Sunday, February 6, 2011

Føroysk dygdarlist viðurkend uttanlands


Í hesum Harrans kostári 2011 nú lúsadagurin júst er farin afturum og vit øll sita eftir sum matligar og nýkembdar sjimpansur, kemur orðatakið um útlendsku lúsina til hugs.

Eg siti við morgunmatarborðið og eti - sjálvandi - og lesi og sjálvt um mær yvirhøvur ikki tørvar nakran útlending til at siga mær hvussu góð føroysk listafólk eru, ja so kann eg ikki lata vera við at gleðast heilt inn á sálina, tá føroysk listafólk klára seg væl og verða róst uttanlands.

Í farnu viku vann Rannvá Káradóttir Justinussen virðisløn á árliga filmfestivalinum Dance on Camera Festival í New York fyri stuttfilmin Bow og tað er ómetaliga stuttligt at lesa á heimasíðuni cinema without borders: "The director of BOW, Rannvá Káradóttir, flew in from her native Faroe Islands to attend Dance on Camera and accepted the Best Dancefilm honor with choreographer/dancer Mei-Yin Ng, who lives in Brooklyn..". Vit ynskja Rannvá Káradóttir og okkum øllum hjartaliga tillukku við bragdinum.


Vit hava áður á Listablogginum greitt frá framsýningini De Kooning De Kooning De Kooning í Gallery David Risley í Keypmannahavn, har Rannvá Kunoy er ein av framsýnarunum og nú datt eg fram á eitt áhugavert og væl skrivað ummæli hjá Rasmus Kjærboe, sum heldur myndirnar á framsýningini vera ógvuliga góðar. Lesið sjálvi víðari í ummælinum her: http://www.kunsten.nu/artikler/artikel.php  Ummælið á norsku heimasíðuni kunstkritikk er eisini bæði positivt og sera áhugavert. Ummælarin, Marie Kjær Themsen skrivar soleiðis um føroysku listakvinnuna: "Rannva Kunoys værker er mere rensede i deres udtryk, end de andre malerier på udstillingen, men de rummer samtidig et dybere lag, hvori man aner ansatsen til noget figurativt; nogle bogstaver og måske en båd anes igennem det tågede udtryk i den maleriske stil. Den lidt dystre poesi virker narrativt ansporende, og på den måde investeres man i lærredets fortælling, der løsgiver et potentiale den i øvrigt ret svage citationskunst ikke ejer. ". Nettupp!! Og hurra sum tað er spot on í mun til myndirnar hjá Rannvá Kunoy.





Barbara í Gongini hevur havt sína sýning á Copenhagen Fashion Week 2011 og enn havi eg ikki lisið nakað blaðummæli, men skulu vit trúgva bloggarunum, var sýningin framúr góð og meira lík eini listarligari performance enn eini vanligari mótasýning. Bloggarirnir á Clamour for Glamour eru ikki í iva, tá tær meta Barbaru í Gongini sum besta danska designaran í løtuni "Hvis jeg pt. skulle vælge én dansk (ok ok, hun er faktisk færøsk) designer lige pt. som favorit, så er det Barbara. Jeg elsker det!! Jeg elsker det mystiske, dunkle univers. Et univers der til tider kan minde om designere som Owens og Demeulemeester, men meget vildere, og helt hendes eget.." Um sýningina hóskvøldið skrivar mótabloggarin, Fie: “Ugens oplevelse for mig var klart Barbara í Gongini! Tidligere på dagen, havde jeg haft fornøjelsen af at følges rundt med en canadisk freelance stylist, der ærligt indrømmede, at hun ikke var ret imponeret af CFW. Alle designs var set før og bedre, mente hun, og havde derfor velfornøjet byttet sine Bruuns Bazaar invitationer væk for to Champions League billetter. Ifølge hende, var kun én designer hele fornøjelsen ved den danske modeuge værd: bARBARA í gONGINI. Og sikke et drama, der udfoldede sig i Koncerthusets sal! Det var som en mørk, apokalyptisk ballet, der holdt sin nervepirrende spænding hele vejen med en tung, dyb bas, der voksede sig større i brystkassen på én… Midt på scenen hang et forladt tøjstativ og en dynge af sorte, dekonstruerede klæder. En model stillede sig hen, og smurte sit ansigt ind i sort maling, først med langsomme, så voldsomme bevægelser. Senere gik en anden model hen til tøjbunken, og undersøgte, undersøgte hver eneste del med stor umiddelbarhed og tog det tilfældigt på. Bukser blev brugt som halstørklæde. En trøje brugt som bukser. En læderjakke bundet om knæet. Alt sammen en poetisk fremvisning af den bæredygtige ånd, der er så kendetegnede for bARBARA í gONGINIs design. Pludselig lød en hjemsøgende operastemme fra en af modellerne. Den krøb henover huden og løftede hvert eneste hår på sin vej…"

Lars Bukdal er at kalla ein institutión innan bókmentaummæli í Danmark. Hann skrivar fyri Weekendavisen og nógv eru sum ikki orka fyri hansara ivaleysa lyndi og hansra eyðkenda, títtmælta stíli. Hann er ein av teimum ummælarunum, sum ikki er bangin fyri at úttala seg óvikandi negativt um bøkur og summi halda, at hann er ov áfallin við t.d. sínum stikni til bøkurnar hjá Ib Michael, meðan allir møguligir meir ella minni obskurir yrkjaraungdómar eru hansara kelivætti og disiplar. Mær dámar væl at lesa hansara ummæli, tí eg havi virðing fyri hansara greiðu útmeldingum og so haldi eg eisini, at hann dugir væl at lesa og at skriva. Hvørgin er nøkur sjálvfylgja nú alsamt fleiri ummælarar tykjast skriva tað, sum tey halda, at tey eiga at skriva í staðin fyri at skriva tað, tey í veruleikanum halda og hugsa.

Nåh men sjálvandi veit eg av, at Útsýni hjá Tóroddi Poulsen, ið er innstillað til Norðurlandaheiðurslønina er sjáldsama heilskapað yrkingarsavn, sum longu í mínum hugaheimi hevur fingið klassikarastatus við ógloymandi yrkingum sum HESAR FRØKNUTU NÆTUR (bara heitið!) og SUNNUDAGUR við lummakirkjuni og SUPER 8, ið eins og eitt gamalt filmsapparat dregur lesaran aftan á sær. Eg eri eisini fullgreið yvir, at tvímælta yrkingarsavnið Eygnaholur/Øjenhuler við sínum surklandi vatnsálmum á sama hátt fer at festast í sinni mínum og nú síggi eg í Weekendavísini, at Lars Bukdal eisini er komin uppí ovurfegna ummælarakórið. Greinin hjá honum "Den nyvaskede stilhed" (Weekendavisen. Bøger s.5) snýr seg um bæði Eygnaholur/Øjenhuler og Steinsetingar/Stensætninger, sum kom í 2008. Uppi yvir yvirskriftini skrivar Bukdal: "Færøernes kandidat til Nordisk Råds Litteraturpris, Tóroddur Poulsen, synger undervandssalmer, der bobler mørknende..". Honum dámar væl yrkingina á síðu 64 í Eygnaholur/Øjenhuler, sum hann kallar "strålende": "í tí nývaskaðu tøgnini/ fór eg upp á tekjuna/ at vita hvussu holini vóru/ sum eg bøtti í gjár/ í tí rúmliga vindinum/ tá eg var so troyttur av/ at eygleiða rustaðu stjørnurnar/ og støvutu ljósglæmurnar/ aftaná at nevini/ høvdu sungið fyri mær/ sangir/ ið fingu gólvið at blotna/ og at duka undir mær". Bukdal tekur samanum og lýsir Tórodd Poulsen í mótsetningum "POULSEN er en filur med tyngde eller en letfodet dovregubbe. Det er, som man kan høre, et temmelig stenet landskab og voldsomt vådt vejrlig - også formelt: modernistisk moltonende & metafor-foret - digteren underligt elegant skrider skævt igennem. Billederne kan Laugesensk knopskyde umanerligt, eller de kan i ét nu ramme bagvendt plet som i denne selvfølgeligt selvopløsende aforisme.." og síðan siterar hann frá síðu 34 í Eygnaholum: "lívið verður/ djúpari og djúpari/ so hvørt deyðin/ verður útholaður/ sum eitt nýbakað franskbreyð/ mamman hevur sent/ barn sítt eftir".

Jú men vita vit av, at vit eiga nøkur fantastisk listafólk, men tað er ikki so galið, tá eisini onnur koma til somu niðurstøðu.

-Til víðari sunnudagsíblástur seti eg inn nakrar yrkingar og nakrar leinkjur.


hann hálar tíðina
upp úr lummanum
sum er full av meyrum
við bangnum eygum
hyggja børnini upp á talvuna
sum hann við síni rotnu hond
hevur fylt við roknistykkjum
hann tveitir ein tálgarbita
til tann minsta í flokkinum
og biður hann vaska talvuna reina
so langar hann peikipinnin móti pultinum
og rópar við síni torurødd
at hetta skulu tit duga til í morgin
og peikar á roknistykkini
sum nú verða vaskaði burtur
og so tekur hann upp í sín rotna lógva av meyrum
og koyrir í munnin og mutlar
at nú kunnu tit fara heim


ÁÐRENN ÝLINI

slektin fór við øllum orðunum
út í kavan at skreiða
so sangrokið stóð frá teimum
bókstavirnir brúktu ikki vøttir
tá teir fóru at kasta kavabløk
sum frystu fast sum nótar í luftini
og tá teir aftur tiðna
syngur slektin aftur falskt
orðini eru ú aftur køld
tey hava fingið krím
summi hava fingið lungnabruna
og nøkur doyggja og verða grivin niður
og næstan eingin kemur til gravarferðina
nógv ár seinni verða nøkur grivin upp aftur
men tey eru so rotin og lukta so illa
halda tey ungu í slektini
tey royna at kasta við einum bókstavi
sum líktist einum rivjabeini
men tey fáa hann aftur í høvdið sum eina boomerang
so hann verður tveittur niur aftur í grøvina til hinar beinagrindirnar
og nú situr øll slektin inni allan dagi
og tigur fyri tað mesta
slektin
men móti midnátt fer hon at ýla
(s.57 í Útsýni)

http://www.kunstkritikk.no/kritikk/ekspressionismen-i-dag/
http://listinblog.blogspot.com/search?q=%C3%B8jenhuler
http://listinblog.blogspot.com/2011/01/danmark-danmark-danmark.html
http://clamour4glamour.looklab.dk/fashionweek/barbara-i-gongini-aw11/
http://il.youtube.com/watch?v=fpelGtARSsw&feature=related
http://cinemawithoutborders.com/news-issues/2476-39th-annual-dance-on-camera-festival-jury-prize-winners.html
http://www.fashionforum.dk/anmeldelse-barbara-i-gongini-aw11
http://www.youtube.com/watch?v=JX-9N5Aw1m8&feature=player_embedded#
http://listinblog.blogspot.com/2010/06/utsyni-til-summarfri.html
(KP)