Monday, June 18, 2012

Sælur sunnudagur á Sandi



Listasavnið á Sandi helt ein serstakliga vakran seks ára føðingardag sunnudagin, sum umframt lekra lagkøku og góða list eisini veitti okkum fantastiskar, gandakendar løtur.

Beint nú kann eg ikki ímynda mær nakað, sum er meira gandakent og fantastiskt enn at vera á Sandi og lurta meðan Michala Petri spælir, tí tað er so ómetaliga fjølbroytt og ríkt og røkkur bæði óendaliga langt út og óendaliga langt inn. Mær dámar illa at fara yvir í leykmetaforar, men talan er altso um lag eftir lag, sum lata seg upp og avdúka nýggj løg og aftur nýggj løg og um eina dýpd, ein hvassleika, ein skroypileika og eitt broyskni, eg væl dugi at hoyra, ljóðar næstan sum leykur, men tað var so nógvar ferðir betur.



Poesiin var eisini fullgjørd hendan sunnudagin á Sandi. Tí vit lurtaðu eftir Carl Jóhan Jensen og Vilhelminu Larsen, ið bóru fram nýskjaldur og skaldur. Kraftagóða, mektiga framførslan hjá Carl Jóhan og fína, rørandi framførslan hjá Vilhelminu hóskaðu so ótrúliga væl saman, at tey áttu at turnera landið runt við tí. Umframt, at munurin millum tey bæði aldi fram eitt serligt kensluborið og spent huglag var tað eisini eins og Vilhelmina á ein hátt ávirkaði Carl Jóhan, sum í síni framførslu sang meira enn eg nakrantíð havi hoyrt hann sungið. Tað var frágerðargott og tað vóru tekstirnir so sanniliga eisini. Men eg fari ikki at siga eitt orð um teir, tí teir verða ikki almannakunngjørdir fyri øðrum enn okkum til staðar sunnudagin á Sandi, fyrr enn á ólavsøku á Doktaragrund. Eg kann bara takkatakka takkatakka takkatakka takk.






Og so skuldi Ragnar Olsen spæla, og tað hoyrdi eg ikki, tí eg skuldi heim og aftaná var borgarafundur, sum eg heldur ikki tók lut í, men eg havi allíkavæl hug at rósa tiltakinum. Tí hvussu ofta kjakast vit í grundini um, hvat vit vilja við okkara mentanarstovnum? Vit tosa so nógv um byggjarí og uppíbyggingar, at vit ofta gloyma hvat vit vilja við hesum stovnum, hvønn leiklut teir skulu hava í samfelagnum og hvørjar tankar vit sum borgarar hava til teir. Tað er greitt, at tann sera fína samlingin, tey hava á Sandi er ein fantastisk gáva fyri oynna og fyri øll okkum onnur, men tað er somuleiðis greitt, at hon hevur sínar avmarkingar. Ein so lutfalsliga lítil permanent samling hevur avmarkaða atdráttarmegi m.a. av tí, at tey, sum hava sæð hana einaferð kanska halda seg hava sæð hana til fulnar. Men fær savnið til vega 1,7 milliónir krónur kunnu tey gera húsini, sum hoyra til savnið, í stand og so er møguleiki fyri at hava listafólkaíbúðir, atelier, workshops, undirvísing, skiftandi framsýningar, skeið, symposiir ella hvat man nú kann ímynda sær. Hurrá fyri, at savnsleiðslan og nevndin dregur borgararnar við í kjakið.


Takkatakka takkatakka takkatakka takk.


(IS)

Sunday, June 17, 2012

Borgarafundur og 6-ára dagur á Listasavninum á Sandi.


Borgarafundur og 6-ára dagur á Listasavninum á Sandi. Sunnudagin 17. juni verður spennandi dagur á Listasavninum við nógvum ymiskum á skránni. Byrjað verður kl. 15.15 og hildið verður á til kl. 20. Borgarafundur og 6-ára dagur á Listasavninum á Sandi.

17.juni 2006 læt Listasavnið á Sandi upp fyrstu ferð. Í fjør var rimmar 5-ára føðingardagur við nógvum fínum listaligum framførslum. Dagurin eydnaðist stak væl, og tí var semja um at halda føðingardagin á hvørjum ári.

Í ár halda vit rætt vera at hava borgarafund. Vit vilja fegin, at allir borgarar í sýsluni og onnur áhugað fáa høvi at siga, hvat tey halda, at listasavnið og møgulig víðkan av tí kann hava at siga í oynni og í ferðavinnuhøpi. So góðu tit øll, gomul og ung, fólk á Sandi og í allari Sandoyar sýslu og øll onnur, sum hava áhuga í mentan, list, ferðavinnu: Hjartaliga væl komin til fundar á Listasavninum á Sandi sunnudagin 17.juni.

Annað gott er á skránni hendan dagin: kl.15.15 byrja vit
Vælkomin og stutt frágreiðing.
Tónleikur: Sunleif Rasmussen.
Skjaldur og Skjaldur: Carl Johan Jensen og Vilhelmina Larsen.
kl.16.30 Summartónar: Ragnar Olsen, guitarsoloKaffi og lagkøka
kl.18 Borgarafundur um listasavnið og møguleikar tess. Hvat vilja vit?
Rebekka Petersen syngur.
kl.20 Liðugt.

Bókasøla og uppboðssøla av list er allan dagin.
Listasavnið hevur vinafelag: Steinbogi. Nýggir limir kunnu tekna seg hendan dagin.

Saturday, June 16, 2012

Vendettain er her...





Í kvøld verður livandi tónleikur í Sjónleikarhúsinum í Havn við m.a.fløguaktuellu 200. Hetta er endin á herferð hjá Unga Tjóðveldi og 200. Vendetta'in hevur gingið alt landið runt, og hava konsertir verið spældar í Sørvági, Klaksvík, Gøtu og Vági. 200 eru høvuðsnavnið hetta kvøldið, bólkurin spældi fyri stuttum á Lopppen á Christiania í Keypmannahavn og konsertin eydnaðist stak væl. 

Skráin í kvøld: 



Dyrnar lata upp kl. 21.00
- Reverb spæla
- Kári Sverrisson
- Incurse
- Jürghinn
- 200

Fyrireikarar boða frá, at afturat tónleiki verða eisini røður og undirhald á skránni. 


Tiltakið er ókeypis!!!




Ummælið á Listablogginum av Vendetta:


RAGE AGAINST BAD



Tað er ikki meira enn tað kemur fyri, at ein tónleikaútgáva er so væl teimað sum hendan. Eitt heilskapað verk, tónleikaliga og grafiskt, ið tikkar sum ein tíðarstillað bumba undir BADH samgonguni og øllum hennara stuðlum. Hetta er hvøss, ovursint og skemtilig politisk list, sum samstundis er dømi um hvat tað er, sum listin megnar fram um aðrar miðlar. Í 2003 kom "200%", í 2005 "Viva la republica", í 2006 "Graceland", í 2008 konsertfløgan "200 decibel" og í 2009 kom "Stokkhólmssyndromið". Nýggja útgávan eitur "Vendetta", tí V er 5 sum tann fimta, ið tók fimm dagar at taka upp, og so sipar orðið Vendetta eisini til eirindaleysa hevnd. Henda hevndin er fyrst og fremst ætlað landsins stjórn og sigast má, at fimta fløgan hjá 200 rakar seymin á høvdið í mun til hvat nógvir føroyingar tykjast halda um sitandi samgongu og avgerðir hennara um flatskatt, pensiónsskatting, parkering av etiskum málum, hækking av blokkinum osfr.

Saman við fløguni verður givin út ein dvd við dokumentarfilminum "Viva la Vendetta", sum Sakaris Stórá hevur gjørt. Eg byrjaði mítt Vendettakvøld við at hyggja at filminum, sum er eitt fjálgt og undirhaldandi portrett av Vendetta verkætlanini og hennara 5 daga skapanartilgongd, sum byrjar við, at tríggir jassar møtast við einum útgávuheiti og als ongum øðrum. Tað eru teir tríggir, sum mynda 200: Niels Arge Galán, Mikael Blak og Uni Árting, sum frá byrjan tykjast sára samdir um konseptið í fløguni, ið snýr seg um at vakna við kaldan dreym aftan á, at Fólkaflokkurin hevur yvirtikið Føroyar. Tað er Niels, sum er tog- og pennahaldari og tað er hann, sum við  skeivum smíli spyr retoriska spurningin, hvørt fløgan skal vera einkult, riffbaserað trummu, bass, gittar, meðan hinir báðir játta. Tað er somuleiðis Niels sum spyr hinar, um henda útgávan skal vera sum "Graceland" bara uttan ta skemtiligu síðuna, men tann ætlanin verður eftir øllum at døma slept á vegnum. Humor er so grundleggjandi partur av 200, at sjálvandi hevur skemtið saman við øðini og indignatiónini ein av berandi leiklutunum í Vendetta.

Vendetta er fyribils hæddarpunktið í tólv ára stríðnum hjá 200 móti føroyskum snævurskygni og dupultmorali. Øll árini hevur nógv verið at stríðast í móti, men nú ber av sambært limunum í tí, sum hevur verið kallað fyri Føroya óndasta punkorkestur. Men 200 er í grundini ikki nakað punkorkestur. Í øllum førum ikki, um vit hugsa um subkulturella fyribrigdið við sama heiti í sjeytiárunum. Serstaka samanrenningin millum ein rútmiskan og væl funderaðan akademikara, ein framúr tónleikara og ein væl hugsandi reklamumann í 200 snýr seg líka nógv um rocknroll, tónleikagleði, satiru og samfelagssinni, men formliga er talan sjálvandi um íblástur frá punkrokkinum. Sangirnir eru ofta stuttir, larma illa og tekstirnir eru politiskir og uppreistrarsinnaðir.

At Sakaris Stórá er óvanliga gávaður og búgvin filmsleikstjóri vita tey, sum hava sæð stuttfilmin "Passasjeren". Filmurin "Viva la Vendetta" er hansara fyrsti dokumentarfilmur, ið sum heild er sera væl eydnaður. Í fimm dagar  hevur Sakaris Stórá verið stóroygd fluga á vegginum í Studio Bloch, har hann hevur fangað tær kreativu løturnar hjá 200. Vit fáa í stuttum søguna um bólkin, um dreingirnar, sum hava kenst síðan teir vóru fimtan, og um dogmukenda konseptið aftan fyri nýggju útgávuna. Filmurin leggur seg stílsliga eftir stílinum hjá 200, hann er ráur, einfaldur og radikalur, forvitna, ófriðarliga filmsupptøkutólið flytir seg higar og hagar, upp og niður, fjar og nær við knappligum zoomrørslum. Myndin er stundum óklár ella úti av fokus, og til tíðir hellir upptøkutólið so at loddrættar og vatnrættar linjur eru á skák. Filmurin er frískur og stuttligur (kanska ikki hjá Fólkafloksveljarum), og til tíðir verður tað heila eitt lítið sindur barnsligt ella langdrigið, t.d. tá kjakið undir upptøkunum gerst tekniskt ella tá limirnir í 200 gnisandi fara undir at hakka ein blokk. Men rættiligir 200 fjepparar fara sjálvandi at halda hetta vera áhugavert eisini. Eingin tónleikur er í filminum, og tað er í fyrstani løgið og síðani til at blíva svøk av. Men sjálvandi er hetta gjørt við beráddum vilja, tí tá filmurin er at enda komin, er tørvurin at hoyra Vendetta tónleikin beinleiðis akuttur. Tað besta við filminum er innlitið hann gevur í eina skapanartilgongd, og so tað, at filmurin er so asketiskur sum hann er, reinsaður fyri vanligar føroyskar klichéir, uttan nakra alvitandi speakoverrødd, sum greiðir frá vakra landinum Føroyum og politisku støðuni her. Av somu orsøk tykist filmurin sera óbygdasligur, samtíðarligur og altjóða.

Vendetta er eitt sera tilvitað konsept við greiðum treytum. Burtur úr fimm døgum hava 200 fingið 10 fín løg burturúr og teir leggja hart út við Punkinum frá helviti nummar fimm, ið á sama hátt sum hinar fýra versiónirnar er eitt anarkistiskt og garvilt lag. Tey løgini á fløguni, sum ikki fresa avstað við 200 kilometrum um tíman, eru merkt av tungari framdrift, ofta við synkronum bass- og gittarspæli. Longu í tí næsta lagnum á fløguni tykist ræddarførslan álvarsligari við tekstinum "Eg skuldseti landsins leiðarar fyri sjálvsøkni og gramni. Fyri at halda seg stýra einum russiskum rossahandli. Fyri nepotismu og bíligan løtuvinning. Eg skuldseti tykkum fyri at skapa misálit á okkara ting. Tit verða drignir til svars fyri tykkara part." Ljóðið á fløguni er framúr væl eydnað við ráum autuenticitet og hita. Sangrøddin hjá Niels ljóðar eitt sindur sum kemur hon úr eini megafon og tað er ikki sjálvdan, at hann og hinir tosa ella rópa heldur enn at syngja. "Makka rætt" er heitið á einum tungum bassdomineraðum lagi við lagnutungt útsettum kórniðurlagi á la Ramstein: "Makka rætt. Halt kjaft". 


Tónleikaliga er fløgan rættiliga fjølbroytt og melodiøs, "Við love skulu vit land byggja" er eitt soullag, sum næstan er rørandi vakurt í støðum og sum forrestin er sera væl sungið. Fleiri av tekstunum er skrivaðir í boðshátti, t.d. "Brúka tína makt", ið er ein beinleiðis áheitan á føroyska veljaran, sum minnir bæði um tónleik hjá Rage against the machine og The Doors, um somu tíð illboðandi og hypnotiskt eins og "Riders on the Storm". Væl eydnaði lukkuynskingarsangurin fer fresandi avstað við etandi óndum speisemi, sum ynskir okkum øllum til lukku við høgrastjórnini, til lukku við flatskattinum, til lukku við mismuninum, nepotismuni osfr. Speisemið verður til tað reina gass, tá 200 sum av handahógvi revsar Miðflokkin í sanginum "Miðfingurin til Miðflokkin" og eisini í tí síðsta, goymda lagnum um stevið í BADH sum næstan minnir um okkurt, sum polyesterklæddi karaokebólkurin Konfekt kundi funnið uppá at framført í Mimi. 200 eru bestir, tá teir eru álvarsliga fúkandi illir og hevndarhugaðir, sum í lagnum Vendetta, ið er eitt av feitastu rockløgunum á útgávuni. Samstundis er hetta eitt tað beiskasta lagið:

TAÐ STEÐGAR IKKI HER
VIT FÁA TYKKUM NÆSTU FERÐ
VENDETTAIN ER HER
VIT FÁA TYKKUM NÆSTU FERÐ
FØLA TIT TYKKUM TRYGGAR, EG SIGI TYKKUM HETTA
SO LÆTT SKULU TIT IKKI SLEPPA
LURTIÐ NÚ VÆL OG SKILJIÐ HETTA
TIT SKULU FØLA FÓLKSINS VENDETTA

Ein so beinleiðis hóttan hevði verið at kalla kriminell í øðrum høpi enn tí listarliga. Tí í listini kunnu vit loyva okkum meira. Günther Grass setti sína nógv umrøddu atfinning av Ísrael upp sum yrking, og 200 brúka tónleikin til at húðfleingja føroyska samfelagið við serligum atliti til samgonguna. Takk fyri tað og nú fari eg at lurta einaferð aftrat, baby! 

Vendetta. 200: Niels Arge Galán, gittar og sang, Mikael Blak bass, Uni Árting trummur. Jónas Bloch Danielsen tók upp í Studio Bloch saman við Theodori Kapnas. Óli Poulsen ljóðblandaði og Lennart Kjellsen mastraði. Sakaris Stóra gjørdi dokumentarfilmin. Tutl gav út. 










 Myndirnar eru frá Viva la Vendetta hjá Sakaris Stórá
(KP)

Nobelheiðurslønarmóttakari finst at nútíðar grunnskygni

Hablar de moda y cocina se ha vuelto más importante que hablar de filosofía o música...

Peruanski rithøvundurin og nobelheiðurslønarmóttakarin Mario Vargas Llosa hevur skrivað eina ritroynd, har hann finnst at tí grunnskygni, sum hann heldur merkir okkara tíð. Ritroyndin er komin út í bókini "La civilización del espectáculo", sum nógv hevur verið kjakast um seinastu tíðina. 


Í samrøðu í El Pais sigur Llosa m.a: "At matur og móti fyllir so nógv í okkara lívi er ein manifestatión av grunnleikanum. Eg havi sum so einki ímóti móta. Men mær dámar ikki, at matur og móti hava yvirtikið plássið í okkara samrøðum sum referensuramma ella tað, vit vísa til,  frá bókmentunum frá hugspeki, tónleiki og yvirhøvur frá fínmentanini, sum vit als ikki tora at taka uppá tungu, tí tað er politiskt ókorrekt. Í dag verður tosað um mat og móta sum vóru tey meira umráðandi enn hugspeki og list…"
.http://cultura.elpais.com/cultura/2012/04/13/actualidad/1334353232_001546.html





Friday, June 15, 2012

Teitur í Sirkus í kvøld


Havnafólk og tey, sum eru stødd í høvuðsstaðnum í kvøld hava høvið at fáa sær eina góða musikalska uppliving, fara tey í Sirkus í Vágsbotni, tí har fer Teitur at syngja og spæla klokkan ellivu. Teitur er kendur fyri sína serligu tónleikaligu dygd. Hansara sangir kennast um somu tíð bæði viðkvæmir og sterkir, teir hava lyndi til at festa seg í hugan, tí teir bæði skaldsliga og ljómliga eru merktir av góðsku. 


Føroyskur Bundesligaspælari




Fyrstu ummælini av leikinum "Karte und Gebiet" á Deutsches Theater í Berlin við Olaf Johannesen í umráðandi leiklutinum sum høvundurin Michel Houellebecq eru treytaleyst positiv. Ummælarin Maja Hock skrivar, at tað er sjálvdan, at Berlin-áskoðarafjøldin hevur rópt hurrá so ofta sum til hesa framførsluna. At hava eina tílíka succés á Deutsches Theater í Berlin er stórt fyri ein og hvønn sjónleikara og ikki bara fyri sjónleikarar, sum koma úr rabarbukvarterinum í Havn. Og kæru landskonur og -menn, hetta er kanska ikki fótbóltur ella olympiskir leikir, men hugsið tykkum uppstandilsið um ein føroyingur gjørdist framburðarmikil Bundesligaspælari? Tá hevði reypið ikki hildið uppat aftur. Latið okkum reypa av listini, tí har hava vit okkurt at hava reypið í.










Maja Hock skrivar:

"Erst ein bestialischer Mord und dann auch noch Slapstick-Humor - trotzdem hat Falk Richters Version von Michel Houellebecqs „Karte und Gebiet“ beseelt. Selten hört man das Berliner Publikum so oft „Bravo“ rufen wie an diesem Abend. Im Stück spielen die öffentliche Wirkung der Kunst und Kritiker-Meinungen eine entscheidende Rolle. Michel Houellebecq, der selbst in den Medien immer wieder zerrissen und als Skandalautor dargestellt wird, schreibt in seiner Romanvorlage aus eigener Erfahrung. In die Handlung von "Karte und Gebiet" hat er sich als Figur selbst eingeschrieben. Und genau bei ihr findet der junge Maler Jed Martin die verzweifelt gesuchte künstlerische Leidenschaft, die er in einem Portrait festhalten will. Im Stück lebt Houellebecq in seinem leeren Elternhaus in brutaler Einsamkeit (intensiv: Olaf Johannessen) zwischen Zigaretten, Rotwein und Textentwürfen. Das Kostüm (Daniela Selig) - mal ein schlichter, schmutziger Hausanzug, mal ein grüner Parka und zu weit hochgezogene Hosen - unterstreicht die Persönlichkeit der Figur: Sie kümmert sich nicht um Äußerlichkeiten, sondern kämpft mit eigenen Dämonen und denen des Marktes (Moritz Führmann toll als geldgeiler Galerist und Kritiker). Stets lauert der Tod im Hintergrund. Das wird etwa dadurch angedeutet, dass der Autor wieder in seinem Kinderbett schläft - der Rückfall auf eine frühkindliche Stufe am Lebensende. Noch mehr Raum bekommt das Thema Vergänglichkeit in der zweiten Hälfte des Stückes durch die Figur von Jed Martins Vater (ergreifend gespielt von Werner Rehm). Der offensichtlich vom Sohn geliebte, aber ihm fremd gewordene Vater nimmt sich kurz nach dem ersten ernsthaften Gespräch mit seinem Sohn das Leben.

Ein derart vielschichtiges Buch auf die Bühne zu bringen, verlangt besondere Mittel. In Falk Richters Inszenierung ist das etwa das gut durchdachte Bühnenbild von Katrin Hoffmann. In einem zweiten Bühnenraum, der durch eine halbtransparente Wand abgetrennt ist, findet die Vergangenheit statt. Von dort kommen auch die stimmungsvollen Live Sound-Collagen von Malte Beckenbach. Zusätzlich unterstützen Videoarbeiten des Künstlers Chris Kondek den Wechsel zwischen Dialogen und Berichten von Karin Pfammatter als sinnlich-schöne Erzählerin, zwischen Vergangenheit, Gegenwart und ferner Zukunft. Dabei sind die Filme kein beliebiges Beiwerk, sondern künstlerische Live-Performances oder Film-Collagen, die mit einem Tisch oder Stuhl eingefangen werden. Je nachdem, wo der Projektor-Kegel auftrifft, sehen wir eine andere Szene. Ähnlich anspielungsreich verhält sich das ganze Stück und es ist eine reine Freude, die Hiebe auf die Kunstwelt nach und nach zu entschlüsseln. Auch die Idee, den philosophisch sprichwörtlichen „Tod des Autors“ auf den Autorentheatertagen zu zeigen, zeugt von Humor. Im Stück verbinden sich fast klassisch unerfüllte Liebe, Gewinnsucht, Selbstzerfleischung, Leidenschaft (zur Kunst) und innere Erschütterung. Das Gastspiel vom Schauspielhaus Düsseldorf geht tief, ist ernsthaft und doch extrem unterhaltsam. 


Lesið ummælið her


Ummælarin Anke Schaefer er somuleiðis sera positivur, her er hansara ummæli

"450 Seiten hat der Roman - Falk Richter hat kräftig gekürzt. Doch es bleibt die Essenz. Richter konzentriert sich auf die Begegnungen der Figuren und hat sichtlich Spaß an den hintergründigen Botschaften, die sich dahinter verbergen. Jed Martin - die Hauptfigur, ist Künstler, er fotografiert Landkarten - weil er sagt: Die Karte ist interessanter als das Gebiet… Dann trifft Jed Martin die russische Schönheit Olga, die bei Michelin arbeitet, - wunderbar langbeinig gespielt von Karin Pfammatter - und die ihn mit den richtigen Leuten bekannt macht. So geht es weiter. Ein Maschinerie kommt in Gang und außerdem schreibt der berühmte Autor Michel Houellebecq dem Künstler Jed Martin ein Vorwort für den Katalog - von Olaf Johannessen ganz genau so gespielt wie Houellebecq sich von den Journalisten beschrieben sieht: nämlich restlos versifft und versoffen. Und obwohl der Künstler Jed Martin gar nicht darauf aus war, sind seine Werke plötzlich Millionen wert. Perücken her - da darf schon mal gesungen werden! Regisseur Falk Richter nimmt Houellebcqs böse Kapitalismus-Kritik gewitzt auf: Kein Wunder, ist das Über-Leben im Kapitalismus ja auch in seinen eigenen Stücken immer Thema. „Karte und Gebiet“ hat er in seiner Eigenschaft als Hausregisseur am Düsseldorfer Schauspielhaus für die Bühne bearbeitet. Klug und mit Gespür. Er lässt die Schauspieler immer wieder aus ihren Rollen fallen und in die des Erzählers schlüpfen, setzt nur wenig und doch effektiv Videobilder ein, baut ganz einfach ohne viel Mätzchen auf Houellebecqs Vexierspiel und seine wütenden Thesen: Dass Künstler nur Produkte sind, dass, wer „in Mode ist“, alles sagen darf, dass letztlich alle von der Gier getrieben werden. Es gibt berührende Momente und rasende Komik. Man muss Romane nicht auf die Bühne bringen. Man kann’s aber tun - wenn man die Essenz herausarbeitet. Und das ist hier geschehen." 


Fiskur og feminisma


So løgið tað kann ljóða, so minnir umstrídda markrelbýtið meg um, hvussu stutt feminisman er komin og eisini, hvussu ringt eg haldi tað vera at finna sítt pláss i kvinnurørsluni. Tí havi eg funnið ein gamlan tekst hjá Lindu Nochlin fram – sum ikki snýr seg um makrel – men um list. Kortini sigur teksturin nakað týdningarmikið um, hvat vit kvinnur kunnu gera fyri at betra um okkara støðu.

Makrelbýtið er nakað so ófatiliga maskulint, at tað í mínum høvdi er frægast at fata gjøgnum klassiskt feministiskar greiningar av sosialum og fyriskipanarligum samleika, og av hvussu netverk og fordeiling fungerar. Einki løgið í hesum, tí alt sum hevur við fisk og skip og kvotur at gera, hoyrir til eitt fullkomiliga mansdominerað øki. Men kanska ikki kvoturnar, nú eg hugsi um tað. Møguliga hava makrelbýtið og feminisma allíkavæl okkurt til felags.

Meðan makrelurin verður býttur og tær ekskluderandi samfelagsmekanismurnar nú verða breiddar út framman fyri okkara ásjón, bera vit kvinnur okkum eftir øllum at døma so róliga at sum til ber og miðsavna okkum um okkurt annað. Ja og hvat miðsavna vit okkum í grundini um? Vit miðsavna okkum til dømis um hvussu flott landstýriskvinnan verður, tá hon verður ílætin eitt sindur feminint og hvørji undurverk eitt sindur av smyrsli kann gera - men mann skal pynta seg fyri sína egnu skyld og ikki fyri nakran annan. Guð forbjóði yvirhøvur, at mann ger nakað sum helst fyri nakran annan. Vit kvinnur miðsavna okkum eisini um okkara egnu kúgan, sum er so týðilig, tá onkur á óhøviskan hátt vágar at brúka kallkynsformin í orð og tal. Men óansæð um tað snýr seg um grunna fáfongd ella ovurhonds politiska korrektheit, er úrslitið tað sama. Eg føli meg akkurát líka ekskluderaða frá kvinnustríðnum, sum frá makrelbýtinum.

Tað var longu í 1971, at Linda Nochlin skrivaði í ikoniseraðu greinini ”Why Have There Been No Great Women Artists?”, at feminisman hevur lyndi til at gerast miðsavnað, og savna seg um hugburð og kenslur hjá nøkrum fáum kvinnum í staðin fyri at vera greinandi. Hetta uppáhald ljóðar enn sannlíkt fyri mær. Okkara ymiskleiki átti ikki at havt nakran týdning fyri javnstøðustríðið. Men tað ger tað bara, tí øll skipanin er centristiskt uppbygd og sostatt líkist feminisman ikki serliga nógv frá makrelbýtinum.

Greinin hjá Lindu Nochlin er eitt slag av institutiónskritikki, har hon bjóðar av í mun til natúrliga fyrimunin hjá monnum í listasøguni og teirri kvinnuligu outsiderstøðuni. Hon finnst at hugsanini um, at listasøgan yvirhøvur fær verið akademiskt haldgóð, tá hon jú næstan bara er skrivað av hvítum monnum, og at listasøgan verður hildin at vera neutral, tá hon ikki verður uppfylgd av eini játtan av, at nøkur ávís virði og meiningar fylgja við at vera hvítur maður. Tað sum er áhugavert við Lindu Nochlin er, at hun ikki kveistrar burtur mannliga yvirræðið á einum etiskum ella moralskum grundarlagi, men sær tað heilt einfalt sum eina intellektuella ranghugmynd.

Hennara spurningur er altso: Hví hava tað ikki verið nakrar stórar listakvinnur á marknaðinum? Og logiska svarið er: Tí kvinnur eru ikki førar fyri at skapa stórleika.
Hvat er so at gera hjá feministunum?

Fyrsta strategiin skrivar Linda Nochlin, er at kjafttaka og at byrja at finna fram ymsar gloymdar listakvinnur og argumentera fyri teirra evnum ella vísa á hvussu kendar listakvinnur als ikki vóru so bundnar av enn kendari listamonnum sum annars hevur verið hildið. Hesum er tað einki galið við, men tað svarar okkum ikki uppá spurningin: Hví hava ongar stórar listakvinnur verið? 
Hin strategiin er at halda uppá, at tað finst eitt annað slag av stórleika fyri kvinnur enn tann stórleikin, sum menn skapa. Hervið verður eisini sagt, at tað er ein femininur stílur, ein serligur formur, sum er serstakur fyri kvinnur. Tað er torført at vísa á, at tað finst ein tílíkur stílur, tað finst kanska feministiskur stílur, sum tilvitaðir feministar hava skapað, men ikki ein femininur stílur. Verða listakvinnur gjøgnum tíðirnar granskaðar, er tað týðiligt, at tær minna meira um aðrir listamenn frá teirra tíðarskeiði enn um hvørja aðru. Og skal femininur stílur vera sera delikatur lættur, fíntfølandi ella hvat mann nú ætlar at halda uppá, eru tað ivaleyst fleiri menn enn kvinnur, sum mála soleiðis, í øllum førum eru tað nógvar kvinnur, sum ikki mála soleiðis. Undir øllum umstøðum fellur argumentið til jarðar, tí tað treytar eina naiva hugsan um list sum nakað, ið verður skapað beinleiðis sum eitt persónligt úttrykk fyri eini individuellari kensluligari uppliving. Og tað verður list næstan ongantíð og stór list verður tað als ongantíð.

Sannleikin er, skrivar Linda Nochlin, at tað finnast ikki stórar listakvinnur. Tað finnst eingin kvinnulig Michelangelo ella Rembrandt ella Picasso. Og so kann tað gera tað sama hvussu vit royna at manipulera søguna ella hvussu nógvum ákærum um mannsjavinismu, vit koma við. Vit skulu í staðin síggja okkum sjálvar sum javnmett subjekt, hyggja at tí faktuella við intellektuellum áhuga og uttan at taka synd í okkum sjálvum.

Orsøkin til, at tað ikki hava verið stórar listakvinnur er, at ein úrmælingur í listasøguligum diskursi næstan pr definitión er maður. Ein maður, sum er gávaður við eini mytiskari megi av semireligiøsum slagi, sum ikki verður allýst nærri av teirri romantisku, eliteru, einstaklingaforherligandi, monografiframleiðandi undirskipanini sum listasøgan er grundað á. Og eftirsum ongar kvinnur hava sýnt tekin um genialitet, mugu vit ganga út frá at eingin hevur genial evni.

Men skrivar Linda Nochlin, og vísir til barnapsykologar sum Piaget, genialitetur er ikki statiskur, men dynamiskur. Genialitetur verður skaptur frá teirri løtu eitt barn verður borið í heim og genialitetur verður síðani mentur stig fyri stig, so orsøkin til, at tað ikki finnast stórar listakvinnur ella kvinnuligir listaúrmælingar, er orsakað av vantandi menning. Sostatt snýr tað seg um okkara framleiðslumøguleikar. Trupulleikin er institutiónsligur og snýr seg hvørki um menstruatión ella um tað, at menn eru serliga gávaðir. Tað snýr seg um okkara egnu møguleikar fyri menning.

Og so havi eg hug at sitera hennara niðurstøðu: "What is important is that women face up to the reality of their history and of their present situation, without making excuses or puffing mediocrity. Disadvantage may indeed be an excuse; it is not however, an intellectual position. Rather, using as a vantage point their situation as underdogs in the realm of grandeur, and outsiders in that of ideology, women can reveal institutional and intellectual weaknesses in general, and, at the same time that they destroy false consciousness, take part in the creation of institutions in which clear thought – and true greatness – are challenges open to anyone, man or woman, courageous enough to take the necessary risk, the leap into the unknown."

Soleiðis skal tað ljóða!

Thursday, June 14, 2012

Agnar Artúvertin ummælir Hanus Kamban


Okkum er sent ummæli, sum Agnar Artúvertin hevur skrivað um stuttsøgu í Vencil 11, sum Hanus Kamban hevur týtt. Eftirskrift ummælarans "Við vón um vápnahvíld" krevur eina frágreiðing, sum í stuttum er tann, at Hanus Kamban herfyri ummældi Agnar Artúvertin í In mente (sí leinkju). Agnar Artúvertin kom tá við aftursvari (sí leinkju) og her er eitt ummæli, sum vit helst eisini kunnu kalla fyri eitt takk fyri seinast ummæli. Vit nýta høvið at endurtaka, at øll eru vælkomin at senda okkum tilfar til listabloggin. (KP)


William Wilson - stuttsøga eftir Edgar Allan Poe
í Vencli nr. 11 í týðing Hanus Kambans.
Meting av týðingini.

Einki er at ivast í, at Hanus Kamban dugir at umseta. Nú hevur hann umsett stuttsøguna um William Wilson, sum vit øll kenna - og glaður varð eg, tá eg setti meg at lesa, men tíverri er týðingin ikki heilt lýtaleys. Eg fari her at gera eina gjøgnumgongd og vísa Hanusi á, hvat kundi verið gjørt betri, soleiðis at hann fær møguleikan at taka hetta til eftirtektar.
Her koma nakrir setningar, sum eg havi funnið feilir í:

1: ”Eg fari hesa ferð at rópa meg sjálvan William Wilson.”
Tú rópar ikki teg sjálvan nakað - tú rópar teg nakað. Orðið ”sjálvan” er í hesum ávísa samanhangi ikki bara óneyðugt, men tað lýtir tíverri tað málsliga flowið í setninginum. Haraftrat er enski setningurin soljóðandi: ”Let me call myself, for the present, William Wilson.” Her síggja vit eisini, at Hanus týðir ”for the present” til ”hesa ferð.” Hetta er tíverri skeiv týðing við breiðari merking enn tað enska. ”For the present” merkir tað sama sum ”nú og eina løtu aftrat,” meðan ”hesa ferð” hevur hjámerkingina, at frásøgurøddin fyrr hevur kallað seg okkurt annað enn William Wilson. Tað vita vit tó ikki, um hon hevur. Tí hevði tað riggað betur at umsett ”for the present” til ”nú” ella ”í løtuni.”
2: Orðið ”turpitude” týðir Hanus til ”fanansskap”. Turpitude er formligt orð; fanansskapur er grovt talumál. Ein poe-serfrøðingur sum Hanus eigur at vita, at grovasta málbrúk Poes var okkurt sum ”fjandans bølmenni” ella okkurt tann vegin. Orðið fanansskapur er so ópoesligt, sum tað kann vera. Illgerð ella níðingsgerð hevði riggað nógv betur.
Setningurin við fanansskapinum endar ikki her, men heldur fram við orðunum: ”…og mítt endamál beint nú er bara at siga frá hennara uppruna.” Lat okkum vita, hvussu hann roynist, tá vit  bera hann saman við upprunasetningin hjá Poe: ”…whose origin alone it is my present purpose to assign. Eitt hálvt eyga dugir alt fyri eitt at síggja, at her er talan um sera formliga orðing, men føroyski setningurin er tíverri settur saman av tí klossuta navnorðinum ”endamál” staðin fyri at hava okkurt sagnorð. Tá føroyingar hava alt sum navnorð, er tað altíð klossut og óformligt. Haraftrat brúkar Hanus ”beint nú” og ”bara,” sum eru alt annað enn formligt, men meira sum sovorðni hissini-talumálsorð í stíli við til dømis ”sórit nakað” ella ”og sórit forskelligt”, og rigga ikki fyri ”alone” og ”present purpose”. Og mín seinasta atfinning at hesum setningi er, at Hanus umsetir enska orðið ”assign” til ”siga frá.” Hetta er tíanverri so mikið álvarsligt brot á tær óskrivaðu týðingarreglurnar, at eg kenni meg noyddan at tala at. ”Assign” merkir til dømis ”áseta”, ”staðfesta” ella ”tilnevna”, so tað kann undir ongum umstøðum týðast til tað káma at ”siga frá.”
3: ”Mær leingist, nú eg fari gjøgnum tann skýmliga dalin, eftir samhuga - samkenslu mundi eg sagt - frá mínum medmenniskjum.”
Samkensla kann kanska sigast vera eitt sindur sterkari og meira nágreiniligt enn samhugur. Ensku orðini eru ”sympathy” og ”pity”. Men ”pity” ljóðar sterkari enn sympathy, soleiðis at hann, ið lesur enska tekstin, alt fyri eitt skilir, at frásøgufólkið tekur synd í sær sjálvum. Hetta er tíverri ikki so við orðunum ”samkenslu” og ”samhugi”. Ein góður týðari tekur slíkar tilsipingar millum orðini við. Haraftra hevur Hanus týtt henda setning orð fyri orð, og tað riggar sera illa. Heldur átti hann at broytt bygnaðin og sagt til dømis:
”Nú eg fari gjøgnum tann skýmliga dalin, leingist eg eftir, at míni medmenniskjur - harma meg, mundi eg sagt - men hava samkenslu við mær.”
4: ”…og har øll hús vóru óvanliga aldargomul.”
Her er at siga, at føroyska orðið ”aldargamal” merkir eitt, ið er eina øld gamalt, hvørki meir ella minni, te. 100 ár. So her hevur Hanus gloymt at kagað í orðabókina hjá Sprotanum.
Enski setningurin ljóðar: …where all the houses were excessively ancient.”
Enska orðið ”ancient” merkir bara ”gamal” ella kanska frá fyrndini. So Hanus kundi havt týtt hetta ”…har øll hús vóru so avgomul.” Um tað ikki ljóðar nóg flott, so kanska okkurt sum ”…har øll hús vóru ómetaliga nógv burturfyrnd.”

Og fleiri onnur dømi eru, men tað liggur endamáli mínum so sera fjart at válka mær í týðingarvillunum hjá Hanusi. Tó má eg enda hesar viðmerkingar við at siga, at ein veikleiki hjá Hanusi, tá hann týðir er, at hann hevur lyndi at týða orð fyri orð. Til dømis varðveitir hann altíð navnorðini á enskum, og ger tey ikki til sagnorð. Tað er sera ljótt og ófantaligt á føroyskum og gevur als ikki tekstinum størri tign. Haraftrat hevur hann sera ofta enskan setningsbygnað. Til dømis letur hann lýsingarorð standa millum komma og millum høvuðssetning og eykasetning - eins og onglendingar gera. Tað gera vit tó ikki á føroyskum - vit flyta lýsingarorðið trý orð til vinstru - soleiðis at orðini, ið Hanus hevur týtt til ”…ætlaði eg at seta uppá, treytaleyst, at nú mátti spælið halda uppat…” heldur høvdu ljóðað soleiðis: ”…ætlaði eg treytaleyst at seta uppá, at nú mátti spælið halda uppat…”

Við vón um vápnahvíld,
Agnar.

Endurtøkur - útgávureseptión



Leygardagin boðaði forlagið EKSIL frá útgávureseptión í sambandi við, at nýggja yrkingasavnið hjá Sissal Kampmann varð givið út. Tiltakið var hildið í Føroyahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn og tað var væl eydnað frætta vit. Vit hava fingið nakrar myndir frá tiltakinum, sum vit seta inn her niðanfyri. Listin ynskir Sissal hjartaliga til lukku, vit føla, at vit eiga ein lítlan part í vidundrinum, tí savnið upprunaliga var skrivað til okkara jólakalendara. 

Tíðindaskriv: Leygardagin 09.06.12 kemur nýtt yrkingasavn eftir Sissal Kampmann út á forlagnum EKSIL. Yrkingasavnið, við heitinum, Endurtøkur, er næsta yrkingasavn høvundans. Fyrsta savnið, Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongdini, kom í 2011. Endurtøkur leggur seg upp at fyrra savninum og viðger nøkur av somu evnum sum í Ravnar á ljóðleysum flogi. Formurin er tó ein annar, tí í nýggja savninum eru fleiri prosakendir tekstir enn í tí fyrra. Kápumyndina á Endurtøkum eigur Ludvík Breckmann, sum eisini gjørdi permuna til ravnasavnið. 


Vit gleða okkum at síggja bókina, meira um hetta seinni.

Sissal signerar


Mai Øvlisen




Marita Dalsgarð las upp tríggjar yrkingar úr nýggja savninum, m.a. hetta:


“Alt er í ringrás”, segði tú, og hugdi út gjøgnum
lítla vindeygað, sum vendi út móti gøtuni, nú tóm
fyri menniskjum og fyri djórum. “Ringrásir av tíð,
menniskjum, orðum, siðum, flóð og fjøru. Myrkri og ljósi.
Av árstíðum. Klingrur. - So sára einkult og líkatil.”
Tú vart maður.
Eg var kvinna.
Vit vóru menniskju.
Endurtøkur.
Tú, sum tosaði, vendi eyguni móti mær, sum sat við borðið
og eygleiddi teg. Hugdi at mær, sum um tú væntaði,
at eg uttan trupulleikar skilti alt tað, sum sveimaði
millum orðini og órógvaði og rykti í friðin í friðinum.
Eg hugsaði ikki annað, enn at tað var løgið, at alt, vit eru
inni í, hevur eygu, vit kunnu hyggja út ígjøgnum.
Ella inn ígjøgnum.
Einfaldir kassar við vindeygum og hurðum. Eygum og
munnum. Og alt kann lætast upp. Lætast aftur. Ávirka.
Ávirkast. Gjøgnumgongdir, gjóstur. Fet og frakkar. Tankar
og kenslur. Vatn. Hendur á húð. Hár. Setningar. Banalitetir.

(s.7 Endurtøkur)




Wednesday, June 13, 2012

Føroyskur sjónleikari ger frambrot í Týsklandi






Olaf Johannesen var stórliga fagnaður, tá hann trein á pallin í gjár eftir at hava framført leiklutin sum høvundurin Michel Houllebecq í leikinum "Karte und gebiet" eftir skaldsøgu hjá Houllebecq á háttvirda Deutsches Theater í Berlin. Sagt verður úr Berlin, at lógvabrestir og hurráróp tóktust prógva, at teir listafínu teateráskoðararnir í Berlin tóku við opnum ørmum ímóti sjónleikaranum úr rabarbukvarterinum í Havn. Leikurin vitjaði Berlin sum partur av auteurleikdøgum, tað er annars í Düsseldorf, Olaf Johannesen hevur spælt sjónleik seinastu tíðina og har eru tey eftir øllum at døma sera fegin um hann. Hann fær ikki færri enn tríggjar leiklutir í Düsseldorf næstu sesongina, m.a. fer hann at spæla høvuðsleiklutin sum Peer Gynt í kenda leikinum hjá Henrik Ibsen við sama navni. Vit ynskja Olafi Johannesen hjartaliga til lukku við avrikinum. 



‎"Karte und gebiet" gastspiel von der Düsseldorfer Stattteater. Leikstjóri: Falk Richter
http://duesseldorfer-schauspielhaus.de/en_EN/A_to_Z/Karte_und_Gebiet.783850
http://duesseldorfer-schauspielhaus.de/en_EN/On_stage/Olaf_Johannessen.65116
http://www.rp-online.de/region-duesseldorf/duesseldorf/nachrichten/kultur/zwei-schauspieler-machen-station-in-duesseldorf-1.2509343

Andrea Heindriksdóttir: Nýggjur musikkskúli í høvuðstaðnum



Tað er at fegnast um, at nýggjur musikkskúli nú loksins verður bygdur í høvuðstaðnum. Tað hevur, sum so mangt annað, tikið tíð, men gleðiligt er tað, at tað nú røkist fyri, at hesin verður bygdur - skjótast.

Musikkskúlin varð settur á stovn sum ein royndarverkætlan fyri sløkum 30 árum síðani, og hevur hesi árini ment seg, til at verða ein frammúr góður skúli.

Í dag er musikkskúlin, skúli fyri nógvar havnarborgarar - ja skúlin hevur næmingar frá barnagarðsaldri til tilkomnar næmingar. Skúlin hevur stóran týdning fyri virksemi í høvustaðnum, og leggur, við síni miðnámsútbúgving, lunnar undir framtíðar føroyskar útbúnar tónleikarar.

Sera stórt virksemi er í skúlanum, og umfatar skúlin næmingar, sum fáa eina holla útbúgving í sínum ljóðføri – eina læru tey kunnu gleðast um restina av lívinum.

Afturat vanligu undirvísingini er eisini stórt tal av samanspælsbólkum og orkestrum á skúlanum. Hesi venja regluliga hvørja viku, og eru ofta at hoyra til ymisk høvi í Havnini.

Tað er at fegnast um, at skúlin og tey sum ganga har, eru sjónlig í býarmyndini, og á henda hátt eru við til at mynda býin, og tað sum rørir seg í býnum.

Eisini hevur musikkskúlin frammhaldsnám, kallað musikkskúlamiðnám, har næmingar sum ætlað undir víðari lestur innan tónleik, kunnu fyrireika seg. Hesir næmingar sum útbúgva seg í musikkskúlanum, og fara í onnur lond at lesa tónleik, fáa góð skoðsmál. Hettar kann skúlin vera errin av – tí sera torført er at koma inn á tónleikaskúlar uttanlands, til víðari útbúgving innan tónleik.

Tað vísir seg aftur og aftur, at næmingar úr føroyska musikkskúlanum eru væl fyri, og koma so at siga allir næmingar frammat útbúgvingartilboðum.

Hetta borgar fyri góðsku, og er samtundis eitt herðaklapp til teirra, sum vara av skúlanum og  tí arbeiði, har fer framm.

Tað er eingin loyna at bygningarnir har skúlin nú heldur til, eru alt annað enn nøktandi.  Tí er tað sera kærkomið at fáa nútíðarhóskandi høli til skúlan.

Á pallborðsfundi á mentanarnáttini 8. Juni 2012, vóru býráðspolitikkarar á einum máli um, at nýggi  musikkskúlin skuldi byggjast beinanvegin, og tað er at frøðast um.

Einki er at ivast í, at slíkur nýggjur bygningur verður til gleði og gagns fyri allar borgarar og at virksemi, við nýggja musikkskúla bygninginum, fer at økjast munandi.

Andrea Heindriksdóttir

Fyrilestur um Klaksvíksstríðið




ÓFRIÐUR Í ÚTNOÐRI
KLAKSVÍK i 50'unum
Sunnudagin 17. juni kl 15
Nordatlantisk brygge
Norðurbryggjan hevur Klaksvík á breddanum við framsýningini Klaksvík Blues við myndum hjá Fridu Zachariassen og sunnudagin fer Hans Andrias Sølvára, lektari á Fróðskaparsetur Føroya at halda fyrilestur um Klaksvíksstríðið.
Í Føroyum var rembingartíð í 1950’unum, bæði politisk, samfelagsliga og búskaparliga. Tað var ófriður á arbeiðsmarknaðinum og í eisini í høvuðsstaðnum í Norðuroyggjum, Klaksvík, har búskaparliga framgongdin setti krøv um bæði økis- og tjóðarsjálvstýri.

Í Klaksvík var meiriluti fyri sjálvstýri til fólkaatkvøðuna um sambandið við Danmark í 1946. Ein fólkaatkvøða, sum bleiv undirmett av Danmark. Tað var í hesi tíð, at Klaksvíksstríðið - ella læknastríðið -, sum tað verður kallað í Føroyum, byrjaði. Stríðið førdi til samanbrest millum borgarar, føroyskar og danskar myndugleikar.

Hesin ófrður við donskum hernaðarskipum í Klaksvík og gerandisbardaga í gøtunum var ein ógvuslig ófriður, sum føroyingar ikki kendust við. Ófriðurin setti Klaksvík á heimskortið í tíðindaflutningi – fyri eina stund.

Hans Andrias Sølvará, lektor í søgu á Fróðskaparsetur Føroya, leggur dent á grundarlagið fyri læknastríðnum og sjálva hendingargongdina, men eisini verður stríðið sett í eina størri heild.  

Entré: 40 kr
Studerende: 20 kr.

KLAKSVÍK i 50'erne - oprør i Nordatlanten
Søn. 17. juni kl. 15

1950´erne var en brydningstid på Færøerne, både politisk, socialt og økonomisk. Der var uro på arbejdsmarkedet og i nord-øernes hovedstad, Klaksvík, hvor der havde været stor økonomisk vækst i århundredets første halvdel, blev der stillet krav om både større lokalt og nationalt selvstyre.

I Klaksvík havde der således været stort flertal for selvstændighed ved folkeafstemningen om relationerne til Danmark i 1946. En afstemning der blev underkendt af Danmark. Det var i denne turbulente tid, at Klaksvíksstriden, eller lægestriden, som den blev kaldt på Færøerne, brød ud.

Konflikten fik flertallet af borgerne på kollisionskurs med både lokale færøske og statslige danske myndigheder. Denne strid, med danske krigsskibe i Klaksvík, attentater mod øvrigheden og daglige slagsmål i gaderne, var en meget voldsom affære efter færøske forhold og satte for en stund Klaksvík på verdenskortet.



NB: FORELÆSNING AFHOLDES PÅ DANSK!!!


http://www.bryggen.dk/default.asp?news=168&Doc=9