Wednesday, July 14, 2010

Listavoxpopp - Leivur Thomsen


Leivur Thomsen, tónleikari

1. Hvat er tað mest umráðandi, sum er hent innan fyri føroyska list seinastu 10 árini?

"Enlightment"/inspiratión (internetið) - meiri fjølbroytt list - hægri støði - størri marknaður fyri list (útlond) - betri mobilitetur - sunnari heimsfatan - ....

2. Hvussu metir tú korini eru hjá listini her á landi?

Ber illa til at liva av at spæla tónleik, uttan at tú ert "hora", og ljóðføri eru DÝR.

Ov fá professionell spælistøð. Tórshavnar Býráð hevur ikki arbeitt seriøst við nakrari heildarloysn fyri at betra um karmarnar hjá yrkistónleikarum - fimleika-amatørar verða raðfestir fremri.

Dýrt at geva út, og lítil og ongin stuðul er.

Ferðaseðlarnir hjá Atlantic Airways eru DÝRIR, tað ber sostatt ikki ordiliga til at hava basu í Føroyum og arbeiða aðrastaðni.

3. Hvat er tað besta, sum kundi hent fyri at givið tínum listaslagi betri kor?

Ein professionellur konsertsalur í høvðusstaðnum, har man ikki gekk upp á kompromis við ljóðgóðsku og estetikki. Bíligari ferðasamband til útheimin. Bíligari ljóðføri (avgjøld hækka prísirnar). Møguleiki at innflyta ljóðføri tollfrítt.



Listin er nú eisini farin í holtur við eina sonevnda voxpopp kanning, sum allir miðlar við sjálvsvirðing koyra ígjøgnum av og á og sum gongur út uppá at spyrja øll møgulig fólk um alt møguligt. Listin hevur tó valt bert at spyrja nøkur listafólk tríggjar spurningar um list.
Voxpopp-kanningar eru altíð tilvildarligar, og tað er hendan eisini. Í fyrstu atløgu hava vit spurt nøkur listafólk innan fýra tær stóru listagreinarnar: bókmentir, myndlist, tónleik og leikllist.
Vit seta eitt og eitt svar inn, men øll svarini síggjast undir evninum: Listavoxpopp.

(IS)