Wednesday, October 6, 2010

Listin viðmælir

Nú plaga vit á listablogginum ikki at fáast við danska mentan, men í nepotismunnar navni gera vit eitt undantak og viðmæla hervið skaldsøguna "Phase", sum kom út í gjár.

Phase er fyrsta skaldsøgan hjá Jens Smærup Sørensen eftir ta nógv umrøddu skaldsøguna Mærkedage, sum høvundurin greiddi frá í Norðurlandahúsinum. Phase er ein samtíðarsøga um 49 ára gamla Andy og hansara tilveruligu óvissu og royndir hansara at navigera nøkulunda tryggur í einum heimi, sum hann fatar eins illa og øll hini.

Vit uppliva groteskar hendingar og glantrileik á vegnum, men hetta er ein døpur, um tó á ongan hátt forkelað ella uppgevandi mynd, sum Smærup teknar av nútíðarlívinum, av okkara óvissu við heiminum, vit liva í, sum vit ikki ána hvussu vit skulu fyrihalda okkum til, bæði sosialt og etiskt, og hvussu vit alla tíðina eru tvungin at tulka lívið av nýggjum, umaftur og umaftur, tí at okkum vantar fast grundarlag - og alt lýst við eini málsligari megi og áræsni, sum fær lesaran at kenna seg gingnan rættiliga nær av søguni um Andy.

Ummæli:

http://bukdahl.blogspot.com/2010/10/alle-faser-af-phase.html

http://www.kristeligt-dagblad.dk/artikel/383155:Kultur--Virkeligheden-er-altings-proeve

http://www.fla.de/?UNF=31&G=376e

http://politiken.dk/kultur/boger/skonlitteratur_boger/ECE1076982/smaerup-soerensen-endevender-tidens-daarskaber/

http://www.information.dk/246693

http://nordjyske.dk/kultur/boeger.aspx?ctrl=10&data=163%2C3682863%2C2845%2C3