Sunday, October 10, 2010

Kritisk listaviðgerð og listakjak eru neyðug eisini í Føroyum



Oh happy day - leygardagur. Eg havi verið og keypt nýbakað skiparabreyð, flógva livurposteik og Weekendavísina. Hon er farin upp ein triðing og kostar nú heilar 60 krónur. Tað helt unga kvinnan, sum eg keypti hana frá, vera ræðuliga nógv fyri eina avís. Hon skammaðist næstan og hugdi tortrúgvin eftir strikukotuni sum fyri at kanna um ikki strikukotan var skít í ørviti. Men rætt var, mátti hon høvuðristandi staðfesta, og eg slapp at rinda eftir at hava vissað damuna um, at avísin var verd allar pengarnar. "Bíligari enn eitt mánaðarkort í Yndi Fitness" forkláraði eg, men hon vildi eyðsýniliga nógv heldur havt eitt mánaðarkort í Yndi Fitness: "Har fær mann virkuliga nakað fyri pengarnar" segði hon og nikkaði eitt sindur sjálvnøgd játtandi niður yvir sítt snøgga likam. Eg knappaði kvikliga frakkan, meðan eg gav henni treytaleyst viðhald og skundaði mær heim til hús at lesa.

Og hon er veruliga allar pengarnar verd, Weekendavísin, ið hesaferð borðreiðir við einum vælskrivaðum ummæli hjá gløgga bókmentaummælaranum, Lars Bukdal, sum rósar nýggju skaldsøguni hjá Jens Smærup Sørensen, samstundis sum hann á skemtiligan hátt megnar at avdúka fleiri aðrar ummælarar fyri serstakliga fesjuta lesing av somu skaldsøgu. Kurt Hollesen ummælir eina áhugaverda nýggja bók við heitinum "Mens Verden Venter - Samtaler på Københavns værtshuse, har yrkjarin Søren Ulrich Thomsen verður siteraður: "Man skal vide, at der findes en skummel kælder, hvor man kan gå ned og drikke sig fuld. For hvis lyset skal falde alle vegne, må man bære mørket i sig. Og det er ubærligt." Hetta er ein bók við samrøðum, ið ganga fyri seg á ymiskum vertshúsum í Keypmannahavn og Søren Ulrich Thomsen er staddur á hugnaliga kjallaravertshúsinum Undir Urinum á Silvurtorginum beint við Statens Museum for Kunst. Bo Green Jensen skrivar um filmstevnuna í Reykjavík RIFF, meðan Lisbeth Bonde ummælir Artforum Berlin. Per Reinholdt Nielsen skrivar um norrøna weltschmerzcroonaran Teitur fyri bert at nevna nakrar av mongu, góðu greinunum, sum professionellir mentanarjournalistar hava skrivað og sum veita mær kunning, lýsing, greining, ummæli og sum heild seriøsar viðgerðir av list og ymiskum mentanarligum fyribrigdum.

Í Føroyum hevur mentanarjournalistikkur ikki verið serliga høgt raðfestur í fjølmiðlunum. Ráð eru til at viðgera ítrott rættiliga ofta, men ikki list og mentan, sum t.d. í sjónvarpinum bert eiga hálvan tíma fjúrtanda hvønn dag. Vit eru eyðsýniliga so mikið sadomasochistisk, at okkum tørvar at fylgja við í øllum hesum endaleysu fótbóltsdystunum, har føroyingar altíð eru við undirlutan við so og so nógvum málum. Eftir kreppuna eru ráðini eyðvitað ikki blivin betri til nakað sum helst. Fá ivast í áhuga føroyinga í list og mentan og tí er eisini javnan innsløg um listarlig evni í t.d. Degi og Viku, men tíverri er talan sjálvdan um nakra veruliga viðgerð. Eitt dømi uppá hetta sóu vit í gjárkvøldið, tá ein listamaður, ið fyllti hálvrunt, slapp at siga tað, sum honum hóvaði, uttan at verða biðin um at bera fram próvgrundir fyri tey margháttligu postulatini. Framman fyri upptøkutóli og einum fullkomiliga passivum mikrofonhaldara fanst listamaðurin hvassliga at tí stríði, sum hevur merkt føroyska myndlist seinastu seks árini. Hann skýrdi Heystframsýningarbólkin fyri at vera klandursvætti, ið ikki so frægt sum vita hvat tey klandrast um. "Tað handlar um makt" helt listamaðurin seg vita og tað hevur hann rætt í, tí stríðið snýr seg um ónøgd við, at leiðarin á Listasavni Føroya er ófaklærdur og tað man vera fáur, ið ikki hevur fingið hetta við. Leiðarin fer frá í mai í næsta ár og so fáa vit at síggja um ikki stríðið verður av til tað tíð (um ikki altso umbyggingar krevja, at leiðarin verður sitandi eini fimm ár aftrat). Eg havi forrestin gjørt viðtal við sama listamannin og tað var á fjálga vertshúsinum hjá Jytte í Store Strandstræde beint við Nyhavn í Keypmannahavn. Samrøðuna við Amariel minnist eg sum áhugaverda, men hon snúði seg meira um list enn greinin, sum stendur í Vikuskiftissosialinum, har viðtalsevnið av óvissum orsøkum brádliga fer at vitna ".. og eg havi verið ein stórur baptistur alt mítt lív, eisini um eg ikki komi so nógv á møtum longur. Tað er ein millummaður millum Guð og menniskjað, og tað er Jesus Kristus, og tað er hann sum offraði seg fyri okkum. Tað er eitt veldigt álit at hava og mann kann leggja seg trygt til hvíldar - men hann brúkar langa tíð um at gera handan bústaðin til reiðar. - Trúgvin gevur mær frið í gerandisdegnum, og uttan hana hevði eg ikki eskisterað. Tryggur í Jesu ørmum, og vissi hann ikki er, hvar skal eg so fara?". (Sosialurin 8.okt 2010). Í sjónvarpsviðtalinum fríggjakvøldið var Amariel meira í hesi verð við sínum tilsipingum um fólk, sum fara á framsýningar við tí negativa eyganum. Óargumenteraðum tilsipingum koma vit ikki serliga langt við og tí sat eg og ynskti, at journalisturin spurdi hvat hann meinti við, men mítt ynski var við sviðið soð.

Tað hevur mangan verið hugstoytt at uppliva ta vantandi virðingina, sum verður sýnd yrkisførleikum, tá talan er um list í Føroyum, men støðan tykist eisini absurd yvir í tað skemtiliga viðhvørt. Fleiri fólk hava t.d. spurt um eg ikki kann vera eitt sindur meira positiv, tá eg viðgeri myndlist: "Eingin grund til at vera so negativ" siga fólk. Og fyri mær ljóðar hetta eins býtt og absurd og og um t.d. journalistarnir á Dimmalætting og í útvarpinum fingu sama ynskið í sambandi við viðgerðina av Eik banka: "-Halló, verið ikki so negativ, skrivið nú okkurt jaligt og hugnaligt, heilt erligt lighten up!".

Men sjálvandi eru eisini glottar á mentanarviðgerðarøkinum, tí tá allir teir fjúrtan dagarnir eru gingnir, so er hálvi tímin í selskapi saman við Heina í Skorini og Refleksjón sera góður og hvønn mikudag klokkan fimm er In Mente við ávíkavist Suna Merkistein og Onnu Ellingsgaard, ið bæði eru dugnaligir og ídnir mentanarjournalistar. Tann útvarpstímin er eisini sera góður. Sendingin, sum var mikudagin, var serstakliga áhugaverd, fyrst við eini samrøðu við forkvinnu leiklistaráðsins, Anniku Sølvará og rithøvundin og ummælaran, Carl Jóhan Jensen um leiklist og um vantandi listakjak í Føroyum. Síðani greiddi bókmentafrøðingurin Kirsten Brix frá føroyskum bókmentum í Vencilhøpi og at enda varð ein samrøða, sum undirritaða og Turið Sigurðardóttir høvdu um Útsýni hjá Tóroddi Poulsen endursend. Uttan at eg skal ummæla meg sjálva sum ummælara, var evnissamansetingin í In Mente fjølbroytt og spennandi við lutfalsliga gjølligari viðgerð av teimum aktuellu evnunum.

Sjálvandi skulu vit ikki møta listini við negativum eygum, men vit fáa altso heldur ikki nógv burturúr at møta henni við høvdinum undir arminum. Vit skulu kjakast, greina og viðgera listina júst á sama hátt sum vit kritiskt viðgera øll onnur mál í okkara samfelag.
(KP)