Friday, February 28, 2014

Mítt yndislistaverk





Nógvir mátar eru at siga søguna um listina. Vit kunnu greina formar, samanbera stílsløg, knýta politisk, hugsjónarlig, tjóðarskaparlig ella átrúnarlig motiv upp í listin ella vit kunnu savna saman smásøgur um listafólkini. Vit kunnu brúka sosiologi, sálarfrøði og mannvísund. Vit kunnu lýsa tilfar, kanna kveikingarkeldur og greina súmbol. Vit kunnu meta um og finnast at, greina og kjakast. Vit kunnu brúka alskins hættir: ikonografiskar, semiotiskar, fenomenologiskar, metafyskiskar ella feministiskar.


Eingin av øll hesum hættum er tann endaliga rætti. Eingin máti er tann, sum kann lýsa listina fullfíggjað. Mátarnir, sum vit velja at brúka, kunnu hvør á sín hátt geva okkum ein veg inn í listaverkið, mátarnir kunnu vísa, hvørjir møguleikar eru í verkinum,  teir kunnu perpektivera listaverkið og avdúka týdningin, sum listin hevur.


Tí list hevur stóran týdning – bæði fyri samfelagið og persónliga fyri hvønn okkara. Tí halda vit, at vert er at siga so nógvar søgur, sum til ber og finna so nógv sjónarhorn, sum gjørligt. Hendan framsýningin  sigur søguna um, hvør list er finna í føroysku heimunum, hví er hon har, og hvønn týdning hevur listin fyri tey, sum búgva í heimunum. Framsýningin sigur søgur, sum føra til nýggja mátar at hyggja eftir listini, nýggjar tankar um hvønn týdning listin hevur og til nýggjar sannkenningar um listina sum so.


Týðandi søgur, sum eru ein partur av tí stóru søguni um list í Føroyum.
 
 Soleiðis gert tú: 



Tey, sum vilja verða við skulu fyrst senda ein meyl til: listaverk@nlh.fo. Freistin er 3. mars 2014.


Í meylinum skal vera:


- Mynd av verkinum, har tað hongur í sínum dagliga umhvørvi. Minst 1 MB.

- Upplýsingar um listaverkið: listafólk, heiti og árstal (um møguligt).

- Í mesta lagið 100 orð um, hví tær dámar verkið ella hví verkið hevur týdning fyri teg. Kanska er ein søga knýtt at verkinum, sum tú hevur hug til at fortelja.   

-  Navn og telefonummar hjá eigaranum.

Norðurlandahúsið tekur í móti listaverkunum í vikuni 3. mars til 9. mars.

Mynd og tekstur skulu brúkast til ein bókling, sum verður gjørdur í sambandi við framsýningina. Um onkur ynskir at vera navnleys, skal hetta viðmerkjast í meylinum.


Her er eitt dømi: http://www.listinblog.blogspot.dk/2014/02/mitt-yndislistaverk-eitt-dmi.html

Thursday, February 27, 2014

Mentanarcafé í Norðurlandahúsinum



Í dag verður mentanarcafé í Norðurlandahúsinum frá klokkan 16-18, sum verður útvarpað beinleiðis. Høvuðsgesturin er leikstjórin Eyðun Johannessen, sum er aktuellur við leikinum Tóm Rúm á Tjóðpalli Føroya. Ljós verður varpað á nýggju talentkappingina Stella Polaris, hvørs finalukonsert verður 1. mars, og kjakast verður um list í fólkaskúlanum, talentrøkt o.a. Tosað verður um Kjøtkvøldið 22. mars á Hotel Føroyum, yrkjari kemur framvið at lesa upp, og tónleikin borðreiða Allan Tausen og Lena Anderssen við. Øll eru vælkomin niðan í Norðurlandahúsið á mentanarcafé.




Wednesday, February 26, 2014

Listasamrøða í Listasavninum í kvøld



Í kvøld, mikukvøldið 26. februar kl. 19:00 hevur Nils Ohrt, stjóri á Listasavninum, samrøðu við listamannin Bárð Jákupsson um hansara list. 

Øll eru vælkomin. Tiltakið er ókeypis. 













Tuesday, February 25, 2014

Mentanin afturíafturkomin í skrivaðu pressuni

  •  
    Frá miðjum mars kunnu mentanaráhugað aftur fáa trongdina til mentanartilfar nøktaða. Sosialurin hevur nevniliga tikið ta fyri okkum sera skilagóðu avgerð at byrja eitt mentanarískoyti, sum kemur einaferð um mánaðan. Jú fleiri mentanarjournalistiskir pallar, tess sterkari verður hann og tess áhugavdari verður mentanarkjakið. Tað verður Inger Smærup Sørensen, sum skal ritstjórna mentanarblaðið, og mentanarhøvundar, mentanaragentar, listafólk og sum heild øll eru vælkomin at venda sær til hana við rísi, rósi og hugkotum.

    Meyladressan er: Inger@myndlist.net


Monday, February 24, 2014

Fingrarnar vekk frá Kringvarpinum!



Eg haldi yvirhøvur ikki, at Bjørn Kalsø var nóg avgjørdur á málinum í útvarpstíðindunum í kvøld. Eg væntaði, at hann sum mentamálaráðharri greitt fór at burturvísa skammiligu tíðindini í Sosialinum í kvøld um aktuellar einskiljingarætlanir fyri Kringvarpið. Í staðin smáprátaði hann hugnaliga um ætlanina at frítaka Kringvarpsgjaldið fyri MVG og um tann sonevnda miðlapakkan, sum hevur verið í væntu leingi, men sum lurtari fekst tú eina ófjálga kenslu av einum veikum mentamálaráðharra uttan nakran serligan avgerðarrætt og sum tá hann varð noyddur at svara, vísti til pengakassan hjá fíggjarmálaráðharranum og yvirhøvur var sveimandi óklárur.

Boðini eru annars púra klár í einastu eksisterandi føroysku avísini - Sosialinum, ið liggur her á borðinum hálvlisin, eg eri ov skelkað til at lesa meira eftir at hava lisið svart uppá hvítt, at semja var á landsstýrisfundi seinasta mánadag um, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum skal kanna hvørjir møguleikar eru fyri at privatisera upp til 50 prosent av Kringvarpi Føroya. Eyðsýniliga er tað serliga Miðflokkurin, sum er altráur eftir privatisering av Kringvarpinum, men fleiri í Fólkaflokkinum hava sambært blaðnum í dag verið inni á somu hugsan, eins og Kári P.Højgaard skal hava sagt seg fyritrekkja, at vinnan sponsorerar Kringvarpssendingar heldur enn at stovnurin er fíggjaður av almennum pengum.

Og væl vita vit av, at Kringvarpið man vera ópopulert serliga hjá samgonguni, tí tíðindadeild Kringvarpsins hevur í longri tíð gjørt eitt gott arbeiði við at fylgja við og finnast at. Eg skilji væl Karsten Hansen og eg rokni við, at hann hevur rætt í sínum varhuga av, at tann annars so fólksligi Miðflokkurin trongir til eina uppsjeining, eina populistiska dagføring og til at nærkast fólkinum aftur aftan á at hava verið í eini asosialari, myrkabláari samgongu í longri tíð uttan aðra politiska agenda enn ta sera passivu: at parkera etisk mál. Tá er hetta jú so einfalt og til at skilja hjá øllum. Burtur við Kringvarpsgjaldinum, so fáa øll meira pengar til at liva fyri og kunnu lurta eftir DR og BBC har tey allíkavæl duga nógv betri og har tey í hvussu so er ikki finnast at føroyskum politikarum. Hervið fær maktin frið og náðir til at tíggja sær sum hon vil uttan eftirlit, til at gera loynisáttmálar í hópatalið og harvið máa undan fólkaræðinum.

Nei, eg fái meg ikki til at trúgva, at nakað kemur burtur úr hesum hugsanum um einskiljing av Kringvarpinum, men eg fái hug til at minna á tað, sum vit øll munu vera greið yvir; at Kringvarp Føroya er týdningarmesti føroyski mentanarberin, sum hevur ómissandi týdning fyri okkara mál og fyri fólkaræði í landinum við tað, at hann viðger og varpar ljós á okkara samfelagsviðurskifti og okkara mentan. Tí er tað eg sigi: Fingrarnar vekk frá Kringvarpinum! 






(KP)

Suðuroyar Ferðavinnufelag letur 220.000 til mentan



Sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum hevur Suðuroyar Ferðavinnufelag avgjørt at stuðla Salt verkætlanini við 220.000 krónum, hetta skal vera løn til ein persón fyri at samskipa Salt eitt ár áðrenn mentanarhúsið letur upp. Sumbiar Kommuna mótmælir, tí hon metir ikki, at tað er endamálið hjá Suðuroyar Ferðavinnufelag at løna einum persóni m.a. av tí, at ein samskipari longu er settur, sum fær løn. 

Tíðindini eru eitt sindur ørkymlandi, tí har eru eingi nøvn nevnd í tíðindastubbanum, men hetta er sjálvandi eisini áhugavert, at Suðuroyar Ferðavinnufelag velur at investera næstan kvarta millión í mentanina. Vit munu kunna ganga út frá, at starvið verður uppsligið og so verður spennandi at síggja hvør tann persónur er, sum er førur at taka á seg ta veldugu uppgávu at fyrireika upplatingina av altjóða mentanarhúsinum á Drelnesi. Hesin persónur má vera væl ílætin útbúgvingarliga og hava royndir innan mentanararbeiði, tí hann ella hon kemur at definera listarliga innihaldi í mentanarhúsinum, sum vit higartil hava hoyrt ógvuliga lítið um. Spennandi verður - meira um hetta seinni. 





(KP)

Sunday, February 23, 2014

Felagið Føroysk Filmsfólk er stovnað



Felagið varð stovnað á fundi í gjár, 22.februar og tað eitur Føroysk Filmsfólk. Hesi vórðu vald í nevndina, ið skipar seg sjálva við 5 nevndarlimum og 2 tiltakslimum

Dávur Djurhuus
Sámal Jákup Jakobsen
Andrias Høgenni
Sigga Vang
Elin Brimheim Heinesen
Ingun Í Skrivarastovu
Julia Í Kálvalíð





(KP)

Várlongsul



Mær leingist at fevna teg grønkandi vár,
mær leingist hold títt at kína.
Mær leingist at kenna títt fløvandi tár,
ið blómuna vekur og sálini spár:
Nú byrjar brátt sólin at skína.

Mær leingist at síggja teg, hitandi sól,
at skína um dalar og líðir,
har sprettandi blómur reiða sær ból,
og búgvast har úti við himni til skjól,
og prýðast til summarsins tíðir.

Mær leingist at síggja teg, fjallana tind,
sveiptan í dúnmjúka hami,
leggja á havið ta alføgru mynd,
tá sóldrottur stígur um kvøldanna grind,
hin ljósi, hin fríði, hin rami.

Mær leingist at lýða á fuglanna ljóð,
tað vekjandi, styrkjandi, blíða,
mær leingist at hoyra tann dandandi sjó,
at kvøða við vøgguna summarsins ljóð,
tað eyma, tað mjúka, tað fríða.

Mær leingist at liva tann eydnuríka dag,
tær droymandi summarnætur,
tá sólin hon fær so stokkut eitt bað,
og lotið við sínum syrgjandi lag,
løttu tárin´ á blómurnar grætur.

Yrking: S.P. Zachariassen
Myndir: Út í gjøgnum vindeygað beint nú




(KP)

Saturday, February 22, 2014

Mítt yndislistaverk - eitt dømi

Í flestum heimum hanga listaverk, og áhugavert hevði verið at sæð nøkur av teimum og hoyrt um, hví tey hava týdning fyri eigaranar. Tí vilja vit fegin læna títt yndislistaverk til eina felagsframsýning í Norðurlandahúsinum, sum letur upp 14. mars 2014. Tey, sum vilja verða við skulu fyrst senda ein meyl til: listaverk@nlh.fo. Freistin er 3. mars 2014.
Í meylinum skal vera: Mynd av verkinum, har tað hongur í sínum dagliga umhvørvi, upplýsingar um listaverkið: listafólk, heiti og árstal (um møguligt), í mesta lagið 100 orð um, hví tær dámar verkið ella hví verkið hevur týdning fyri teg, navn og telefonummar hjá eigaranum.
Norðurlandahúsið tekur í móti listaverkunum í vikuni 3. mars til 9. mars. Mynd og tekstur skulu brúkast til ein bókling, sum verður gjørdur í sambandi við framsýningina. Um onkur ynskir at vera navnleys, skal hetta viðmerkjast í meylinum. 

Her er eitt dømi: 


Hanni Bjartalíð: Páskamynd. 2005-2008.

Eg havi valt páskamyndina hjá Hanna Bjartalið, tí Hanni Bjartalíð er ein av mínum yndislistafólkum og tí at eg haldi, at hetta listaverkið er so deiliga snedigt. Eg haldi, at mær dámar væl list, sum er ring at fáa skil á, og sum ger, at eg kann blíva við at undrast. Hendan myndin við smílandi beinagrindini og løgnu pákaliljuni fari eg nokk aldrin at skilja, men hann fer altíð at yvirraska meg og bjóða mær av. Tað vóni eg.  

Inger Smærup Sørensen



Ljósagrønar vónir um framtíðina í føroyskari list


Í gjár læt MFA-endaframsýningin hjá Jóhan Martin Christiansen upp, sum hann heldur eftir lokna útbúgving í kunstakademinum í Malmø. Framsýningin hevur heitið LIGHTGREEN, DAYDREAM, EYESHADOW og hon er fjølbroytt. Við á framsýningini eru grafisk verk, dúkar (summir teirra eru litaðir við m.a. tei og blekki), gipsrelieff og video - alt installerað soleiðis at markið millum hvørt einstakt verk gerst onkursvegna ógreitt. Eg havi sett Jóhan Martini nakrar spurningar um m.a. heitið á framsýningini. Jóhan Martin greiðir frá, at heitið sipar til mangt ymiskt: "Ljósagrøni liturin er á ein hátt ein tilsiping til ein málning hjá Edgar Degas "Ljósareyðir dansarar áðrenn ballettina" (1884), har ið litlæran hjá Goethe verður konkretiserað - tað vil siga tann sannroynd, at tá ið eygað er í grønum ljósi í eina tíð, og flytur seg aftur í "vanligt" ljós, verður umhvørvið ljósareytt. Onkursvegna manipulerar eygað okkara fatan av verðini. Hetta er eitt heilt konkret dømi um hvussu ljós, myrkur og skuggi er ein partur av framsýningini. Hiðani kemur hugtakið um eygnaskuggan - talan er sostatt ikki um smyrsl, men um mekaniska eygað, sum observerar ljós/myrkur/skugga, so far so good, men hvussu er við restini av eyganum, har ljós ikki verður absorberað og gjørt um til myndir av heiminum - skuggin inni í eyganum. Hetta brúki eg til at hugleiða um tað neyðugu óvissuna,  har sum dagdreymir verða til. At tosa um dagdreymar og eygnaskuggar sum avleiðing av ljósi kann ljóða eitt sindur abstrakt, men dagdreymar hanga onkursvegna saman við melankoli og mildari hallucinatión. Tað kann blíva ein ferð inn í eina aðra verð; kanska inn í eina heila árstíð í samrøðu við Rimbaud".

Jóhan Martin Christiansen hevur arbeitt rættiliga nógv við video, hann greiðir frá, at á hesari framsýningini er videoverkið í trimum pørtum. Undirteksturin (á enskum) er á einum skermi fyri seg, so at hann trínur fram sum ein yrking, men sum samstundis er knýttur at røddini í rúminum við síðuna av, sum greiður frá á føroyskum við ymiskum eygleiðingum av dansi; Freddie Mercury, Degas, Gagarin og Lady Gaga, um einsamalla træið og so víðari. 

Sum lesarin helst hevur lagt til merkis, er hetta nakað nýtt, sum vit ikki hava upplivað í føroyskari list og tað er sera áhugavert sum listamaðurin greiðir frá: "Gipsrelieffini eru avstoypingar av botninum á pappkassum, ein undirspæld minimalisma, við tilsipingum til ready-made traditiónina. Tó eru tey ikki "viðmerkjandi" verk, tað vil siga at tey eru ikki konseptuel kritisk yvir fyri einari listarligari traditión - tey eru bara."

Grafisk verk eru eisini við á framsýningini, tey lýsir listamaðurin soleiðis: "Grafisku verkini eru abstraktir linoleumsskurðir, sum tó hava eitt myndevni sum grund - trø og Stravinsky. Ein ferð til Stockholm í toki síðsta heyst, gav íblástur til at arbeiða við trøum, samstundis sum eg lurtaði eftir Stravinsky - Le Sacre du Printemps - meðan eg skar í linoleumiið. Tað eina grafiska verkið er eitt prent av baksíðuni á eini linoleumsplátu."

Sjálvt um listin hjá Jóhan Martini Christiansen umboðar nakað nýtt í føroyskari listasøga, ger hann sjálvur vart við hvussu stóran týdning ein gamal meistari sum Ingálvur av Reyni hevur havt fyri hann. Á ólavsøkuframsýningini í fjør hekk eitt áhugavert verk´, ein fín lítil mynd hjá Ingálvi av Reyni, sum Jóhan Martin Christiansen hevði vent við so, at hon hongur á høvdinum. Umvendingin av myndini var sjálvandi gjørd við loyvi frá familjuni, og eg veit, at hon varð gjørd í størstu virðing fyri stóra vegaranum í føroyskari list. Jóhan Martin Christiansen hevði eisini tekstillistaverk ella dúkar við á framsýninging greiðir listamaðurin frá: "Størsta verkið á framsýningini er 2,5 x 10 m, sum eru hvít løk, ið eru seymað saman - eitt av teimum er litað í blekk, olju og máling. Heitið á verkinum, "Fólk", sipar til málningin hjá Ingálvi av Reyni "Fólk við havið" frá 1972. Men er eisini eitt sokallað tragediuverk, har ið eg endurminnist Damaskus (eg var í Damaskus í 2009) og fólkini har, eg royni at finna fram luktin av býnum, ferðsluni, og ljósið - men tað liggur bara í minninum og hvítu løkunum.

At enda spyrji eg listamannin hvussu tað kennist at gera eina slíka endaframsýning. Jóhan Martin svarar, at tað kennist løgið: "Tað eru sjey ár síðani eg flutti til Danmarkar fyri at fáa mær eina listarliga útbúgving - og eg kann ikki siga annað enn at eg geri akkurát tað sum mær dámar best, at gera list. Men nú skal okkurt nýtt henda, ein nýggj dagsskrá. Eg fari at finna mær eitt atelier, og gleði meg til ein róligari dagligdag. Í summar fari eg at arbeiða eitt sindur í Føroyum. Eg eri so heppin at hava fingið Íverksetanarstudning frá Mentanargrunni Landsins, sum gevur mær møguleika at arbeiða og leiga atelier, keypa tilfar, og eisini gera eina framsýning í Føroyum í heyst. Hetta verður í Steinprent í oktober. Tað verður nokk ein minni og redigerað útgáva av míni endaframsýning. Eg havi ikki sýnt fram í Føroyum síðani 2009, altso umframt á bólkaframsýningum (s.s. á Ólavsøkuframsýningini), so tað gleði eg med ordiliga nógv til. Annars eru onkrar bólkaframsýningar á skránni ein er í Havn og ein í Keypmannahavn á TOVES í mars." 

Hjartaliga til lukku við framsýningini, Jóhan Martin, hon sær framúrskarandi áhugaverd út, og eg gleði meg at síggja nøkur av verkunum í Steinprenti í heyst.





















(KP)