Wednesday, June 12, 2013

Keglast heldur enn at kjakast


Mentanarnáttina 7.juni 2013 skipaði landsbókasavnið fyri framsýning, fyrilestrum og kjaki um ummæli http://www.flb.fo/foroyskar-bokementir-mugu-mielast-betri.html. Vit taka evnið upp á Listablogginum, her er uppleggið, sum Erhard Jacobsen, landsbókavørður helt:


Landsbókasavnið hevur Mentanarnáttina valt at fara at viðgera ummæli av føgrum bókmentum. Ummæli verða jú ofta hildin at vera løtuverk, og at fara at viðgera tey í álvara kann minna ikki sørt um ítrivið, sum summi hava, at samla kúlupennar, frímerki ella gamlar piparbússur.
Men veruleikin er, at ummæli eru eitt sera viðkomandi fyribrigdi í tí víðfevnda og fjøltáttaða bókmentaheiminum. Her fari eg at tríva í nakrar fáar tættir at lýsa hetta fyribrigdið.  
Trongdin at greiða øðrum frá onkrum, tú hevur upplivað, og sum tú vart hugtikin av, er elligomul. Hetta er eisini galdandi fyri upplivingar, fólk hava við eitt nú bókmentum og list. Ja, vit kunnu siga, at upplivingin er ikki fullkomin, fyrr enn tú hevur sagt øðrum frá henni.
Sæð í hesum týdningi hava ummæli verið til heilt frá fyrndartíð.
Bókaummæli í bløðunum, sum vit kenna tey, eru tó væl yngri. Tey hoyra til í einum samfelag við skrivi- og prentfrælsi, tí borgarliga-kapitalistiska samfelagnum, har orðið so at siga var frítt og óheft av eini fjøtrandi yvirvøld. Tað er um hetta mundið miðskeiðis í 19. øld, at tíðarritini og bløðini av álvara byrja at koma út, og við teimum koma eisini ummælini. Borgaraskapið helt seg tá og heldur seg kanska enn vera so frælst, upplýst og at sær komið, at tað kundi tala vegna okkum øll, ja, kundi seta ummælarar í starv at meta um, vegleiða og mæla til, hvat vert og rættast var at lesa.
Í nútímans samfelagnum verða bøkur ikki longur skrivaðar og fín list vanliga ikki skapt eftir umbøn frá eitt nú kirkju ella fúrstum, men skulu hesi nú meir og meir standa sína roynd og selja á einum navnleysum marknaði. Bókmentirnar ella bøkurnar skulu ikki bara skrivast og framleiðast, men eisini berast framt og miðlast til ein ímyndaðan keypara- og lesaraskara. Ein lesaraskari, sum gerst alsamt størri, tá fólk í øllum samfelagsstættum sum frálíður læra at lesa.
Ummælini eru ein liður í hesum bókmentaliga renslinum, sum fevnir um rithøvundar, útgevarar, útbreiðslu- og søluliðið og so lesaran. Og ummælarayrkið er staðsett onkustaðnis í útbreiðslu- og søluliðnum millum útgevaran og lesaran. Ja, onkur hevur umrøtt ummælaran sum tann fyrsta veruliga lesaran av einum verki, og hesin fær tí tann framíhjárætt at leggja komandi lesarum lag á, hvussu tær skulu lesa.
Ummæli eru nú ikki bara til fyri at fremja sølu og útbreiðslu av bókum. Tey eru í fyrsta lagi aftursvar og viðurkenning til rithøvundin, so at hann skal kenna á sær, at hann ikki skrivar út í tóman heim. Ummæli eru eisini ein máti at seta orð á bókmentirnar, geva teimum mæli, um vit so kunnu siga, og at innlima tær í viðurkenda bókmentaliga umhvørvið.

Útgevarar hava hinvegin lyndi til at ræðast ummælaran, sum teir halda kann tíggja sær, sum hann vil, og teir síggja ummælini sum part av teimum umstøðum og viðurskiftum, sum gera av, hvørjar bøkur skulu sleppa at liva, og hvørjar skulu glatast. Vánalig ummæli eru sum kunnugt ikki so vælegnað at brúka í marknaðarføringini. Hjá útgevaranum snýr tað seg vanliga um handil, men okkurt kundi tó bent á, at handilsfólkini gera ov nógv burtur úr týdninginum, sum ummæli hava.
Nógvar kanningar vísa, at tá lesarar verða spurdir, hví teir hava valt at keypa ella lesa eina ávísa bók, so eru tað bara nøkur fá, sum siga, at tey hava leitað sær ráð í ummælum. Hinvegin er tað ongin ivi um, at ummæli hava stóran týdning hjá teimum, sum hava serligan áhuga fyri bókmentum, og hjá teimum, sum fáast við at selja ella breiða út bókmentir. Og á tann hátt eru ummælini óbeinleiðis við til at ávirka valið av lesnaði hjá okkum øllum.

Og her kundi eg hóskiliga tikið upp týdningin, sum eg haldi bókaummæli hava í bókasavnsarbeiði.
Hugsa vit um føroyskar bókmentir, so hava ummæli ikki nakran avgerandi týdning fyri  Landsbókasavnið, sum jú hevur til endamáls at savna inn, skráseta og varðveita allar føroyskar bókmentir.
Men fyri bókasavnsskipanina sum heild hava ummæli stóran týdning. Bókavørðir megna ikki, sjálvt um summi rokna við tí, at lesa allar bøkur, sum koma út, ella allar tær, sum standa á bókasavninum. Tí eru ummælini um ikki tann einasta so ein hin mest týðandi kunningarkeldan, sum bókavørðurin hevur at halda seg til, tá avgerð skal takast um, hvørjar bøkur, bókasavnið skal keypa, og eisini hvørjar bøkur hóska seg til tann lánaran, sum hættar sær at biðja bókavørðin finna sær eina góða bók at lesa.
Vit her í Føroyum hava tað ikki, men í flestu okkara grannalondum hevur bókasavnsskipanin sínar egnu ummælarar, sonevndir lektørar.
Hesir lesa, ummæla og góðskumeta nýggjar bøkur og taka støðu til, hvat einstaka bókin snýr seg um, hvørjar lesarar, hon vendir sær til, um hon kanska tekur okkurt nýtt fram, sum bókasøvnini ikki eiga so nógv tilfar um frammanundan, um hon tekur aktuellar spurningar upp ella viðger meiri almenn viðurskifti. Og ofta ger ummælarin sær eisini metingar um, hvussu nógv væntandi fara at lesa bókina. Eru tey fá, so keypa kanska bara tey stóru bókasøvnini hana; er hinvegin talan um bók, sum øll mugu lesa, ja, so verður mælt til, at eisini tey smærru bókasøvnini hava hana á hillunum, viðhvørt enntá í fleiri eintøkum. Onkrar av bókunum standa ikki mát, men harfyri kunnu tær saktans verða seldar í stórum upplagi í bókasølum, kioskum ella umvegis internetið.

Nú er okkara bókasavnsskipan so lítið ment, samanborið við okkara grannalond, at tað er ikki hugsingur um hjá føroyskum bókasøvnum at løna fólki at ummæla bøkur, og tað ber heldur ikki sum er til at skipa bókakeypið hjá bókasøvnunum á ein hátt, so at tey rættiliga kunnu stuðla hvørt annað við tilfari.
Onkur vil her kanska siga, at tað átti at borið væl til hjá bókasøvnunum at gera seg kunnugan við tey áleið 10-12 upprunaverkini av fagurbókmentum, og eitt líknandi tal av fyrstu útgávum av barnabókum, sum koma út um árið, eisini hóast vit ikki hava egin ummæli at halda okkum til. Okkurt verður hóast alt eisini ummælt í bløðum og øðrum miðlum.
Men eg loyvi mær kortini her at pástanda, at ein væl ment føroysk bókasavnsskipan hevði kunnað  verið við til at stuðla menningini av føroyskum bókmentum, bæði tá talan er um ummæli, um tað skuldi verið brúk fyri teimum, men eisini so at vit kundu fingið eina meira framkomna og miðvísa miðling av okkara bókmentum.
Tí eina slíka hava vit ikki her í landinum. Eg kann bara nevna, at tað undrar meg, at vit ikki hava nakað bókmentaligt tíðarrit í Føroyum, tað verið seg á pappíri ella á heimasíðu, eitt alment stílað tíðarrit, sum t.d. umrøður og nýtulkar eldri føroyskar bókmentir, og sum viðger og ummælir nýggjari føroyskar bókmentir. Eg royndi herfyri at gera mær eina leysliga mynd av støðuni í okkara grannalondum og var ovfarin at síggja, at í Danmark hava tey í hvussu er 17 bókmentalig tíðarrit, í Svøríki 15 og 8 í Norra. Har hava tey eisini bókmentaportalar, t.d. danska litteratursiden.dk, Forfatterweb o.a.

Eg eri ikki millum teirra, sum siga, at føroysk mentan og list hevur tað útmerkað. Í øllum førum ikki tá talan er um miðling og útbreiðslu av føroyskum bókmentum, tí har er støðan út av lagi ring. Eg kenni ikki støðuna í skúlaverkinum, men vónandi er bókmentafrálæran har ikki framvegin kommateljing, sum ein frekur Jógvan Isaksen kallaði hana í 1980’árunum. Bókasøvnini eiga í hvussu er lítið at gera gott við, og vánaliga støðan hjá almennu og privatu miðlunum er alkend. Hetta verið ikki sagt fyri at undirmeta týdningin sum tíðarritið Vencil, Listabloggurin ella útvarpssendingin In Mente hava. Og eg havi heldur ikki gloymt bókmentasøguna, sum er í ferð við at koma út. Eg meini bara, at tað átti at verið meira.
Tað verður ofta sagt, at tað verður ov lítið ummælt í Føroyum, og ivaleyst er hetta so. Vit hava helst øll eina hóming av, hví so man vera. Kanska hevur tað týdning, at vit liva í einum lítlum samfelag, og at vit tí ikki hava tað rásarúm, sum tey hava í størri londum, tá tað kemur til at orða seg alment.
Vit keglast heldur enn at kjakast.
Onkuntíð hevur eisini verið nevnt, at tað kemur so lítið út av føroyskum bókmentum, at tær nøkta ikki allan lesitørvin, og at tað sum kemur, tí ikki eigur at verða køvt við hesum, sum summi halda er háfloygdur og viðhvørt óstortsligur og óviðkomandi kritikkur. Jógvan Isaksen, sum hevur ummælt nógv og skrivað um at ummæla og vera ummælari í Føroyum, nevnir eisini vanligt leti sum eina forkláring.
Eg fái meg í øllum førum illa at trúgva grundgevingini, at vit í okkara framkomna og ríka samfelag ikki hava ráð at hava ummælarar. Hetta er heilt vist meira ein spurningur um raðfestingar.
Nú var eg nokk so neiligur í áðni, men eg fari at loyva mær at leggja aftrat, at tað ger ikki støðuna betri, at tað almenna og politiska skipanin sum heild tykist leggja so lítið í mentan og list. Tað eggjar í hvussu er ikki øðrum at kýta seg.
Ummæli eru í sjálvum sær áhugaverd, tí tey eru at rokna sum ein sjálvstøðug bókmentalig sjangra. Tey siga ikki bara nakað um bókmentirnar, men eisini nakað um móttøkuna av bókmentunum, og tey eru tí týðandi íkast til receptións – ella móttøkugranskingina, sum hevur vunnið so nógv fram í okkara grannalondum, men tykist eitt sindur forsømd her hjá okkum.
Vitanin um hendan týdningin, sum bókaummæli eisini kunnu hava, hevði uttan iva kunnað verið við til at økt um hugin at skriva verulig og góð ummæli. Væl vita vit, at lesarin ikki letur seg stýra, men lesur tað henni dámar, sum oftast uttan mun hvat ummælarin mælir til. Og júst her eru vit stødd á markamótinum millum bókmentir, tá ið tær verða uppfataðar sum mentanargripir, og tá ið tær hinvegin verða uppfataðar og brúktar sum vanligt lesitilfar.
Tað átti at verið greitt, at tá talan er um bókmentir, ber ikki til at máta alt við somu alin.
Tað nýtist heldur ikki at vera so, at alt sum verður skrivað og givið út skal skara framúr, vera originalt og nýskapandi. Tað snýr seg líka nógv um lesiupplivingina, sum kann vera so ymisk, alt eftir hvørji vit og ummælararnir eru.
Her eru vit eisini við kjarnuna í bókasavnsvirksemi, sum snýr seg um at finna rætta lesnaðin til rætta lesaran. Og tá hugsa vit í brúkshøpi heldur enn um mentanarliga beturvitan. 
Um tað kanska ikki verður ummælt so nógv, so hava vit havt og hava framvegis góðar føroyskar ummælarar. Eg kann nevna eitt nú M. A. Jacobsen, Chr. Matras, Rikard Long, William Heinesen, Gunnar Hoydal, Hanus Kamban, Carl Johan Jensen, Turið Sigurðardóttir og áður nevnda Jógvan Isaksen, sum eitt tíðarskeið var okkara virknasti blaðummælari.
Og tað, sum hesir ummælarar skriva, er ikki tað bera skammrós, kann eg heilsa og siga.  Nógv av ummælunum eru prentað í tíðarritum, t.d. Varðanum og Brá, og tað vil siga, at tey hava ikki verið tøk sjálvan dagin, tá bókin kom út, og hava neyvan heldur verið lisin stórvegis av tí vanliga fólkinum, um vit kunnu tosa um slík. Men tey eru ein rík kelda til kunnleika um okkara bókmentir, bókentarák, bókmentakjak og okkara bókmentafatan í undanfarnum tíðum. So her hava vit í hvussu er nakað at gera burturúr.
Her at enda sleppi eg ikki undan at koma inn á tær broytingar, sum nýggju miðlarnir og internetið hava við sær, ikki minst tá ið tað snýr seg um at ummæla. Nú nýtist tær ikki longur at verða biðin at ummæla. Nei, øll kunnu skjótt og lætt stovna sín egna netmiðil og gera vart við seg um bæði hetta og hitt. Nú verður ikki longur bara ummælt í tíðarritum og bløðum, men á heimasíðum, í bloggum, á portalum og í sosialu miðlunum, sum tað stendur øllum frítt at lesa. Hvønn týdning hesi lesara- ella brúkaraummæli fara at fáa fyri miðling og útbreiðslu av kunnleika um bókmentir stendir eftir at meta um.
Og lat meg so til allarseinast nevna, at eg haldi meg síggja ein øktan áhuga fyri lesing. Dømi um hetta eru eitt nú lesibólkarnir, sum stinga seg upp í stórum tali. Fólk leita nú eftir lesiupplivingum í eini tíð eyðkend av flákri. Lat ikki hetta høvið at gera vart við okkara egnu bókmentir gleppa okkum av hondum.

Fyrilestur hildin á Mentanarnáttini, fríggjadagin 7. juni 2013 kl. 19.00, á Landsbókasavninum: Ummæli av føgrum bókmentum.

Erhard Jacobsen