Tuesday, March 8, 2011

Kvinnulist


Nakað av tí løgnasta, ið finst er kvinnulist. Sjálvt orðið rør framundir líkasum, at tað finst ein verulig list og ein onnur list, nevniliga kvinnulist. Soleiðis sær tað í øllum førum út við listasøguligum brillum, har kvinnan konsekvent verður fatan sum “hin”. Maðurin er skapandi skoðandi subjektið og kvinnan er passiva skoðaða objektið og so er tað jú ikki lætt at skapa list.

Tá kvinnur so allíkavæl royna seg við at skapa list, so vita tey flesta av okkum væl hvat tað fer at snúgva seg um. Tað verður heilt vist okkurt við kenslum, tí kvinnur elska kenslur, eisini gjarna okkkurt við blómum, tí kvinnur elska blómur næstan líka nógv sum tær elska kenslur. Tað kann eisini blíva okkurt feministiskt, okkurt grenj um at tað er hart at vera kvinna ella okkurt við, at tað er vakurt at hava menstruatión. Kvinnur eru jú sjúkliga upptiknar av mánaðarsjúkuni. Undir øllum umstøðum kemur tað til at snúgva seg um nakað, sum hevur við kvinnuliga universið at gera og tí er ikki nógv orsøk til at samanbera tað við ta veruligu listina, mannfólkalistina.

Løgið ha? Jú, men satt. Konulist ella kusukunstur, sum tað eisini ógvuliga kerliga verður nevnt er ein útjaðari í listaheiminum og tað er torført at síggja nakrar glottar, sjálvt um tað í 1988 eydnaðist listabólkinum Guerilla Girls at finna heilar 13 fyrimunir við at vera listakvinna:




Her er ein myndarøð við list, sum kvinnur hava skapað. Havið ein góðan kvinnudag, kæru systrar og missið ikki mótið, kæru menn, tí tit hava enn patent uppá at vera geni

Meira um kvinnulist í okkara augusttema, sí:
http://listinblog.blogspot.com/search/label/Kvinnuvika





Orlan



Hansina Iversen




Rannvá Kunoy

Annette Messager

Shirley Jaffe

Hannah Wilke


Jana Sterbak


Elke Krystufek

Cindy Sherman


Sophie Calle

Katrine Ærtebjerg

Rosemarie Trockel

Louise Bourgeois


Sonia Delaunay

Suzanne Valadon


Anna Seppälä




Vanessa Beecroft


Hannah Höch




Sylvie Fleury



Janine Antoni


Marina Abramovic








Eva Hesse


Hanna Darboven


Rineke Dijkstra


Nan Goldin


Pipilotti Rist




Marlene Dumas


Tracey Emin
Katharina Fritsch


Ellen Gallagher


Shirin Neshat

Toba Khedoori
Kiki Smith


Agnes Martin

Germaine Richier


Georgia O’Keefe
Jenny Holzer


Meret Oppenheim
Rebecca Horn

Elizabeth Peyton
(IS)