Tuesday, October 26, 2010

Leita eftir List 2

Tá tú skrivar orðið list í lítla leititeigin á heimasíðuni hjá løgtinginum koma 32 tilvísingar fram. Men tú verður ikki víst til eitt sera umráðandi kjak, sum var á løgtingi í vár, nevniliga kjakið um umlegging av Mentanargrunni Landsins.

Hugskotið var at savna saman almenna stuðulin í einum Listaráði, sum skuldi vera mannað av fakfólkum innan fyri tey ymisku listasløgini. Kjakið um hetta uppskotið, bæði í tinginum og alment, hevur verið áhugavert. Kjakast hevur m.a. verið um ávísar tekniskar trupulleikar í uppskotinum, sum eg eisini haldi, skulu viðgerast og so hevur kjakast verið um hvat listafakligheit er fyri nakað og hetta haldi eg vera sera umráðandi í kjakinum

Gongdin í kjakinum um fakligheit var nøkulunda soleiðis: Sjúrður Skaale legði uppskotið fram og staðfesti, at tað má vera onkur við fakligum innliti og vitan, sum býtir út pengar til mentan, eisini um vit ikki altíð eru samd við teimum. Tað persónliga, politiska og smakkur spæla ov stóran leiklut, um ikki fakfólkini koma inn yvir. Høgni Hoydal var eisini ivaleysur í síni meting av, at vit mugu og skulu virða fakligheit, og at fakligheitin sum heild hevur verið undirraðfest. Tað nyttar ikki at brúka fleiri pengar til list, um ikki fakfólk verða brúkt til at avgera, hvussu peningurin skal brúkast, segði hann.

Jógvan á Lakjuni fær síðani orðið og fyriheldur seg meira atfinningarsamt til spurningin um fakligheit “Nú verður tað tallað fakfólk, eg veit ikki hvat mann meinar við tí. Tað er ikki serliga nógv armslongd í, at listafólk geva sær sjálvum pengar" sigur hann. Hann ivast í, um nógv var hent innan mentanina, um tað vóru fakfólk, ið stóðu fyri henni - í øllum førum var tað ikki blivið til nakað við sangbókini.

Síðan sigur Sjúrður Skaale, at vit undir øllum umstøðum fáa meira burtur úr peninginum, um vit lata mentanarøki til tey, ið hava skil fyri tí. Tað breiða úttrykkið skal nokk koma til sín rætt allíkavæl. Jenis av Rana sigur, at mentanin er hjarta Miðflokksins og at tey fylgja Paulus og stuðla tí, sum er gott og uppbyggiligt. Hann kemur ikki nærri inn á fakligheit, men eg rokni við, at hann meinar, at tey bíbliukønu eru fakfólk - eisini innan hetta øki.

So fær Eyðgunn Samuelsen orðið. Hon trýr ikki heilt uppá, at mann fær meira armslongd og minni politiska stýring við at brúka fakfólk tí umhvørvið er so lítið, men hon heldur tað vera vert at umhugsa. Síðani spyr hon hvat eyðkennir fakligheit, um tað er útbúgving. Sjúrður Skaale svarar: Ja tað er útbúgving, faklig kriteriir mugu hava avgerðarrættin.

At enda fær Helena Dam á Neystabø orðið. Hon sigur, at tað er vitalt fyri samfelagið at geva listafólkunum góð viðurskifti. Hon úttalar seg ikki beinleiðis um fakligheit, men rør framundir eina fatan, sum er generel fyri kjakið. Nevniliga, at breidd er øvugt av fakligheit. At tey listafakligu ikki hava ans fyri breiðu listini og ikki kunnu styrkja pluralismu og livandi mentanarlív. Hon meinar, at mann kann innkalla kompetent, skikkað listfaklig fólk sum ráðgevar, men at hesi fáa ov nógv vald, um tey verða sett í nevndina.

Sjúrður Skaale svarar, at mann kanska ikki skal vera so bangin fyri einsrætting og at fakligheit ikki neyðturviliga bremsar. Alment hevur kjakið um fakligheit verið merkt av teimum vanligu ingtrigunum. Tann sjálvsútnevnda elitan hevur fingið toyggið og er blivin gott og grundiga belærd um, at tey (vit) eru valdsgræð og ótrúverdug og at vit hava ymsar goymdar ætlanir og óndskap. Fakligheit verður soleiðis knýtt at nepotismu og vantandi morali. Innari svínhundurin hevur fingið frítt spæl á kjak.org og seinast í bókini um Astrid Andreasen, har m.a. stendur, at listarliga menningin í Føroyum er steðgað av “stærke konservative og (mands)chauvinistiske kræfter. Utrætteligt faneført i fuld offentlighed med tendentiøs polemisk og personsfikseret retorik af de magtfuldkomne kunstnere og deres talerør, for hvem det efterhånden er lykkedes at lukke munden på de fleste almindelige mennesker”.

Innan tann meira seriøsa partin av almenna kjakinum hevur verið kjakað um smakk. Skulu tey listfakligu avgera, hvat vit halda er góð list? Verður úrslitið ikki eitt slag av eteriskum mentanarsnobbaríi.? Hvør kann meta um listina - hevur søgan ikki prógvað, at hetta er ómøguligt. Spurningurin um hvørt listin yvirhøvur skal stýrast, hevur eisini verið fyri kjaki. Er listin ikki frí? Skal listin ikki sleppa at mennast sjálv uttan at verða stýrd av fakfólkum? Soleiðis er spurningurin viðvíkjandi tí ávikavíst elitera og fólkaliga snaraður aftur og fram. Skulu vit ikki eisini hava tað breiða úttrykkið? Doyr mentanin ikki, um hon bert er fyri tey fáu? Osfr. spurningar, sum eg eisini sjálv havi kjakast um.

Eg haldi ikki, at tað er serliga torført at gera grein á hví fakligheit eigur at verða tikin framum, tá tað snýr seg um býti av almennum peningi. Tað havi eg skrivað um fleiri ferðir og eg vil ikki troytta lesaran óneyðugt. Men sjálvandi hugsi eg um hendan spurning fyr tíðina. Tí tað er greitt, at vit ikki longur við sama autoriteti sum áður kunnu róða okkum listaserfrøðingar. Listin breiðir seg yvir eitt øgiliga stórt øki í dag. Tað finst ein ørgrynna av úttrykkum og vit hava ikki longur eina felags virðisfatan ella eina felags listafatan til at halda tingunum saman. Listasøgan hevur partvíst upployst seg sjálva og sína fatan um hvussu listin verður ment og moderna listaástøði hava verið avbjóðingar í mun til grundhugsanir í okkara dygdarfatan. Harumframt hava marknaðarkreftir eisini havt teirra ávirkan á listina, í øllum førum á myndlistina og gjørt tað enn verri at fáa fatur á hvat góð list er í dag.

Eftir standa vit altso við einum varhuga og hvat er ein varhugi í grundini verdur. Eg vóni, at politikararnir, ið skjótt skulu avgera, um fakligheitin innan mentanina skal raðfestast, meina, at ein varhugi allíkavæl er verdur at satsa uppá. Tí ein varhugi, sum er grundaður á vitan, royndir, sjálvsumhugsan og skili fyri mentanarøkinum er betri enn einki. Óendaliga nógvir tímar brúktir uppá at lesa um, hugsa um, hyggja at, argumentera fyri og kjakast um list fyri síðani at skifta meining, angra og endurhugsa hava eisini týdning. Og ikki minst dirvið til at siga, at hetta trúgvi eg uppá - tað kann væl vera, at eftirtíðin vísir, at eg fari skeiv, men eg fari at seta alt, sum eg havi í mær inn uppá tað og argumentera og grundgeva fyri mína avgerð. Er tað ikki betri enn tað, sum vit hava nú?
(IS)