Friday, May 30, 2014

Mentanarnátt í Havn


Nú nærkast til mentanarnátt, sum í grundini er ein dagur og eitt kvøld í Havn, sum eru vígd list og mentan. Júst um eina viku verður mentanarnátt og meðan vit bíða og senda onkran vónartanka til veðurgudarnar, kunna vit kaga í skránna, sum visit tórshavn hevur lagt út. Eg havi skeitt í skránna og sæð  fleiri framsýningar, sum síggja áhugaverdar út. Í Norðurlandahúsinum letur upp ein framsýning við framúrskarandi glaslist, í Listasavninum letur Várframsýningin upp, Í Steinprenti letur framsýning upp og í Tryggingini á Kongabrúnni verður framsýningin Feskt 2014 at síggja. Meira um alt hetta seinni.