Friday, July 23, 2010

Mentanarhugsjónir politisku flokkanna: Javnaðarflokkurin


Tað stundar sum kunnugt til Ólavsøku og Løgtingið fer skjótt aftur til arbeiðis. Ásannandi, at politiska skipanin hevur sína stóru ávirkan á hvussu listin trívist, eru vit farnar í gongd við at viðgera mentanarhugsjónirnar hjá politisku flokkunum, sum tær eitt nú eru lýstar í teirra stevnuskráum. Vit byrjaðu við Sambandsflokkinum og halda nú fram við Javnaðarflokkinum.


Í stevnuskrá Javnaðarfloksins stendur, at ein av grundáskoðanum floksins er at hava ”frælsi at menna skapandi evni”. Í eini viðmerking til Ólavsøkurøðuna 2009 greiðir John Johannessen frá hvat hetta merkir. Hann skrivar m.a., at ”vit skulu skapa rúm, sum eru frístøð hjá okkum øllum, rúm sum eru gróðrarbotnurin fyri teimum tankum og hugskotum, meiningum og lívsáskoðanum, sum eru grundarlagið
fyri hesum samfelag - fyri okkara mentan”. Mentanarlívið og listin verða sostatt áskoðað sum eitt slag av friðskjóli, har hugskot kunnu mennast, hugsanir fáa frírúm og har nýhugsan kann spretta. Eina tílíka listahugsjón kunnu vit kalla modernistiska av tí, at hon leggur upp til, at listin er til í sínum egna rúmi og at listin gjøgnum alternativar hugsunarhættir rakar við týdningarmiklar nýggjar uppdagingar, sum síðan spakuliga breiða seg út til restina av samfelagnum. Heilt nógv listafólk hava hesa somu listaligu hugsjónina.

Í eini viðmerking til somu Ólavsøkurøðu hevur landsstýriskvinnan í mentamálum Helena Dam á Neystabø eina heilt aðra tulking av grundáskoðan floksins. Hon skrivar, at fólkið, mentanin og samleikin eru grundarsteinar, tá vit vilja menna kreativa og skapandi vinnu. ”Skapandi evni” eru altso broytt til ”Skapandi vinnu”. Hon brúkar eisini orðingina ”at menna mentan til vinnu” eins og hon sipar til ”gagnnýtslu av tilfeinginum”, ”virksemisskapandi mentan” og ”kreativar vinnugreinar”. Listin og mentanin skulu sostatt nýtast sum eitt konkret aktiv, ið helst skal kasta av sær og veita íkast í mun til samfelagsbúskapin og andlit okkara útatil. Henda listahugsjónin var ótrúliga væl umtókt í mongum londum í marknaðarliberalu 1990 árunum, tá hugtøk sum branding og upplivingarbúskapur vóru í hæddini. Flest lond eru givin við hesum hugsanarhátti og hava í staðin givið listafólkunum ræði yvir listina aftur av tí at tað vísti seg, at vinnulívsfólkini, ið vóru sett at stýra listini í grundini ikki vóru før fyri tí og tessvegna gjørdu meir skaða enn gagn í listaligum høpi.

http://j.fo/grundsjonarmidini.html#content_link

http://j.fo/olavsokurodan+2009+savningarmegin+og+menniskjaliga+tilfeingid.html#content_link

http://j.fo/mentan+og+vokstur.html#content_link

(IS)