Thursday, July 15, 2010

Goym listina til seinni

Ein hugleiðing

Leygarkvøld og hásummar. Sangleikur á skránni hjá leikbólkinum Grugg á Gamla Meiaríið. „Goym moralin til seinni“. Úrval av tekstum hjá Brecht við tónleiki eftir Weil, Eisler og Dessau. Teir flestu úr Dreigroschenoper.
Ja, Brecht.
Ella ið hvussu er ein partvísur Brecht. Brecht næstan sum í einum spegli. Brecht í brotum í tí óstilla flatanum sum ger skil millum samtíðina og tað mikla dýpið av farnari tíð. Eitt nú ólíkindatíðina í tjúgunum og tretivunum. Millumkrígsárini. Hesa brotrivuna í evropeiskari menningarsögu har nítjanda og tjúgunda öld skúraðust hvør móti aðrari. Fáveldi móti fólkaræði. Trúgv móti vantrúgv. Arvmentaskapur móti nýmentan. Tíðina, tá ið grót og grundir rembdust undir samfelögum og tað stóð um reppið hjá gomlum sum nýggum. Tíðina, tá ið gudgivin stættamisjavni við síni fyrndartungu hevd av myndugleika og framíhjárættindum trúliga hevði vilja og mekt enn at skapa eitt túsundáraríki, boyggja nýtíðina, alt hennara serlæti í politikki, list og mentum og níva tað niður í tann eldkjarnan av gloymsku, sum sögan faldar sína broytiligu skorpu um. Tíðina, tá ið Brecht gjøgnum leiklist sína og skaldskap (og ósjáldan í tvískinningi við seg sjálvan) royndi at greiða fyri eini öðrvísi hugmynd av samfelag og samtíð.
Brecht í sangleikinum hjá Grugg er ikki hesin Brecht.
Ikki Brecht í lívsbardaga við teir illandar sum samtíðarótti nørdi upp á jörðina í millumkrígsárunum og fóru um hana við villskapi og gjördu morð og helviti. Ikki Brecht sum samvitskubitið hjá einum ættarliðið ið sá og visti av fananskapinum, ja enntá mátti tola eymdina og armóðina í triðja ríkinum, men kortini valdi at umbera hann.
Ikki ein átrokandi Brecht.
Men Brecht sum eitt slag av afturliti hjá eini samtíð har líkindini eru smálig til at hava samvitskubit av öðrum enn hvussu lítlar áneyðir eru at hava samvitskubit av nökrum sum helst. „Goym moralin til seinni“ er, skal sigast sum er, Brecht sum siðsöguligur hugni, sum ein kirkjugarðsrundferð í reydligum sólarlagi fyri tey sum ið hvussu er hava ein dagdreym um at vera samvitskubitið hjá onkrum av onkrum, ið hevur meira upp á seg í samtíðini enn viðurmøðir hjá brúkarum, veðurlagsbroytingar, kreppa, nýliberalisma, listkjak ella spilling í heimastýrinum.
Ikki tí, eg havi sum so einki ímóti hugna, heldur ikki siðsöguhugna, síðst av öllum vinstravendum siðsöguhugna. Hugni er ónoktliga hugnaligur, tað skerst ikki burtur. Og Brecht brotspeglaðan í einum smávaggandi flata av kendum tónum og samvitskubitsleysari samtíð fær eingin bróstsviða í hugsjónina av, verri enn so. Hann er hugnaligur, so hugnaligur at tú saktans gloymir moralin til seinni.
Tað kann ummælarin (ella teatur-kritikkarin) á Dimmu vátta.
Og sum hon fari eg ikki at siga eitt övut orð heldur um leikararnar, leikstjóran, pianistin ella nakran annan sum hevur hjálpt eina hond við at fáa hesa Brecht-sanglötuna í lag, tvørturímóti. Hetta eru alt hegnisfólk og tað var ikki sørt at leikstjóri og leikarar evnaðu at skjóta ein veft av nýgerð inn í henda vevin av speglingum og fingu hugnanum ein dám av onkrum, sum ið hvussu er minti um firring og kuldakrop í eini farnari tíð, men treyðugt so onkur leikari hevði ilt við at raka tónan, sang falskt og sýntist viðhvørt ikki at finna seg alt ov væl við sín leiklut.
Tað sum kortini neglir meg er hvussu illa eg fái vart meg fyri einum illgruna um, at bæði Grugg, sum leiklistarbólkur, og sýningin sjálv leggja seg fyri eitt rák í føroyskari samtíðarhugsan, ein hugburð sum vil umbera tiltaksloysi, vantandi list-tilvit og nýbrotshug við at vísa til breiddina og bert virðir eittans listarligt atlit, atlitið til lægsta felagsnevnara.
Tað er sum eitt nýtt slagorð er komið upp millum manna tey seinnu árini, ikki síðst listarfólk og tey sum varða av listini umsitingarliga: Goym listina til seinni!
Undir hesum slagorði verða bökur og flögur givnar út, leikir settir upp og standmyndir í Havn sum á bygd, listaframsýningar hildnar o.s.fr., alt javnan við stuðli frá almennum grunnum, eitt nú Mentanargrunni landsins (og eru hagtölini á heimasíðuni hjá grunninum eftirfarandi kemur tað mær fyri sum er grunnurin farin frá at stimbra føroyskt listtilvit og framtak, men hevur í staðin sett sær fyri at javna fæið, hann hevur til taks frá landinum, so breitt og langt at ongastaðni skal raða upp úr rossaspori listarliga).
Føroysk leiklist (og her hugsi eg fyrst og fremst um yrkisleiklistina) hevur nú í fleiri ár ligið niðarlaga í listarhaganum. Endurnýgging hevur lítil sum eingin verið, so lítil satt at siga at tú mást spyrja teg sjálvan um føroysk yrkisleiklist er í eini kreppu. Somu fólk tøva í tí sama ár eftir ár. Tað er t.d. lögið, ikki at siga undrunarvert, at verk eftir norðurlendskar leikritshövundar sum Jon Fosse og Lars Norén, báðir heimskendir, ongantíð eru sett upp í Føroyum. Gaman í er trongligt um bæði so og so, hølisviðurskiftini út av lagi, játtanin til leiklistina á fíggjarlógini ein brotpartur av tí hon av røttum átti at verið og so úteftir. Hartil kemur sjálvandi eisini at almennur stuðul í ein ávisan mun krevur atlit til breiddina, tað umberst ikki. Kortini mátti verið rúm fyri fjölbroytni, einum vilja til at leggja okkurt nýtt inn í føroyska leiklist, eina nýggja æðr. Sum nú er er atlitið til breiddina, til tað tilvanda, alráðandi og „listin má goymast til seinni“.
Tá ið hugsað verður um hvussu vítt er um at fara í nútíðarleiklistini er tað bæði tvívent og hugstoytt at føroysk yrkisleiklist leitar so óvíða sum hon í roynd og veru ger. Eyðvitað ber ikki til at lofta öllum sum frammi er í leiklist uttanoyggjað, hinvegin máttu nýroyndir tó kunnað verið meiri ein illur viðfáningur. Bæði í formi og innihaldi. Tjóðpallurin hevur av og á fingið útlendskar leikstjórar hendan vegin, eitt nú tá ið leikurin Eftir undrið var settur upp í fjör og tað var undurgerandi fyri uppsetingina. Einki minni.
Nú er yrkissjónleikabólkurin Grugg nýstovnaður. Sigst. Men kortini ikki meiri nýggindi enn so at stigtakarnarnir eru gamlir kunningar, afturgongur at kalla av føroyska yrkispallinum. Spurningurin er nú hvør ætlanin er við einum slíkum bólki. Eftir fyrsta tiltakinum at døma setur bólkurin ikki hægri á enn at borðreiða við leiklistarligum lættmeti, kabarett og kabarettkendum sýningum. Endamálið sýnist sostatt fyrst og fremst at vera at fáa limunum okkurt at takast við tá ið einki er um at vera á Tjóðpallinum sjálvum. T.d. um summarið.
Tað er sjálvandi einki forgjørt í hesum og als ikki um sýningarnar eru væl frágingnar sum „Goym moralin til seinni“ er.
Men er nakar munur í hesum fyri føroysku yrkisleiklistina?
Eg ivist.
Virksemið hjá sjónleikabólkum sum Grugg verður, partvíst í öllum førum, fíggjað við almennum pengum. Sum nevnt er sløðaligt við tí fíggjartilfeingi, føroyska samfelagið bjóðar leiklistini. Tað sindrið sum lögtingið játtar til annan yrkisleik enn tann sum verður útintur á Tjóðpallinum, átti tískil serliga at verið latin til verkætlanir sum bróta upp úr nýggjum. Verkætlanir sum eru leysar við grunna nýfjepni, verkætlanir ið av álvara bjóða siðvenjuni av og víðka leiklistarliga sjónarringin hjá føroyingum. Skjótt sagt:
Verkætlanir sum ikki „goyma listina til seinni“

Carl Jóhan Jensen