Friday, August 31, 2012

Hansina Iversen prýðir Leirvíkar Skúla

Við tí fyri eyga at gera listina til ein náttúrligan part av gerandisdegnum, hevur Eysturkommuna avgjørt, at eitt prosent av byggikostnaðinum av kommunalum byggiætlanum, skal brúkast uppá list. Nýggi tilbygningurin til Gøtu skúla var tann fyrsta prýðingaruppgávan, sum kommunan við fakligari vegleiðing bað listamannin, Tummas Jákup Thomsen um at gera síðsta summar. Í summar hevur Hansina Iversen prýtt nýggja tilbygningin í Leirvíkar skúla.

Vit halda, at børnini í Eysturkommunu eru sera heppin. Hyggið bara her.








Thursday, August 30, 2012

Rannvá Holm Mortensen sýnir fram í Århus


Rannvá Holm Mortensen hevur í løtuni framsýning í Aarhus Kunstbygning og tað er í hesum sambandi, at danska listheimasíðan www.kunsten.nu skrivar um listakvinnuna: "Isbjørne, Anders And og Dronningen er alle motiver i Rannvá Holm Mortensens kollageværk Communication, hvor hun leger med det humoristiske og seriøse i en diskussion om den politiske situation på Færøerne. I hendes andet store kollageværk, Der skal komme Dage, drager hun paralleller mellem historien, kunsthistorien, socialismen og arbejder-bevægelsen i drømmen og troen på et nyt ståsted for fællesskabet...". Lesið restina av tekstinum og síggið myndir frá framsýningini her:

http://www.kunsten.nu/artikler/artikel.php?rannva+holm+mortensen+betragtninger+og+dr%C3%B8mme+aarhus+kunstbygning

Wednesday, August 29, 2012

Altartalvumyndir




Torbjørn Olsen er aftur farin í holtur við at mála eina altartalvu til eina danska kirkju og aftur hesa ferð er tað beiggi listamannin, grafikarin Marius Olsen, sum stendur model í leiklutinum sum Jesus. Myndevnið er av nátturanum í Emmaus áðrenn Jesus fer til himmals. Teir báðir, Andrias Andreassen og Bruno Mikael Eysturstein standa model sum lærusveinarnir og Bruno hevur tikið nakrar fínar svarthvítar myndir í atelierinum, sum vit seta inn her saman við avvarðandi bíbliuteksti.



13Tveir av teimum fóru sama dagin til bygd, ið æt Emmaus og var 60 stadiur frá Jerúsalem.14Teir tosaðu hvør við annan um alt hetta, ið hent hevði.15Meðan teir nú tosaðu saman og spurdu hvør annan, kom Jesus sjálvur til teirra og fylgdist við teimum.16Men eygu teirra vórðu hildin aftur, so teir kendu Hann ikki.17Hann segði við teir: "Hvat er tað, tit tosa um hvør við annan, meðan tit ganga?" Og teir stóðu sorgarfullir.18Annar teirra - hann æt Kleopas - svaraði Honum: "Ert Tú einsamallur so fremmandur í Jerúsalem, at Tú veitst ikki, hvat har hevur hent hesar dagar?"19Hann spurdi teir: "Hvat tá?" Teir svaraðu Honum: "Tað við Jesusi úr Nazaret, sum var profetur, mektigur í verki og orði fyri Gudi og øllum fólkinum,20og hvussu høvuðsprestarnir og ráðharrar okkara hava givið Hann upp til deyðadóm og krossfest Hann.21Vit vónaðu, at Hann var tann, ið skuldi endurloysa Ísrael; men tó - oman á alt hetta er í dag triði dagurin, síðani hetta hendi.22So hava eisini nakrar av kvinnum okkara gjørt okkum ovfarnar. Tær vóru tíðliga í morgun við grøvina23og funnu ikki likam Hansara; so komu tær og søgdu, at tær høvdu sæð sjón - einglar, sum høvdu sagt, at Hann livir.24Nakrir av teimum, ið við okkum vóru, fóru tá út til grøvina og funnu tað so, sum kvinnurnar høvdu sagt; men Hann sóu teir ikki."25Tá segði Hann við teir: "Tit lítið hugsandi og trekhjartaðu at trúgva øllum tí, ið profetarnir hava talað!26Átti Kristus ikki at líða hetta og so fara inn til dýrd Sína!"27Hann byrjaði nú frá Mósesi og frá øllum profetunum og útlegði fyri teimum tað, sum í øllum skriftunum var sagt um Hann.28Nú nærkaðust teir bygdini, ið teir fóru til, og Hann lætst, sum Hann ætlaði Sær longur.29Tá noyddu teir Hann og søgdu: "Verð hjá okkum, tí tað líður at kvøldi, og dagurin hallar!" Tá fór Hann inn at vera hjá teimum.30Táið Hann so sat til borðs við teimum, tók Hann breyðið, signaði og breyt tað og gav teimum.31Tá vórðu eygu teirra latin upp, og teir kendu Hann; men so hvarv Hann teimum úr sjón.32Teir søgdu nú hvør við annan: "Brann ikki hjartað í okkum, táið Hann talaði við okkum á vegnum og læt okkum upp skriftirnar!"33Og teir reistust í sama tíma og fóru aftur til Jerúsalem; har funnu teir hinar ellivu savnaðar, og teir, ið við teimum vóru. Teir søgdu34"Tað er satt, at Harrin er risin upp - Hann er sæddur av Símuni!"35Tá søgdu teir frá tí, sum hent hevði á vegnum, og hvussu Hann varð kendur av teimum, táið Hann breyt breyðið.36Meðan teir nú tosaðu um hetta, stóð Hann sjálvur mitt ímillum teirra; og Hann segði við teir: "Friður veri við tykkum!"37Tá óttaðust teir og ræddust og hildu, at tað var anda, teir sóu.38Men Hann segði við teir: "Hví ræðast tit, og hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara?39Hyggið hendur Mínar og føtur Mínir, at tað eri Eg sjálvur! Nemið við Meg og síggið! Andi hevur jú ikki hold og bein, sum tit síggja, Eg havi!"40Táið Hann hevði sagt hetta, vísti Hann teimum hendur Sínar og føtur Sínar.41Og táið teir ikki trúðu enn - fyri gleði - og undraðust, segði Hann við teir: "Hava tit okkurt etandi her?"42Tá góvu teir Honum stykki av steiktum fiski og nakað av hunangskøku.43Hann tók tað og át tað fyri eygum teirra.44Og Hann segði við teir: "Hetta eru orð Míni, sum Eg talaði við tykkum, meðan Eg enn var hjá tykkum, at alt mátti ganga út, sum skrivað er um Meg í Móselóg, profetunum og sálmunum."45So læt Hann upp vit teirra, so teir skiltu skriftirnar.46Og Hann segði við teir: "So er skrivað, at Kristus skuldi líða og triðja dagin rísa upp frá hinum deyðu,47og at í navni Hansara umvending og syndafyrigeving skal verða prædikað fyri øllum fólkasløgum, og byrjast í Jerúsalem.48Tit eru vitni um hetta.49Og Eg sendi yvir tykkum tað, sum Faðir Mín hevur lovað; men tit skulu verða í staðnum, inntil tit verða latnir í kraft av hæddini."50So fór Hann við teimum út móti Betania; Hann lyfti nú upp hendur Sínar og signaði teir.51Og í tí Hann signaði teir, skiltist Hann frá teimum og varð tikin upp til Himmals.52Tá tilbóðu teir Hann og fóru aftur til Jerúsalem við stórari gleði.53Og teir vóru altíð í templinum, og prísaðu Gudi.








Tuesday, August 28, 2012

MÁLNINGAR

Eftir Alexandur Kristiansen
 
Eg helt, at tað regnaði og at tað var orsøkin til, at myndirnar vóru so
kornutar. Men kanska fór eg skeivur, kanska ræður tað bara um at pakka
kuffertið rætt. Og tað er ikki bara sum at siga tað. Eg sá eina røð av
sjálvsmyndum fara framvið málaðar í olju, tjúkt var smurt uppá í støðum,

meðan skavað var aðrastaðni, so eg fekk eina kenslu av, at eg hevði
staðið har alt ov leingi og hugsað alt ov skjótt. Tá kom sólin undan heilt
har niðri í einum horni og ljósið setti inn í kroppin eins og fuglar í einum
tómum verksmiðjubygningi.

Tá brádliga sá eg myndir av sjónum, myndir av bátum langt burturi,
har var eisini ein mynd av einum vita og greinaverkinum í einum gomlum
urtagarði, sum stóð tigandi í myrkrinum. Og har vóru hús dagandi upp
móti svørtu luftini.

Men á middegi fór at kava.

Og nú eg havi skrivað hetta, tykist tað, sum havi eg skrivað tað við
bókstavum so løgnum, sum bert sálmar eru skrivaðir við á upprunamálinum.
Um myrkar nætur og pietistiskar kvøldsetur; men sum á føroyskum
einans kunnu umsetast til ljóslivandi festivalar ella oljugrundaðar
undirlutakenslur.

Tí er tað, at tað gráa ber á blátt í hesum myndum, tú sært ein seinnapart
á vetri.

 

 

                                                                                  

Monday, August 27, 2012

RANNSÓKNARFARAR


Eftir Alexandur Kristiansen

Eg hevði staðið har so mangan áður úti á Skinnaraskeri, nú sat eg har
skóleysur og læt aldurnar skola um føturnar. Hosurnar hevði eg stappað
niður í skógvarnar, sum eg hevði sett nakað niðanfrá, at teir ikki skuldu
verða tiknir út av havsins fløðandi alfabeti.

Tá bar eg eyga við trý skýggj, sum komu rekandi inn av havinum, og eg
hoyrdi aldurnar suffandi boða frá hesum fremmandu nøvnunum: Nina,
Pinta og Santa Maria. Og eg visti, at eg hereftir noyddist at læra meg at
stava hesi nýggju orðini sum dagliga rundaðu Stongina og kastaðu
akker á teimum føroysku firðunum.

Nærri og nærri komu tey, so eg reistist og læt meg í um føturnar.
Eg las hesi nýggju orðini eina ferð aftrat og fór til gongu. Eg gekk upp
einar trappur og avgjørdi meðan eg gekk hvønn lit tær skuldu hava.
Eg gekk fram við kirkjuni og ivaðist, um eg skuldi fara at ringja. Eg
gekk fram við tinghúsinum, men har var tøgn. Og so steig eg inn í
stóra keypsskálan.

Har óku innkeypsvognarnir millum brattar hillar og glitrandi vørur,
inn í ein heim, sjómenn einki vita um, og tá vit troyttast, kunnu vit seta
vognarnar frá okkum í onkrum innviki og fara upp í matstovuna at
keypa dagsins rætt.

Innkeypsvognarnir eru smá skip, sum vit føra, uttan ljóð, tað er ikki
neyðugt at siga so nógv. Vit sigla framvið Borðuni og leggja stilt í
Brandansvík, taka eina glógvandi vøru fyri og aðra eftir og leggja hana
í vognin til hinar vørurnar. Okkum nýtist hesar vørur. Epli, kaffi og
fótonglar av ymiskum slag.

Soleiðis sættast vit við lívið. Soleiðis verður málið ein silkimjúk lína
vit lesa okkum eftir. Eg blundi eina løtu og sigi so við meg sjálvan, at
litirnar havi eg ið hvussu er sjálvur valt.

Og alsamt nærri koma skýggini.

Og at enda eru ongar trappur longur, eingir litir, ið øsa teg, eingin klokka
ið sigur, at tú skalt skunda tær, einans hin gráa hellan, ið strekkir seg heilt
inn í allar framtíðar keypsskálar. Og Amerika, ið enn einaferð
finnur Columbus.

 

Sunday, August 26, 2012

Hjarta





Ofta hör jag skrapa i min egen mun en röst
Och blekt är omkring allt

Tre gånger har jag sett mitt hjärta
Det var inifrån, Genomlyst
I springan mellan två ben


Yrking: Ann Jäderlund
Mynd: Heiðrik á Heygum

Saturday, August 25, 2012

Longsul eftir summarnáttini



Líka síðani filmin "Passasjeren" hjá Sakaris Stórá frá 2009 hava vit glett okkum. Alt summar hava vit glett okkum og vónirnar hava ment seg til longsul, og nú kunnu vit næstan ikki bíða meira. Tí “Passasjeren” var ein so poetiskur, sterkur, djúpur og hugtakandi filmur, at vónirnar til “Summarnátt”, sum er fyrsti føroyski stuttfilmurin hjá leikstjóranum, eru øgiligar. Men umframt at hava einastandandi ans fyri myndum, máli, huglagi og frásøgn, hevur Sakaris Fríði Stórá eisini fullvísan ans fyri tí loyndarfulla og hevur tessvegna ikki avdúkað nakað yvirhøvur um nýggja filmin inntil nú.
 
Vit vita bara, at Summarnátt er ein ungdómsfilmur við tveimum gentum í høvuðsleiklutunum. At leikararnir vórðu funnir umvegis eina audition. At filmurin er filmaður á Sandoynni við einum øgiliga lítlum toymi og at øll í toyminum vóru føroyingar uttan fotografurin, sum var úr Belgia. At Mikael Blak hevur gjørt tónleikin til filmin, og at tónleikurin er tikin upp hjá Benjamin Petersen í Gøtu. At filmurin í stuttum snýr seg um kærleika, vinarlag og kanska serliga tað smølu gjónna millum kærleika og vinarlag, og at filmurin í mun til nógv annað ungdómstilfar, ongar pedagogiskar ella moralskar peikifingrar hevur um hvat er rætt ella skeivt.

Tessvegna eru vit ovurfegnar um, at Sakaris Fríði Stórá vildi svarað uppá nakrar spurningar, so at eitt sindur av okkara stóra forvitni verður nøktað áðrenn longsulin eftir Summarnátt endiliga finnur ró, tá filmurin verður frumsýndur á Sandoynni síðst í septembur ella fyrst í oktobur. Leikstjórin vónar, at filmurin eisini verður vístur í Havn.


Hví er kærleiki so gott evni í filmum?

Kærleiki er nakað, sum tey flestu kunna relatera til. Tað er nakað, ið upptekur okkum nógv sum menniskju. Onkur vildi enntá sagt, at kærleiki er tað sum ger okkum til menniskju.
So tað er helst av hesi orsøk, at kærleiki hóskar so væl til film. Tað gera øll evni, sum eru fundmental í okkara tilveru.

Ber til at siga nakað nýtt um kærleika?

Fortreytin fyri eini kærleikssøgu er ikki "drongur fann gentu og tey livdu eydnusom saman í allar ævir". Kærleiki hevur nógvar nuansur. Og tað finnast so nógv sløg av kærleika. Tað er eisini kærleiki, tá alt fer í hundarnar í sjálvari leitanini eftir kærleikanum.

"Summarnátt" snýr seg ikki bara um kærleika, men eisini vinarlag, og kanska serliga ta ofta ódefinerandi gjónna millum vinarlag og kærleika. Tað er har, tað gerst spennandi.
Filmur snýr seg ikki um hvørjar søgur mann sigur, men heldur, hvussu mann sum leikstjóri velur at siga tær.
 

 Hví velur tú at gera ein ungdómsfilm?

Summarnátt brýtur eitt sindur frá filmunum, eg fyrr havi gjørt, ið snúgva seg um einsamallar einarar, ið liva sítt friðarliga lív. Hesin filmurin snýr seg um tvær 16 ára gamlar vinkonur.

Eg vildi fegin bróta eitt sindur frá teimum søgunum eg fyrr havi fortalt, sjálvt um frásagnarstílurin enn er eitt sindur tann sami. Men eg haldi, at ungdómsfilmar eru áhugaverdir. Tað er áhugavert at greiða frá einum aldursbólki, sum stendur á gáttuni til tað vaksna lívið. Tilverufatanin og sjálvsuppfatanin broytast konstant, og alt er onkusvegna meir spennandi, tá man er 16 ár og sæð úr einum filmsligum frásagnarhorni, er hetta gull.

"Ungdómsfilmur" merkir í hesum førinum bara filmur um ungdóm. Eg rokni við, at øll sum einaferð hava verið ung, kunna relatera minst líka sterkt til filmin, sum tey, ið enn eru ung.



Um tað pedagogiska og moralska er lagt á hyllina, á hvønn hátt ynskir tú so at samskifta við ung fólk og við okkum, sum hava verið ung?

Øll ung fólk hava gjørt ymiskt ábyrgdarleyst og hava tikið avgerðir sum ikki neyðturviliga eru rættar. Tað er ein partur av ungdómslívinum. Og tað hevði verið óerligt um eg gjørdi ein film um ungdómar sum bara gjørdu tað rætta og sum angraðu alt tað skeiva og frávikini.

Eg iriterist ofta um, at ein stórur partur av ungdómstilfari altíð talar niður til lesaran/áskoðaran, heldur enn at samskifta við tey í eygnahædd. Og tað ber ikki til um ein peikifingur altíð skal vera hevjaður og fortelja fólki hvussu umráðandi tað er at uppføra seg pent og at angra síni mistøk.

Sum filmskapari er mín uppgáva at siga søgur, mín uppgáva er ikki at siga fólki hvat er rætt og hvat er skeivt. Eg lýsi bara nakrar hendingar og nakrar kenslur, og so kunna áskoðarinir sjálvir gera sær eina meining um tingini.Ein stuttfilmur blívur so øgiliga stuttur, um hann ikki livir víðari í tonkunum hjá áskoðarunum aftaná, at rulliteksturin er liðugur.

Ger tað stuttfilmin meira áhugaverdan, at hann í størri mun leggur upp til ein opnari form og eru nakrir listarligir møguleikar í stuttfilmi, sum ikki eru í longri spælifilmum?

Tað sum er mest spennandi við stuttfilmi, er at tað eru so nógvir mátar at siga ein stuttfilm. Í einum stuttfilmi hevur man leysari teymar og størri frælsi til at úttrykkja seg listarliga. Ein longri spælifilmur skal lúka nakrar ávísar treytir, bæði í bygnaði og útrykkið. Annars er eingin áhugaður í at fíggja hann. Men tað er avbjóðandi at skriva ein góðan stuttfilm. Ein hevur sera stutta tíð til at etablera søguna, støðini, leiklutirnar og stemningin. Og tað er eisini ringt at siga eina góða søgu uppá stutta tíð í filmi. Óansæð, so er tað ein avbjóðing sum mær dámar, og við "Summarnátt" haldi eg ikki at eg havi valt at loypa upp um garðin har hann er lægstur.

At filmarnir, eg geri, eru nokkso opnir til tulkingar, er nokk bara tí mær sjálvum dámar filmar sum ikki eru yvirfrásagdir. Og ein 10 minuttir stuttfilmur sum kann liva víðari í tonkunum á áskoðarunum, er altíð betri enn ein langur spælifilmur sum er gloymdur tá ljósini í biografinum tendra.

Kanst tú nevna nakrar filmsskaparar, sum hava týdning fyri úttrykkið ella frásagnarháttin í Summarnátt?

Um eg skal nevna nakrar filmskaparar, sum hava inspirerað meg til Summarnátt, eru tað helst Rúnar Rúnarsson, Lynne Ramsey og Christina Rosendahl, ið øll eru lutfalsliga ung filmslistarfólk, sum hava gjørt stuttfilmar um ungdóm. Men eg eri eisini inspireraður av eldru filmunum hjá Roy Andersson og Lukas Moodysson, og so sjálvandi eisini Dekalog røðini hjá Kieslowski

Har eru fleiri norðurlendsk nøvn. Finst nakað serligt eyðkenni fyri norðurlendska filmslist?

Ja, tað haldi eg. Innan norðurlendskan stuttfilm hava nógvar nærlagdar karakterfrásagnir verið, sum eisini eru merktar av einum sera væl gjøgnumførdum estetikki. Mær dámar væl ta norðurlendsku realismuna, sum er eitt sindur grovkornað, samstundis sum hon alíkavæl er sera vøkur. Evnini eru ofta seksualitetur og samleiki, lagt fram á realistiskan men allíkavæl poetiskan hátt. Tað er ikki mín lutur at definera tað, sum onnur gera og hvat eg sjálvur geri, men eg haldi, at tað er okkurt serstakt við nógvum norðurlendskum stuttfilmum. Kanska fólk eru troytt av at síggja filmar um stórhendingar og hetjur, og heldur vilja síggja eina reflektión av teimum sjálvum og tí samfelagnum, tey liva í. Vónandi er tað so.








Og at enda. Sambært onkrum, sum tú hevur sagt, hevur hugurin til at filma á Sandoynni verið sera lítil.
Men nú skuldi tað vera Sandoy allíkavæl. Hví?

Ymsar grundir eru til tað. Aftaná nøkur øgiliga fávitskut og tápulig politisk úttalilsir í vetur, setti eg mær mestsum fyri, at eg ongantíð í lívinum skuldi filma nakað á Sandoynni. og allarminst í Skopun. Eg hevði heilt erligt fatanina av, at list veruliga var óynskt her suðuri og at tað tískil hevði verið tápuligt at roynt at skapa nakað her. Men soleiðis var tað ikki allíkavæl. Eg fekk ótrúliga nógvan stuðul frá bygdini og oynni, sum hevði við sær, at tað brádliga kendist natúrligt at filma á Sandoynni. Øll sum eg spurdi um hjálp til eitthvørt vóru fús til at hjálpa eftir førimuni. Bæði einstaklingar og fyritøkur.

Sandoyggin hevur eisini tann fyrimunin, at hon er ikki er so øgiliga markant visuelt í mun til nógv onnur støð í Føroyum. Tú fært brúkt náttúruna á Sandoynni, uttan at alt sær út sum eitt postkort. So tú kanst skapa vakrar føroyskar myndir uttan at landslagið fær ein ov stóran leiklut. Fjarstøðan á Sandoynni er eisini stutt. Sandoyggin var perfekt til henda stuttfilmin, og nógvar filmsframleiðslur høvdu havt gott av at verið filmaðar her. Fyribils er ætlanin at filma mín næsta stuttfilm á Sandoynni. Tað hevði verið positivt um lokalpolitikararnir høvdu roynt at fjálga um verandi umstøður og teir møguleikar, sum Sandoyggin hevur, heldur enn at brúka tingsins røðarapall til at hunddálka tey sum royna at skapa nakað, og harvið taka hugin frá fólki til at skapa nakað á oynni. Tað hevði tænt øllum væl. Men politikkur er ikki mítt kall. So ta uppgávuna kunnu tey fólkavaldu hava í frið fyri mær.



(IS)

Friday, August 24, 2012

Úr The Tempest


    Be not afeard; the isle is full of noises, 
Sounds and sweet airs, that give delight and hurt not. 
Sometimes a thousand twangling instruments 
Will hum about mine ears, and sometime voices 
That, if I then had waked after long sleep, 
Will make me sleep again: and then, in dreaming, 
The clouds me thought would open and show riches 
Ready to drop upon me that, when I waked, 
I cried to dream again. 

Tekstur: William Shakespeare, úr The Tempest
Mynd: Marius Olsen

Thursday, August 23, 2012

Listanátt í Helsinki


Í kvøld er listanátt í Helsinki við yvir 200 listatiltøkum á skránni. Vit nevna tað bara her, tí vit hildu hesa myndina vera inspirerandi...

Tíðindaskriv: Stór listauppboðssøla í Østrøm




Hóskvøldið 30. august 2012 kl. 19.00 letur framsýningin hjá LGBT Føroyar aftur. Samstundis verður skipað fyri stórari listauppboðssølu við listaverkum hjá m.a. Beintu av Reyni, Heiðriki á Heygum og Hansinu Iversen, har allar inntøkurnar fara óskerdar til arbeiðið hjá LGBT Føroyar.
Í umleið ein mánaða hevur slóðbrótandi vísinda- og listarlig framsýningin, “Hvat er natúrligt?” verið opin í Østrøm. Framsýningin tvinnar altjóða vísindagransking saman við føroyskari og norðurlendskari list í eini roynd at lýsa sam- og tvíkyndleika millum norðurlendsk djór. Tað er rørslan LGBT Føroyar, ið hevur skipað fyri framsýningini, ið hevur verið serstakliga væl vitjað av bæði føroyingum og ferðafólki.

Hóskvøldið 30. august 2012 kl. 19.00 letur framsýning aftur fyri seinastu ferð. Samstundis verður skipað fyri stórari uppboðssølu í hølinum hjá Østrøm, har møguleiki verður fyri at ogna sær eitt petti av føroyskari lista- og LGBT søgu.

Á uppboðssøluni verða listaverk hjá hesum listafólkum seld til hægst bjóðandi: Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Annika Arge Gregoriussen, Bartosz Kosowski, Beinta av Reyni, Devon Doss, Ditte M. Joensen, Hanni Bjartalíð, Heiðrik á Heygum, Hansina Iversen, Hrafnkell Sigurðsson, Marianna Mørkøre, Marius Dam Christophersen (aka Marius Listamaður), Michelle Kondrich, Nerf Herdis Jakobsen, Noah Patrick Pfarr, Rannvá Holm Mortensen og Silja Strøm.
Ein sær tey ymisku listaverkini her: http://lgbt.fo/?page_id=2076

Ein samd nevndin í LGBT Føroyar sigur, at tey eru givin at goyma nakað inni í skápinum, og tí skal alt út, nú framsýningin endaliga letur aftur. Umframt listaverkini, fara tí plantsjur (plakatir) við citatum og vísindaligum fakta frá framsýningini eisini á uppboðssølu. Øll søla er bindandi og allar inntøkur fara óskerdar til áhaldandi arbeiðið hjá LGBT Føroyar at skapa javnrætt og størri tolsemi í Føroyum.
Aftaná uppboðssøluna verður ”Out Night” aftur á skránni í Sirkus. Eins og vanligt er hetta afturvendandin tiltakið hjá LGBT Føroyar ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

 LGBT Føroyar

 

 

Wednesday, August 22, 2012

Eitt monument yvir tilverunnar sorg og kærleika...



"Room" hjá Eivør Pálsdóttir á so mangan hátt ein óvanlig útgáva. Hon er eitt nú óvanliga fjølbroytt. Fløgan tykist eitt sindur popput í støðum, men hon er eisini rokkut, hon er lokal, global, upprunalig, sofistikerað, introvert og ekstrovert og nógv nógv annað, men fyrst og fremst er hon heilt ómetaliga rørandi og tá eg sigi rørandi, so meini eg táravátt rørandi heilt inn á sálina. Sangirnir eru sum vakrir skroypiligir knipplingar, ið eru knýttir kring eitt endaleyst dýpi av sakni. Sorgblídni er alt ov avklárað hugtak til tess at lýsa ta kensluna, sum er gjøgnumgangandi í hesi útgávuni. Tí tað er einki at ivast í, at hon snýr seg um órímiliga og hjartanítandi sorg: "I can´t find my way when you´re not around/ I´m lost like a bird astray high above the ground" og "I will sing the songs we knew/ just to feel close to you..". "Room" er ognað pápa Eivør, Páll Jacobsen, sum brádliga doyði fyri hálvum øðrum ári síðani.

Stóra breiddin viðvíkjandi stíli, sum í fyrstani sýnist vera ein meinbogi hjá útgávuni, gerst so líðandi hennara størsta styrki. Ein skuldi annars hildið tað vera eitt nokkso fitt petti ímillum countrysorgblídni, fólkatónleikaligan innileika og so contemporary klassiska kompositión, men á nýggju fløguni megnar Eivør at favna øllum hesum streingjum og meira, og tað væl at merkja uttan, at tað nakrantíð kenst sum um hon roynir at seta seg millum fleiri stólar. Og álvaratos, so tykist tað ikki sum um Eivør situr. Hon hevur reist seg upp í fulla hædd við eini heilskapaðari útgávu, sum tekur lurtaran á bóli. Hetta ger hon við góðari hjálp frá Tróndi Bogason, sum hevur stóran leiklut við tað, hann hevur tikið lut í bæði tónasmíði, framleiðslu og útseting. Vit eiga sjálvandi at nevna øll tey begávaðu og musikalsku fólkini, sum hava lagt teirra orku í fløguna og tað gera vit eisini niðast á blogginum, men fyri fyrst fegnast vit smánationalistiskt um, at fløgan er upptikin í Føroyum í Studio Bloch niðri á Skálatrøð í Havn, og at ein føroyskur listamaður, Heiðrik á Heygum stendur fyri væl eydnaða cover konseptinum. Myndirnar á fløguhúsanum raka tað flótandi, dremakenda og innhugsna huglagið í fløguni, tað er vakurt og óhugnaligt, eitt sindur sum tá Ofelia verður lýst í myndlistini ella í videolagnum til "Where the Wild Rose grow" hjá Nick Cave og Kylie Minogue.

"James and the cold gun" - haldi tað var soleiðis hann kallaðist, ein herlig contry and western pastisja, sum eg sang saman við Paula í Sandagerði einaferð í 80´unum. Tað var sjálvandi tann geniala Kate Bush, ið var upphav til sangin, hann er á meistaraverki hennara "The kick inside" frá 1978. Tað er kanska serliga teir serstøku, høgu nasalu tónarnar hjá tónleikaliga sterku Kate Bush, sum koma til hugs, tá mann lurtar eftir nýggju fløguni hjá Eivør og sjálvandi kemur lurtarin eisini heilt av sær sjálvum at hugsa um Bjørk, sum jú brúkar klassisk ljóðføri saman við elektroniskum ljóði. Ein kundi eisini nevnt allar møguligar veldugar sangarindir, umframt tær nevndu eisini Anisette og Nina Hagen, men mest av øllum komi eg í tankar um Eivør sjálva og hennara egnu fløgur frá teirri fyrstu fínu útgávuni í 2000 hjá tí 17 ára gamla undurbarninum í Gøtu og fram til seinastu útgávuna "Larva", sum kom í 2010, har úttrykkið var eitt sindur myrkari, meira rokkut og elektroniskt.

Jú, vit fáa av sonnum fullan valuta fyri tær 149 krónurnar, sum fløgan kostaði, tá eg keypti hana í handlinum á Glade Hjørn í gjár. Ljóðið er fantastiskt, tónleikurin er framúr spældur, útsetingarnar varðveita integritetin í tónleikinum, tær tykjast vera gjørdar við virðing fyri listakvinnuni og eru næstan sum smáar listarligar pallsetingar, ið eru bygdar upp, undir og kring yrkingarnar. Tónleikaliga er fløgan detaljurík við øllum møguligum akustiskum og elektroniskum ljóðum, hon er so mikið ljóðføgur, at tú eina løtu kanska mistekur teg og heldur hana vera grunna. Tað er hon ikki, hvørki tónleikaliga ella tekstliga. Ein góður vinmaður mín, sum onkuntíð verður kallaður punk-poetur, helt nú ein dagin fyri, at góður poppur hevði ikki verið í útvarpinum, síðan á døgum Abba. Hann kann trygt leggja "Room" á fløguspælaran. "Green Garden" er ein stillur droymandi sangur, har sorgartónin ljómar frá byrjan í vónleysu bønini um at fáa várið aftur. "Rain" er eins kristalklárt og einfalt lag sum sjálvsagda og sanna staðfestingin, at áin er djúp, tá tað regnar. Lekra útsetingin, kórið og vakra røddin hjá Eivør ger sangin til eitt upplagt hitt - tað er hann longu her í húsinum. Síðsta lagið á fløguni byrjar friðarliga, men byggir upp til ein stórslignan og intensan kærleikshásong, sum væl og virðiliga tangerar "Joga" hjá Bjørk. Tónleikaliga er fløgan full av sitatum av allahanda slag frá romantiskum spagettiwesternljóði og Twin Peaks umframt onkrar heilsanir til 60´ara tónleik við vakurt drynjandi sangi og spakuliga brakandi elektroniskum ljóðkrydd. Útsetingin av "Boxes" er stórsligin og dramatisk, men tað krevst sanniliga, skal hon liva upp til Eivør sum sangara. Tað er ikki løgið, at Eivør ofta verður samanborin við eina villa og ógvisliga náttúrukraft, men hon er annað og meira enn tað og tað er fantastiskt at hoyra hana folda út bæði sína raddarprakt og sín suverena og intelligenta musikalitet í "Boxes". Tað sama er í grundini galdandi fyri alla fløguna, sum er eitt monument yvir tilverunnar sorg og kærleika, hon er í heimsklassa. Takk!


TÓNEIKARAR:
Tróndur Bogason: útseting
Derek Murphy: trummur
Mikael Blak: bass
Magnus Johannesen: klaver og rhodes
Gustaf Ljunggren: guitar
Maria Ljósá: kór
Katie Buckly: harpa

LAGALISTI:
1.
Green garden
2. Rain
3. True love
4. Boxes
5
. Wake me up
6. Far away
7. I know
8. Night´s body
9. Room
10.Falling free

Fløgan er upptikin í Studio Bloch í Tórshavn í september 2011 av Jónas Bloch Danielsen.
Ljóðblandað av Addi800 í Room 313 í Reykjavík.
Mastrað av Mandy Parnell í Black Saloon Studio í London.
Fløguhúsi, layout og myndir: Heiðrik á Heygum.
(KP) 

Føroysk listafólk stuðla Pussy Riot

 
Det Ferösche Compagnie

Føroysk listafólk stuðla Pussy Riot

 
Gudmund Helmsdal Nielsen, filmslistamaður

Íslendska umboðið á Liverpoolbienaluni


Hanni Bjartalíð verður við á Liverpoolbiennaluni, sum letur upp 15.september. Umframt hann verða eisini grønlendsk og íslendsk umboð. Sigurður Guðjónsson (f.1975) býr og arbeiðir í Reykjavík, har hann gekk á listaskúla, umframt, at hann eisini hevur útbúgving á Akademie der Bildenden Kunsten in Vienna. Sigurður Guðjónsson er eisini tónleikari og er limur í deyðsmetalbólkinum Cranium. Hetta merkir huglagið í listini hjá Sigurði, sum ofta er óunniligt og mystiskt við fokus á orkuna í náttúruni.  www.sigurdurgudjonsson.net



Tuesday, August 21, 2012

Pussy Riot: Punkbøn




 

Maria Moy Guðs móðir, rek burtur Putin, rek burtur Putin
Maria Moy Guðs móðir, rek hann burtur, vær biðjum teg!

Kirkjulið boyggið knø,
Svartir kjólar erpa sær av gyltum herðaprýði,
Frælsisspøkilsið er farið til himmals,
Gay Pride liggur í fjøtrum og í varðhaldi.
KGB-ovastahalgimennið stígur niður á jørð.
At leiða punkararnar í fangabilar.
Øsið ikki hansara heilagheit, kæru damur.
Haldið tykkum til at elska og eiga børn.

Skræpa, skræpa, henda heilaga skræpa!
Skræpa Skræpa, henda heilaga skræpa!

Niðurlag: 

Maria Moy Guðs móðir.
Ver feminist, vær biðjum teg
Ver feminist, vær biðjum teg.
Signað okkara sár-tvitna bastard-boss.
Lat svartar bilar vísa kross.
Missionerurin kraddar inn.
Ogn og pening skava og vinn.
Við Putin heldur patriarkurin Gundi.
Heldur við Guði hildið hann kundi
Kempa fyri rættindum - gloym halgisið
Mótmæl heilaga moy - kom við!


Skræpa, skræpa, henda heilaga skræpa!
Skræpa Skræpa, henda heilaga skræpa!


Maria Moy Guðs móðir, rek burtur Putin, rek burtur Putin
Maria Moy Guðs móðir, rek hann burtur, vær biðjum teg!

Leysliga eftir ensku versiónini hjá Carol Rumens

Standmyndarokan í fjørðuni í Keypmannahavn



Jú, tey duga eisini í Keypmannahavn... Standmyndin hjá Kim Michael "Zinkglobal - lykilin til framtíðina" verður avdúkað leygardagin á Langelinie, men hevur longu fingið øði í fólk, m.a. arkitekt og professara Christoffer Harlang, sum heldur, at tað er eins og standmyndin roynir at senda fólk apríl ella at tey, sum hava ábyrgdina, t.d. mentanarborgmeistari í Keypmannahavn Pia Allerslev (V), munu hava fingið ógvusligt hitaslag. Havi ikki sæð standmyndina annað enn á mynd í Politiken, men tað tykist sum fer professarin ikki heilt skeivur, tá hann heldur uppá, at standmyndin er amatørkend, óhjálpin og uttan listaligt virði, nú er spurningurin bara, hvørt hon verður sett upp ella ikki. Altso um tað hjálpir nakað hjá at øsa seg. Tað plagar ikki at hjálpa í Havn

Nýggj fløga hjá Eivør: Rúm



Í dag kemur nýggja fløgan hjá Eivør Pálsdóttir, sum hon og maðurin, Tróndur Bogason hava framleitt saman. Fløgan ber heitið Rúm og tey 10 ensku løgini snúgva seg um innari rúm hjá sangskrivaranum, um fjálg barndómsrúm og um tey tómrúm, sum koma av at missa. Fleiri av løgunum eru sostatt skrivað aftan á, at Eivør Pálsdóttir fyri góðum ári síðani brádliga og óvæntað misti pápa sín og hetta hevur sítt árin á nýggju fløguna, sum Tutl gevur út. Sambært heimasíðuni hjá DR fer Eivør at hava konsert har í konserthúsinum í heyst við sangum frá nýggju fløguni, har hon og maðurin hava megnað at blanda fólkatónleikalig brøgd frá hennara eldru útgávum við eitt nýggjari meira eletroniskt úttrykk, sum varð fyriboðað á seinastu útgávuni Larva. Eitt av løgunum á nýggju fløguni er komið  frammanundan - tað eitur Rain og er bæði popput og vælljóðandi vakurt. Lurtið niðast á blogginum.


Framførslur hjá Eivør: 


Iceland: 

24 Aug. Geiran/Sauðakrókur (trio)
25 Aug. Græni hatturin/Akureyri (trio)
26 Aug. Græni hatturin/Akureyri (trio)
28 Aug. Sjóræningahúsið/
Patriksfjørður (trio)
31 Aug. Harpa(Silfurberg)/
Reykjavík (full band release concert)
Switzerland:
06 Sep. Grabenhalle/Unterer Graben 17,St. Gallen (duo)
07 Sep. Bierhalle/Hauptstrasse 42, Balgach (duo)
08 Sep. Musik Hug/St. Gallen (duo)
08 Sep. Kulturhaus Rose/Stein (AR) (duo)

Faroe Islands:
13 Sep. Tøting/Gøta (full band release concert)
15 Sep. Nordic House/Tórshavn (full band release concert) 




Monday, August 20, 2012

Sinnislig upplating í sikk og sakk



Listareseptión, tvs. tann mátin, sum listin verður viðfarin og móttikin av okkum í samfelagnum, hevur allar dagar í stóran mun snúð seg um at vera við uppá tað og soleiðis er eisini við listini hjá Jóhan Martin Christiansen. Samstundis sum stórt mótmælistiltak var fríggjadagin móti órættvísa 2 ára dóminum hjá Pussy Riot framman fyri russisku kirkjuna í Bredgade í Keypmannahavn, læt Jóhan Martin Christiansen upp serframsýning beint um hornið í gallarínum hjá Henningsen, Fredericiagade 17. Mikkel Carl kurateraði framsýningina við heitinum Crazy, Zig-Zag við undirheitinum About the Understanding of Space and on the Matters of My Latest Lover, R. Og tá talan er um sonevnt hype, sum hevur verið eina tíð kring unga føroyska listamannin, ja, tá eru nógv við uppá tað, og nú eri eg altso eisini við í skaranum, sum er við uppá Jóhan Martin Christiansen, sum nettupp ikki er eitt møsn, men sum longu 24 ára gamal hevur umhvarvið av einum seriøsum og originalum listamanni. 

Hann er heilt ómetaliga dugnaligur og sjálvt um formurin er øðrvísi, so eru menniskjaligu kenslurnar í grundini tær somu sum altíð og eg gjørdist fleiri ferð rørd ta stuttu stund mær untist at síggja framsýningina. Eg hevði tað eitt sindur uppá sama máta sum á sinni, tá eg var til fyrilestur hjá Jesper Hoffmeyer professara um biosemiotikk og eitt sindur skelkað av óvæntaða blandinum millum humaniora og náttúruvísund mátti staðfesta, at fyrilesturin í grundini var serstakliga áhugaverdur eisini listarliga sæð. Tað snýr seg um óvæntaðar samansetingar av subjektivum og objektivum kategorium, sum skapa upplatingar til nýggjar kategoriir í fatanini hjá áskoðaranum. Tað kann til dømis snúgva seg um minnið hjá listamanninum um onkra ávísa hending, sum verður knýtt at einum geometriskum formi í hesum verkum, sum á framsýningini gerst atvoldin til allar møguligar varhugar. Á gólvinum og upp í vindeygað liggur eitt gamalt svart klútateppi við eini bók, tað er merkiliga rørandi hetta teppið sum tað liggur rukkað í sikksakk og tað er hesin formurin, sum verður endurtikin gjøgnum alla framsýningina. 

Positiv listareseptión er eisini treytað av um avvarðandi listafólk rakar - ikki dagin sum jú er málið hjá fótbóltspælarum - men helst at vera eitt sindur framman fyri dagin. Jóhan Martin Christiansen er stavnin framman í løtuni og tað er tí væl skilligt, at hann verður nevndur wonderkid á kopenhagen.dk. Tað tilfarsliga er umráðandi, at Jóhan Martin í serligan mun brúkar bíligt tilfar, sum ikki sær út av nøkrum serligum. Í staðin fyri tað bráðvakra tykist hendan listin kanska heldur afturlatin, eins og hon eisini at síggja til er ómetaliga naiv, t.d. eru linoleumsprentini ógvuliga einføld. Men tað einfalda byggir jú ofta í veruleikanum á tað mest kompleksa og tað ger listin hjá Jóhan Martin, sum er tilvitað um sína egnu listasøgu, um fortíðar minimalismu og konseptlist, men sum altso eisini tekur dik á seg inn í eina ókenda framtíð...

Lampan og radioapparatið vóru við í eini performance, sum eg ikki sá


Eitt linoleumsprent


Ferniseringsfólk í góðveðri


Sikk og sakk



og sikk sakk

Fólk hyggja at videolistaverkinum, sum er við á framsýningini


Úr videolistaverkinum

Framsýningarfrágreiðingin er eisini ein plakat, so nú eigi eg eisini eitt verk hjá Jóhan Martin Christiansen