Monday, November 25, 2013

Skrímslið lítla systir mín



Íslendska einmansleikhúsið Tíu fingur hevur verið á bókadagsvitjan í Norðurlandahúsinum. Her framførdi Helga Arnalds leikin Skrímslið lítla systir mín, sum hon hevur skapt saman við Eivør Pálsdóttir og Charlotte Boving.

Skrímslið lítla systir mín er eitt performativt listaverk, har visuella listin møtir kroppinum og tónleikinum á fantastiska fínan, poetiskan og fantasiríkan hátt. Hesi trý, visuella listin, kroppurin og tónleikurin finna saman í eini sannari tríeind sum pápi, mamma og barn, kundi mann kanska sagt - eisini uttan at ljóða alt ov romantisk, tí verkið snýr seg í grundini um basalu viðurskiftini millum pápa, mammu og barn. Men við síðuna av hesari tríeindini, og nú hugsi eg aftur um visuellu listina, kroppin og tónleikin, er ein annar viðspælari og tað er tilfarið pappír.

Nýtslan av pappíri í Skrímslið lítla systir mín er heilt einastandandi flott. Alt verður gagnnýtt. Sansaligu dygdirnar hjá pappírinum, ljóðini, fínleikin og megin, evnið hjá pappíri til at umformast og broytast, møguleikar tess fyri óendaligum assosiatiónum. Alla tíðina finnast nýggir stuttligir og dramatiskir mátar at skapa við pappíri og vit fáa forerandi eina djúpa fatan fyri eginleikunum hjá tilfarinum.

Orð eru sjálvandi eisini partur av heildini, og tað eru tey á fínasta og reinasta hátt og á íslendskum. Eivør týddi eitt sindur á vegnum og restina fataðu vit vaksnu og børnini uttan trupulleikar, tí søgan var so klárt og kompromileyst tulkað visuelt og gjøgnum kroppin, tónleikin og pappírið.

Eg havi eina drúgva ramsu um týdningin av barnamentan og hvussu barnamentanin má verða dyrkað og ikki eigur at verða forsømd. Eg havi eftirhondini fýrt ramsuna av í nógvum versiónum og ofta í form av harmaljóðum. Men beint nú er ramsan burtur, tí hetta vikuskifti hevur tað verið so nógv gott fyri børn í Norðurlandahúsinum og við Skrímslið lítla systir mín fingu børnini høvi at møta listini, og so má mann bara halda munn og vera takksom.

(IS)