Saturday, May 5, 2012

Skríggj



Hesa vikuna hevur verið frammi, at ein av teimum fýra málningunum “Skríggið” eftir Munch er seldur fyri ikki minni enn 680 miljónir krónur. Gníst. Men tað er bíligt, er tað onkur sum heldur, tí hetta var bara eitt av teimum fýra “Skríggjunum”. Eg eri eitt sindur samd, men ikki við somu grundgevingum. “Skríggið” er ein fantastiskur málningur, men er eisini vorðið ikoniskt heimsgitið og má sigast at verða mentanararvur hjá allari mannaættini, og hvussu ber til at meta um kostnað á mentanararvi hjá allari mannaættini – tað kundi eins væl verið selt fyri 680 milliardir krónur. So bíligt, ja á ein hátt.

Men hinvegin – als ikki bíligt. Tí, hvør hevur ráð at keypa? Onkur vildi vera við, at tað var kongsfamiljan í Qatar, sum hevði keypt myndina – hon keypti eitt verk eftir Cezanne fyri 1,4 milliardir krónur – geyl – men keyparin er ókendur og tað plagar ikki at líkjast kongsfamiljuni í Qatar at vilja verða ónevnd, so helst er tað onkur ríkmáður, sum bara vil hava málningin fyri seg sjálvan. Og tað er ein sorgarleikur. Tí kostnaðurin gjørdist so høgur, tí myndin er verd at varðveita fyri alla mannaættina, at granska í, at miðla og vera tøk fyri øll í heiminum. Og tað er hon ikki, um hon skal hanga í onkrum pengaskápi á onkrum loyniligum staði. Tað verður hon bert um okkurt listasavn keypir málningin. Men listasøvnini kunnu yvirhøvur ikki bjóða við longur, hvørki tá tað snýr seg um Munch, Cezanne ella týðandi samtíðarlist. Einki listasavn eigur so nógvan pening.

So hvør frøist yvir, at ein málningur gerst so dýrur. Søluskálin - sjálvandi. Norra – kanska. Men ikki børnini, granskarar, ikki listafólkini og ikki mannaættin.

Marknaðarkreftirnar arbeiða ikki fyri listini – tær yvirtaka hana. So heimurin – skríggjað, gníst, geyla og grát.

(IS)