Monday, October 31, 2011

Tarira konsert í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn


Tarira kemur nú til Keypmannahavnar í sambandi við Weekdays, sum er konsert saman við Teiti og DR Pigekor og sum verður í DR Koncerthus, Studio 2, hóskvøldið 3. november. Konsertin varð útseld fyri tveimum vikum síðani, men tey, ið fegin ynskja at hoyra nýggjar føroyskar kórtónar fáa møguleikan. Tí meðan Tarira vitjar í Keypmannahavn, fer kórið eisini at hava eina konsert í Samuelskirkjuni í Thorsgade 65, leygarkvøldið 5. november kl. 19.30.Atgongumerki á kr. 80 (kr. 50 fyri lesandi) kunnu keypast við dyrnar undan konsertini. Umframt nýggj verk eftir Teitur fer kórið eisini at framføra nýggjar útsetingar, sum kórleiðarin Sunleif Rasmussen hevur gjørt til tveir Waagstein sangir. Hartil fer kórið eisini at syngja sangir eftir Knút Olsen, sum eru á fløguni Mai-mynd. Ein fjølbroytt skrá við nýggjum og minni nýggjum, kendum og minni kendum kórtónum.