Saturday, October 22, 2011

Listrundferð í Keypmannahavn

Heystið er besta listaárstíðin bæði her hjá okkum og aðrastaðni. Eg var mær í arbeiðsørindum í Keypmannahavn og náddi at hyggja at fjúrtan framsýningum uppá ein dag og tað er alt ov mikið. Listafólkini vóru fronsk, fillippinsk og brasiliansk, men tey flestu vóru donsk. Sjálvt um allar framsýningarnar ikki vóru líka góðar, var hetta ein serstakliga inspirerandi rundferð, sum eisini var góð fyri sjálvsálitið, tí tey bestu av okkara listafólkum høvdu væl klárað at staðið seg millum tey, sum framsýna í Keypmannahavn í løtuni. Eg hevði góða guide við mær, listamaðurin Claus Carstensen kennir danska listaheimin sera væl, so vit komu nógva staðni, sum eg ikki hevði hugsað um at farið, var eg einsamøll. Vit byrjaðu hjá Decembristunum á Den Frie og hon minti í grundini eitt sindur um Ólavsøkuframsýningina. Tann framsýningin er liðug. Galleri Tom Christoffersen hevði eina framúrskarandi framsýning við heitinum Mellem linierne við verkum hjá ALbert Mertz, Ib Geertzen og Richard Winther m.a. Framsýningin við Toulouse Lautrec í Statens Museum for Kunst kann somuleiðis viðmælast. Myndirnar eru framleiddar júst á sama hátt sum myndirnar í Steinprenti verða framleiddar í dag og Toulouse Lautrec er í grundini nógv meira modernaður enn hvat eg helt hann var. Framsýningin hjá Manuel Ocampo tykist sera løgin og primitiv, men hon var eisini millum tað vakrasta, eg sá á hesum framsýningartúrinum.

Ovasta myndin hongur í Den Frie á framsýningini hjá Decembristunum
http://www.decembristerne.dk/gallery



Claus studerar verkið hjá Elmer og Jan Sonnergard

Myndin hjá Henrik Have minti meg um onkra mynd  hjá Elin J.Smith

Myndevnisliga monomana Inge Ellegaard, sum doyði í fjør

Manuel Ocampo Contemporary Psychology and The Theoretical Steroid Defiled Modernist Chicken

Manuel Ocampo er í Space of Drawings inntil 5.nov


Manuel Ocampo

Í Clausens Kunsthandel var Knud Odde og summar myndir kenna vit frá Summarframsýningini

Katalogið, sum Inger gjørdi til Summarframsýningina stóð frammi í Clausens Kunsthandel


Knud Odde dámar væl Steffan Danielsen

Knud Odde


Knud Odde La Luna Convento

Andreas Schulenberg fekk meg at hugsa um Fríðu Matras Brekku

Fína framsýningin hjá Andreas Schulenberg er í Galleri Spectra

Alles ist verkehrt í Galleri Specta

Andreas Schulenburg arbeiðir eisini við keramik og mosaik

Og við installatión og filt

Jasper Sebastian Stürup: A Journey Round My Skull 

Framsýningin hjá Jasper Sebastian Stürup er í Galleri Susanne Ottesen


Sophia Kalkau Entwined Peter Lav Gallery

Sophia Kalkau