein livandi kanin at hitta! Hetta tiltak er partur av barna- og ungdómsfestivalinum “Kom og les”, sum verður hildin í somu viku.

Fotoframsýning í blaðkaféini

Í blaðkaféini á veghæddini verður ein fotoframsýning við fotomyndunum, sum komu inn til fotokappingina, ið hevur verið fyriskipað í sambandi við hátíðardagin. Vinnararnir verða kosnir klokkan 13, og aftaná, heilt til Býarbókasavnið letur aftur kokkan 18, verður ókeypis føðingardagslagkøka og kaffi at fáa.

Nýggjar nettænastur hjá Býarbókasavninum

Klokkan 15 verður almenn framløga av og kunning um fleiri nýggjar nettænastur, sum Býarbókasavnið frá 1. apríl fer at bjóða lánarum sínum. Talan er um e-bøkur, netljóðbøkur og netfilmar. Framløgan verður endurtikin klokkan 16.30.

Philippe Carré listaframsýning

Philippe Carré hevur listaframsýning á veghæddini. Framsýningin er ein rannsókn inn í samanrenningina av náttúru og menniskjaskaptum verkum og tankum, ein kanningarferð aftur til upprunan til tekn og stavir, og í samspælinum millum innandura og uttandura rúm. Framsýningin heldur fram til 1. mai

‘Merkisdagar’ í útláninum

Í útláninum á 2. hædd á Býarbókasavninum verður sett upp ein bókaframsýning við bókum og øðrum tilfari, sum á einhvønn hátt hava við merkisdagar at gera. Kom og forvitnast!

45 ár við menning

Býarbókasavnið hevur øll 45 árini hildið til í Niels Finsens gøtu 7 í gongugøtuni í Havn.
Bæði vídd og virksemi eru hesi ár so líðandi økt í samsvari við vøksturin í fólkatalinum hjá Tórshavnar kommunu og krøvini frá borgarunum. Býarbókasavnið er í dag í vídd umleið dupult so stórt sum tað var, tá ið tað varð sett á stovn 1. apríl 1969.

Eitt ‘nýtt’ Býarbókasavn í eygsjón

Í dag er virksemið hjá Býarbókasavninum sera fjølbroytt, og krøvini frá borgarunum eru stór.
Tí hevur Tórshavnar býráð júst samtykt at játta pengar til at fara undir eina heildarætlan fyri Býarbókasavnið til tess at nútímansgera bókasavnið og bøta um umstøður og møguleikar fyri bæði verandi og nýtt virksemi.

Komið við hugskotum!

Í hesum sambandi heitir Býarbókasavnið á øll, sum hava hug, at koma við hugskotum um, hvussu tey kundu hugsað sær, at framtíðar Býarbókasavnið skal síggja út.
Á tiltakinum týsdagin verður ein hugskotskassi settur fram, har til ber at útfylla ein lepa við hugskotum og leggja í kassan. Tað ber eisini til at senda inn hugskot við telduposti til bbs@bbs.fo.


Eitt kalligram hjá Guillaume Apollinaire, sum myndlýsir nakað kent, sum vit ikki hava havt í longri tíð



Tað regnar


Tað regnar við kvinnurøddum sum vóru tær deyðar sjálvt í minninum. Eisini tú regnar framúrskarandi løtur í mínum lívi. O, smáu dropar. Hesi skýggj, ið reisast á afturbeinini, byrja at gneggja ein heilan heim av ljóðum, lurta um tað regnar, meðan illvilji og vanvirðing gráta elligamlan tónleik. Lurta eftir meðan bondini detta av, sum halda tær í erva og í neðra.




(KP)

Sunday, March 30, 2014

Tarira syngur Palestrina




Tað er í dag, 30. mars, at kórið TARIRA fer at framføra ta vøkru messuna Missa Papae Marcelli eftir italska tónaskaldið Palestrina. Messan hevur seks satsir: Kyrie, Gloria, Credo, Sanctus, Benedictus og Agnus Dei, tó hevur Palestrina valt at hava tveir Agnus Dei satsir. Verkið varð skrivað í 1564 sum ein fagnaður fyri pávan Marcellus II, sum ráddi í 3 vikur í 1555. Talan er seks-ræddaðan polyfoniskan kórtónleik frá renesansuni. Fyrra konsertin verður í Gøtu Kirkju kl. 14.00 og seinna konsertin verður í Vesturkirkjuni kl. 17.00.

Saturday, March 29, 2014

Kári Sverrison og Bendar Spónir spæla í kvøld í Keypmannahavn



Nykårede Faroese Music Award-vinder Kári Sverrisson & Bendar Spónir opfører albummetNøkur fá fet aftrat

Lørdag den 29. marts kl. 22 Nordatlantens Brygge

Dørene åbner kl. 21
Færøske Kári Sverrisson er kendt fra en række musikalske konstellationer, bl.a. sammen med Enekk, legendariske Yggdrasil og det anmelderroste skrot-band Orka, hvor han har sat sit præg med sin markante stemme, store troværdighed og inderlighed. Nu har han i samarbejde med de lettere udsyrede fusionjazzere Bendar Spónir (bøjede skeer!) sat musik til og fortolket en stribe af den anerkendte færøske digter Joánes Nielsens (f. 1953) digte. Det er der kommet et fremragende album ud af, som man kan opleve live på Nordatlantens Brygge. I forbindelse med det netop afholdte FMA resulterede dette musikalske samarbejde i ikke mindre end 7 nomineringer!
Bendar Spónir er:
Per Ingvaldur Højgaard Petersen, trommer
Mattias Kapnas, Rhodes, hammond, Moog
Jón McGavin, electric guitar
Karl Andreas Stórá, bas
Heðin Ziska Davidsen, electronics, recordings
Unn Paturson, vocals








Onkuntíð má mann gera nakað nýtt



- Onkuntíð er gott at gera nakað nýtt. Tann tankin stakk seg upp niðri í Keypsamtøkuni, har eg stóð í eitt minutt og 47 sekund og bíðaði at sleppa at rinda fyri rugbreyð, ost, tomatir, chili og juice. Uttan nógv annað fjas og uttan at eg heilt var greið yvir hvat eg gjørdi, tveitti eg lívsstílsblaðið Prei á svarta rullibandið og lat sum um tað regnaði. Tað er forrestin einki problem at lata sum um tað regnar, har er mann í nokkso góðari venjing... Tá vil eg heldur siga, at terri og sól er strævið, tí so skal mann pínadoyð út (og vaska hár og vindeygu), men henda hósdagin mitt í viku í brúksini lat eg eina løtu sum um, at lívsstílsblað er eitt orð, sum fellur mær so nattúrligt sum tað vælsignaða regnið, æviga brúsubaðið í Havn, sum í fjórðingsár hevur verið besta umbering móti at finna uppá nakað sum helst. Tað er ein sovorðin tryggleiki at tosa um tað føroyska veðrið. Tað kann gerast heilt uttan at hugsa og tann lívsaliga semja, ið altíð er um veðrið, at tað er nakað lort og uff og huff, tað er so nógv einfaldari at tosa um veðrið enn um antidemokratiskar tendensir í løgtinginum og býráðnum og fólk, sum verða hildin til at halda kjaft og sólin hvat er nú tað fyri nakað? Nú hevur ikki regnað í fleiri dagar, skróturt er, vatnloysi, skerpingur og so má mann finna uppá nakað nýtt, og her siti eg við einum glitrandi, skróandi lívsstílsblaði, sum í stóran mun snýr seg um list. Á permuni er Edward Fuglø, sum Dorit Hansen hevur tosað við  - I could´nt care less, sigur hann og eg skilji hann, kongaliga hofleverandørin, sum neyvan hevur nógva grund til at vera ørkymlaður um vantandi popularitet. Tí undrist eg, tá hann finst at ummælarum, sum mangla frástøðu: "Tað er ringt at ummæla fólk, sum tú ert vinfólk við, tí so fer sjálvprísanin í gongd, og mann rósar hvørjum øðrum og sigur, at alt annað er nakað lort". -Uha, ja, eg føli meg eitt sindur rakta. Mær vitandi eri eg einasti ummælari í kongaríkinum, sum hevur orðað nakað sum helst nakað negativt um Edward Fuglø. Eg havi eisini orðað okkurt positivt um hann, tað havi eg og eg havi vistnokk eisini kritiserað Tórodd Poulsen eina ferð (men tað angri eg), og óansæð, so hugsi eg ikki, at hetta ávirkar hvørki annan ella hin listamannin. Har eru eg og Edward Fuglø í øllum førum fullkomiliga samd í tí hann sigur: "Ummæli uppfati eg sum samskifti millum hyggjarar, ikki millum hyggjarar og listafólk. Listafólkið má ganga sína egnu leið". Í hesum sama lívsstílsblaði er ein portrettgrein um Silju Strøm, sum Levi Hanssen skrivaði og har stendur nógv áhugavert. Faktuellar villur sum, at fólkini í Steinprenti standa til at vera foreldur hjá listakvinnuni hava ikki nógv uppá seg, men tað er óluksáliga keðiligt, at hennara myndir ikki verða betri umboðaðar í blaðnum. Stóra myndin ovast á hesum listablogginum er at rokna sum mótrokning fyri hárreisandi mangulin uppá Siljuverk í Prei. Myndin er annars ikki stór í vavi, tó at hon fyllir nógv í høvdinum. Hon hongur uppi yvir sofuni her í Sjúrðargøtu til æviga fragd og  undran hjá mær og øllum teimum, sum koma á gátt. Heitið "I´ve Never Met Anyone Quite Like You Before" staðfestir varhugan av fremmandleika, av awkwardness og isolatión í kollasjukendu samansetingini millum dekorativar myndaliðir og neyvt skrásetandi leksikonlíkar illustratiónir. Myndin er so álvarslig og so heilt ræðuliga stuttlig. Hygg bara eftir ísbjørnini og hugsa um etisk mál. Eg havi lisið tvær greinar í Prei og fegnist - eisini um, at eitt føroyskt lívsstílsblað í so stóran mun snýr seg um list. Frálíkt!  - Mann má finna uppá okkurt nýtt viðhvørt, hugsi eg við mær sjálvum og leggi meg á sofuna. 



(KP)

Friday, March 28, 2014

Eg var í London í kvøld...





Klokkan trý korter til sjey í kvøld gekk eg upp trappurnar til ovaru hæddina í Víkingahúsinum í Sarpugerði í Norðragøtu og trein inn í tað enn ólidna stóra hølið, sum er eyðkent av betongi og ráum tilfari. Stólar vóru settir upp eftir longdini og við endan var eitt timburskapilsi – tann smíðaði pallurin, sum skuldi bera sangleikin Oliver hesar báðar tímarnar, sum innkomna fjøldin hevði sett av til at...ferðast í annan heim.
Ljós og ljóðútgerð var hongd upp og býarnavn og býarmyndir málað á gráa veggin at skapa staðsetingina og á allan hátt sást, at her treivst áhugaleikur fyri leiksins skuld!
Fyrst trinu tónleikararnir á pall – í kollum og enskum dreingjaligum búna og restina av leiktíðini vóru teir týdningarmikil drívmegi og styrki undir sangi og leiki.
Vit vistu, at nógv børn spældu við, men tað gjørdist ikki veruligt, fyrr enn tey sum tey fyrstu komu á pallin og leikandi sungu langtandi sangin hjá svongum barnaheimsbørnum um mat. Og Oliver traðkaði nú fram í trúverdum figuri og so fylgdu vit øll.
Nógvir spennandi, lovandi og góðir leikarar og sangarar spældu fyri mestsum fult settum høli og drógu okkum gjøgnum vanlagnu, sorg, órættvísi, gleði og skemt. Sonurin hevði á orði, nú vit komu heim, at tað var synd í Martini, tí tað var so ringt hjá Oliver. Og eg skilji hetta so, at hann eins og eg hevði fingið høvi at seta seg inn í og dvølja eina løtu við eina mannalagnu úr klassiska bokmentaheiminum – so einfalt og tó so djúpt. Martin er vinmaður hansara, men í kvøld var hann Oliver. Alvi er granni okkara, men í kvøld var hann Fagin, og soleiðis kann eg halda fram: tey eru 4. og 5.floks børn í m.a. Gøtu skúla, men í kvøld vóru tey svong børn ella tjóvar í London Town, tey eru studentaskúlanæmingar á Kambsdali, men í kvøld vóru tey skálkar, politistar og onnur leikfólk.
Tað løgna er, at leikurin hevði sett okkum stevnu, og øll fóru vit úr okkara hami og dvaldust eina stund millum rætt og órætt, gott og ónt, í tíðarlumma, har kreativu evnini hjá einum lutfalsliga stórum parti av bygdar- og oyggjafólki, samvirkaði á bókmentaligum grundarlagi, í felagsligari drívmegi og við persónligum sereyðkenni og íløgum. Við Losjuni í Gøtu, Riu Torgarð, Elsu Mariu, John, Alva, Tobba, Noomi, Tóka og Martini á odda fóru vit eftir lívsgóðsi aftur til tíðliga í 19. øld – vit fóru til London í kvøld.


Hanna Jensen



Thursday, March 27, 2014

Mentanarcafé í Norðurlandahúsinum í dag








Millum klokkan 16 og 18 í dag verður mentanarcafé í Norðurlandahúsinum. Suni Merkistein og Elin Winther Poulsen eru vertir fyri Mentanarcaféini, sum verður send beinleiðis í útvarpinum. Prátað verður við m.a. Rakel Helmsdal, sum júst hevur givið út nýggja bók og hartil verður orðaskifti um filmin Vetrarmorgun eftir Sakaris Stórá. Matmentan er eisini á breddanum og tónleikin framføra Brandur Enni og Guðrið Hansdóttir. Øll eru vælkomin, ókeypis atgongd.

Wednesday, March 26, 2014

Heroisma og minimalisma



Í ár tilnevna Føroyar Fløtu kaninina eftir Bárð Oskarsson til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðs. Í føroysku nevndini, sum Rithøvundafelag Føroya velur, eru Oddfríður Rasmussen og Turið Sigurðardóttir. Í grundgevingini fyri tilnevningini siga tey m.a.:
Myndabókin Flata kaninin, 2011, eftir Bárð Oskarsson (f.1972) tekur eitt stórt etiskt tema upp og handfer tað á varnan og lætthentan men eisini avgjørdan hátt, eitt tema, ið eisini er viðgjørt í klassiskum skaldaverkum eins og Antigonu og Ilions kvæði, og sum samstundis vísir til okkara egna veruleika. Tað snýr seg um ta seinastu skylduna mótvegis einum medskapningi, eisini í tí føri, at tað hvørki er lætt ella vandaleyst.
Persónarnir í bókunum hjá Bárði eru djór við avgerandi menniskjansligum eginleikum. Tey tosa, og tey ferføttu ganga á afturbeinunum, men hin vegin eru tey ikki ílatin. Tey búgva í menniskjaumhvørvi, t.d. einum býi, men menniskju eru ikki hjástødd uttan óbeinleiðis, í Fløtu kaninini sum atvoldin til hending við lagnutungari avleiðing.
Ein hundur og ein rotta møtast á einari gongubreyt og síggja eina kanin liggja heilt flata á koyribreytini. Vit mugu ganga út frá, at ein bilur hevur koyrt hana yvir, hóast einki er sagt um tað. Hundinum og rottuni tykir synd í kaninini, at hon er blivin so fløt, og grunda yvir, hvat tey kunnu gera við hesa vána støðu. Tey kundu sagt menniskjunum hjá kaninini frá, men tann møguleikin verður vrakaður, tí tey meta tað vera sannlíkast, at tey sum boðberar sjálv koma undir ákæru. Men hundurin fær eitt hugskot og varisliga, so hon ikki brotnar sundur, bera tey kaninina heim til hundin. Alla náttina hoyast hamarshøgg frá húsinum hjá hundinum, og um morgunin eru tey liðug at smíða ein dreka. Tey festa kaninina í tey krossløgdu trøini á niðaru síðu á drekanum, og eftir at tey hava roynt leingi,eydnast tað at fáa drekan við kaninini upp í luftina. Til endans hugsa hundurin og rottan um, hvussu tað man vera hjá kaninini at vera uppi í himlinum.
Lagnan hjá kaninini vekur samkenslu hjá hundinum og rottuni. Tey missa tó ikki tamarhald á sær, men hugsa seg um, loysa kaninina úr hennara óvirðiligu støðu og endurreisa tign hennnara. Hundurin við klønum limum, veldigum høvdi og vátum trýni er tann innhugsni og bleyti høvuðspersónurin, men rottan er hansara lítli felagi.
Stílurin er minimalististiskur og ikki naivur men naivistiskur, bæði í teksti og mynd, sum hvørt fyllir upp í annað og til samans tryggja søguni dýpd. Til dømis er eingin bilur nevndur, men á opnuni s. 13-14 er ein lítil gráur bilur vinstrumegin, har sum høgrumegin er heilsíðumynd av tí fløtu kaninini, sum hundurin og rottan hyggja at. Harafturímóti er á opnuni s. 30-31 ein reyður bilur vinstrumegin – ein ávaring? – og høgrumegin er hundurin, sum hevur drekan høgt á lofti, meðan rottan hyggur at. Bárður nýtir vatnlitir, og tey yvirhøvur glæru, sera ljósu litbrigdini í bókini mýkja ávirkanina av teimum naknu tekningunum.
Í bókmentunum eru djór ímyndir av menniskjum, og djórabørn men eisini smá djór kunnu umboða børn. Lisin soleiðis er Flata kaninin ein sterk søga um sonevnd kompetent børn í okkara tíð, eitt heiti við tilsiping til børn við førleikum, ið hava verið kannaðir vaksnum. Men hon er eisini eitt av teimum mætaru dømunum um barnabók fyri allan aldur.




Vit eru best



Vit eru best (SV) - Filmsfelagið Klipp
Mikudagin 26. mars kl.19.30
Svenski filmsleikstjórin, Lukas Moodysson (f. 1969), sum gjørdi Fucking Åmål, er aftur á løriftinum við eini framúr søgu, ið tekur ungdómin í álvara. Filmurin er 102 min. til longdar.

Keyp atgongumerki

Størri bólkar, ið eru millum 12-18 ár, kunnu koma í norðurlandahúsið og keypa atgongumerki fyri bert 50 kr

Hin flata kaninin í uppskoti til Norðurlandaheiðursløn



Tilnevningarnar í sambandi við barna- og undómsbókmenta-heiðursløn Norðurlandaráðsins eru almannakunngjørdar og hesa ferð haldi eg, at vit hava eina vinnarakanin í hattinum. Tað er tann filosofiska, fjolluta, løgna, flata kaninin hjá Bárði Oskarsson, sum sigrar hagar  hon kemur, hygg í hana, so vita tit hví.

Danmark

Louis Jensen og Lilian Brøgger (ill.)
Halli! Hallo! Så er der nye firkantede historier
Gyldendal, 2012
Hanne Kvist
To af alting
Gyldendal, 2013

Finland

Annika Sandelin og Karoliina Pertamo (ill.)
Råttan Bettan och masken Baudelaire. 
Babypoesi och vilda ramsor
Schildts & Söderströms, 2013
Ville Tietäväinen og Aino Tietäväinen
Vain pahaa unta (Bara en ond dröm)
WSOY, 2013

Island

Andri Snær Magnason
Tímakistan
Mál og menning, 2013
Lani Yamamoto
Stína stórasængCrymogea, 2013

Norge

Sverige

Eva Lindström
Olli och Mo
Alfabeta Bokförlag, 2012
Sofia Nordin
En sekund i taget
Rabén & Sjögren, 2013

Grønland

Kathrine Rosing og Nina Spore Kreutzmann (ill.)
Nasaq teqqialik piginnaanilik (Den magiske kasket)
Milik Publishing, 2012

Færøerne

Bárður Oskarsson
Flata kaninin (Den flade kanin)
Bókadeildin, 2011

Det samiske sprogområde

Máret Ánne Sara
Ilmmiid Gaskkas (Mellom verdener)
DAT, 2013

Listaprát í Listasavninum


Mikukvøldið 26. mars kl. 19:00 hevur Nils Ohrt, stjóri á Listasavni Føroya, samrøðu við listamannin Bárð Jákupsson um hansara list. Framsýningin hjá Bárði Jákupsson, "Fjallasjónir", er opin til og við sunnudagin 30. mars. Í sambandi við framsýningina hevur forlagið Atlantia útgivið bókina "Bárður Jákupsson. Fjeldvisioner", og hon fæst fyri 250 kr. 

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin! 


Orð & litir – Listaleypurin í Mentamálaráðnum





Tá tú setir ymsar skapandi listagreinar saman, kann tað mest óvæntaða henda. Tá tú skrivar, spælir tú tær við orð, setir tey saman á ymiskan hátt, og fært tey at siga nógv meira, enn tað einstaka orðið ger. Hetta hendir eisini, tá tú spælir tær við litir, skap og tilfar. Saman geva tey nógv meira, enn einstaka økið ger í sjálvum sær.



Hvat hendir so, um tú sleppur at seta orð saman við litum og verður biðin at skapa trívíddarskap burturúr hesum, uttan at hava annað enn pappír at arbeiða við?



Hetta hava 65 børn úr 5. til 7. flokki á Meginskúlanum á Sandi, Frískúlanum við Hoyvíkstjørn og úr Skúlanum við Ósánna í Klaksvík gjørt, nú verkstovan “Orð & litir” hjá Katrinu í Geil, sniðgeva og Rakel Helsmdal, rithøvunda, hevur ferðast kring landið við Listaleypinum.



Úrslitini verða sýnd fram í Mentamálaráðnum,  og almenn fernisering av framsýningini verður mikudagin 26. mars kl. 15.00. Framsýningin verður fram til 1. juni.



Birita Poulsen og Jósef Zachariassen frá Musikkskúla Miðnámi fara at framføra nakrar sangir og okkurt leskiligt verður boðið afturvið. Øll eru vælkomin.






Tuesday, March 25, 2014

Vár við føroyskum samtíðartónleiki


Tónleikabólkurin Aldubáran hevur árligu várkonsertina í Listaskálanum sunnudagin 30 mars kl 16.00. Á skránni eru hesi verk.

Edvard Nyholm Debess: Heyst við frostnátt
Kristian Blak: Stjørnur
Kári Bæk: Hugleiðingar
Andras Spang Olsen: Náttarsangur til Á - FRUMFRAMFØRSLA
Pauli í Sandagerði: Intermezzo nr. 1
Ólavur í Búrstovu: 3 Bagatellir
Regin Winther Poulsen: Meldursmyndir

Tónleikarar eru:
Andrea Heindriksdóttir, tvørfloyta 

Malin Klingborg, oboe
Anna Klett, klarinett
Páll Sólstein, horn
Christina Andersen, fagott













Lista- og mentanarmiðling er annað og meira enn glitrutar reklamur og jalig hurráróp!


- Nei, mann kann guðsdoyð ikki ákæra útvarpssendingina In mente fyri at vera eitt elitert fílabeinstorn - hugsaði eg við mær sjálvum í áðni. Í dag var áhugaleikur í Gøtu og krimiungdómsleikur á Sandi á skránni í In mente, umframt at mentanarálmanakkin varð lisin upp. Hesi innsløgini um leikirnar kundu verið áhugaverd í antin Góðan Morgun Føroyar ella í tí frálíka Barnaútvarpinum, men at brúka tann dýrmetta og einstaka vikuliga mentanartíman til hetta, tykist mær oyslut. Rætt skal vera rætt, har var eisini ein rithøvundasamrøða í In mente og tað er í lagi, altíð áhugavert at hoyra hvat listafólkini sjálvi hugsa og ætla, og tey hava jú eisini innlit í tað, tey tosa um. Ikki ætli eg mær at finnast at vertinum í In mente, Gunnari Nolsøe, yvirhøvur ikki. Hann er ein sonn gáva fyri Kringvarpið, ómetaliga arbeiðssamur, trúgvur, áhugaður, og meira sjónligur í føroyskum mentanarlívi enn sjálvur borgarstjórin í Havn, og eg ivist ikki í, at Gunnar Nolsøe man arbeiða nógv fleiri tímar enn hann fær løn fyri, hann sæst í heilum til ferniseringar, konsertir í bygd og í bý um alt landið. 

Norðurlandahúsið er ein ómissandi mastodontur í føroyskum mentanarlívi, og húsið verður av sonnum og væl skiljandi í heilum inndrigið í In mente sendingarnar hjá grannanum, men tíverri er mentanarmiðlingin ofta heldur reklamukend og grunn, tey ymsu mentanartiltøkini verða lýst at vera "góð" og "fantastiskt" og dentur verður lagdur á, at øll eru vælkomin at koma í Føroya "heitasta" hús. Grønhærda mentanarborgin við síðuna av Kringvarpinum ynskir at lata upp fyri fólkinum, og tað skilji eg væl, tí tey verða alsamt fleiri í okkara grannalandum, sum eru farin at finnast at teimum dýru norðurlendsku mentanarkrónunum. Eg eri sannførd um, at vit sum fegin rinda okkara kringvarpsgjald halda, at mentan hevur stóra týdning og skal raðfestast, kanska skuldu mentanarborgirnar báðar í Sortudíki gingið fremst og fokusera uppá betri dygd og dýpd í mentanarmiðlingini. List og mentanarmiðling er annað og meira enn glitrutar reklamur og jalig hurráróp, ivin má sleppa framat viðhvørt og kritikkurin ikki minst. Eitt er vist og tað er, at dygd smittar! 


(KP)

True love


Í gjár frættist, at videolagið, sum Heiðrik á Heygum gjørdi til lagið hjá Eivør True love er í uppskoti at vinna Berlin Music Video Awards 2014, her er videolagið. Marilyn Bowering skrivaði tekstin.



come death
she said
come easeful future
death how I long
for your nurture

breathe in to me
come death only friend
nothing is born of this pain
take this gift upon thy self
house of pain
this body is too small a chamber

breathe in to me
my true lover is with me
what ever is true is with me






(KP)

Monday, March 24, 2014

Videolag hjá Heiðrik á Heygum í uppskoti til BMVA




Videolagið, sum Heiðrik á Heygum gjørdi til lagið hjá Eivør er nomineraður Í Berlin Music Video Awards 2014. Sambært heimasíðu verður BMVA festivalurin hildin eina ferð um árið. Har verður listarlig góðska sett á breddan við bæði kendum og ókendum luttakarum í Europa. Óansæð mál, genre ella hvussu avvarðandi listafólk er umtókt, lønar BMWA góðsku, originaliteti og fjølbroytni. Hjartaliga til lukku, Heiðrik og Eivør við tilnevningini. Sí niðast á blogginum brot úr teimum nomineraðu videoverkunum.


http://www.berlinmva.com/

Round 7 Nominated Videos 

Son Lux 
Alternate World 
Joyful Noise 
Chez Eddy / Truman & Cooper 

Johnossi 
For a Little While 
Universal Music Sweden 
Olivia Kastebring 

Eivør 
True Love 
Tutl Records 
Heiðrik Á Heygum 

Blue Foundation 
Describe 
Dead People’s Choice 
Cecilie Evert Kjær / Simon Lundsgaard 

Cold Mailman 
My Recurring Dream 
Beyond Records 
Frokost Film / André Chocron 

Alex Subryn 
Leave Me Alone (Director’s Cut) 
Funk Sinatra Musicals 
Chilli Pepper Films / Cru Bannon 

The Antler King 
Patterns 
Sel/Sync Records 
Early Birds Films / Domien Huyghe 

Fit 
Duurt Te Lang 
Top Notch 
Job, Joris & Marieke 

The Vein 
Magma 
(Independent) 
Dvein 

Ms. Sounday 
Shelestom Resnits 
(Independent) 
Oleg Trofim 



Berlin Music Video Awards 2014 - Round 7... by berlinmusicvideoawards




(KP)

Tarira syngur Palestrina



Sunnudagin 30. mars framførir kórið TARIRA sera vøkru messuna Missa Papae Marcelli eftir italska tónaskaldið Palestrina. Messan hevur seks satsir: Kyrie, Gloria, Credo, Sanctus, Benedictus og Agnus Dei, tó hevur Palestrina valt at hava tveir Agnus Dei satsir. Verkið varð skrivað í 1564 sum ein fagnaður fyri pávan Marcellus II, sum ráddi í 3 vikur í 1555. Talan er seks-ræddaðan polyfoniskan kórtónleik frá endurburðartíðini. Fyrra konsertin verður í Gøtu Kirkju kl. 14.00 og seinna konsertin verður í Vesturkirkjuni kl. 17.00.



Ein framsýning í Norðurbryggjuni í mai



ORDBILLED
BILLEDORD

Í Steinprenti hava tey rammað inn eina rúgvu av myndum og gjørt tær klárar at senda til Norðurbryggjuna,  á heimasíðu hjá Bryggjuni stendur: Udstillingen fokuserer på visuel poesi og forholdet mellem det skrevne ord og det visuelle udtryk og består af udvalgte værker fra Steinprent, Færøernes Grafiske Værksted. For en række af de billedkunstnere der har tilknytning til Steinprent, har det skrevne ord en central position. For den færøske digter og billedkunstner Tóroddur Poulsen har skriften f.eks. altid været billede - noget visuelt, ligesom billedet for ham er en form for tegnet poesi. Andre billedkunstnere lader sig inspirere af ord i det hele taget, hvad enten det drejer sig om stor litteratur eller blot løsrevne sætninger fra tegneserier, reklamer og artikler, eller det er egne digte. Flere af de udstillende billedkunstnerne er også digtere eller forfattere og har en eller anden litterær eller skriftlig virksomhed ved siden af det billedlige. De kombinerer aktivt den visuelle og den poetiske kunst i en art visuel poesi.
De udstillende kunstnere
Svend-Allan Sørensen, Knud Odde, Toni Larsen, Zven Balslev, Vibeke Mencke Nielsen, Bjarne Werner Sørensen, Tóroddur Poulsen, Claus Carstensen og Peter Laugesen, samt originalgrafiske bøger/udgaver af Daniel Milan, Pernille Kløvedal, Bjarne Werner Sørensen, Tóroddur Poulsen, Malene Bang, Zven Balslev, Emil Westmann Hertz, Stefan Rotvit, Søren Petersen, Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen. Kurator: Kinna Poulsen.
På udstillngen vises desuden originalgrafiske bøger af: Daniel Milan, Pernille Kløvedal, Bjarne Werner Sørensen, Tóroddur Poulsen, Malene Bang, Zven Balslev, Emil W.Hertz, Stefan Rotvit, Søren Petersen, Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen.

(KP)