Thursday, May 22, 2014

ZETA Architects vunnu arkitektakappingina um miðbýin

Á heimsíðuni hjá Tórshavnar kommunu stendur, at lógvabrestirnir rungaðu í Müllers Pakkhúsi, tá vinnandi uppskotið í stóru arkitektakappingini um miðbýin í Tórshavn varð avdúkað. Vinnarin gjørdist ZETA architects við Ragnari Zachariassen og Søreni Yde Jensen.

Á samkomu í Müllers Pakkhúsi seinnapartin í dag avdúkaði Heðin Mortensen vinnandi uppskotið, umframt uppskotið á øðrum og triðja plássi. Sjey uppskot komu inn.

Umframt heiðurin fær vinnandi uppskotið 350.000 krónur. Dómsnevndin mælir samstundis til, at felagið ZETA architects verður tengt at kommununi sum ráðgevi í framhaldandi arbeiðinum at menna miðbýin í Havn.



Um vinnandi uppskotið
ZETA architects skjóta millum annað upp at taka niður forðingar og avmarkingar í miðbýnum, eitt nú nakrar grótgarðar. Niðasti partur av Tinghúsvegnum verður lagdur um soleiðis, at Tinghúsið fær frægari atgongd, samstundis sum Vaglið fær eitt víðari og dámligari skap.

Við Vestaruvág er skotið upp at leggja nýtt mentanarhús á Skálatrøð. Saman við havnarlagnum skal hetta gerast eitt týdningarmikið rúm fyri mentan og list. Á økið við Eystaruvág er skotið upp at byggja íbúðir inn móti berginum. Tær verða lagdar soleiðis, at gongt er út á grønar tekjur. Sama er galdandi fyri uppskotið á Skálatrøð, har lendið partvíst verður endurskapað, sum tað einaferð var - nú í nýggjum líki.

Havnará skal eisini verða latin upp á ávísum strekkjum fyri at fáa gamla og tiltikna áartutlið aftur í miðbýin.

Projektuppskotið til Steinatún er býarkent og leggur dent á at skapa eitt nútíðar býarrúm. Samstundis eru her fleiri onnur átøk, sum stuðla upp undir ætlanina. Uppskotið vísir á eina ferðsluskipan, har tvær ljóskurvar, onnur beint eystanfyri og hin beint vestanfyri, gera tað lætt og trygt at ganga tvørtur um torgið.

Verandi bygningurin sunnan fyri Steinatún fær eftir uppskotinum eina opna stovuhædd, har gongt er gjøgnum bygningin, og skotið verður upp, at hann fær eina eyka takhædd við trappurúmi løgdum uttan á verandi bygningin. Tær sveimandi hálvtekjurnar geva møguleika fyri, at fólk verða savnað undir tekjum, har tað verður turt, eitt nú hjá teimum, sum bíða eftir bussi, samstundis sum tekjurnar binda saman bygningar og býarrúm.




Úr úrskurðinum hjá dómsnevndini

3. virðisløn
Fyri uppskotið á triðja plássi verða latnar kr. 75.000. Í úrskurðinum hjá dómsnevndini stendur millum annað:

Uppskotið vísir í myndum eina røð av hugskotum til, hvussu bøtt kann verða um ymisk støð í býnum. Til dømis er eitt teirra at byggja eitt nýtt hús móti Tórsgøtu á plássinum við býráðshúsið, eitt hús har báðar tær niðastu hæddirnar eru úr glasi og við skoti ígjøgnum, so at sól sleppur framat og útsýni verður út yvir Vesturbýin.

Triðju virðislønina fær Kontrast, byggilist og byggifrøði við Mayfinni Norðoy, Onnu Trónd Hansen, Annie Heinesen og Lailu Simonsen

2. virðisløn
Fyri uppskotið á øðrum plássi verða latnar kr. 150.000. Í úrskurðinum hjá dómsnevndini stendur millum annað:

Uppskotið greiður frá týdninginum, tað hevur, at varðveita verandi dám og støddir í Havnini og at arbeiða út frá hesum grundarlagi. Hetta sæst í uppskotinum til eina bústaðabygging á Skálatrøð, sum í húsastøddum og tilfari vil fáa eitt samband við gamla býlingin úti í Bø. Tað sæst eisini í uppskotinum til íbúðabygging og fornminnissavn í Álakeri. Her sæst, at uppskotssetararnir hava eina neyva fatan av byggimøguleikum í rúmd og tilfari.

Aðru virðislønina fær MAP arkitektar við Heidi H. Poulsen, Rúna Abrahamsen, Ova Mortensen, Suna E. Jakobsen, Sverra Heinesen, Janusi Petersen og Steen Balle.

1. virðisløn
Fyri uppskotið á fyrsta plássið verða latnar kr. 350.000. Í úrskurðinum hjá dómsnevndini stendur millum annað:

Uppskotið spennir frá heildini niður í serlutir og myndar eina hugsjón um ein samanhangandi og fjølbroyttan miðbý. Uppskotið tekur støðu til býarætlan, byggilist, býarrúm og útbúnað, sum eigur at vera í býarrúmunum.

Fyrstu virðislønina fær ZETA architects við Ragnari Zachariassen og Søreni Yde Jensen


Um kappingina
Tað var í januar 2014, at býráðið bjóðaði føroyskum arkitektum og arkitektavirkjum til eina hugskots- og prosjektkapping um miðbýin. Kappingin var býtt sundur í tvær høvuðsuppgávur - eina prosjektkapping um økið kring Steinatún, frá Kongagøtu oman til Sverrisgøtu, og eina heildarætlan fyri eitt ásett øki fyri allan miðbýin. Samlaða dømingin byggir á eina vektaða døming, har hugskotskappingin um heildarætlanina fyri miðbýin telur 60 prosent í samlaðu dømingini, og uppskotið í prosjektkappingini um økið kring Steinatún telur 40 prosent.

Ein dómsnevnd hevur seinastu dagarnar mett um uppskotini, sum komu inn. Í dómsnevndini hava sitið Gunnar Hoydal, sum í nógv ár var býararkitektur í Tórshavn. Føroyski arkitekturin Turið Mohr hevur eisini verið dómari. Og so hevur professarin á Københavns Universitet, Ellen Marie Braae, eisini mett um uppskotini, sum eru komin inn. Ellen Marie Braae hevur granskað innan býarskipan, og hevur drúgvar royndir sum dómari í arkitektakappingum. Hini í dómsnevndini eru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jógvan Arge, 1. varaborgarstjóri, Elin Lindenskov 2. varaborgarstjóri, Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Súsanna á Dul, handilsleiðari í miðbýnum og Teresa Kreutzmann, leiðari á Kunningarstovuni. Nakrir ráðgevarar hava eisini verið knýttir at dómsnevndini sum serfrøðingar á serligum økjum. Henrik Dorn-Jensen frá Rambøll hevur ráðgivið um ferðsluviðurskifti, Malan í Jákupsstovu, lendisarkitektur um lendisviðurskifti, umframt býarskipanardeildin, tekniska deild og mentamáladeildin hjá kommununi.

Bárður Johannesen og Eyð Strøm á býarskipanardeildini hjá Tórshavnar kommunu hava verið samskiparar og skrivarar hjá dómsnevndini. 

Nú byrjar arbeiðið hjá býráðnum at fremja uppskotini í verki. Í røðu síni í Müllers Pakkhúsi segði Heðin Mortensen millum annað:

- Lat meg siga beinanvegin, at vit, sum sita í býráðnum, leggja stóran dent á miðbýin. Vit eru farin undir eina skipaða tilgongd at menna hetta økið í býnum. Hetta sæst aftur í fíggjarætlanini fyri 2014, har býráðið hevur sett av pening til miðbýarætlanina umframt at peningur eisini er settur av til fríðkan av býnum, spælipláss í miðbýnum og gongugøtuna.

- Íløgurnar eru stórar – tað vita vit. So nú skulu vit skulu finna neyðugu fíggingina. Men hetta sær ótrúliga spennandi út. Tí eri eg onga løtu í iva um, at býráðið fer at arbeiða av øllum alvi fyri at fáa sett ferða á menningina av miðbýnum.

Vinnandi uppskotið fær 350.000 krónur. Uppskotið á øðrum plássi fær 150.000 krónur, og uppskotið á triðja plássi fær 75.000 krónur. 

Endamálið við arkitektakappingini er at menna høvuðsstaðin og tryggja byggilistarligu kósina í miðbýnum nógv ár fram í tíðina. 

Skipað verður fyri almennari framsýning í Müllers Pakkhúsi við øllum uppskotunum. Framsýningin byrjar 27. mai og endar 9. juni.