Wednesday, February 12, 2014

Listakritikarin skal einki leggja í hvat onnur halda...


bad-reviews
- Tað haldi eg í grundini vera besta førleikan, sum ein ummælari kann hava; at floyta á hvat onnur halda og siga. At skúgva sær undan konsensus so vítt møguligt og sjálvandi tora at vera kritisk, negativ. Mær dámar væl at lesa og lurta eftir tílíkum ummælum, í føroyskum høpi eru ummæli javnan at hoyra í Brunsj og tað er gott, onkuntíð eru ummæli í In Mente og tað er ikki minni gott. Enn betri hevði verið um størri dentur var lagdur á ummæli og um fleiri ummælarar eftir førimuni vórðu bidnir at ummæla í Kringvarpinum, hetta fyri at tryggja eitt ávíst fjølbroytni í meiningum og hugburði.

Mánamorgunin var eitt sera negativt ummæli av eini tónleikaútgávu at hoyra í Brunsj, og sum so ofta fyrr gjørdist negativa ummælið í sær sjálvum til evnið í sendingini. Hetta hendir væl at merkja ikki, tá ummælið er positivt. Lurtarar høvdu at ummælaranum, Niels Una Dam, tí ummælið var ov negativt og nógv hildu, at henda tónleikaútgávan ikki skuldi verið tikin uppá tungu í útvarpinum. Sjónarmiðið er í grundini áhugavert, tí tað merkir tað sama sum, at bert tónleikur á einum ávísum støði skal ummælast, alt hitt skal tigast burtur. Hvat er tað tá, vit ræðast? Dómin? Tað eru bert orð, megna vit lurtarar ikki at hugsa sjálvstøðugt? Tað, sum býr aftanfyri kritikkin av ummælinum, er enn áhugaverdari, tí tað má snúgva seg um ein grundleggjandi angist fyri ósemju og hetta lyndið er jú grundleggjandi ódemokratiskt. Hinvegin haldi eg væl, at tey í Kringvarpinum kunnu spara eitt sindur uppá fólksins rødd, serliga í sendingum, har tey frammanundan hava ein vert og ein ummælara. Nú eru í so nógvar sendingar, har lurtarin er vælkomin at senda inn sínar meiningar via sms, facebookboð osfr. Sjálvt um onkur glotti er, er fólksins rødd ofta ófyrireikað, eiðasør og uttan neyðuga serfrøði. Hví ikki heldur tora at standa við tað, mann meinar? Ummælið mánadagin var so mikið negativt, at  ummælarin sjálvur fór at sóknast eftir onkrum positivum at siga. Hann fór tí at tosa um geniala sangin "Flag", sum Lív í Baianstovu skrivaði tekst til og sum varð nevndur so mikið ofta og við so stórum eldhuga, at næmingarnir, sum eg hoyrdi sendingina saman við, gjarna vildu hoyra sangin, og sjálvandi skuldi hann verið spældur. 

Vit skulu ikki ræðast ummæli, tí ummælið er ikki dómurin á evsta degi, men bert ein meining og í besta føri ein vælkvalificerað meining. Hon er subjektiv, tí hon kemur úr huganum á einum persóni, sum hvørki er omnipresentur ella alvitandi, hann er bara her og nú, og hann svaraði forrestin væl fyri seg, at tá ein tónleikaútgáva lá niðri í handlinum við síðuna av øðrum tónleikaútgávum og kostaði tað sama, so mátti hon metast út frá somu fortreytum sum allar hinar og sjálvandi skal hon tað - alt annað hevði verið vanæriligt. Tað besta við ummælunum er, tá tey umframt eina meting eisini innihalda eina presentatión av avvarðandi verkum, í hesum førum vórðu partar av hesari nýggju fløguni hjá Lív í Baianstovu spældir, so at fólk sjálvi kunnu gera sær sína egnu meining, hvørt teimum dámar hana ella ikki. 




(KP)