Saturday, June 30, 2012

Nú við kalendara



So flugu tær, pisurnar og brádliga vóru tær horvnar, og skjótt koma tær vónandi heim aftur og taka yvir samfelagið og gera alt nógv betri her á landi. Men á einum øki fáa tey ungu ilt ilt at taka okkum, og tað er tøknifrøðiliga. Tað er nevniliga eydnast okkum við ekstremari KT-snild at fáa ein kalendara inn á bloggin.

Hesin kalendarin, sum tit finna við at hyggja til høgru og rulla eitt sindur niður á skíggjanum, kann samkoyrast við tykkara egnu kalendarum og alt møguligt smart og hann skal brúkast til at fáa yvirlit yvir tey mongu mentanartilboðini, sum man kann stuttleika sær við. Tú skalt bara klikkja á ein dato, so finnur tú út av hvørjar mentanarligar upplivingar tú skalt gleða teg sjálvan við. Fyriskipa tit okkurt mentanarligt ella listarligt, skulu tit senda okkum eitt tíðindaskriv ella bara nakrar reglur, so seta vit tað inn í kalendaran.


Sendið til listinblog@gmail.com og verið við í fagra nýggja digital mentanarheiminum.

Friday, June 29, 2012

Ljósareyðir alfahannar





Yvirskriftin ber møguliga brá av, at undirritaða er farin eitt sindur ríkiliga tíðliga í Ólavsøkumode, men so er ikki. Eitt lítið kjak stakk seg upp á fjasibókini í gjár um ta fínu, nýggju reklamumyndina, sum Høgni Heinesen hevur gjørt fyri Skálkur Man í SMS og sum stóð í Dimmalætting mikudagin. Kjakið snýr seg um hvørt myndin hevur homoerotiskar undirtónar ella ikki, og kjakið er í sær sjálvum áhugavert dømi um hvussu nógv samkyndleiki er farið at fylla í okkara tilvitan. Tað er frálíkt, at LGBT í alsamt størri mun megnar at gera vart við rættindi hjá samkyndum, sum átti at verið sjálvsøgd. Uttan at hava nakað prógv, so havi eg varhugan av, at tað eftirhondini er ein ógvuliga lítil minniluti, sum er ímóti samkyndleika. Og hóast tað var eitt vónbrot herfyri at lesa, at allir teir føroysku prestarnir eftir øllum at døma eru í móti samkyndum kirkjuvígslum, so var tað ikki skelkandi, og man ikki eisini hetta eisini fer at broytast lutfalsliga skjótt? Tað er jú soleiðis blivið í okkara fagra, globaliseraða heimi, at moderniteturin hevur rættiliga frítt spæl, eisini í Føroyum og Harrin havi lov fyri tað. Nei, mítt ørindi við hesum bloggi er als ikki sexualmoralskt, men ber meira á estetiska bógvin og snýr seg um rættin til at brúka ljósareytt.

Tá eg ein dagin var í keypsamtøkuni møtti eg einum vinmanni við einum barni í fanginum. Eg heilsaði: "Åh sum hasin er elskuligur" segði eg, og fekk upplýst, at talan var um eitt gentubarn. Eg vant meg upp at biðja um orsaka og at jesa um hvussu dølsk og í egnum tonkum eg kundi vera ein tílíkan mikudag í brúksini, men vinmaðurin breyt meg av og royndi at sissa meg við, at tey heima hjá sær ikki gingu so høgt uppí tað kynsspesifikka, at lata gentuna í ljósareyð klæði osfr. - "so leingi sum tað nú fór at bera til" legði hann aftrat. Eg hugsaði ikki so nógv um tað, men havi seinni sjálv fingið eitt dreingjabarn, sum nú forsakar alt ljósareytt sum er ljósareytt tað mest andstyggiliga og beinleiðis vandamikla, hann kann koma í tankar um. Hansara klæði skulu helst vera blá. -Aja hugsi eg við mær sjálvari, hatta er bara eitt stutt, barnsligt tíðarskeið, hatta fer at ganga yvir, men ger tað í grundini tað? Fyri nøkrum árum síðani fór David Beckham í eina ljósareyða húgvu og hetta varð saman við hansara hárbandi osfr. mett at vera úttrykk fyri eina nýggja mannfólkatýpu, sum verður nevnd: tann metrosexuelli maðurin. Spurningurin er nú um tann metrosexuella mannfólkatýpan er komin til Føroya ella um orsøkin er, at føroyskir menn eru farnir at gerast eitt sindur meira forfeingiligir, tað hevði forrestin ikki verið so galið... 

Skálkur Man reklaman ímyndar tveir væl klæddar menn. Tann eini, sum er handilsleiðarin, er við at binda slipsið hjá einum kunda (?) og báðir hyggja teir út úr myndini, handilsleiðarin við skálkabrosi, meðan kundin, ein ljóshærdur ungur maður ikki sær út til at líða tað minsta undir teirri annars í Føroyum rættiliga effektivu jantelógini. -"Ja, eg eri lekkur" sær hann út til at hugsa játtandi, og tað gera samkyndir menn jú alla somlu tíðina, ella gera teir tað? Niður yvir teir báðar menninar oysir eitt æl av konfetti og tað er ljósareytt, og verður sjálvsagt tulkað sum endaligt prógv um samkynda boðskapin í myndini. Og tað er altso hetta, sum tykist mær løgið, at ein litur í so stóran mun skal blíva við at vera kynsspesifikkur. Hugsanin tykist vera tann, at ljósareytt er gentulitur í so stóran mun, at tú skalt vera kventrasligur maður fyri at dáma hann. Í hesi hugsan eru jú inntil fleiri ørkymlandi foreinklingar og fordómar, ið ikki samsvara við eini nuanseraðari veruleikafatan. Eg kenni í hvussu so er upp til fleiri alfahannar, sum elska ljósareytt, summir eru sam- og aðrir hinskyndir. Tað, teir hava til felags er, at teir eru estetikarar, eisini í mátanum teir lata seg í. Fordómar eru eisini innlimaðir í sjálvum málinum, tí slært tú orðið "laps" upp í donsk-føroysku orðabókini, er "pyntidukka", sum jú er ein feminin vera, eitt av uppskotunum.

Eg síggi nú, at LGBT hevur sett Skálkur Man reklamuna á facebook og lat meg bara viðganga, at eg sjálv fór at hugsa um samkyndleika og Gay Pride 28.juli, tá eg sá myndina hjá Høgna Heinesen í Dimmu, men hetta er ikki minst kompositiónini fyri at takka. Tí teir báðir menninir tykjast mynda eitt samanhangandi skap, sum  líkist umhvarvinum av einum ordiliga fittum, skeivt teknaðum dreingjahjarta. Hurrá fyri øllum dreingjahjørtum og pyntidukkum m/k, síggjast til pride!



Thursday, June 28, 2012

Tann illavorðni listamarknaðurin– ein youtubeferð 4


Matthew Collings: The art market judges what will sell, not what is the best quality


Myndlistafólk liva ikki bert av almennum stuðli, sum summi annars elska at halda uppá. Teirra tilvera er eisini í stóran mun treytað av søluni av teirra list, og tí eru tey eisini bundin at marknaðarmekanismunum. Hesar marknaðarmekanismurnar verða stýrdar uttanlands av stóru auktionshúsunum og ovurríkum listasamlarum, sum keypa list í ófatiligum mongdum og sum eru við til at gera av hvørji listafólk blíva populer, og tí kunnu selja teirra list fyri púrasta órímiligar upphæddir

Summi listafólk vinna í hesum spælinum og summi eru við undirlutan og tað hevur ógvuliga sjálvdan nakað við góðskuna av listini at gera. Hetta kann sjálvandi elva til øvundsjúku millum listafólkini, men stóri trupulleikin er, at samlaradillurnar eisini ávirka listainnkeyp hjá listasøvnunum. Listasøvn hava ikki longur ráð til at vera við, tá teir stóru klassikararnir eru til sølu– Picasso, Van Gogh, Munch osfr. – men tey keypa enn samtíðarlist í ein vissan mun og okkurt týður uppá, at tey keypa tað sama sum samlararnir. Altso tað, sum er dýrt og ikki neyðturviliga tað, sum er gott. Summi okkara keypa list, tí vit kenna listafólkið, ella relatera persónliga í mun til myndevnið. Summi okkara keypa list eins og eina íløgu. Summi okkara fylgja bara streyminum og keypa tað, sum vit hava hoyrt er gott. Tað kann gera tað sama, men tað er ikki líka mikið hvussu listasøvn keypa inn.
Her heima hava vit enn ikki nátt astronomisku listaprísirnar, sum síggjast uttanlands, so vit fáa enn havt eitt sindur av yvirliti yvir støðuni. Men vit síggja allíkavæl eitt ávíst lyndi handan vegin. Sonevnda føroyalistin (bæði tann virkuliga góða og tann minni góða) er í høgum kursi hjá danskarum, sum standa fyri einum stórum parti av listakeypinum í Føroyum og sum fegnir vilja hava list, sum minnir tey um Føroyar. Hetta útihýsir í fyrsta umfari listafólk sum til dømis Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð, sum arbeiða á heilt annan hátt. Men spurningurin er hvørt tað ávirkar listakeypið hjá føroyingum, hvør fær pláss á framsýningum, í fjølmiðlum og í listabókum. Eg haldi ikki, at tað er so galið her heima enn, men eg haldi, at vit mugu vera varug við hvat ávirkar marknaðin. Tí havi eg verið ein túr á youtube og funnið nøkur klipp um ta stóru listabløðruna, sum eg sjálv haldi vera áhugaverd. Vit vísa nøkur í dag og komandi dagarnar.

Tann illavorðni listamarknaðurin– ein youtubeferð 3



Art is business

Myndlistafólk liva ikki bert av almennum stuðli, sum summi annars elska at halda uppá. Teirra tilvera er eisini í stóran mun treytað av søluni av teirra list, og tí eru tey eisini bundin at marknaðarmekanismunum. Hesar marknaðarmekanismurnar verða stýrdar uttanlands av stóru auktionshúsunum og ovurríkum listasamlarum, sum keypa list í ófatiligum mongdum og sum eru við til at gera av hvørji listafólk blíva populer, og tí kunnu selja teirra list fyri púrasta órímiligar upphæddir

Summi listafólk vinna í hesum spælinum og summi eru við undirlutan og tað hevur ógvuliga sjálvdan nakað við góðskuna av listini at gera. Hetta kann sjálvandi elva til øvundsjúku millum listafólkini, men stóri trupulleikin er, at samlaradillurnar eisini ávirka listainnkeyp hjá listasøvnunum. Listasøvn hava ikki longur ráð til at vera við, tá teir stóru klassikararnir eru til sølu– Picasso, Van Gogh, Munch osfr. – men tey keypa enn samtíðarlist í ein vissan mun og okkurt týður uppá, at tey keypa tað sama sum samlararnir. Altso tað, sum er dýrt og ikki neyðturviliga tað, sum er gott. Summi okkara keypa list, tí vit kenna listafólkið, ella relatera persónliga í mun til myndevnið. Summi okkara keypa list eins og eina íløgu. Summi okkara fylgja bara streyminum og keypa tað, sum vit hava hoyrt er gott. Tað kann gera tað sama, men tað er ikki líka mikið hvussu listasøvn keypa inn.
Her heima hava vit enn ikki nátt astronomisku listaprísirnar, sum síggjast uttanlands, so vit fáa enn havt eitt sindur av yvirliti yvir støðuni. Men vit síggja allíkavæl eitt ávíst lyndi handan vegin. Sonevnda føroyalistin (bæði tann virkuliga góða og tann minni góða) er í høgum kursi hjá danskarum, sum standa fyri einum stórum parti av listakeypinum í Føroyum og sum fegnir vilja hava list, sum minnir tey um Føroyar. Hetta útihýsir í fyrsta umfari listafólk sum til dømis Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð, sum arbeiða á heilt annan hátt. Men spurningurin er hvørt tað ávirkar listakeypið hjá føroyingum, hvør fær pláss á framsýningum, í fjølmiðlum og í listabókum. Eg haldi ikki, at tað er so galið her heima enn, men eg haldi, at vit mugu vera varug við hvat ávirkar marknaðin. Tí havi eg verið ein túr á youtube og funnið nøkur klipp um ta stóru listabløðruna, sum eg sjálv haldi vera áhugaverd. Vit vísa nøkur í dag og komandi dagarnar.

Wednesday, June 27, 2012

Tann illavorðni listamarknaðurin– ein youtubeferð 2

The Great Contemporary Art Bubble

Myndlistafólk liva ikki bert av almennum stuðli, sum summi annars elska at halda uppá. Teirra tilvera er eisini í stóran mun treytað av søluni av teirra list, og tí eru tey eisini bundin at marknaðarmekanismunum. Hesar marknaðarmekanismurnar verða stýrdar uttanlands av stóru auktionshúsunum og ovurríkum listasamlarum, sum keypa list í ófatiligum mongdum og sum eru við til at gera av hvørji listafólk blíva populer, og tí kunnu selja teirra list fyri púrasta órímiligar upphæddir


Summi listafólk vinna í hesum spælinum og summi eru við undirlutan og tað hevur ógvuliga sjálvdan nakað við góðskuna av listini at gera. Hetta kann sjálvandi elva til øvundsjúku millum listafólkini, men stóri trupulleikin er, at samlaradillurnar eisini ávirka listainnkeyp hjá listasøvnunum. Listasøvn hava ikki longur ráð til at vera við, tá teir stóru klassikararnir eru til sølu–Picasso, Van Gogh, Munch osfr. – men tey keypa enn samtíðarlist í ein vissan mun og okkurt týður uppá, at tey keypa tað sama sum samlararnir. Altso tað, sum er dýrt og ikki neyðturviliga tað, sum er gott. Summi okkara keypa list, tí vit kenna listafólkið, ella relatera persónliga í mun til myndevnið. Summi okkara keypa list eins og eina íløgu. Summi okkara fylgja bara streyminum og keypa tað, sum vit hava hoyrt er gott. Tað kann gera tað sama, men tað er ikki líka mikið hvussu listasøvn keypa inn.
Her heima hava vit enn ikki nátt astronomisku listaprísirnar, sum síggjast uttanlands, so vit fáa enn havt eitt sindur av yvirliti yvir støðuni. Men vit síggja allíkavæl eitt ávíst lyndi handan vegin. Sonevnda føroyalistin (bæði tann virkuliga góða og tann minni góða) er í høgum kursi hjá danskarum, sum standa fyri einum stórum parti av listakeypinum í Føroyum og sum fegnir vilja hava list, sum minnir tey um Føroyar. Hetta útihýsir í fyrsta umfari listafólk sum til dømis Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð, sum arbeiða á heilt annan hátt. Men spurningurin er hvørt tað ávirkar listakeypið hjá føroyingum, hvør fær pláss á framsýningum, í fjølmiðlum og í listabókum. Eg haldi ikki, at tað er so galið her heima enn, men eg haldi, at vit mugu vera varug við hvat ávirkar marknaðin. Tí havi eg verið ein túr á youtube og funnið nøkur klipp um ta stóru listabløðruna, sum eg sjálv haldi vera áhugaverd. Vit vísa nøkur í dag og komandi dagarnar.


(IS)

Tuesday, June 26, 2012

Tann illavorðni listamarknaðurin– ein youtubeferð 1


Robert Hughes in action


Myndlistafólk liva ikki bert av almennum stuðli, sum summi annars elska at halda uppá. Teirra tilvera er eisini í stóran mun treytað av søluni av teirra list, og tí eru tey eisini bundin at marknaðarmekanismunum. Hesar marknaðarmekanismurnar verða stýrdar uttanlands av stóru auktionshúsunum og ovurríkum listasamlarum, sum keypa list í ófatiligum mongdum og sum eru við til at gera av hvørji listafólk blíva populer, og tí kunnu selja teirra list fyri púrasta órímiligar upphæddir

Summi listafólk vinna í hesum spælinum og summi eru við undirlutan og tað hevur ógvuliga sjálvdan nakað við góðskuna av listini at gera. Hetta kann sjálvandi elva til øvundsjúku millum listafólkini, men stóri trupulleikin er, at samlaradillurnar eisini ávirka listainnkeyp hjá listasøvnunum. Listasøvn hava ikki longur ráð til at vera við, tá teir stóru klassikararnir eru til sølu– Picasso, Van Gogh, Munch osfr. – men tey keypa enn samtíðarlist í ein vissan mun og okkurt týður uppá, at tey keypa tað sama sum samlararnir. Altso tað, sum er dýrt og ikki neyðturviliga tað, sum er gott. Summi okkara keypa list, tí vit kenna listafólkið, ella relatera persónliga í mun til myndevnið. Summi okkara keypa list eins og eina íløgu. Summi okkara fylgja bara streyminum og keypa tað, sum vit hava hoyrt er gott. Tað kann gera tað sama, men tað er ikki líka mikið hvussu listasøvn keypa inn.
Her heima hava vit enn ikki nátt astronomisku listaprísirnar, sum síggjast uttanlands, so vit fáa enn havt eitt sindur av yvirliti yvir støðuni. Men vit síggja allíkavæl eitt ávíst lyndi handan vegin. Sonevnda føroyalistin (bæði tann virkuliga góða og tann minni góða) er í høgum kursi hjá danskarum, sum standa fyri einum stórum parti av listakeypinum í Føroyum og sum fegnir vilja hava list, sum minnir tey um Føroyar. Hetta útihýsir í fyrsta umfari listafólk sum til dømis Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð, sum arbeiða á heilt annan hátt. Men spurningurin er hvørt tað ávirkar listakeypið hjá føroyingum, hvør fær pláss á framsýningum, í fjølmiðlum og í listabókum. Eg haldi ikki, at tað er so galið her heima enn, men eg haldi, at vit mugu vera varug við hvat ávirkar marknaðin. Tí havi eg verið ein túr á youtube og funnið nøkur klipp um ta stóru listabløðruna, sum eg sjálv haldi vera áhugaverd. Vit vísa nøkur í dag og komandi dagarnar.

(IS)

Tíðindaskriv: Amariel Norðoy í Galerie Focus



Fríggjadagin 29. juni kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. 

Á framsýningini verður høvi at síggja nakrar myndir frá framsýningini í London í juni 2011, millum annað innrammaðar akvarellir.

Amariel Norðoy er málari og grafikari. Hann hevur sýnt fram ymsa staðni í Europa, USA og Japan, hann er útbúgvin skipasmiðjur. Det Kongelige Danske Kunstakademi, København, 1977-83. Grafiskt skeið, Finland, 1984. Hann hevur m.a. prýtt skúlan í Porkeri, Lágargarð, Tórshavn. Samuels Kirkjuna í Keypmannahavn. Prýtt ymisk tíðarrit, bøkur og plátu- og fløguhúsar. Afturvendandi temu hjá Amarial Norðoy eru Skiftandi ljósið, Báturin og
Útróðrarbørn, flestu myndirnar eru íblástur frá uppvøkstrinum, Mikladalur og Kalsoyarfjørður

Framsýningin verður opin til 1. juli, dagliga kl. 16 til 18.



Monday, June 25, 2012

Miðbýarætlan fyri Havnina har kreativitetur er í hásæti



Ofta hevur verið frammi at gera miðbýarætlan fyri Havnini, og mong munnu tey uppskot vera, sum liggja í skuffunum á Vaglinum - men hettar ger ikki nýggjastu ætlanina, sum kom framm fyri kortum, minni áhugaverda.

Hendan nýggjasta, er tó á mangan hátt, ein sera kærkomin áminning um, at tað er umráðandi at fáa miðbýin at mennast, so hesin kann gerast eitt kraftsentur, har allir føroyingar og útlendingar við, kunnu kenna á sær stórbýardám.

Tá miðbýarætlan skal gerast, er umráðandi bæði at hyggja frammeftir, men eisini at taka tað við, sum onnur undan okkum hava lagt lunnar undir. Tað er í hesum sambandi eisini umráðandi at leggja eina langtíðarætlan, so miðbýurin yvir ár, veruliga verður útbygdur eftir eini fastsettari ætlan.

Fleiri øki eru nevnd í nýggju miðbýarætlanini, og kanska serliga økið, niðri í Vágsbotni, kann við hesi ætlanini, gerast ein sonn perla.

Eitt annað øki sum er sera spennandi er økið millum Sjónleikarahúsið og Kommunuskúlan. Her verður lagt upp til, at gera eitt torg har skúli og mentan kunnu samstarva.

Nógv hevur verið frammi um, hvat skal gerast við Kommunuskúlan, men hví ikki hava skúla á hesum øki, har skúli hevur verið í eina øld ? – sjálvandi skal Havnin hava ein miðbýarskúla. Miðbýarborgarar hava tørv á einum nýhugsaðum og framsóknum miðbýarskúla eins og høvustaðurin hevur tað.

Søguliga staðið har Kommunuskúlin liggur í dag, eigur ikki bara at gerast til okkurt hissini, heldur eigur staðið at nýtast til tað, sum upprunaliga ætlanin er, nevniliga skúla har ungdómur flokkast - eisini aftaná skúlatíð.

Kommunuskúlin hevur, til allar tíðir, verið ein skúli fyltur við mentanar - og listatilboðum. Hettar hóskar væl saman við ætlanini at gera mentanartorg millum Sjónleikarahúsið og skúlan.

Arbeiðið við at leggja Venjingarskúlan og Kommunuskúlan saman í eina eind er gleðiligt og gongur sum skilst væl. Hesin samanlagdi skúlin, fer at hava nógvar nýggjar møguleikar við sær.

Guli bygningurin sum har standur í dag eigur at takast niður, og nýggjur skúli byggjast, við atliti til, at skúlin eisini kann gerast eitt mentanarligt kraftsentur í miðbýnum, har havnaborgarar kunnu savnast.

Havandi í huga at heimurin hungrar eftir kreativum fólki, og at allar kanningar vísa at list saman við ítrótti, eru fremstu átøk, fyri at menna innlæringina hjá børnum, eiga vit at ganga undan á hesum øki.

Her mitt í Havnini er møguleikin at byggja ein skúla sum  ein kreativan depil, har rúm fæst fyri skúla, frítíðarskúla, framførslum, framsýningum og øðrum kreativum virksemi. Á henda hátt kann virksemi fyri ung, sum í dag heldur til í ótíðarhóskandi hølum í Margarinfabrikkini eisini, sum ein heilt nattúrligur partur, hava rúm her.

Nútíðar skúlin skal byggjast eftir nútíðarleisti, og tí krevst opinleiki, nýhugsan og árræði at bróta uppúr nýggjum.

Vit eiga, nú vit skriva 2012, at tora at hugsa nýtt, tora at hugsa skúla inn í eina nógv breiðari eind, har pláss er fyri aktiviteti allan sólarringin - eina eind sum liggur mitt í býnum, og tí fær gagn av tí sum miðbýurin hevur at bjóða, og miðbýurin fær gagn av tí sum hesin hevur at bjóða.

Andrea Heindriksdóttir

Bergur D.Hansen: Røða til Hanus Kamban á 70-ára degnum


Bergur Djurhuus Hansen:

Um skuggar og anti-politiskan politikk

Í bókmentaligari viðgerð verður vanliga munur gjørdur á teksti og verki. Teksturin er konkretur, tí tað er tekstinum, vit sita við, og tað er tekstin, vit lesa. Verkið – óansæð um vit tosa um eitt einstakt verk ella alt verkið eftir ein rithøvund – er abstrakt, tí verkið er tað, vit hugsa okkum til við støði í antin einum ella fleiri tekstum. Tá eg í dag skal siga nøkur orð um ritverkið eftir Hanus Kamban, loyvi eg mær tí at byrja við einum heilt konkretum teksti. Í savninum Gullgentan, sum kom út í 2010, er ein stuttsøga, nevnd “Saxifraga Nivalis”. 

Her er inngangurin:

Svanir hava verið at sæð á teimum ovaru vøtnunum, segði Maltusgubbi í morgun. Edward hugsar um hesi orðini, í tí hann tekur pensilin og fer undir, við seigum strokum, at leggja tann svarta litin á hjalsrimarnar. Maltusgubbi hevur biðið hann gjørt hetta arbeiðið tær løtur, ongin skúli er. Maltusgubbi er sóknarstýrisformaður og hevur sjúkrakassan og postin og ein lítlan handil í kjallaranum. Har situr hann nú, men viðskiftafólkini renna hann ikki um koll, og so kann hann sita og lesa avísina ella umvæla okkurt ur ella fara inn í arbeiðsrúmið við síðuna av, har Tann Ólidna Skonnartin stendur, at putlast við sítt serliga áhugaarbeiði. Klokkan er tíggju. Tjøran glinsar í sólini. Nú kemur Skuggin omaneftir, í svørtum gummistivlum og dimmari kaskett við blonkum túti. Hann heilsar ikki, gongur oman ígjøgnum betongtrappuna og fer inn í handilin. Hann setir seg á ein tóman kassa. Onki orð verður sagt. Eitt korter seinni kemur Skuggin út og gongur við regluligum fetum omaneftir og verður burtur millum húsini longur niðri.

Tað er ein serstakur gandur í hesum innganginum. Lýsingin av vøtnunum, húsunum og fólkunum er bæði tølandi vøkur og óunnilig. Vit leggja merki til mótsetningarnar, sum verða flættaðir inn í hvønn annan, t.d. svanirnir á ovaru vøtnunum og svarti liturin á hjalsrimunum, sólin, sum glinsar í svørtu tjørini (og øvugt), Skuggin, sum er í svørtum gummistivlum og hevur dimma kaskett við blonkum túti og helst vil fjala seg fyri sólini og degnum o.s.fr. Tær horisontalu flytingarnar eftir landslagnum við vøtnum og svanum í fyrstu reglu verða til vertikalar flytingar í penslinum við tí svarta litinum - upp og niður eftir hjalsrimunum – í reglu trý og fýra. Vit byrja í erva, “á teimum ovaru vøtnunum”, fara inn í kjallaran hjá Maltusgubba, og vit enda við staðfestingini “millum húsini longur niðri”.

Edward, sum ungi høvuðspersónurin í stuttsøguni eitur, hugsar longu í triðju reglu um orðini, og hann heilsar á tann hátt lesaranum, sum eisini má geva sær far um orðini. Samskiftið millum tekst og lesara krevur v.ø.o. ansni og nærlagni, og í tekstinum verður sipað til ymisk sløg av samskifti, tí Maltusgubbi hevur handil og tekur sær av postinum, og hann lesur avís og er sóknarstýrisformaður. Men tá Skuggin nærkast stendur: “Onki orð verður sagt”.  Tað er vert at leggja til merkis emfatisku byrjanina, t.v.s. orðið svanir er sett fremst í setningin, tí dentur skal leggjast á tað, í einum vanligum setningi hevði kanska verið byrjað øvugt, t.v.s. “Malthusgubbi segði í morgun, at svanir...”. Svanirnir verða drignir fram, og ein ørgrynna av slóðum verða á ymsan hátt lagdar út til lesaran at fara eftir og at hugsa um.

Stuttsøgan lýsir eina summarfrítíð hjá dronginum Edwardi í lítla keypstaðnum hjá Maltusgubba. Søgan er um somu tíð ein lýsing av einari broyting í dronginum, sum er markinum millum barna- og ungdómsár, og ein viðgerð av almennum tilveruligum treytum. Drongurin er í einari broytingar- og tillagingartíð, og hann er forvitin eygleiðari.

Hanus Kamban er í “Saxifraga Nivalis” – eins og í  mongum øðrum av sínum stuttsøgum – ávirkaður av hugsanunum hjá sálarfrøðinginum Jung um eitt kollektivt dulvit og um “arketypur”, t.v.s. hugmyndir, sum ganga langt aftur í tíð – eru upprunaligar, støði undir øllum øðrum hugsanum – og eru felags fyri øll menniskju. Skuggin er ein slík hugmynd, ein “arketypa”, og skuggin umboðar alt tað, vit vanliga ikki vilja kennast við í okkum sjálvum. Tí eru ongi orð knýtt at Skugganum, samskiftið við Skuggan er orðleyst, men Skuggin hevur megi í sær. Mótsett Maltusgubba, sum “situr” og lesur avísina, so er ferð á Skugganum, hann “gongur við regluligum fetum”. Skuggin bindur á henda hátt søguna saman við eina røð av øðrum søgum í bókmentasøguni og við munnbornar hugsanir frá fyrndartíð. Kendastar um okkara leiðir eru søgan um “Peter Schlemihl” eftir týska høvundin Adalbert von Chamisso og sjálvsagt søgan “Skyggen” eftir H.C. Andersen.
Saxifraga Nivalis er latínska heitið á plantuni, sum á føroyskum eitur Snjósteinbrot, og sum serliga veksur í rivum, homrum og gjáum, t.v.s. í skugga ella í skýmligum umhvørvi. Men søgan er meiri margtýdd enn so,  tí fleiri aðrar tilsipingar eru í tekstinum, m.a. til uml. sjeyti ára gomlu skaldsøguna Anthony Adverse eftir Harvey Allen, har eisini skuggar gera um seg. Drongurin tráar eftir at síggja vøtnini uppi í fjøllunum, har svanirnir lenda og leggja “rípur aftur úr fitjunum”. Men hann skal læra seg sjálvan og lívsins duldu kreftir at kenna, og hann fer ígjøgnum tað, sum Jung nevndi eina individuation, hann finnur  – í hvussu er fyribils – eina javnvág. Men sum Maltusgubbin minnir hann á í endanum á søguni “Skuggin er Skuggin”.
Tær mongu tilsipingarnar eru eitt eyðkenni fyri stuttsøgurnar hjá Hanusi, og tær krevja, at lesarin er nærlagdur. Hanus er sjálvur væl lisin, eftiransin og nágreiniligur – leggið m.a. merki til øll lýsingarorðini og mongu innskotnu setningarnar, sum eyðkenna hansara tekstir – og heitið á stuttsøguni – “Saxifraga Nivalis” – er helst ikki einans valt fyri týdningin, men harumframt tí tað er vakurt og symmetriskt, bæði í skrift og í munnligum framburði er tað í javnvág, tað ljóðar væl, tí har er eitt regluligt skift millum sjálvljóðini a og i. Aðrastaðni í tekstinum ber til at síggja onnur slík skift millum sjálvljóð ella spæl við hjáljóðum, t.d. tá Edward málar “við seigum strokum”. Einki er tilvildarligt í einum teksti, sum Hanus Kamban hevur skrivað.

Tað anti-politiskt politiska
Men eins og í “Saxifraga Nivalis” snúgva stuttsøgurnar hjá Hanusi Kamban seg, tá samanum kemur – og vit flyta okkum nú úr tí konkreta tekstinum til yvirskipaða, abstrakta verkið  – um gott og ónt. Tær snúgva seg ikki einans um bókmentir og tilveru, fagurfrøði og heimspeki, men eisini um etikk og politikk. Ein grundleggjandi hugsan í søgunum er, at tað ljósa og tað dapra í okkum øllum sæst aftur í politikki, og politikkur snýr seg tí ikki einans um stevnuskráir, tingingar og semjur, men eisini um moral, um sannleika og lygn, um trúskap og svik. Politikkur er heldur ikki avmarkaður til politikarar ella til eitt fólkavalt ting, politikkur er í okkara gerandisdegi og ávirkar øll allastaðni. Hetta sæst longu í fyrsta savninum Dóttir av Proteus frá 1980, t.d. í søguni “Gerontiskt millumspæl”, og tað sæst í søvnunum, sum komin eru síðan. Í savninum Pílagrímar frá 2001 er ein søga við heitinum “Mark”. Søgan snýr seg um opportunismu, bakbíting og svik millum gamlar kenningar á einum arbeiðsplássi, og hon hevur sum evni øll tey menniskju, sum av øðrum verða markaði, stigmatiseraði, og ikki sjálvi varnast tað, fyrr enn tilveran er um at loysna undir teimum. 

Tey markaðu, stigmatiseraðu, eru høvuðspersónar í nógvum av søgunum hjá Hanusi.
Í einum essay, nevnt “Politikkur og samvitska”, skrivar Václav Havel um anti-politiskan politikk, t.v.s. politikk, sum ikki – ella ikki einans – byggir á stevnuskráir og rakstrarróp, men á  gerandisligt samskifti andlit til andlits. Essayið stavar frá dissidenttíðini hjá Havel, tað er skrivað í 1982, og Havel vil fyrst og fremst ávara ímóti einari teknifisering av politiska samskiftinum, tí í teknifiseringini hvørvur menniskjað, og tað hendi sambært Havel undir kommunismuni í londunum í Eysturevropa eftir seinna kríggj. Í dag kunnu vit siga, at í politiskum samskifti um okkara leiðir, sum í ov stóran mun byggir á tekniska hugsan, verða menniskju einans umrødd sum áhugabólkar, tilfeingi, eftirbólkar o.s.fr.

Ein anti-politiskur politikkur átti at verið sjálvsagdur, men er veruleikafjarur og í grundini ógjørligur, ein utopi. Anti-politiskur politikkur snýr seg tó – sambært Havel – ikki um naivt at sleppa øllum, sum hoyrir til politiska valdsstríðið og samskiftið í t.d. einum framkomnum fólkaræði, tað snýr seg um at varðveita hugtøkini virðing, samhugi, samkensla, tollyndi, sannleiki og persónlig ábyrgd  sum eitt slag av aga og yvirskipaðari stýring í politiskum arbeiði. Havel skrivar, at politikkur m.a. eigur at vera “moralur í praksis”. Eitt sindur av andanum frá 1968 –  sum í Kekkia gjørdist ein stokkut uppliving – er í hugsanunum hjá Havel um anti-politiskan politikk, eitt krav um hjartalag, falsloysi og opinleika.
Hanus Kamban hevur virkað og virkar undir øðrum umstøðum enn Václav Havel, men stuttsøgurnar hjá honum, sum snúgva seg um politikk, antin tað er í samfelagnum sum heild, á einum arbeiðsplássi, millum vinir, í viðurskiftunum millum mann og kvinnu ella millum hinskynd og samkynd, eru søgur um ein slíkan Havelskan anti-politiskan politikk. 

Tey seinnu árini hevur eitt slag av merkantilum-tekniskum máli merkt politiska samskiftið um stórar partar av heiminum. Í yrkingini “Tíðarprinsar”, sum stendur í savninum Café Europa frá 2008, er ein viðmerking til hetta rák:
andlitsleys egghøvd við
Brecht-stapum og ossetiskum
kakulakk-mustasjum og við “konseptum”
og “synergieffektum” og “branding” og “boom” 

Yrkingin endar við einum broti úr yrking eftir William Blake: “So I turned into a sty/And laid me down among the swine”. Hugburðurin í yrkingini er greiður, og orðið “andlitsleys” er týdningarmesta orðið í yrkingini.

Kanningar og týðingar
Tað verður ov nógv og ov drúgt at nevna allar træðrir í tí, Hanus Kamban hevur avrikað, umframt stuttsøgurnar, yrkingarnar, sangirnar og ein sjónleik hevur Hanus skrivað  eina rúgvu av bókmentaligum greinum og bókum, t.d. eitt essay um danska skaldið Herman Bang, eina bók um svenska skaldið Hjalmar Söderberg, eina bók Rikard Long og eitt stórverk í trimum bindum um Janus Djurhuus.
Hanus Kamban hevur harumframt regluliga ummælt bókmentir, men hann er ikki vanligur ummælari, hansara ummæli hava í flestu førum eitt íbygt hugtoyggjandi perspektiv, tey eru essayistisk, í grundini er talan um tað, sum á enskum verður nevnt “literary criticism”, t.v.s. kannandi hugsanir um bókmentir. Eitt dømi er ummælið, sum var í Sosialinum í 2010, tá bókin um Jakob Jakobsen – Jakob Jakobsen in Shetland and the Faroes – kom út. Ummælið byrjar við einari stuttari søgu um frakkan, sum Jakob Jakobsen er í á permumyndini, frakkin verður leysliga knýttir at treytunum, Jakob Jakobsen arbeiddi undir og at hansara sinnisstøðu, og síðani verða greinirnar í bókini ummældar, men við uppískoytum og viðkomandi slankum av eyðkendum essayistiskum slag.

Við verkinum um Janus Djurhuus, sum kom út 1994-1997, slóðaði Hanus fyri einum heilt nýggjum slagi av teksti í føroyskum bókmentum, nevniliga “bókmentaligu ævisøguni”. Tekstheitið – “Literary Biography” – varð fyrstu ferð brúkt av amerikanska bókmentafrøðinginum Leon Edel í fyrilestrarøð í 1956, og tað merkir og krevur, at ævisøgan ikki einans lýsir lívið hjá einum rithøvundi, men harumframt viðger bókmentaligu avrikini hjá rithøvundinum ella sum Hanus Kamban sjálvur orðar tað í formælinum í fyrsta bindi: endamálið er at “flætta saman persónssøgu, søgu, bókmentasøgu og – lutvíst eisini – bókmentatulking”. Tað var framsøkið mál at seta sær, men úrslitið er eitt tað dyggasta og mest áhugaverda verkið um føroyskar bókmentir.
Hanus Kamban er harumframt framúr góður týðari, úr donskum, enskum, týskum og fronskum. Í grundini var Hanus Kamban fyrst av øllum týðari, hansara fyrsta bókaútgáva var eitt savn við týðingum, Drekin og aðrar søgur, 1969. Ein av nógv lisnu og nógv brúktu týðingunum eftir Hanus Kamban seinnu árini er savnið við vísindaskaldskapi, Tað nýggja Atlantis, sum kom út í 2002. Umframt týðingarnar er í savninum ein drúgv grein um tekstslagið vísindaskaldskap – tann fyrsta av slíkum slag á føroyskum. Í løtuni situr Hanus og arbeiðir við – millum øðrum – einari ævisøgu (ella helst einari bókmentaligari ævisøgu) um Hans Andrias Djurhuus.

Tekstirnir eftir Hanus Kamban eru nógvir, og verkið er stórt og ikki liðugt enn.

Hjartaliga tillukku við degnum!


Men Havnin, men Havnin, tann deiliga Havn...

Illsinnisglepsið í gjár her á blogginum um høvuðleysar broytingar í høvuðsstaðnum fekk eftir øllum at døma stóran áhuga millum fólk. http://listinblog.blogspot.com/2012/06/um-anonymisering-og-fremmandger-av.html Og eg haldi tað vera gleðiligt um gongd kemur á kjakið. Nicolina Højgaard skrivar í viðmerking á blogginum: "Eg og fleiri við mær, hava í fleiri mánaðir roynt at varpa ljós á hvat hendir í Skansabrekkuni. Býráðið sigur, at eingin lóg kann forbjóða privatum keypara at ríva niður hus og byggja upp aftur eftir egnum ynski. um tað bert er í tráð við byggisamtyktirnar. Men býráðið umhugsar at taka trupulleikan upp, sum stendst av, at tey gomlu húsini sum mynda býin nú bert hvørva.Eg føli, at man er so hjálparleysur, stendur bert úti á síðulinjuni og øsir seg. Eingin hoyrir og eingin lurtar. Apropos Vestara Bryggja. Eg haldi eisini, at býlingurin hevur kempi potentiali júst so sum hann stendur við rusti og blikki,samansettur mest sum av restum. Eigi nógv fet har úti. Pápi var arbeiðsformaður á Saltsøluni í 15 ár. Vit mugu seta okkara lít á tann nýggja Býararkitektin. Vóni at tað verður ein ið hevur "makt og kraft" og rættar brillur. Vestara bryggja má bara ikki "smukkiserast""

Ja, vónandi er Tórshavnar Kommuna so mikið at sær komin, at hon bíðar við broyta klædningin á Bacalao og Saltsøluni til frama fyri eitt nýtt snotiligt, men púra anonymt look, sum einki hevur við okkara bý at gera. Eg havi als einki ímóti nýggjari byggilist, sum dugnaligir arkitektar hava teknað, tvørturímóti, men her er talan um bygningar, sum frammanundan hava teirra individuella úttrykk og sum eiga at sleppa at varðveita tað. Tað nyttar okkum lítið at herma eftir øðrum, vit mugu halda fast í okkara egnu bjartlittu merkiligheit. Sum íblástur til víðari kjak seti eg inn eina mynd av byggiætlanini fyri Bacalao-økið og so havi eg sett eina mynd av Fisketorvet í Keypmannahavn sum dømi um snotiligan, men ópersónligan og vatndeyvan arkitektur.




 

Á Vestaru bryggju í Havn


Bacalao

Húsini hjá Hákuni Djurhuus eru tikin niður, á grundini har tey og tey reyðu postmeistarhúsini hava staðið, fer eftir ætlan ein nýggjur skrivstovubygningur at standa.


Sunday, June 24, 2012

Um anonymisering og fremmandgerð av býarrúminum í Havn





"Hóast rákið er til høgru eru hjørtuni til vinstru.." soleiðis sungu Frændur einaferð, men tað var væl áðrenn flatskattur, makrelpengar og oljuvónir settu inn eina pengaautomat beint har, sum hjartað upprunaliga átti at verið, mitt í bringuna á føroyska samfelagnum.  Ómentaða lyndið at hyggja fram uttan atlit til okkara egnu sermerki, minnast vit frá 80´unum, tá nokk so nógv eftir øllum at døma varð gjørt fyri at fáa miðbýin í Havn eins átøkan onkrum anonymum donskum provinsbýi sum til bar. Í penleikans ruddingaraldu og peningastreymi hvarv tann dynamiska Perlan við rustaðu tekjuni og tann fjálgi handilin hjá Hans Joensen og í staðin fyri fingu vit Handilskjarnan, sum ongantíð hevur fungerað serliga væl í býarrúminum. Vit fingu eisini eina gongugøtu, sum bara var gongugøta av navni og ikki í praksis og her eru tað enn mest bilarnir og ikki so nógv teir anonymu flisarnir og tær enn meira anonymu gøtulampurnar, sum misprýða gøtumyndina og ganga út yvir trivnaðin. Eg eri væl greið yvir, at vit ikki kunnu brigda nøkrum ávísum fyri rák og ta menning, sum fer fram og sum eigur at fara fram, men eg haldi, at vit mugu hugsa okkum væl um. Herfyri tók Hans Mortensen stig til eitt visionert uppskot, sum Gunnar Hoydal og onnur hava gjørt; Havnin innan fyri Stóragarð um býararkitektur í Havn, har okkurt tykist sera skilagott, meðan okkurt annað tykist meira ivasamt. Tað góða við hesum uppskoti er, at tað gevur okkum høvið at kjakast og at finna út av hvørjar loysnir eru skilabestar áðrenn farið verður fram eftir fummum.

Hetta ber eyðsýnliga ikki altíð til og nú eru vit við at nærkast orsøkini til, at eg so illsliga eru farin í blekkhúsið morgun. Tí eg varð beinleiðis illa við at lesa í vikuskiftis-Sosialinum fyrst ein greinastubba um, at gomlu húsini hjá Hákuni Djurhuus (Kristiani Djurhuus, løgmanni) eru tikin niður og at keyparin, sum er ein makrelreiðari, fer at reisa ein skrivstovubygning á sama stað, har sum tey fínu húsini frá 1887 og gomlu postmeistarahúsini hava staðið á Krákusteini.

Longur inni í sama blaði stendur yvirskriftin "Fer at prýða býin og menna vinnulívið" at lesa. Greinin snýr seg um fyrrverandi Saltsøluna og fyrrverandi bygningarnar hjá Bacalao, sum nú skulu klæðast. Í greinini verður staðfest, at bygningarnir ikki eru vakrir í dag, men at teir um ikki langa tíð fara at standa sum prýðiligastu bygningar á vestara havnaøki í Havn. Tórshavnar Kommuna er byggiharri og bæði havnanevndin og fíggjarnevndin hava samtykt, at bygningarnir skulu klæðast, arkitektakapping hevur verið um hetta. - Eg má fyri tað fyrsta spyrja hvør hevur avgjørt, at hesir bygninngarnir eru ljótir? Tað eru teir yvirhøvur ikki. Bygningarnir eru merktir av teirra funktión og av estetikkinum frá teirra tíð. Teir skulu hampast um, gamaní, men við allari virðing fyri avvarðandi arkitekti, sum hevur gjørt nýggja snøgga uppskotið, er broytingin so ógvuslig, at tað lítið og einki hevur við gomlu bygningarnar at gera. Ovasta myndin er av parti av verkætlanini, betri myndir eru í Sosialinum. Samanumtikið tykist tað sum um, at vit í Føroyum seta størri prís uppá og romantisera avgamlan estetikk, hús við flagtekjum osfr., sum vit fegin vilja varðveita, meðan lítil og eingin áhugi er fyri eitt nú 50´unum, teimum mongu smáu blikkklæddu húsunum ella gomlum ídnaðarbygningum sum t.d. Bacalao og Saltsøluni. Kommunuskúlin er eisini eitt serstakt bygningsverk við fantastiskari listprýðing, eisini her mugu vit hugsa okkum væl um.

Flakavirki og ídnaðarbygningar eru sum kunnugt týdningarmiklir partar av okkara søgu. Vit síggja hvussu Østrøms fabrikk er komin til mentanarligan heiður og æru, her eru broytingar hendar, men tær flestu og mest radikalu broytingarnar eru hendar innanhýsis í bygningunum. Bacalao og Saltsølan eru partar av samleikanum hjá Tórshavnar býi og tí skilji eg als ikki ætlanirnar um at klæða bygningarnar av nýggjum. Heldur skuldu vit varðveitt fasadurnar og restaurera bygningarnar innan, so at teir kunnu brúkast til okkurt skilagott. Onkur av betongkassunum, sum eru komnir seinni, kann helst broytast eitt sindur ella takast burtur, so at teir sermerktu hvítu bygningarnir síggjast betri, men alt við virðing fyri tí verandi. Vit hava so ómetaliga fáar periodir, sum síggjast aftur í bygningunum í býnum og tí haldi eg, at tað er skeivt at taka burtur tað lítla, sum vit hava, sum er sermerkt og sum sermerkir okkum til frama fyri nakrar snotiligar, men fullkomiliga fremmandar og anonymar glasfasadur, ið tað sama kundu staðið í Herning ella onkra aðra staðni.



Húsini hjá Hákuni Djurhuus á Krákusteini verða tikin niður

Ingi Sørensen tók tær báðar niðaru myndirnar


Saturday, June 23, 2012

Hanus Kamban 70



Fyri nøkrum árum síðani plagdi eg eitt skifti at møta honum í bussinum við Tagensvej í Keypmannahavn, haldi tað var bussleið nummar tíggju. Ein høviskur og blíður maður í reyðum leðurjakka við stórum áhuga og innliti í list. Eitt sindur innfjarur viðhvørt, starandi fram fyri seg í Keypmannahavnska meldrinum. Eg minnist við gleði hansara stuttsøgu Við Edgar Allan Poe í Sólhavn frá tímum í føroyskum í Hoydølum, ið gjørdu mær mun. Tann søgan er bygd á endurminningar hjá Hanusi um ein av hansara ungdómsvinmonnum, fantastiska menniskjað Hera Smith. Torbjørn Olsen málaði Hera í einari rørandi portrettmynd, sum av sonnum rakar seymin á høvdið í mun til sveimandi poesiina og beiska realitetin, sum viðhvørt mundi merkja tilveruna hjá portretteraða manninum. Eg minnist hvussu ovfarin eg varð av hesi monumentalu portrettmyndini, tá eg sá hana framsýnda á einari føroyskari framsýning í Den Frie í Keypmannahavn fyri fleiri árum síðani, og eg havi ofta síðani hugsað um hvar hon mundi blíva av. 


Nú fer lesarin kanska at undrast yvir hvat alt hetta tosið um eina portrettmynd av Hera Smith hevur við føðingardagsbarnið at gera, og tað skal eg so væl siga lesaranum. Tí tá eg prátaði við Hanus Kamban eitt kvøldi á café fyri nøkrum árum síðani, kom eg í tankar um hesa myndina og tá visti hann at siga mær, at portrettmyndin er í Havn, og at hon hongur heima hjá honum og Kirsten. Hetta frøddi meg at hoyra, og eg haldi eisini, at tað er rættiliga eyðkent fyri Hanus Kamban og dømi bæði um hansara stóra ans fyri list og fyri menniskjum. List og menniskjansleiki hava somuleiðis stóran týdning í hansara bókmentaliga universi.  

"Nú er Edward ovast uppi á tí hægsta fjallinum hann hevur eyguni eftir teimum ymsu steinbrotunum, sum Maltusgubbi hevur greitt honum frá og her, við eina rivu í einum klovnum kletti veksur eitt einsligt snjósteinbrot við varliga hærdum leggi og smáum hvítum krúnubløðum og uppi yvir hesum einsliga blomstrinum gloymir Edward seg burtur, eina løtu í grundan og undran. Maltusgubbi hevur lært hann tað fremmanda heitið saxifraga nivalis teskar hann, og ovfarin av sær jálvum, kulsar hann av løgnari og loyndari sælu. So fer hann aftur til gongu. Ein tíma seinni sær Edward keypstaðin koma undan sýnini, hús fólk onkustaðni bø, sum er sligin og liggur í líggjaskógvi. Og har, fram við einum neysti, fer Skuggin, eyðkendur av sínum tungu stivlum og sínum æviga dimma høvuðplaggi. Sólin stendur lágt, og hóast skýmingin bara er eitt eiti, síggjast hús og fólk varpa kámar skuggar eystureftir. Og nú varnast Edward nakað sum er undarligt. Av bulinum hjá Skugganum, við kaskettini ovast, sæst onki tvítak endurgivið. Skuggin, sær Edward, hevur ongan skugga…" s.41-42 Gullgentan.

Saxifraga Nivalis ella Snjósteinbrot er heitið á eini lítlari blómu, sum vaksur í rivum í klettum, men tað er eisini heitið á søguni hjá Hanusi Kamban um unga Edward, sum er í summarfrí hjá Maltusgubba. Søgan tykist grundað á barndómsminni, og tvinnar saman ein realistiskan endurminnandi stíl við ævintýra- og dreymakendum brotum. Kompleksa søgan hjá H.C.Andersen um Skuggan kemur til hugs og okkurt annað av fólkaævintýrunum, t.d. tað um Lindormin, sum bæði skal revsast og uggast til tess at hann kann gerast kynsbúgvin og fullmentur maður. Í søguni hjá Hanusi snýr tað seg m.a. um ein kelilunda og ein skugga, sum báðir hvørva, tá Edward sleppur í song við Yvonnu. Tað snýr seg um individuatión og alt er ikki líka lætt at skilja, men tað hevði kanska verið løgið annað í einum tílíkum stuttsøgusavni, sum blandar realismu við dreym, ævintýr og science fiction.Science fiction er eitt hjartabarn hjá Hanusi Kamban og tað er í grundini eisini nokk so typiskt fyri hansara javnaðarhjarta at dyrka hetta úr mentanarligu fínustovu útihýsta tekstaslagið. Tað hongur helst eisini saman við, at Hanusi dámar spenningssøgur, sum vit hoyrdu hann siga í sendingini Meg minnist hjá Jógvani Arge í útvarpinum. Tað var ordiliga stuttligt at hoyra Hanus greiða frá um tær serligu løturnar í barndóminum, tá mamma hansara plagdi at lesa søgur upp úr Tarzan - abernes søn og øðrum bókum. Eg havi forrestin sjálv notið ágóðan av framúrskarandi frásøgukynstrinum hjá mammu Hanus, Elisabeth, Bette Andreasen á skúlanum á Frúutrøð, har hon var lærarinna. Pápi Hanus var somuleiðis lærari, Petur Andreassen og tá vit nú eru í tí familiera, so er Hanus giftur Kirsten Brix og tey eiga tveir synir, Janus og Atla.  

Hanus Kamban fyllir altso hálvfjerðs ár mánadagin 25.juni, og Rithøvundafelag Føroya skipar fyri hátíðarhaldi í Steinprenti í morgin, sunnudagin 24.juni klokkan fýra. Samstundis leggur føðingardagsbarnið fram eitt nýtt savn av týðingum. Hanus Kamban fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 1980 og fyri fagrar bókmentir í 1986. Í 2004 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Tvær ferðir hevur hann verið tilnevndur bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Fyrru ferð í 2004 við stuttsøgusavninum “Pílagrímar” og seinnu ferð í 2012 við stuttsøgusavninum “Gullgentan”. Harumframt fær hann veiting fyri lívið frá Statens Kunstfond. Størsta verkið, sum Hanus hevur skrivað er tríbindverkið um Janus Djurhuus. Umframt at arbeiða sum høvundur, hevur Hanus Kamban á ymiskan annan hátt tikið virknan lut í samfelagnum. Hann var ritstjóri á tíðarritinum Fjølni árini 1967-1969. Frá 1992-94 var hann formaður í Rithøvundafelagi Føroya. Hann hevur formidlað list og mentan í útvarpssendingum og sjónvarpssendingum, og greinar skrivar hann javnan. Greinarøðin, sum stóð í Sosialinum herfyri, ið m.a. nam vaksandi stættarmunin í føroyska samfelagnum, er haldgott prógv um hansara stóra samfelagssinni og hansara indignatión. Vit eiga eftirhondini nógvar akademikarar í Føroyum, men vit hava so ógvuliga fáar intellektuellar røddir, sum tora at taka blaðið frá munninum og við lív og sál og innliti taka lut í kjakinum. Tað torir og tað ger Hanus Kamban og tøkk fái hann fyri tað. 

Vit ynskja Hanusi hjartaliga til lukku við føðingardegnum og við nýggju bókini.


Heiðurslønir
1980 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
1986 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrarbókmentir.
2001 - Vann við søguni "Angels Place" stuttsøgukapping Listastevnu Føroya.
2004 - Mentanarvirðisløn Landsins

Hevur givið út:
1979 - Kveikt og kannað (yrkingar/greinir og týðingar eftir Rikard Long)
1980 - Dóttir av Proteus (stuttsøgur)
1982 - Við tendraðum lyktum (stuttsøgur)
1985 - Tíðartinnur (greinasavn)
1986 - Hotel heyst (stuttsøgur)
1994 - Hjalmar Söderberg (stutt ævisøga)
1994 - J.H.O. Djurhuus - ein bókmentalig ævisøga I
1995 - J.H.O. Djurhuus - ein bókmentalig ævisøga II
1997 - J.H.O. Djurhuus - ein bókmentalig ævisøga III
2000 - Tann bráðvakra hugsjónin (greinasavn)
2000 - Heystveingir (sjónleikur)
2001 - Heimahøllin (kantata saman við tónaskaldinum Kára Bæk)
2001 - Pílagrímar (stuttsøgur)
2003 - Jósef Stalin (um lív og politik Stalins)
2007 - Hjarta uttan fylgisneyta: Herman Bang 150 ár (essay)
2008 - Café Europa (yrkingasavn)
2010 - Gullgentan (stuttsøgur)

Týðingar:
1969 - Drekin og aðrar søgur (Greene, Wells, Bradbury, Maugham)
1974 - Kaleidoskop og aðrar søgur (Bradbury)
1979 - Dreymur um eitt undarligt land (Greene)
1989 - Othello (Shakespeare)
1991 - Tey deyðu (Joyce)
1994 - Glas lækni (Söderberg)
2002 - Tað nýggja Atlantis (týddar science-fiction stuttsøgur)


Søgur hjá Hanusi Kamban eru týddar til fleiri mál, íslendskt, norskt, hollandskt, hebraiskt osfr. Forlagið Torgard gav í ár út bókina Guldpigen.





Friday, June 22, 2012

Hanus Kamban sjeyti



Mánadagin 25. juni 2012 verður rithøvundurin og samfelagsrevsarin, Hanus Kamban sjeyti.

Tá ið Hanus Kamban í 1978 gav út fyrsta stuttsøgusavn sítt “Dóttir av Proteus” var hann longu langt síðani roknaður millum fremstu mentafólk okkara sum týðari,
 ummælari og viðmerkjari í bløðum og tíðarritum. Hesi seinastu tretivu árini eru fleiri stuttsøgusøvn komin frá hansara hond, umframt greinar, ritroyndir og týðingar og ikki at gloyma ævisøguna um J.H.O. Djurhuus. Hann hevur eisini gjørt vart við seg í loftmiðlunum. Fyri sjónvarpið gjørdi hann tær minniligu heimildarsendingarnar um Áarstovubrøðurnar báðar, Janus og Hans Andrias. Fyri útvarpið gjørdi hann m.a. ta vælumtóktu sendirøðina um javnaldran vestanhavs Bob Dylan.

Í flestu stuttsøgum sínum fæst Hanus Kamban við samtíðarveruleikan, sosialsálarfrøðisligar trupulleikar. Viðhvørt hevur frásøgnin, eitt nú í seinasta savninum, “Gullgentuni” eitt furðukent lag við myrkum littónum, men yvirhøvur er stílurin royndskygdur, realistiskur, og Hanus dugir væl at lýsa vanlig fólk og gera lív teirra í gerandisdegnum viðkomandi fyri lesaran.

Hanus Kamban fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 1980 og fyri fagrar bókmentir í 1986. Í 2004 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Tvær ferðir hevur hann verið tilnevndur til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Fyrru ferð í 2004 við søgusavninum “Pílagrímar” og seinnu ferð í 2012 við stuttsugusavninum “Gullgentan” Harumframt fær hann veiting fyri lívið frá Statens Kunstfond.

Umframt skriving hevur hann verið aktivur í samfelagnum. Millum annað var hann ritstjóri á tíðarritinum Fjølnir 1967-1969. Í árini 1992-94 var hann formaður í Rithøvundafelag Føroya.

Rithøvundafelag Føroya skipar komandi sunnudag fyri einum hátíðarhaldi í sambandi við føðingardagin. Tiltakið verður í hølunum hjá Steinprenti á Skálatrøð (Öströms fabrikk) og byrjar klokkan 16 og í hesum sambandi leggur føðingardagsbarnið fram eitt nýtt savn av týðingum.

Rithøvundafelag Føroya

Thursday, June 21, 2012

Tíggju góð ráð til nýggja kringvarpstjóran


Dia Midjord er nýggi stjórin fyri Kringvapið, til lukku við tí. Og nú fara góð ráð og góð hugskot at streyma inn til nýggja stjóran. Og vit standa ikki aftan fyri á hesum øki, men í fyrsta lagi hava vit funnið tíggju góð ráð, sum onnur klók fólk hava givið. Um nýggi kringvarpsstjórin minnist til hesi ráð, so man alt fara at laga seg.
1.       Tíð er ikki týdningarmikil, men list er. (Edward Betts)
2.       Listin skapar lív, skapar áhuga, skapar týdning og eg kenni einki, sum kann setast í staðin fyri listins megi og vakurleika. (Henry James)
3.       List er týdningarmikil. Vit hava lyndi til at halda listina vera marglæti, men listin gevur menniskjum ein djúpa gleði, tí vakurleiki er vónin um, at okkurt er størri enn vit sjálvi. (Gil Dellinger)
4.       List fer altíð at vera einasti háttur at siga nakað um sannleikan. (Robert Browning)
 5.       Uttan list, hevði rái veruleikin gjørt heimin tungan at liva í. (George Bernard Shaw)
 6.       Í list er tað besta nóg gott. (Johann Wolfgang von Goethe)
 7.       Listin tváar gerandisdustið av sálini. (Pablo Picasso)
8.       Bara gjøgnum listina kunnu vit koma undir okkum sjálvi og vita, hvat eitt annað menniskja sær.(Marcel Proust)
 9.       Lívið er stutt og listin er long. (ars longa vita brevis). (Lucius Seneca)
 10.   Av  øllum lygnum, er list tann minst ósanna. (Gustave Flaubert)


Wednesday, June 20, 2012

Bókin um tey serligu og tey á niðaru rókunum


.
Líggjas í Bø: Linga og Mallus - Tvey merkisfólk av Skálatoftum.

Karolina og Michael Malvinius hava fingið eina bók skrivaða um lív teirra.
Tað má metast sjáldsamt, tí serlingar og vanlig fólk fáa sjáldan nakað fest á blað, men fara oftast í gloymslunar hav. Søga teirra er tí ókend. Tú hevur hoyrt um alt tað, sum Christian fjórði fekk av skafti og undrar teg yvir, at hann kundi vera so prúður maður, tá hann arbeiddi so nógv. Øll hini, sum hava teknað, grivið og bygt, eru ikki við í søguni. Tí er bókin, ið Líggjas í Bø hevur skrivað um Lingu og Mallus, kærkomin. Bókin hevur fingið góð orð við á vegnum frá Arnstein Niclasen, Andras Sólstein og Beatu L. Samuelsen. Har er nógv gott sagt, og eisini frá onkrum, sum kundi verið øðrvísi.

Tá tú lesur bókina út í eitt, eru nakrar uppafturtøkur, sum órógva. Hevði tú lisið eitt petti um dagin, órógvaði tað ivaleyst ikki. Ein snaps um dagin, sum læknin mælti til! Tað liggur væl fyri hjá Líggjas at festa á blað; hann dugir við penninum. Tað vita vit frá øðrum, hann hevur skrivað millum ár og dag. Nógv ár eru síðani hann kom við yrkingarsavninum Til lívið. Sera hugaligt, at hann aftur kemur við eini bók, og vónandi fáa vit meira frá hansara hond.

Fyri meg er tað jú ein partur av lívinum, sum her verður sagt frá og tú minnist afturá.
Lívið hjá Lingu og Mallus var heim til Olaf á Stongunum, norð á Kósina og uppi á Skálatoftum. Ein stimitúr út á Bumshamar og norð á Skálatoftir av og á. Tað var teirra verð og tað var helst ivaleyst hjá teimum. Líggjas greiðir frá í bókini, hvussu søgan bara vaks, tá hann byrjaði at skriva okkurt niður um Lingu og Mallus - og heitt var á hann um at fáa út í bók. Aftaná hevur hann fingið manga søguna afturat um tey. Ikki er tað ofta, at bók kemur út mitt á sumri. Heldur plagar tað at vera til jóla. Men neyvan er nøkur metsøla í hesi bók. Tað eru jú mong ár síðan tey fóru herfrá, og tað var í lokala umhvørvinum, tey vóru kend. Annað enn peningaáhugi hevur drivið verkið. Tað kunnu vit fegnast um, og tí hevur bókin uppaftur størri menniskjaligt virði. Hetta er áhugaverd søga og okkurt so mikið dramatiskt, at kundi tað staðið í vikubløðunum. Hóast tú ikki kendi fólkini, kanst tú fáa nógv burturúr teirra serstaka lívi. Tað veksur um sjónarringin. Líggjas greiður opið - uttan dømandi peikifingur - frá lívi teirra við virðing og ein góðan hátt!

Tað er hugvekjandi, at Líggjas hevur valt at geva eina bók út um hesi fólkini. Hon snýr seg ikki einans um Mallus og Lingu, men fólkini rundanum tey, sum hann eisini lýsir. Sera óvanligt at hesi koma í bók. Ikki tí, Líggjas kundi sanniliga skrivað um tey, sum hava verið í fremstu røð, tí tey kennir hann og hevur verið millum. Tí er tað sera áhugavert, at hann júst heiðrar hesi fólkini. Gjørdi hann tað ikki, varð tað helst ikki gjørt. Tað skal Líggjas hava takk fyri.


Jóin Sigurðsson

Nævner min Tanke dig






J.P.Jacobsen: Nævner min Tanke dig


Nævner min Tanke dig, -
Rødmer min Kind,
Knyttes min Haand
Og dirrer min Læbe.
5En duft af Dug paa nysudfoldet Løv,
De lette Skygger af en nøgen Busk,
Et rødgult Solblink over fjærne Ruder,
En Haand, der springer fra min Skulder,
To Læber, der i Angst og Smærte,
10Men lydløst, hurtigt briste fra hinanden,
Alt gaar forbi mig i et kort Sekund.
Saa er det Nat,
Op oppe mod en dunkel Himmel,
Af Aander baaret, dem mit Øje ser
15Kun som en mørknet, men dog lødløs Krusning,
Ligger du som gydt henover Luften.
Din Dragt er hvid og ubevægelig,
Din Arm er over dit Aasyn bøjet,
Kun Mundens Smærtedrag er ikke dulgte.
20Saaledes skuer jeg dig langsomt svinde,
Imedens jeg og Jorden synke.



Yrking: J.P.Jacobsen
Mynd: Georgia o´Keeffe


Tuesday, June 19, 2012

In The Moment Of The Meantime...


Vit  hava áður skrivað um listakvinnuna Marionnu Bjørgheim, sum herfyri fekk endaprógv sítt á jútska kunstakademinum. Vit hava nú fingið hendur á nøkrum fotomyndum av verkinum, sum Marianna gjørdi til endaframsýningina hjá næmingum á kunstakademinum. Vit seta myndirnar inn her, sum kunnu njótast meðan vit gleða okkum til Marianna Bjørgheim fer at framsýna í Føroyum. Videoverkið eitur “In The Moment Of The Meantime”.