Tuesday, October 5, 2010

Opið bræv til Mentanarnevnd Løgtingsins


Eg bað 18. september Løgtingið um skránna og onnur skjøl í sambandi við ferðina hjá mentanarnevndini í Kanada. Tey søgdu, at eg skuldi fáa tað beinanvegin, men síðani havi eg bert fingið emeylar, har tey útseta alt. Og nú eru meiri enn 14 dagar síðani mentanarnevndin kom heimaftur av ferð í Kanada, og eg havi ikki so frætt sum sæð ferðaskránna hjá teimum. Tí noyðist eg at undra meg yvir, at nevndin ikki enn veit, hvat hon skuldi gera í Kanada fyri skjótt trimum vikum síðani.

Mín áhugi fyri ferðini hevur sum so einki at gera við, at eg ikki unni teimum eina slíka ferð, sum eg giti helst er okkurt slag av kanningarferð. Eg eri heldur ikki ein av teimum, sum heldur, at politikarar fáa ov høga løn – hinvegin haldi eg, at politikarar skulu hava góða løn fyri at taka valdið, royna at fáa ávirkan og fyri at taka sína ábyrgd í álvara. At taka sína ábyrgd í álvara er at útvega sær vitan um tey umráði, sum man hevur vald á. Tað kostar sjálvandi nakrar uttanlandsferðir og nakað av peningi, men tað er so nógv sum kostar.

Meðan eg ikki hava nakran áhuga í, hvussu nógv politikarar tjena og hvørjar ágóðar teir fáa, so havi eg ovurhonds stóran áhuga í, hvat politikararnir ætla við okkara samfelag. Tað hevur mín áhuga, hvat teir ætla við teimum umráðunum, teir hava valdið á og ábyrgdina fyri. Og er tað loyniligt, hvat ferðin hevur kostað til Kanada, og hvat teir gjørdu haryviri, so tykist tað sum ein enn størri loynidómur, hvat teir ætla við mentanini og listini.

Tí fari eg at nýta hetta heldur stuttliga høvi, sum spurdist burturúr, at eg av einføldum áhuga fyri arbeiðinum hjá mentanarnevndini bað um tilfar um ferðina til Kanada og seinni havi lært, at har var eingin ferðaskrá. Eg nýti hetta høvið at seta limunum í Mentanarnevnd Løgtingsins nakrar beinleiðis spurningar um teirra mentanararbeiði, sum tykist vera so trupult at frætta nakað um.

Eg sendi hetta opna bræv til allar limir í mentanarnevndini. Vónandi fæst svar upp hesar tríggjar spurningarnar:

1. Mentan hevur ikki høga raðfesting á politisku dagsskránni. Hví heldur tú, at tað er soleiðis og hvønn leiklut heldur tú, at Mentanarnevnd Løgtingsins hevur í arbeiðinum at hækka raðfestingina á mentanarøkinum?

2. Mentanarevnd Løgtingsins hevur avgerandi vald í mentanarlívinum og kann eftir teimum røttu formligu vegunum seta spurningar til landsstýriskvinnuna ella fáa mentanarspurningar inn um tingsins gátt. Hvørji evni heldur tú - um vit samanumtikið hyggja eftir støðuni í mentanarlívinum – hava størstan týdning at seta á dagsskránna næstu árini?

3. Endamálið við norðurlendska mentanarmodellinum hevur verið at tryggja best møguligt listarligt og mentanarligt frælsi, at tryggja borgarunum somu atgongd til mentanarligu ágóðarnar, at tryggja upplýsing, public-service og eitt vælútbygt net av mentanarstovnum, sum fremja fólkaræði sum heild. Armslongdarreglan skal tryggja, at almennu mentanarpengarnir verða býttir eftir sakligum treytum og skal tryggja, at mentanarlívið er óheft av politiskum og peningarligum áhugamálum. Hetta mentanarmodellið hevur seinastu 50 árini verið beinagrindin í norðurlendskum mentanarpolitikki, líka mikið, hvørjir politiskir flokkar hava sitið við valdið. Heldur Mentanarnevnd Løgtingins, at vit framveigs skulu arbeiða eftir hesum mentanarmodellinum? Um ikki, hvat modell heldur tú so, at arbeiðast skal eftir í Føroyum?

Vinarliga
Inger Smærup Sørensen
http://www.listinblog.blogspot.com/