Saturday, June 16, 2012

Vendettain er her...





Í kvøld verður livandi tónleikur í Sjónleikarhúsinum í Havn við m.a.fløguaktuellu 200. Hetta er endin á herferð hjá Unga Tjóðveldi og 200. Vendetta'in hevur gingið alt landið runt, og hava konsertir verið spældar í Sørvági, Klaksvík, Gøtu og Vági. 200 eru høvuðsnavnið hetta kvøldið, bólkurin spældi fyri stuttum á Lopppen á Christiania í Keypmannahavn og konsertin eydnaðist stak væl. 

Skráin í kvøld: 



Dyrnar lata upp kl. 21.00
- Reverb spæla
- Kári Sverrisson
- Incurse
- Jürghinn
- 200

Fyrireikarar boða frá, at afturat tónleiki verða eisini røður og undirhald á skránni. 


Tiltakið er ókeypis!!!




Ummælið á Listablogginum av Vendetta:


RAGE AGAINST BAD



Tað er ikki meira enn tað kemur fyri, at ein tónleikaútgáva er so væl teimað sum hendan. Eitt heilskapað verk, tónleikaliga og grafiskt, ið tikkar sum ein tíðarstillað bumba undir BADH samgonguni og øllum hennara stuðlum. Hetta er hvøss, ovursint og skemtilig politisk list, sum samstundis er dømi um hvat tað er, sum listin megnar fram um aðrar miðlar. Í 2003 kom "200%", í 2005 "Viva la republica", í 2006 "Graceland", í 2008 konsertfløgan "200 decibel" og í 2009 kom "Stokkhólmssyndromið". Nýggja útgávan eitur "Vendetta", tí V er 5 sum tann fimta, ið tók fimm dagar at taka upp, og so sipar orðið Vendetta eisini til eirindaleysa hevnd. Henda hevndin er fyrst og fremst ætlað landsins stjórn og sigast má, at fimta fløgan hjá 200 rakar seymin á høvdið í mun til hvat nógvir føroyingar tykjast halda um sitandi samgongu og avgerðir hennara um flatskatt, pensiónsskatting, parkering av etiskum málum, hækking av blokkinum osfr.

Saman við fløguni verður givin út ein dvd við dokumentarfilminum "Viva la Vendetta", sum Sakaris Stórá hevur gjørt. Eg byrjaði mítt Vendettakvøld við at hyggja at filminum, sum er eitt fjálgt og undirhaldandi portrett av Vendetta verkætlanini og hennara 5 daga skapanartilgongd, sum byrjar við, at tríggir jassar møtast við einum útgávuheiti og als ongum øðrum. Tað eru teir tríggir, sum mynda 200: Niels Arge Galán, Mikael Blak og Uni Árting, sum frá byrjan tykjast sára samdir um konseptið í fløguni, ið snýr seg um at vakna við kaldan dreym aftan á, at Fólkaflokkurin hevur yvirtikið Føroyar. Tað er Niels, sum er tog- og pennahaldari og tað er hann, sum við  skeivum smíli spyr retoriska spurningin, hvørt fløgan skal vera einkult, riffbaserað trummu, bass, gittar, meðan hinir báðir játta. Tað er somuleiðis Niels sum spyr hinar, um henda útgávan skal vera sum "Graceland" bara uttan ta skemtiligu síðuna, men tann ætlanin verður eftir øllum at døma slept á vegnum. Humor er so grundleggjandi partur av 200, at sjálvandi hevur skemtið saman við øðini og indignatiónini ein av berandi leiklutunum í Vendetta.

Vendetta er fyribils hæddarpunktið í tólv ára stríðnum hjá 200 móti føroyskum snævurskygni og dupultmorali. Øll árini hevur nógv verið at stríðast í móti, men nú ber av sambært limunum í tí, sum hevur verið kallað fyri Føroya óndasta punkorkestur. Men 200 er í grundini ikki nakað punkorkestur. Í øllum førum ikki, um vit hugsa um subkulturella fyribrigdið við sama heiti í sjeytiárunum. Serstaka samanrenningin millum ein rútmiskan og væl funderaðan akademikara, ein framúr tónleikara og ein væl hugsandi reklamumann í 200 snýr seg líka nógv um rocknroll, tónleikagleði, satiru og samfelagssinni, men formliga er talan sjálvandi um íblástur frá punkrokkinum. Sangirnir eru ofta stuttir, larma illa og tekstirnir eru politiskir og uppreistrarsinnaðir.

At Sakaris Stórá er óvanliga gávaður og búgvin filmsleikstjóri vita tey, sum hava sæð stuttfilmin "Passasjeren". Filmurin "Viva la Vendetta" er hansara fyrsti dokumentarfilmur, ið sum heild er sera væl eydnaður. Í fimm dagar  hevur Sakaris Stórá verið stóroygd fluga á vegginum í Studio Bloch, har hann hevur fangað tær kreativu løturnar hjá 200. Vit fáa í stuttum søguna um bólkin, um dreingirnar, sum hava kenst síðan teir vóru fimtan, og um dogmukenda konseptið aftan fyri nýggju útgávuna. Filmurin leggur seg stílsliga eftir stílinum hjá 200, hann er ráur, einfaldur og radikalur, forvitna, ófriðarliga filmsupptøkutólið flytir seg higar og hagar, upp og niður, fjar og nær við knappligum zoomrørslum. Myndin er stundum óklár ella úti av fokus, og til tíðir hellir upptøkutólið so at loddrættar og vatnrættar linjur eru á skák. Filmurin er frískur og stuttligur (kanska ikki hjá Fólkafloksveljarum), og til tíðir verður tað heila eitt lítið sindur barnsligt ella langdrigið, t.d. tá kjakið undir upptøkunum gerst tekniskt ella tá limirnir í 200 gnisandi fara undir at hakka ein blokk. Men rættiligir 200 fjepparar fara sjálvandi at halda hetta vera áhugavert eisini. Eingin tónleikur er í filminum, og tað er í fyrstani løgið og síðani til at blíva svøk av. Men sjálvandi er hetta gjørt við beráddum vilja, tí tá filmurin er at enda komin, er tørvurin at hoyra Vendetta tónleikin beinleiðis akuttur. Tað besta við filminum er innlitið hann gevur í eina skapanartilgongd, og so tað, at filmurin er so asketiskur sum hann er, reinsaður fyri vanligar føroyskar klichéir, uttan nakra alvitandi speakoverrødd, sum greiðir frá vakra landinum Føroyum og politisku støðuni her. Av somu orsøk tykist filmurin sera óbygdasligur, samtíðarligur og altjóða.

Vendetta er eitt sera tilvitað konsept við greiðum treytum. Burtur úr fimm døgum hava 200 fingið 10 fín løg burturúr og teir leggja hart út við Punkinum frá helviti nummar fimm, ið á sama hátt sum hinar fýra versiónirnar er eitt anarkistiskt og garvilt lag. Tey løgini á fløguni, sum ikki fresa avstað við 200 kilometrum um tíman, eru merkt av tungari framdrift, ofta við synkronum bass- og gittarspæli. Longu í tí næsta lagnum á fløguni tykist ræddarførslan álvarsligari við tekstinum "Eg skuldseti landsins leiðarar fyri sjálvsøkni og gramni. Fyri at halda seg stýra einum russiskum rossahandli. Fyri nepotismu og bíligan løtuvinning. Eg skuldseti tykkum fyri at skapa misálit á okkara ting. Tit verða drignir til svars fyri tykkara part." Ljóðið á fløguni er framúr væl eydnað við ráum autuenticitet og hita. Sangrøddin hjá Niels ljóðar eitt sindur sum kemur hon úr eini megafon og tað er ikki sjálvdan, at hann og hinir tosa ella rópa heldur enn at syngja. "Makka rætt" er heitið á einum tungum bassdomineraðum lagi við lagnutungt útsettum kórniðurlagi á la Ramstein: "Makka rætt. Halt kjaft". 


Tónleikaliga er fløgan rættiliga fjølbroytt og melodiøs, "Við love skulu vit land byggja" er eitt soullag, sum næstan er rørandi vakurt í støðum og sum forrestin er sera væl sungið. Fleiri av tekstunum er skrivaðir í boðshátti, t.d. "Brúka tína makt", ið er ein beinleiðis áheitan á føroyska veljaran, sum minnir bæði um tónleik hjá Rage against the machine og The Doors, um somu tíð illboðandi og hypnotiskt eins og "Riders on the Storm". Væl eydnaði lukkuynskingarsangurin fer fresandi avstað við etandi óndum speisemi, sum ynskir okkum øllum til lukku við høgrastjórnini, til lukku við flatskattinum, til lukku við mismuninum, nepotismuni osfr. Speisemið verður til tað reina gass, tá 200 sum av handahógvi revsar Miðflokkin í sanginum "Miðfingurin til Miðflokkin" og eisini í tí síðsta, goymda lagnum um stevið í BADH sum næstan minnir um okkurt, sum polyesterklæddi karaokebólkurin Konfekt kundi funnið uppá at framført í Mimi. 200 eru bestir, tá teir eru álvarsliga fúkandi illir og hevndarhugaðir, sum í lagnum Vendetta, ið er eitt av feitastu rockløgunum á útgávuni. Samstundis er hetta eitt tað beiskasta lagið:

TAÐ STEÐGAR IKKI HER
VIT FÁA TYKKUM NÆSTU FERÐ
VENDETTAIN ER HER
VIT FÁA TYKKUM NÆSTU FERÐ
FØLA TIT TYKKUM TRYGGAR, EG SIGI TYKKUM HETTA
SO LÆTT SKULU TIT IKKI SLEPPA
LURTIÐ NÚ VÆL OG SKILJIÐ HETTA
TIT SKULU FØLA FÓLKSINS VENDETTA

Ein so beinleiðis hóttan hevði verið at kalla kriminell í øðrum høpi enn tí listarliga. Tí í listini kunnu vit loyva okkum meira. Günther Grass setti sína nógv umrøddu atfinning av Ísrael upp sum yrking, og 200 brúka tónleikin til at húðfleingja føroyska samfelagið við serligum atliti til samgonguna. Takk fyri tað og nú fari eg at lurta einaferð aftrat, baby! 

Vendetta. 200: Niels Arge Galán, gittar og sang, Mikael Blak bass, Uni Árting trummur. Jónas Bloch Danielsen tók upp í Studio Bloch saman við Theodori Kapnas. Óli Poulsen ljóðblandaði og Lennart Kjellsen mastraði. Sakaris Stóra gjørdi dokumentarfilmin. Tutl gav út. 










 Myndirnar eru frá Viva la Vendetta hjá Sakaris Stórá
(KP)