Okkum er sent svar uppá fyrispurningin, sum vit sendu listafólkum um at skriva okkum nakrar reglr um listaverkið teimum dámar best. Listafólkini eru jú tey serkøn og hetta Mariumessubrævið frá Guðrið Poulsen er dømi um júst tað serkøna eygað, sum leggur til merkis ymiskt, sum vit ikki geva okkum far um. Eg gleði meg aftur at ganga niðan aftur fram við Mariukirkjuni... -Latið okkum nýta høvið til aftur at heita á listafólk at senda okkum nakrar reglur um teirra yndisverk til inspiratión og gleði fyri okkum øll.
Mariumessa um várið, 25.mars
Mong eru yndislistafólkini og óteljandi listaverkini, eg kundi rópt míni yndislistaverk.
Kriteriini kunnu vera so ymisk.
Tekningin, sum beiggi mín gjørdi, tá ið hann var 6? Framúr.
"Várofrið", ið Nina Kavtaradze á ógloymandi, dramatiskan hátt framførdi her heima, einaferð í 80'unum. Eitt slag beint í solar plexus: øll tilvera mannaættarinnar samanfatað í einum verki!
Og listaverkini leggjast alla tíðina aftur at.
Listafólkini opinberast fyri tær, sum sólarglæma í toku. Eitt fríggjakvøld her fyri legðist Arvo P
ärt aftur at yndislistalistanum. Har var ein pulsur, eitt ósvikaligt stev sum vísti á menniskjans endaleysu gonguferð. Millum fagnaðarróm og markleysa sorg.
Hvat við Godot? Hálvgum akandi heim á knøunum í svartasta vónloysi, nú Beckett og Eyðun og allir hinir høvdu opinberað tilverunar meiningsloysi fyri mær. Sum eitt stórt, tómt hol? Ein grøv.
Listin, sýgur teg gramliga út á ógrunt hav, -og blakar teg -trygt?- uppá sandin aftur.
So. Nóg mikið er at taka av.
Men eg velji eitt listaverk her í mínum nærumhvørvi. Eitt verk eg dagliga kann skoða, fegnast um og undrast á.
Tað er verkið Maria Moy eftir Sven Havsteen- Mikkelsen við Mariukirkju, beint við viðarlundina.
Hetta er ein glasmosaikk, einkul, í reinum litum. Myndin man vera eitt sindur hægri enn manshædd og býtt sundur í trý. Glasbrotini eru løgd í cement, og ljós lýsir gjøgnum glasið. Myndin er uppbygd sum ein stór sól við einum ótali av spíssum og rundan um sólina sveima tólv smáar, skyggjandi gyltar stjørnur. Niðari partur av myndini er blágrøn alduskap. Verkið er frá 1988.
Eftir mínum tykki er samanrenningin millum listaverk og byggilist hepnast til fulnar. Verkið er sjálvstøðugt, og brýtur frá í tilfari og úttrykki, men er samstundis greiðliga ein partur av heildarmyndini. Verkið er partur av einari kirkju og er beint við høvuðsdyrnar. Tað er sum listamaðurin velur at elta aldargomlu kirkjulistasøguligu slóðina frá rósuvindeygunum, men við einum meira nútímans úttrykki, sum hóskar til byggilistina. Myndin er tíðarleys og reinsað fyri patos og postulat. Tilfarsliga er verkið beskeðið, glas og beton, grovliga evnað til. Verkið roynir á ongan hátt at sleiskast fyri mær. Tað er og livir í kraft av skiftandi sólarljósinum, og tá ið myrkt er, er verkið kámt og grátt.
Her er rúm fyri tulking. Av tí sama kann eg altíð venda aftur, í skiftandi veðri og ljósi. Vóna og undrast.
Heitið Maria Moy er heldur sjáldsamt, tí vit hugsa sum oftast um ikonmyndina av Mariu moy, tá vit hoyra hana nevnda. Men fryntligu nunnurnar greiða mær frá, at Maria moy er umrødd í Opinberingini 12. Kap, vers 1 soleiðis:
Stórt tekin sást av Himli: Kvinna,
klædd í sólina, við mánanum undir fótunum
og krúnu av tólv stjørnum á høvdinum.
Sven Havsteen-Mikkelsen letur hetta sentrala motivið hjá katolikkum í ein súmbolskan búnað, sum kann galda langt út um tíð og rúm. Tað er væl gjørt.