Saturday, October 1, 2011

Jóanes Nielsen Stræti



Um nøkur ár verður møguliga onkur gøta í Havn uppkallað
eftir mær
kanska eitt skot við einum við einum einsligum lyktapela
og meðan ein gávumild bygdagenta
letur seg taka aftanífrá heilt inni í myrkrinum, har tað luktar
av pissi og mánalýsi,
sær hon knappliga mítt navn strála í glæmuni frá pelanum.

Kanska verður tað sagt um meg,
at eg var ein av teimum yrkjarunum, ið koblaði slanguna
til lívið,
hoyrdi skaldskapin duka niðri í jørðini,
strúka uppi undir himli
og dryppa sum døgg av grønum bløðum.

Verður ein gøta í Havn uppkallað eftir mær,
góða tú, sum trillar barnavogin eftir Jóanes Nielsen Stræti,
minst til:
í hesari gøtuni liggur ein respektleysur maður.
Peran var brúkilig,
hjartað ein klóta, ið reyk av brimi og hellu.
Møguliga ein nýggjur Nólsoyar-Páll,
Lenin ella Jesus
sýgur av tíni móðurligu yvirflóð.
Lat hælirnar smella á mínum mjadnum,
dansa omaná mær,
lat framtíðina rulla eftir mínum rivum.
(s.68 í Pentur)

Yrking: Jóanes Nielsen
Steinprent: Knud Odde