Monday, March 7, 2011

Um lágstatus hjá mentanartilfari, norðurlendskan mentanarpolitikk og Ingálv av Reyni


Tað er neyvan nakað her í verðini sum er lættari, enn at finnast at miðlum og politikarum. Tað er lutfalsliga ókeypis at sleppa at siga stórt sæð hvat sum helst og tað er ofta órættvíst eisini tá tað kemur til viðgerðina hjá bæði miðlum og politikarum av mentan. Fyri tað fyrsta finst mentanartilfar, bæði í bløðunum og á tingi og í grundini henda ábøtur - í síðstu viku sóu vit t.d. eitt framúrskarandi uppskot frá Tórbirni Jacobsen um samsýning til rithøvundar og listafólk. Fyri tað næsta, eru tað ikki bara miðlar og politikarar, sum hava týdning. Vit hava øll somul ábyrgd. Men allíkavæl kann eg ikki lata vera við at undra meg yvir hvussu lágt mentanin verður raðfest í miðlunum og á tingi. Mentanin er har, gamaní, men tað er greidliga ikki á hesum økinum, at størsta nærlagni verður lagt. Er orsøkin, at mentan ikki hevur stóran týdning fyri samfelagið ella snýr tað seg um internar maktstrukturar?

Herfyri fingu vit her á blogginum eina grein frá journalisten.dk. Greinin snúi seg um, at menanarjournalistikkur er undirmettur og bløðini raðfesta "harðari", politisk tíðindi í mun til mentanarjournalistikk, men ein granskingarverkætlan vísir, at tað er mentan, sum lesararnir vilja hava. Sambært kanningini hevur mentanarjournalistikkur lágan status millum journalistar, men kanningin vísir eisini, at mentanartilfarið gevur góðar profileringsmøguleikar. Tað er mentanartilfarið, sum definerar bløðini og tað er mentanartilfarið, sum selur bløð. Haraftrat vísir tað seg, at mentanarjournalistar hava hægri status í samfelagnum enn aðrir journalistar og at tað bara er millum starvsfelagar, at mentanarjournalistarnir ikki verða roknaðir fyri tað stóra. Kanningin er donsk, men passar helst eisini uppá føroysk viðurskifti. Spurningurin er um líknandi hugsanir kunnu yvirførast til politisku skipanina. Vit vita í øllum førum, at mentan er mett at hava lágan status millum flestir politikarar, men man hetta eisini vera galdandi millum veljarar? At sessirnir í Mentanarnevnd Løgtingsins eru alt annað enn eftirstundaðir og at langt er millum mentanarpolitiskar útsagnir nýtist ikki at merkja, at veljararnir eru samdir við politikarunum í teirra vanvirðing fyri mentanarøkinum. Kanska er tað júst innan mentanina, at politikarar kunnu profilera seg og skilja seg frá hvørjum øðrum.

Í norðurlondum spratt mentanarpolitikkur sum ein uppreistur móti religiøst domineraða samfelagnum og merkir eitt skifti til tað modernaða samfelagið. Orðingin av mentanarpolitikkinum varð borin av einum einastandandi samspæli millum arbeiðarastættina, bøndurnar og tey intellektuellu og er kanska ein tann mest umráðandi parturin av moderniseringini av okkara samfelag. Gjøgnum nítjandu og tjúgundu øld hevur norðurlendskur mentanarpolitikkur verið ávirkaður av ymiskum rákum sum kulturradikalismuni, marxismuni og nýkantianismuni, men grundleggjandi er hann grundaður á eina modernaðu humanismu, sum vit hava alla orsøk til at vera errin av. Mentanin verður hildin at vera eitt stað fyri viðgera grundleggjandi samfelagsvirði og seinastu 50 árini hevur beinagrindin í norðurlendskum mentanarpolitikki verið at tryggja best møguligt listarligt og mentanarligt frælsi, at tryggja borgarunum somu atgongd til mentanarligu ágóðarnar, at tryggja upplýsing, public-service og eitt vælútbygt net av mentanarstovnum, sum fremja fólkaræði sum heild. Armslongdarreglan skal tryggja,at almennu mentanarpengarnir verða býttir eftir sakligum treytum og skal tryggja, at mentanarlívið er óheft av politiskum og peningarligum áhugamálum.

Eg komi altíð í tankar um hvussu nógv er at vera errin um, tá eg hyggi at frálíku myndini hjá Ingálvi av Reyni í løgtingsalinum. Dirvið, humanisman, viljin til at flyta mørk, evnið til at søkja tað besta, skilvitið, fordómaloysið, kompromisloysið, reinlyndið, uppreistrartrongdin, kritikkurin, margfeldið, virðingin, intensiteturin, styrkin, samspælið og mótspælið, dirvið og markloysið. Eg blívi glað og errin, men eg vildi ynskt, at fleiri sótu í stólunum við andlitinum móti hesum framúrskarandi málninginum og hugsaðu um, hvussu mentanarpolitikkurin umboðar broytingina til tað modernaða samfelagið, hugsaðu um, tey arbeiðfólk, intelektuellu, listafólk og bøndur, sum løgdu lunnar undir norðurlendska mentanarpolitikkin og hugsaðu um hendan týdning fyri okkum.

Løgið, at so nógvir politikarar venda ryggin til listina - og gera sum nógvir miðlar - halda mentanini fastari í onkrum slagi av lágstatus. Har mugu verða onkrir innanhýsis valdsstrukturar, sum eg ikki kenni.

(IS)