Thursday, September 20, 2012

Tá ivin heldur kjaft...


M.A.Jacobsens virðislønarhátíðarhaldið var útvarpað. Suni Merkistein greiddi frá hátíðarhaldinum, ið byrjaði við, at Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini í Tórshavnar Býráð beyð vælkomin. Hann helt røðu um M.A.Jacobsen og um søguna hjá virðislønunum. Hann helt, at barnamentanarheiðurslønin hevur serliga stóran týdning. Síðani framførdi Kári P tveir sangir meðan vit sótu spentar við radioapparatið og gitaðu og ivaðust og gittu og grundaðu. Eg dugi sjáldsama illa at gita Emmuvirðislønir og giti næstan altíð skeivt, men so kom endiliga løtan, tá okkum ikki nýttist at gita meira. Tí Vár í Ólavstovu grundgav fyri valið av ársins virðislønarmóttakara og Heðin Mortensen gav Jóanesi Nielsen heiðurslønina. Hann helt eina áhugaverda røðu, har hann m.a. leit aftur á seinastu ferð, hann fekk M.A.Jacobsen fyri Pinnabrenni til sosialismuna í 1984. Malan Marnersdóttir grundgav fyri hví Eivind Weyhe fekk virðislønina fyri yrkisbókmentir og síðan var okkurt tekniskt brek, men Jens-Kjeld Jensen helt eina eyðmjúka takkarrøðu, har hann royndi at vera álvarsamur, men fólk flentu at øllum loppunum og lýsnum, sum hann reypaði av. Hann takkaði konuni, Maritu, sum tekur sær av heimasíðuni hjá teimum og takkaði øllum føroyingum og Tórshavnar kommunu og nýtti høvið at brigsla Eiðis Kommunu og Sands Kommunu fyri náttúrudálking. Jógvan Arge greiddi frá um Dramaverkstaðin hjá Hjørdis Johansen og so vistu vit hvør fekk ta virðislønina. Hjørdis Johansen takkaði fyri virðislønina og segði, at heiðurin hevði stóran týdning, og so takkaði hon teimum mongu næmingunum, sum hava gingið á Dramaverkstaðnum tey 15 árini, verkstaðurin hevur verið til. Síðani greiddi hon frá virkseminum á verkstaðnum og gav okkum eitt innlit í sínar dreymar um útbúgvingarmøguleikar innan leiklist og at enda spældi Kári P tveir sangir, m.a. Hinumegin Ringvegin.

Tilsamans fýra virðislønir vóru latnar í ár. Tríggjar virðislønir vóru latnar í navni M. A. Jacobsens, 
fyri fagurbókmentir: Jóanes Nielsen fyri Brahmadellarnar 2011
fyri yrkisbókmentir: Eivind Weyhe
fyri mentanaravrik: Jens-Kjeld Jensen
Barnamentanarheiðurslønin var latin: Hjørdis Johansen


Til lukku!