Sunday, March 20, 2011

Eitt leygarkvøld á verkstaðnum...

Claus Carstensen í Steinprenti


Seinastu dagarnar hevur danski listamaðurin, Claus Carstensen arbeitt í Steinprenti. Claus er sær sjálvum líkur sum ein melduródn av orku og framfýsni og hóast høvuðsuppgávan á hesi føroyavitjanini var at gera myndaskránna til framsýningina Klaksvikaffærer, sum letur upp í Norðurlandahúsinum og í Steinprenti í september, hevur tað eydnast honum at fáa heili seks góð prent burturúr uppihaldinum hesa ferð... -ella meir, tí tey arbeiða enn.. Fína úrslitið kemst sjálvandi av, at listamaðurin veit hvat hann ger. Hann er ómetaliga dugnaligur og miðvísur og so er hann eitt satt arbeiðsgrev, ið hjá Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku fær góða umstøður, tá hann arbeiðir í Steinprenti. Tó at tað í skrivandi stund er leygarkvøld og klokkan er farin av níggju, heldur virksemið á í Steinprenti og teir báðir, Jan og Claus eru við at viðgera ein stein og gera hann kláran til prentingar.

Gorgonize now! er heitið á einum sera væl úr hondum greiddum prenti við einum dramatiskum, maskukendum andlitið, sum starir illbønandi út á áskoðaran í eini trýbýttari kompositión. Og sjálvt um ikonografiin er svørt  og døpur heavy metal, er ein serstakur, grafiskur vakurleiki í hesum prentinum í øllum teimum mongu ymisku svørtu og gráu tónunum og í teimum mongu, ymisku strukturunum á myndaflatanum.

Beint nú standa teir báðir, listamaðurin og litografurin við fønara í hond og orðna tað síðsta áðrenn fyrsta royndarprentið skal takast av prentinum Church of dopamine. Eg má fara yvir at hyggja hvussu tað riggar, men tað sær út til at blíva eitt fantastsiska gott prent. Eg seti nakrar myndir inn her av tí, sum gongur fyri seg í Steinprenti, tað er ótrúliga spennandi at sleppa at fylgja við í hvussu eitt tílíkt verk verður til, serliga tá tað gongur so væl sum í kvøld...

Jan Andersson og listamaðurin meta um dygdina á prentinum


Claus Carstensen fylgir við meðan steinurin verður prepareraður


Listamaðurin signerar tað eina avbrigdið av Gorgonize now!


Jan og Fríða


Claus, steinurin og maskinan


Claus og Fríða gera klárt til at signera eitt annað avbrigdi av Gorgonize now!



Jan og Claus gera næsta steinin til reiðar at tekna á


Steinurin skal standa væl meðan teknað verður á hann


Steinurin Church of dopamine


Listamaðurin eksperimentarar við at smíða hol í eitt prent
(KP)