Sunday, July 11, 2010

Frísklig dogmu-cabarét





Ikki at undirritaða hevur sæð so øgiliga nógvar, men cabarét-sjangran kann helst tykjast teimum flestu rættiliga klisjemerkt við ovurhondssmurdum damum í netsokkum og androgynum kventlum við hattum og stavum og glitrandi klæðum og bling við útrokniligum handarørslum. Í so máta er nýggja cabarétin “Goym moralin til seinni”, sum var frumframførd leygarkvøldið (10.juli), frískliga øðrvísi við eini minimalari scenografi, sum ikki tekur nakað frá góðu tekstum Berhold Brechts, sum leikstjórin, Sonja Kehler hevur sett saman og sum eru úr ymiskum leikum. Leikpallurin, sum er svarta gólvið og nakrir reyðir sodavatnskassar, er so einfaldur sum kundi talan verið um eina dogmu-cabarét, ið at kalla treytaleyst ber sær undan øllum hevdvunnum rekvisittum, sum vit eru von at sambinda við cabarétframførslur.

Tey, ið standa fyri verkætlanini eru Súsanna Tórgarð, Ria Tórgarð og Barbara Christophersen, ið hava stovnað yrkissjónleikarabólkin Grugg og í sambandi við hesa byrjanarsýning teirra kann beinanvegin staðfestast, at tað er imponerandi ambitiøst, at fyrsta leikverkið hjá bólkinum snýr seg um týdningarmikla yrkjaran og dramatikaran Berthold Brecht (1898-1956) og ikki minst, at tað hevur eydnast bólkinum at fáa fatur á einum tílíkum altjóða Brecht-kapasiteti sum Sonju Kehler.

Sonja Kehler (f.1933) er týsk songkvinna, sjónleikari og leikstjóri, sum eftir lokna sjónleikaraútbúgving á Teaterhochschule í Leipzig arbeiddi á ymsum leikhúsum í táverandi DDR. Hon gjørdist serliga kend fyri sínar nýtulkandi framførslur í Brechtleiklutum og hevur fram til í dag arbeitt serliga nógv við Brecht, sum hon sostatt hevur djúpan kunnleika til. Og kunnleika var kanska júst tað, undirritaða saknaði í mun til teir ymisku tekstirnar, tí vit fingu ikki at vita hvaðani, úr hvørjum høpi teir stavaðu og hvør hevur týtt tekstirnar og tað ørkymlar í øllum førum henda áskoðaran, sum eitt sindur óvanur við sjónleik, blúgvast av nærveru sjónleikaranna og sum tí leitar eftir tekstum at greina. Hetta persónliga afturhaldið ella smædnið verður ikki minni av uppseting og ljósi, sum ikki á nakran hátt loyvir áskoðarunum at njóta tann vanliga vælsignaða friðin í anonymiserandi myrkri. Í staðin fyri sita vit og síggja hinar áskoðararnar hinumegin, sum eisini síggja okkum í hesum okkara klaustrofobiska píningi av einum tjóðpalli og tað ørkymlar inntil tað ikki sleppur at ørkymla meir. Hetta er í grundini sigandi fyri hvussu undirritaða upplivdi leikin, sum tá hann var bestur loysir upp alt afturhald í listarligum løtum, sum t.d. tá tær tríggjar Barbara, Ria og Súsanna, pallsettar sum ein statiskt pyramiduskapað tableau á la Mikines framførdu hugtakandi einfalda sangin “Húsini skulu ikki brenna..”, sum fyri undirritaðu var eitt av hæddarpunktunum í framførsluni.

Aftrat sær hava stigtakararnir fingið Páll Danielsen, Hans Tórgarð og Hans Paula Tórgarð og øll seks duga tey jú væl at spæla sjónleik, um Hans Tórgarð eisini hesa ferð er í serflokki. Hans Pauli Tórgarð leggur fyri við at syngja ein sang og fer síðani, meðan hinir fimm leikararnir eru sjónligir á pallinum tann góða tíman, framførslan heldur á og hetta krevur eisini bæði sín mann og sína kvinnu. Tað skiltist, at Hans Pauli Tórgarð í størri mun kemur í eldin á komandi framførslum, tá tað verður hann, sum fer at spæla klaver.

Ein smæðin áskoðari skal als ikki koma her og krevja meira erotikk, men fleiri av sangunum snúgva seg altso um kærleika og erotikk, sum eru sentral temu hjá Brecht og í mun til ógvusligu kenslurnar, sum kríggjlýsingarnar vaktu, kundi tú sakna villskapin eisini í erotikkinum. Tó kann hetta hava við Brecht-tulkingina og sonevnda vervremdungsárinið at gera, sum hevur við áskoðanir Brechts um sjónleik at gera. Í áhugaverdum teksti, sum lá frammi áðrenn framførsluna á Tjóðpallinumum verður greitt frá Brecht, at hann tað mesta av lívinum var sannførdur marxistur, ið arbeiddi við sjónleiki sum miðli fyri politiskar hugleiðingar og boðskapir. Hann er kendur fyri at hava ment tað sonevnda episka teatrið og hansara hugsjón var at geva sjónleikinum nýggjan týdning sum eitt amboð: “Í episka teatrinum vildi Brecht, at áskoðarin ikki skuldi liva seg kensluliga inn í leikin, men heldur verða eggjaður til kritiska reflektión. Í staðin fyri at verða ruraður inn í eina kensluliga uppliving, skuldi áskoðarin fara úr sjónleikarhúsinum vaktur, varugur við samfelagsligt órættvísi og til reiðar at arbeiða fyri at broyta tað. At røkka hesum endamáli nýtti Brecht ymiskar hættir at minna áskoðaran á, at sjónleikurin er júst hetta; sjónleikur og ikki veruleiki. Soleiðis royndi hann at vísa á, at eisini veruleikin er tilgjørdur og tí broytiligur. Hetta nevndi Brecht “Vervremdungseffekt” og hann rakk hesum við t.d. at lata leikarar tosa beinleiðis við áskoðaran, við sangum, sum brutu leikin av og við skeltum við frágreiðingum á...”.

Nú er “Goym moralin til seinni” sum áður nevnt ein samanseting av sangum og styttri tekstum, harav nokkso nógv av tilfarinum stavar frá leikinum Dreigroschenoper og haðani stavaðu eisini teir sangirnir, sum undirritaða kendi frammanundan. Men sangirnir eru sum heild veruliga frálíkir og verða teir væl framførdir, tó at tað ikki eru sangarar, men sjónleikarar sum syngja teir í støðum rættiliga torføru sangirnar. Klaverleikarin, Riivo Sarapik spældi tó so mikið væl, at tú sum áskoðari onkuntíð kundi ynskt, at sangurin var betri og at tú í byrjanini hevði torað betri at lurta eftir Hans Paula Torgarð, tá hann byrjaði framførsluna við at syngja so væl ein fínan sang á týska upprunamálinum. Tað er at fegnast um, at yrkisleiklistin við Grugg hevur fingið enn eina rødd í føroyska listaumhvørvinum og at verkætlanin hevur fingið almennan stuðul bæði frá landi og býi.

E.S. Vit á listablogginum hava vent okkum til ein, sum vit halda dugir væl betri enn vit at meta um sjónleik og sum vónandi fer at senda okkum eitt ummæli av “Goym moralin til seinni”, ið alt fyri eitt verður sett inn á listabloggin.
(KP)