Vit eru eftirhondini rættiliga von við, at okkurt rok kyknar í kjalarvørrinum á teimum árligu starvslønunum, hesum ússaligu smákrónum, sum landið letur list og mentan á hvørjum ári, teimum, sum eru so fratetandi ør at hava valt sær tann ótryggasta vinnuvegin av øllum. Og aftur í ár hevur nevndin í rættiliga stóran og gávumildan mun valt eisini at lata øðrum enn teimum, sum hava valt ótryggasta vinnuvegin av øllum, burturav hesi frammanundan avmarkaðu peninganøgd. Tað vil siga amatørar og fólk, sum virka í ymsum størvum við løn og pensión og øðrum marglæti sum tey, yrkislistafólkini, ið hava valt ótryggasta vinnuvegin av øllum, ongantíð njóta fløvan av. Lat tað vera sagt, at undirritaða lærarinna í føstum starvi hevur søkt og fingið stuðul onkuntíð og sjálvt um kenslan av at troyta sama lítla grunn sum listafólkini er løgin, so eru møguleikarnir avmarkaðir, um tú vilt hava tíð og ráð at skriva eina listabók. Okkara stuðulsskipan tykist í so máta óruddilig, tí alt er í einari pulju, og hetta er serliga ørkymlandi nú tað frættist, at fleiri av okkara bestu yrkislistafólkum verða noydd út í onnur størv, tí tey ikki fingu starvsløn.
Poststarvslønarligt rokilsi er annars við at vera fastur fúsur, tá starvslønirnar eru almannakunngjørdar. Í fjør var tað Dimma, sum við sensatiónsforsíðum "avdúkaði" hvussu listafólkini dusa sær fyri almennan pening og í ár var tað óndi Gerard - tað er forrestin ikki fyrstu ferð, at hann forargast inn á skilið. Mong við mær munu fáa spontanan hug at geispa, tá Gerhard Lognberg opinberar síni larmandi mørk. Men fleiri av listafólkunum eru sjálvsagt hørm um at verða álopin á henda hátt. Á Facebook tekur ein av okkara dugnaligastu ungu listakvinnum, Silja Strøm, samanum kensluna: "Eg verði so kedd, tá eg hoyri fólk tosa soleiðis um okkum listafólk. Og eg bleiv heilt illa við tá eg las hetta: "Irdi Mittelstein: Tað skal eingin króna frá mær til nakað listafólk, tey kunnu sjálvi vinna sær pening, akkurát sum vit øll onnur!!!! Um tey ikki kunnu liva av sínari list, so eru tey simpelthen ikki góð nokk!!!!!" Eg lesi bæði tað sum Gerhard og Irdi skriva sum persónligan ágang. Eg livi hond í munn, arbeiði 30 tímar um vikuna fyri at gjalda húsaleigu, rokningar, mat, leigi eitt atelier, og keypi alt annað sum skal til at skapa list, og at fari oman í atlierið hvønn dag til langt út á náttina aftan á arbeiðsdagurin er liðugur, fyri at skapa list, og verða verkini víst og seld í føroyskum gallaríum, verða minst 40% tikið av í kommissión. Tá eg lesi tílíkt, havi eg ongan hug at vísa mína list fram í Føroyum. Um Føroya fólk heldur vil oman í SMS at keypa buksir sum fara í Bláa Kross næsta heyst fyri sínar skattakrónur, skulu tey sleppa tað. So verður mín list verandi í Skotlandi. Faktum er, um ikki møguleiki var fyri hesum starvslønunum, høvdu øll listafólk sum ikki eru frá vælhavandi familjum givið upp. Hetta lívið er forbankað strævið. Tað er øgiliga hart bara at tjena nokk at skapa listina. Og Irdi, onki listafólk í Føroyum ella uttanlands hevur nakrantíð livað av list um ikki onkur gjørdi íløgu í teimum. ONKI. List er ein vinna sum alt annað. Og ongin vinna yvirlivir uttan íløgur...".
Øll listaáhugað munu vita hvør Silja Strøm er. Her er eitt ummæli av einari av hennara framsýningum http://listinblog.blogspot.com/2011/08/fremmandgjrdir-fablar-i-fokus.html
Vit hava júst hoyrt um væleydnað PR-átak fyri at fáa ferðafólk higar. Visitfaroeisland hevur skipað fyri at gera eitt blað, sum varð lagt inn í sunnudagspolitiken herfyri. Úrslitið av hesum átaki er ítøkiligt, tí tað hevur fingið eina rúgvu av fólkum at bíleggja sær ferð til Føroya og tað fer at síggjast aftur í føroyska búskapinum. Tað er áhugavert at síggja hvussu stóran leiklut listin hevur í hesi presentatiónini av Føroyum og tað vísir seg eisini, at sonevnda mentanarturisman vindur uppá seg í heilum. Sjálvandi er tað óneyðugt at argumentera fyri listastuðli, tey flestu munu skilja tað skilagóða í tílíkum íløgum og tað skulu tit vita, góða Silja og øll tit ung sum eldri føroysk listafólk í útlondum, at vit gleða okkum, tá tit venda heim at vísa okkum tykkara góðu list.
Tað einasta áhugaverda í øllum rokilsinum er kanska hvussu leingi javnaðarflokkurin tímir at hava ein so lammiterandi miðflokkamann í javnaðarlíki. Tað man vera strævið hjá flokkinum. Men tað tykist sum heldur ikki henda útsøgnin fær politiska avleiðing fyri Lognberg. Javnaðarflokkurin er komin við einum svari, sum tíverri avdúkar eina ófullfíggjaða fatan av føroyska mentanarstuðlinum. Sømdargáva er als ikki tað sama sum starvsløn og veit man ikki tað, kann meira lesast um tað her: http://www.logir.fo/foldb/kunfo/2008/0000090.htm
Javnaðarflokkurin skrivar: “Orðini hjá Gerhardi Lognberg um sømdargávur til listafólk eru als ikki umboðandi fyri mentanarpolitikk Javnaðarfloksins. Útsøgnin stendur tí fyri hansara egnu rokning. Fyri Javnaðarflokkin eru list og mentan millum týdningarmestu tættirnir í einum livandi samfelag. Listarligt og mentanarligt virksemi og upplivingar víðka um sjónarringin, skapa tolsemi og opinleika millum menniskju og ríka okkum lívið. Tí skulu vit skapa góðar karmar fyri list og mentan í Føroyum. Javnaðarflokkurin vil nýta høvið at ynskja teimum 33 listafólkunum, sum hava fingið starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, hjartaliga tillukku og góða eydnu við arbeiðinum.”
Tá nú øll tann hugaheita starvslønarrokanin í fjøruni aftur hevur lagt seg og alt møsnið um listadefinitiónir er tagnað, er okkara vón, at Javnarflokkurin leitar sær serfrøðingaráð, og kemur aftur við einum sterkum, frílyntum og progressivum mentanaráliti, sum allur flokkurin stendur inni fyri. Tað er somuleiðis okkara vón, at listastuðulskipanin við hjálp frá serfrøðini verður grundleggjandi broytt, at skynað verður millum yrki og áhuga, mentan og list og at ruddað verður upp soleiðis, at vit fáa sum best burtur úr listapeninginum.