Thursday, February 23, 2012

Ongul í reyv á tveimum málum


Yrkingasavnið Ongul í Reyv hjá Sívar á Seiðabergi verður nú givið út á
føroyskum og donskum, og er tøkt á alnetinum at lesa ella taka niður á
telduna púra ókeypis.

Tíðindaskriv

Ongul í reyv er ikki um nakað nýtt savn, tí tað var skrivað í 1994-95
og umsett til danskt um somu tíð. Tað kom tó ongantíð út, tí útgevari
ikki fekst til útgávuna. Yrkjarin greiður soleiðis frá:

- Heitið á mínum yrkingasavni frá 1994-95 var Ongul í reyv, og júst
hetta lýsir væl, hvussu tað gekst við at fáa tað útgivið. Hóast eg
sendi savnið til eitt ótal av føroyskum og donskum forløgum, so var
úrslitið, at eg sat eftir ongul í reyv. Eg hevði hvørki orku ella
fígging til sjálvur at geva tað út. So tað endaði í einari skuffu ella
faktiskt á einari diskettu.

Men nú er savnið tøkt á á Scribd.com bæði í føroysku og donsku
útgávuni. Ætlanin í 1995 var, at geva savnið út á báðum málum í somu
bók, ið man kundi lesa frá báðum síðum, alt eftir hvat mál, man vildi
lesa bókina á. Men nú savnið er givið út á alnetinum, er tað í tveimum
serstøkur e-bókum.

Handan navnið Sívar á Seiðabergi goymir Niels Uni Dam seg. Niels Uni
hevur undir nøvnunum Sívar á Seiðabergi og Hákun Spott givið
yrkingasøvnini Nudlar (1994) og Rótleys Tøgn (2002) út. Umframt at
hava staðið fyri stórum parti av tekstunum hjá MC-Hár. Niels Uni Dam
er útbúgvin innan samskifti og heimspeki, við Roskilde
Universitetscenter, og hevur seinastu tíðina m.a. verið virkin við
blogginum nudlar.net.

Í 2007 vóru yrkingarnar úr føroyska partinum av Ongul í reyv lagdar á
myspacesíðuna hjá Niels Una.  Men nú er tað tøkt í einari uppsettari
ebók, ikki bara sum ein røð av tekstpettum.

Savnið liggur tøkt her:

http://www.nudlar.net/?page_id=44

og á http://www.scribd.com/nielsuni