Sunday, June 2, 2013

Marius Olsen fyllir 50



Í dag fyllir listamaðurin, framúrskarandi grafikarin, Marius Olsen fimti ár. Hansara tekniska yvirlegni er so sannførandi, at hann fær framt sínar listarligu ætlanir í verki júst sum hann ætlaði frammanundan og tað er ikki hissini, tí listarliga verkætlanin hjá Mariusi Olsen er serstakliga ambitiøs. Umframt at vera handverkari av Guðs náði við víðopnum eygum fyri fantastiska vakurleikanum í skaparaverkinum, antin talan er um eitt tignarligt fjallaskap ella ein bleytan hárlokk, er Marius Olsen ein intellektuellur myndlistamaður og tað er heldur sjáldsamt um okkara leiðir. Hansara myndir seta sær sjálvum og áskoðaranum spurningar og aktivera okkum, sum hyggja, og tær eru ongantíð eintýðugar. Tí eydnaðist tað listamanninum í 1994 at gera eitt politiskt listaverk, ið tó at tað er sprottið úr krepputíðum, er leyst frá tíð og stað eins og ein sannur klassikari. Myndin, sum eitur Flaggstong, setur spurningin um hvønn tjóðskaparligan samleika vit vilja hava og hvør áskoðari sleppur at gera sítt heilt egna val, tá vit í huganum kunnu seta antin merkið, dannebrog ella nazistaflaggið í húnar hátt.

Marius Olsen er búsitandi í Finnlandi og hevur framsýning saman við unnustuni, finsku listakvinnuni Ilona Raipala í Galleria Mondo í Helsinki frá 4. til 28.juni. Marius Olsen hevur havt fleiri smærri framsýningar í ávikavíst Smiðjuni í Lítluvík og í Steinprenti, sum hava verið frálíka góðar, men eg haldi, at tíðin er komin til eina stóra framsýning við hansara verkum í Listasavni Føroya. Hjartaliga til lukku við degnum, Marius góði, her í Havn skínur sólin og vit gleða okkum til ta næstu framsýningina í tínum heimbýi. 



(KP)