Friday, November 8, 2013

Olaf Johannesen aftur tilnevndur heiðursløn



Tað man vera spennandi at vera Olaf Johannesen nú hann umframt at verða tilnevndur stóra týska mentanarheiðursløn eisini er tilnevndur ta háttvirdu donsku heiðurslønina, Teaterpokalen. Seks fínir sjónleikarar eru nomineraðir at fáa heiðurslønina og 50.000 krónur og tað eru journalistar og teaturummælarar avgera hvør fær heiðurslønina. Hon verður latin í næsta mánaði. Av fyrrverandi móttakarum av Teaterpokalen kunnu nevnast: Liva Weel, Osvald Helmuth, Kjeld Abell og Bodil Kjer. Tað er bara 1/6 sannlíkindi til, at Olaf Johannesen fær heiðurslønina, men tað er fantastiska flott, at vera nomineraður og hesum ynskja vit honum hjartaliga til lukku við. 



(KP)