Monday, October 10, 2011

Føroyskir høvundar væl ílætnir á bókamessu


Mikudagin byrjar bókamessn í Frankfurt. Hetta er heimsins størsta bókamessa og mest umráðandi staðið fyri marknaðarføring av bókum í heiminum. Ísland er ársins heiðurstjóð og hava í beinasemi boðið okkum við. Tessvegna hevur Mentamálaráðið sett 300.000 krónur av til bókmentaligu stórhendingina. Hetta halda vit vera sera gott, men vit hava áður her á blogginum stúrt fyri hvørt peningurin og møguleikin, sum hetta er fyri føroyskar bókmentir, nú verður gagnnýttur nóg væl. Tað finna vit út av, tá føroyska ferðalagið (sum eyðsýniliga ikki inkluderar fjølmiðlafólk, hví ikki?) kemur heim og greiðir frá úrslitunum. Fyribils eru vit fegnar um, at tað eru góðar bókmentir, ið verða tiknar við til Týsklands og at føroysku rithøvundarnir av sonnum eru heilt frammi og við har, sum tað hendir í øllum førum eisini, tá hugsað verður um heystmótan.

Myndin omanfyri av skaldinum og formanninum fyri LISA Oddfríður Marni Rasmussen og av skaldinum Carl Jóhan Jensen er dømi um autoriseraða føroyska rithøvundauniformin, men hon varð í grundini tikin fyri einum ári síðani. Tá høvdu vit stóra fragd av myndini og æraðu høvundarnir máttu finna seg í, at vera flentir at eins og avantgardistar ofta verða noyddir, tey, sum ganga fremst og síggja framtíðina áðrenn øll hini. Summi róptu hetta ein gubbabúna og hildu, at tað mundi verið betri við eini føroyskari nisshúgvu, meðan onnur hildu, at klæðini kanska bóru boð um avmarkaða inntøkugrundarlagið hjá rithøvundunum.



Forleggjarin Hugin Eide er langt frammi í skónum, hesum vita vit av. Framum stóru bókaútgevararnar í Danmark fekk hansara forlag, Torgarð fatur á vinnaranum av norðurlendska bókmentaheiðurslønini, sum varð givin út herfyri á donskum. Hann var somuleiðis nóg framsíggin til at bera eyga við ríku møguleikarnar í føroyska rithøvundabúnanum og hann hevði somuleiðis dirvið at vísa fram mynd av sær sjálvum í búna við undirtekstinum ”Var eitt rend hjá Kissa í dag og royndi føroyska rithøvundabúnan”. Men eisini hann mátti finna seg í at vera flentur at og enntá av sínum egnu, sum bondskliga góvu honum hesa viðmerking: ”Altso Hugin, Carli-lukkið krevur at skjúrtan er ternut, ikki jakkin, álvaratos, sjálvt Oddfríður skilur tað...komm onn!”

Soleiðis kann heimurin tíggja sær órímiliga óreint viðhvørt, men tann, sum flennur seinast flennur sum kunnugt best og nú eitt ár er farið, síggja vit tað í mótabløðunum, sum vit áttu at hava sagt okkum sjálvum. Nevniliga, at listafólk altíð eru frammanfyri og at vit altíð eiga at lurta eftrir listafólkunum. Millum tað smartasta og allarnýggjasta, sum hongur í harramótahandlinum í SMS, Skálkur Man, hongur rithøvundabúnin og sama er galdandi í útlondum. Hyggið bara her

http://connery.dk/skaeve-tendenser-fra-efteraarets-mode-2011.62142.html
http://www.nbcnewyork.com/blogs/threadny/Rag--Bone-Mens-Sporting-Spirit-of-the-English-Countryside-115948539.html

Havið ein góðan túr kæru rithøvundar. Vit senda tykkum avstað við løttum hjarta við vissu um, at bæði tykkara bøkur og klæði eru júst soleiðis sum tey eiga at vera. Vit gleða okkum til at síggja tykkum aftur og vóna, at tykkara inntøkur vaksa betýðiligt eftir Frankfurt, tí okkurt kundi týtt uppá, at tykkara klæði verða dýrari nú tey eru blivin modernað.