Thursday, August 16, 2012

Rithøvundakvøld





Mánakvøldið 27. august kl. 19.30

Í samstarv við Rithøvundafelag Føroyar skipar Norðurlandahúsið fyri rithøvundakvøldi við danska yrkjaranum Søren Ulrik Thomsen umframt Carl Jóhan Jensen og Oddfríði Marna Rasmussen. Inger Smærup Sørensen verður orðstýrari.

Ókeypis atgongd
Søren Ulrik Thomsen (1956), er við sínum sansaligu og knívskørpu yrkingum ein av størstu donsku rithøvundum. Hann hevur skrivað eina røð av yrkingingarsøvnum, seinasta er “Rystet spejl”, sum kom út í 2011. Í yrkingunum flyta nærvera og frávera, skilnaður og aftursjón, fortíð og nútíð seg aftur og fram í einum bæði óendaliga fløktum og leikandi løttum spæli, har sannkenning og kenslur, tíð og rúm støðugt skapast og endurskapast.