Sunday, May 20, 2012

Øll vilja hava list!


Fríggjadagin høvdu vit eitt framúrskarandi innlegg á blogginum frá Kirsten Brix. "Er dýrt at búgva í Føroyum?" eitur tað og kann lesast her: http://listinblog.blogspot.com/2012/05/er-dyrt-at-bugva-i-froyum.html
Tað snýr seg um totala mangulin uppá logikk í royndunum hjá landsstýrinum at steðga fráflytingini. Kirsten Brix skrivar m.a.:

”Tað ríka mentanarlívið? Ja, har kunnu vit, sum njóta sjónleikin, konsertirnar, framsýningarnar, bókmentirnar o.s.fr. gleðast – og undrast. Bara eitt: tjóðpallurin er enn eina ferð settur í bíðistøðu. Ferð eftir ferð hava sjónleikararnir víst okkum áskoðarum spæl á altjóða støði og forkelað okkum við støðugt hækkandi støði. Men hvussu leingi orka tey? Tað er ofta ávíst, at íløga í mentanarvirksemi kemur fleirfalt aftur, tí hon skapar arbeiði til ymiskar hjágreinir.”

Og tað er so satt so satt. Allar kanningar vísa, at mentanarlívið er av avgerandi týdningi, tá fólk velja hvar tey skulu búgva. At fatanin av lívskvaliteti hongur saman við einum vælvirkandi mentanarlívi. At almennar krónur í list og mentan koma fleirfaldar aftr. Tað er als eingin ivi um hetta.

Í nógv ár hevur verið skynað ímillum urban og rural øki, tá talað verður um listina og fíggjarliga og menniskjaliga týdningin av list og mentan. List og mentan hevur verið mett at hava størri týdning fyri tey, ið seta búgv í stórbýum, tey, sum við einari andskræmiligari orðing, kallast hin kreativa stættin. Men nú er tað blivið staðfest, at øll, óansæð hvar tey búgva, meta mentanarlívið sum avgerandi fyri vanliga trivnaðin. Fyribrigdið fevnir eisini í nógv størri mun um fólk við ymiskari inntøku og ymiskum útbúgvingvingum enn higartil hevur verið mett. Munur er sjálvandi á hvat slag av mentanartilboðum fólk taka lut í - opera og ballett eru næstan útilokandi eitt stórbýarfyribrigdi t.d. - men harafturímóti heldur eitt stórt fleirtal, at eitt ríkt lista- og mentanarlív merkir, at okkurt er fyri øll á mentanarøkinum og at hetta hevur týdning.

Vit hava ikki nakrar kanningar her heima. So tí vísa vit her nakrar grafar frá amerikonskum kanningum. Men eingin orsøk er til at halda, at vit eru nógv øðrvísi. Tað er nú vit skulu gera íleggingar í mentanina, beint nú. Øll vilja hava list, næstan øll. Tað kann ikki passa, at júst landsstýrið tilhoyrir minnilutanum, sum ikki vil.