Sunday, October 16, 2011

Suðuroyggin livir!



Rættiliga nógv fólk vóru á Hvonn í gjár til Hvonn Live og øll hesi mongu kunnu vitna um, at Suðuroyggin yvirhøvur ikki er deyð. Hon er spillivandi. Hetta, um vit kunnu meta út frá Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, sum av sonnum sjarmeraðu áhoyrararnar við eini fínari framførslu í gjárkvøldið. Limirnir í orkestrinum eru Dennis Lave trummur, Vilhelm Meyer bass, Dávið Jacobsen og Páll Lave guitar, Pætur Dam keyboard og Kristian Holbæk sang.https://www.facebook.com/group.php?gid=48713082323&v=info