Thursday, February 20, 2014

Spirituellar myndir í Sirkus


Her omanfyri sæst ein røð av fotomyndum hjá Bruno M. Eysturstein, sum komandi tíðina fara at vera framsýndar í Sirkus. Bruno M. Eysturstein hevur m.a. verið við á fleiri framsýningum í Listasavninum, eitt nú framsýndi hann nakrar av sínum vakru, kenslubornu fotomyndum á ólavsøkuframsýningini í fjør. Myndirnar tykjast um somu tíð syrutar, psykedeliskar og inniliga spirituellar. Einfaldi bygnaðurin hevur nakað av tí sama sofistikeraða dáminum, sum eisini merkir myndirnar hjá Mariusi Olsen, umframt at temaið við ljósskapandi myrkri eisini gongur aftur í fotomyndunum hjá Bruno M. Eysturstein. Orkar tú at vinna á ódnini - og tað kann avgjørt viðmælast! - ert tú vælkomin í hugnaliga Sirkus at síggja myndirnar. Har letur upp klokkan fimm í dag, framsýningin letur upp um seks tíðina, sí meira her:




(KP)