Sunday, February 9, 2014

Konsert vð Hanus G. Johansen og Cantabile



Heit og hugnalig konsert, har Hanus G. Johansen og Cantabile framføra løg, ið verða tikin upp til fløguútgávu.

Á skránni eru úrvaldar kærleiksyrkingar, sum Hanus hevur gjørt løg til, og Pauli í Sandagerði hevur lagt til rættis.

Í Mullerspakkhús, fríggjakvøldið 14. feb. kl. 19:00 og kl. 21:00

Kostnaður 150,- kr. og fæst til keyps í VisitTórshavn

80 pláss eru til hvørja konsertina.