Thursday, November 21, 2013

Høvundar í Steinprenti

 
Í dag klokkan 16 hevur Mentunargrunnur Studentafelagsins móttøku í Steinprenti á Skálatrøð. Á móttøkuni verða nýggju bøkurnar grunnurin gevur út í heyst, lagdar fram og samstundis verður høvi at hitta høvundar og tann, sum keypir bøkur, fær teir eisini at skriva eina heilsan í tær. Tær nýggju bøkurnar Mentunargrunnur Studentafelagsins, gevur út í heyst, eru: Sólrun Michelsen: Hinumegin er mars Jógvan Isaksen: Prædikarin Dagny Joensen: Alt av kærleika Hanus Kamban: Daphnis og Chloe, umseting eftir Longos Paulina M.K. Eliasen: Brodering til tann føroyska tjóðbúnan Tóroddur Poulsen: Einglasuð Jóanes Nielsen: Aftan á undrið.
 
 
 
 
(KP)