Friday, February 4, 2011

Ein glotti fyri framman


Vit um vørp

Onkur heldur kanska, at vit hava stovnað henda vikuliga varpatátt bara fyri at sleppa at goysa okkara gall og gor oftari ella í einum meira støðugum streymi enn hvat t.d. vanligi listaframsýningatíttleikin loyvir okkum. Og tað er rætt, at vit á listablogginum meir enn nakað annað hámeta kritiskan ans, men tá rætt skal vera rætt eigur Kringvarpið rós til góðar fyri at hava fingið gongd á fleiri fínar sendingar, Eygsjón, Vitan, In Mente, Filosoffar, Refleksjón og fleiri aðrar. Mær dámar sera væl sendingar, har serfrøðingar av ymsum slag greiða frá onkrum, tey hava skil fyri og í kvøld fór øll døgurastákanin í góðum selskapi við Kant. Útvarpið hvarv púrasta í tveimum umførum og so mikið leingi, at eg hevði gloymt, at tað var tendrað, tá tað brádliga ljómaði aftur. Skelkurin minti eitt sindur um tann fyrr í tíðini, tá tú helt teg vera einsamalla við hús og tann annars fullkomiliga kúrri talvtímaverturin brádliga fór í gongd at greiða frá einum leiki: "rókur 8..."

Heini í Skorini dugir sera væl at vera vertur fyri mentanarsendingini í sjónvarpinum, sum kemur 14. hvønn dag og sum eitur Refleksjón. Hann er gløggur og kvikur og tað er ikki hansara skyld, at eg 14. hvønn dag kenni meg so mikið hungraða listarliga sæð í føroyskum sjónvarps- og miðlahøpi , at týdningarmikil mentanarlig mál um religión og kjakmentan ørkymla meg. Innslagið um Bárð Jákupsson og hansara framsýning og seina gjøgnumbrot var áhugavert og tað sama var innslagið um Guðrið Hansdóttir. Tematiskt snúu bæði innsløg um júst henda sama trupulleika, sum er aktuellur fyri nógv listafólk hvønn dag og sum er, at tey ikki hava ráð at arbeiða við teirra list burturav.

Annars hevur hósdagurin í føroyska sjónvarpinum verið halgaður dokumentarum í seinastuni. At eg ofta ikki havi sæð teir, er av tveimum orsøkum; av ræðslu fyri niðurlátandi sosialrealismu, tá synd verður tikið í dementum og alkoholikarum, feitum, sjúkum osfr. Hin orsøkin er, at eri krimifjeppari og tá er hóskvøld ofta gevandi. Men nú er heimasíðan hjá kringvarpinum farin at rigga so væl, at tað eingin trupulleiki er at fanga sendingarnar eina fríløtu, tá tað liggur fyri at hyggja og nú tykist vera orsøk at hyggja.

Tann næsta av nýggju hósdagssendingunum hjá dokumentardeildini snúi seg um Dennis Agerblad - ein føroysk prinsessa og eisini tóktist hendan sendingin á sama hátt sum sendingin um stripparan væl framleidd og løgd til rættis á sama hátt við støði í eini provokerandi søgu. Hesu ferð var tað søgan um ein samkyndan mann, sum gongur og ger seg upp í konufólkaklæðum. Men í hesi sendingini fingu vit meira at vita um menniskjað Robin/Ova/Dennis enn í sendingini síðsta hóskvøld og tað var áhugavert. Eg veit ikki um tað er tilætlað, men rokni við tí, at tað var skrúvað eitt sindur niður fyri sjokkárininum, tí mær vitandi kann Dennis Agerblad uppføra seg væl meira provokerandi enn tað, vit sóu her í sendingini. T.d. var ógvuliga lítið av likamligum nakinleika í sendingini. Vónandi var hetta ikki orsakað av, naknar kvinnur verða hildnar at vera meira dekorativar enn menn, tí hetta er ein mentanaravgjørd sjauvinistisk og í grundini rættiliga primitiv lygn.

Hvussu er og ikki fingu vit í staðin varpað ljós á sinnið hjá einum praktfullum menniskja, sum eisini er frálíkur listamaður. Ljóðsíðan var somuleiðis góð við einum fyri sendingina viðkomandi blandi av t.d. Depeche Mode, Grace Jones og tónleiki hjá viðtalsevninum. Tónleikurin riggaði eisini sera væl, tá damurnar í Dunst vóru útflukt og ljóðsporið eina løtu minti eitt sindur um siðbundnan hugna à la Olsen Banden. Stuttligt eisini at verða mintur á tann øðrvísi bólkin Maður Glotti. Eg seti inn eina leinkju til eitt videolag hjá teimum sum dømi um ein herliga ótilpassaðan, ófrættakendan og stuttligan bólk, sum rakar okkum føroyingar beint í ta ósunnu inniluftina. Sendingin gjørdi greitt, at Dennis Agerblad ikki er nøkur prinsessa, men ein tilvitaður listamaður í øllum, sum hann ger. Sendingin var ein glotti í sær sjálvum. Hon átti ikki at verið óhóskandi fyri børn, als ikki, men tær nógvu fegnu reaktiónirnar uppá sendingina eru kanska eitt tekin um, at homofobiin er farin at sleppa sínum køvandi fastatøkum á føroyingum. Um hetta tekin er rætt fatað, hava vit sanniliga ein glotta fyri framman.  Dennis Agerblad er í løtuni við at gera eina fløgu við tekstum hjá Tóroddi Poulsen og meðan vit gleða okkum til hesa útgávuna, kunnu vit uppliva Maður Glotti her:
http://www.youtube.com/watch?v=nI8OiBdGqOM

(KP)