Sunday, September 2, 2012

Matisseframsýning í Keypmannahavn

Liggur leiðin til Keypmannahavnar komandi tíðina, kann viðmælast at fara ein svipp inn á Statens Museum for Kunst, har tey í løtuni hava eina Matisse framsýning. Hetta er avgjørt ikki fyrstu ferð, Matisse er á skránni í SMK, men framsýningin er áhugaverd og fevnir um fleiri verk enn tey, sum SMK eigur. Eitt nú hava tey lænt verk frá Centre Pompidou í Paris og Metropolitan í New York. Framsýningin hevur heitið: "Matisse - fordobling og variation", ið millum annað sipar til, at ymiskar variatiónir av somu mynd verða framsýndar. Eins og nógv onnur listafólk, endurtók Matisse ofta ávís myndevni í ymiskum myndum og tá tær hanga við síðuna av hvørjari aðrari ber áskoðarin eyga við áhugaverdar munir og líkheitir, sum siga eitt sindur um hugsunarháttin hjá listamanninum, hvussu hann alla tíðina foreinklar og forbetrar myndina. Framsýningin í SMK varir til 28.oktober.

http://www.smk.dk/udforsk-kunsten/udstillinger/matisse-fordobling-og-variation/