Friday, June 21, 2013

Keyp føroyskt - keyp føroysku bløðini!

Vikuskifti. Bløðini eru komin, eg gleði meg at lesa samrøðuna í Punktum.fo í Dimmalætting við Silju Strøm, tað sær út til at vera tað slagið av inspiratión, sum mann hevur pláss til leygarmorgun.Og har eru nógvar spennandi uppbyggiligar greinar og so ein óuppbyggilig, sum eg havi skrivað og sum hevur løgnu og neiligu yvirskriftina: "Sleppið skegginum og trívið í listina" og tað fyrsta eg bar eyga við beint nú í hesum mínum fyrsta miðlabroddi var ein slagvilla (for svartasta - introvert miðlaspísk implosión). Nåh men Hanus Kamban, Ingun í Skrivarastovu, Leivur Thomsen, Tórbjørn Jacobsen, Inger Smærup Sørensen, Vónbjørt Vang, Niels Arge Galan og so framvegis syrgja fyri, at blaðið er áhugavert. Stuðlið mentanini, keypið Vikuskiftisdimmuna og havið eitt herligt vikuskifti. Sosialin keypi eg sjálvandi eisini, eg veit ikki enn hvat er har av mentanartilfari, men eg veit, at gronutasta klumma í øllum heiminum, tann hjá Høgna Djurhuus er á síðu 7 í Vikuskiftissosialinum, og tað er í grundini nóg mikið at vita.









(KP)